Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-08, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. juni 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 107 - 8. juni 2002 Nr. 107 - 8. juni 2002 3 TÍÐINDASKRIV Suzukifelag Føroya skipar í døgunum 6. til 9. Juni fyri workshop - arbeiðsskeið - fyri næmingum, íð nema sær kunnleika innan violin eftir Suzuki frálæruhátt- inum - eisini nevndur móð- urmálshátturin. Lærararnir - Koen Rens og Wilfried van Gorp koma úr Belgia, har teir eru violinlærarar og hava stovna Belgian Suzuki Chamber Orchestra. Í stuttum kann sigast um henda frálæruhátt, at tón- leikur kann lærast á sama hátt sum móðurmálið verur lært - næmingarnir lurta eftir tónleiki og endurtaka hann á sítt ljóðføri, uttan at lesa nótar í fyrsta umfari. Vit læra fyrst at tosa okkara móðurmál og so at lesa tað, tá vit gerast eldri. Hetta ber í sær, at næm- ingarnir kunna byrja nógv fyrr at fáa tónleikafrálæru og harvið stimbra menn- ingina av teimum tónleika- ligu gávum og partum av heilanum til koordinatión og harvið menning av innlæring sum heild. Her á landi eru tríggir musikklærarir (2 violin og 1 tvørfloytu), íð hava út- búgving at undirvísa eftir hesum frálæruhátti. Hóast nýggjur frálæruháttur her á landi, so hava longu nakrir næminar verið uttanlanda til kappingar og onkur vunnið 1. Premiu sum 9 ára gamal á tóleikakapping uttanlanda. Konsert við næming- unum verður sunnudagin í Vesturkirkjuni kl 17,00, har spæld verða klassisk tónleikaverk. Á hesum skeiði tuttaka meira enn 30 børn og tey eru í aldrinum 6 til18 ár. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum mongu, ið sýndu samkenslu, tá ið kæri pápi, verpápi og abbi okkara Petur Eli Mikkelsen Syðrugøtu so brádliga varð tikin frá okkum. Tøkk til prest og til tey, ið høvdu andakt.Tøkk til kirkjutænarar, sangarar og berarar.Tøkk til skúlabørn- ini, ið sungu so vakurt í kirkjuni. Tøkk til øll tykkum, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað.Tøkk fyri blómur, kransar, gávur til Diabetesfelagið og aðrar gávur.Tøkk til tykkum, ið ringdu, skrivaðu ella komu á gátt. Ein serstøk tøkk til tykkum, ið stóðu fyri og á ymsan hátt hjálptu til í kirkjukjallaranum. Fyri tey avvarðandi Elin, Petur Páll, Jóannes og Barbara Tøkk Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu, tá okkara góði pápi, verfaðir, abbi og langabbi Daniel Jacob Smidt Jensen Tvøroyri doyði og varð jarðaður.Tøkk til Jónsvein Bech, prest, fyri troystarrík orð í heiminum, kapellinum og kirkjuni, og tøkk til sangarar og berarar. Tøkk fyri tann seinasta heiður, ið vístur varð honum við teimum mongu heilsanum, kransum og blómum og tí stóra skara, ið fylgdi honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Ruth, Elisabeth og Sonja Jarðarferð Kistan við Hinderiekus Lamain fer av M/S Bliki niðan í Havnar kirkju mánadagin kl. 11.00. Jarðarferðin verður týsdagin kl. 14.00 úr Havnar kirkju. Familjunnar vegna Marjun Suzukifelag skipar fyri fíólskeiði Leygardagin letur nýggju handil upp í J. C. Svabosgøtu í høl- unum, har Sjóvinnu- bankin áður helt til. Mest sum allar gerandisvørur vera at fáa til keyps, og so ætla tey eisini at selja nógv morgunbreyð HANDILSLÍV Jákup Mørk Tað er ikki so langt síðani, at Hornabúðin, sum annars hevur verið ein fastur partur av Hornabø, snaraði lyklinum fyri seinastu. Men nú nýtist teimum í Hornabø ikki at fara so langan veg kortini, tá farast skal til handils. Leygardagin kl. 14.00 letur nevnliga ein nýggjur handil upp úti í Hornabø, tá Hans Michael og Guri Hansen fyri fyrstu ferð opna dyrnar til Kvik-keyp, sum nýggi handiling eitur. Skjótt og lætt Hans Michael, sum annars eisini hevur umboð fyri Kvik-køkarnar, sigur, at navnið á nýggja handilin- um einki hevur við hesar køkar at gera. - Nei. Handilin eitur Kvik-keyp, tí hetta er eitt stað, har tú skjótt og lætt kann fáa tað mesta av tí, sum eitt vanligt húsarhald hevur tørv á. Víðari sigur hann, at hetta verður ein sonevnd handilskios ella tað, sum danir nevna nærbutik. - Vit fara at hava opið frá klokkan sjey til ellivu allar dagar uttan sunnudag, tá vit opna klokkan tvey, og vit hava eisini lagt okkum eftir at hava eitt breitt úrval av vørum, sum vit so eisini royna at selja til kapp- ingarførar prísir. Føddur handilsmaður Um hetta at gerast handils- maður, sigur Hans Michael, at tað leingi hevur verið ein dreymur fyri sítt við- komandi. Kanska ikki so løgið, tá havt verður í huga, at pápin, Gabriel Hansen, í eitt mannaminni hevur staðið fyri handli í Nólsoy. Í so máta kann næstan sigast, at handilslívið er komið inn við móðurmjólkini. - Tað eru í øllum førum eini seks ár síðani, at eg veruliga fór at hugsa um at hava ein matvøruhandil, men higartil hevur tað so bara verið við tankan. Nú var ein møguleiki knapp- liga til staðar, og helt hetta vera eitt alt ov gott høvi til bara soleiðis at sleppa, so eg smekkaði til. Og so vónar hann annars, at fólk fara at taka væl undir við nýggja handl- inum. - Fyrst og fremst er tað mín vón, at fólk her á leiðini, sum vóru von at keypa í Hornabúðini, taka væl ímóti nýggja handl- inum, eins og eg vóni at tey siga til, um okkurt er sum manglar í úrvalinum. Tað er jú ikki víst, at alt er akkurát soleiðis, sum tey eru von við, og møguligar viðmerk- ingar ætla vit okkum at taka til eftirtektar, - Men harumframt er so eisini ætlanin at fáa onnur at keypa í handlinum. Nógv ferðsla gongur framvið her. Ikki minst um morgnarnar, og tí fara vit eisini at hava eitt stórt úrval av morgun- breyði, umframt at vit eisini fara at selja pylsur og annað til teirra, sum dámar betri at koma framvið seinni um dagin, sigur Hans Michael Hansen at enda. Nýggjur handil í Hornabø Ikki kann sigast annað enn, at tað er rúmligt í nýgja handlinum. Men hóast plássið millum hillarnar er gott, ætla Guri og Hans Michael at úrvalið skal verða so breitt sum tilber Mynd: Finnur Justinussen C M Y K 3 2 SMYRIL LINE Tel 34 59 00 team85 w w n w .s r my i l-li e .f o summarið 2002 e-mail: booking@smyril-line.fo Pakkaferðir Pakkaferðir Danmark Hetland Pakkaferð - Ísland Ferðist bíliga ... Pakkaferðir Pakkaferðir * & 2 vaksin 2 børn í bili Danland íbúðir 1 vika í frítíðaríbúð 14.06., 21.06. & 28.06. úr 13.210,- Dan Center summarhús 1 vika í summarhúsi 14.06., 21.06., 28.06., 05.07., 12.07., 19.07., 26.07. & 02.08. úr 12.793,- * * Noreg Pers Hotel í Gol 1 vika í summarhúsi 17.06., 24.06., 01.07., 08.07., 15.07. & 22.07. úr 8.475,- * Easterhoull Chalets 1 vika í summarhúsi 17.06., 24.06., 01.07., 08.07., 15.07. & 22.07. úr 7.843,- * Sigl & Flúgv Key Hotellini við 7 daga innivist á hotelli í dupultkamari úr 5.814,- Tórshavn - Hanstholm og Keypmannahavn - Vágar ella hinvegin úr 2.550,- Siglt verður annan vegin og flogið hinvegin fyri hvønn fyri hvønn team85