Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-08, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. juni 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 107 - 8. juni 2002 Nr. 107 - 8. juni 2002 5 Árliga summarfram- sýningin lat upp í gjárkvøldið, mentan- arkvøldið í Norður- landahúsinum. Við á framsýningini eru átta listarfólk úr Føroyum, ið sýna fram málningar, grafikk og mynda- høgging LISTAFRAMSÝNING Ingrid Bjarnastein – Hetta er tann árliga summarframsýningin, sum letur upp í kvøld, greiðir Helga Hjørvar, stjóri í Norðurlandahúsinum frá tá vit fingu orðið á hana fyrrapartin fríggjadagin. – Av røttum, so átti hon ikki at latið upp fyrr enn leygardagin, men av tí, at tað er mentanarnátt, hildu vit, at tað fór at vera stutt- ligt at lata framsýningina upp í kvøld. Helga greiðir frá, at framsýningin er ógvuliga væl umtókt millum ferðafólk, og á henda hátt fáa tey eisini sæð eitt sindur av nýføroyskari list. Astri Luihn og Kári Svensson hava verið við til at leggja framsýningina til rættis, sum skuldi lata upp í gjárkvøldið klokkan 22. Tey bæði siga, at tað liggur væl fyri at lata eina fram- sýning so seint upp, tí ong- in tímur inn at hyggja eftir list seinnapartar, tí tá er veðrið so gott. Tá vilja tey heldur vera úti í sólini og hugna sær, men tá latið verður upp so seint er tað upplagt at nógv fólk kemur á gátt. – Tað tekur eitt heilt ár fyrireika eina slíka fram- sýning, so ein kann væl siga, at tá henda summar- framsýningin er liðug, verður byrjað beinanvegin at fyrireika tað næstu, greiða Helga, Kári og Astri frá. Framsýningin fevnir um alt Norðurlandahúsið. Listaverk hanga uppi í Klingruni, konsertsalinum og á steingólvinum í for- høllini. Hetta er annað árið, at fleiri listarfólk eru við á summarframsýningini. Í ár eru listafólkini: Hanni Bjartalíð, Hansina Iversen, Astri Luihn, Anker Morten- sen, Sigrun G. Niclasen, Hans Pauli Olsen, Eyðun av Reyni og Kári Svensson. Til hesa framsýningina er eisini givin út ein bók, har møguleiki er at lesa um tey ymsu listarfólkini, og listarverk hjá teimum eru at síggja. Tað er Vasti í Klaks- vík, sum hevur gjørt bók- ina. Puslispælið Summardámur í Norðurlanda- húsinum Nøkur av listafólkunum til summarframsýningina saman við stjóranum í Norðurlandahúsinum. F.v.: Anker Mortensen, Kári Svensson, Helga Hjørvar, stjóri í Norðurlandahúsinum, Hans Pauli Olsen og Astri Luihn Mynd: Finnur Justinussen Hans Pauli Olsen er einasti myndahøggari á summarframsýningini í ár Mynd: Finnur Justinussen Nýggja summarsend- ingin hjá Útvarpi Føroya eitur Baro- metrið. Hon fer av bakkastokki mána- dagin, og vertirnir lova, at brotið verður upp úr nýggjum í føroyskum útvarpi SENDING Heri á Rógvi Í kendu vísuni um Havnina verður sagt, at í Havn ganga unglingar klæddir sum menn við hvítum manskettum. Hendan mikudagin í Sandagerði er búnin hjá teimum fýra monnunum summarklæðir. Shorts, T- Shirts, sandalir, gummi- stivlar og badmintonketjar- ar hava teir fýra ungu menninir við sær á sól- stronduna í Sandagerði. Teir eru Heri Jakobsen, Rúni Jákupsson, Kári Sól- stein og Bjarni Mohr. Hesir fýra fara næstu seytjan vik- urnar at syrgja fyri, at før- oyski útvarpslurtarin fær nakað fyri sínar pengar seinnapartar. Í summar verða teir vertir fyri send- ingini Barometrið, sum eftir ætlan skal skáka seg inn á higartil órørd støð í føroyskum útvarpshøpi. Barometur Sendingin Barometrið verður at hoyra seinnapart- arnar næstu sjeytjan vik- urnar í summar. Tá tað er sagt, so vita flest øll, at tað ikki eru sjeytjan vikur av summari í Føroyum. Barometrið verður sent alla summarskránna hjá Út- varpi Føroya. Summar- skráin endar í oktober, og tá verður eisini síðsta umfar av Barometrinum sent. Sendingin verður frá kl. 15 til 17 fýra dagar um vik- una. Mánadagar verður sendingin ikki send. Tá fara klaksvíkingar úr Studio Pegasus at halda mikrofon- ina heita. Henda fyrsta mánadagin verður tó sent sum vanligt við fýra vert- um. Tað verða tríggir vertir knýttir at hvørjari sending. Av tí at summarfrítíðin rennur saman við sending- ini, so verður neyðugt at hava fýra vertir sum skiftast um at gera sendingina. Tann eini verturin, Heri Jakobsen, fer eftir summar- frítíðina aftur í sítt borgar- liga starv sum lærari, og hann verður sostatt »bert« við í sendingini, meðan skúlarnir halda frí. Røddirnar á teimum fýra eru allar kendar. Tríggir teirra, Bjarni Mohr, Rúni Jákupsson og Kári Sólstein hava sína dagligu gongd í Útvarpinum. Bjarni og Rúni eru kanska mest kendir fyri sendingina Leið 5, ið verður send leygar- kvøld. Kári Sólstein hevur verið nógv at hoyrt í sam- bandi við barnasendingar í Útvarpinum. – Vit hava allar royndir í útvarpinum við ymiskum. Vit vilja fegnir eisini sleppa at royna okkurt heilt nýtt, siga teir tríggir. Fjórða stigið á barometr- inum er Heri Jakobsen. Hann hevur áður verið at hoyrt í Útvarpi Føroya. Hann var nevnliga vertur í legendarisku Náttarravna sendingini eitt skifti fyri nøkrum árum síðani. Upprunin til sendingina eru Rúni og Bjarni. Hug- skotið sá dagsins ljós í roykbølinum í Sortudíki. Teir gjørdust tó skjótt greiðir yvir, at teimum tørvaði størri manning. Fyrstu nøvnini teir komu á – sambært teimum sjálvum – vóru Kári og Heri, sum ikki bíðaðu leingi við at siga til tilboðið. Navnið Barometrið hildu teir eisini vera hóskandi, tí teir fara at taka fleiri mát- ingar. Muntert Fyrsta orðið tú hoyrir frá vertunum um sendingina er muntert. Áðrenn tær fýra hvítu føroysku strandar- leyvurnar/útvarpsvertirnir stilla upp fyri myndamann- inum, verður tað gjørt heilt greitt, at henda sendingin hoyrir til tann lættara endan av stiðjanum – muntra endan. – Hetta skal vera ein løtt og frísk sending. Tú skalt ikki noyðast at fylgja við í tveir tímar, men eigur at kunna fáa nakað við at skifta yvir til sendingina til eina og hvørja tíð. Tað skal óformelt, men tó skipað, sigur Heri Jakobsen. Vit sláa okkum niður á nøkrum steinum í Sanda- gerði, og skjótt kemur fram, at henda sendingin skal vera nakað serligt í mun til aðrar sendingar – bæði minni og meira líkar. – Tað er eingin meining í at gera tað sama, sum onn- ur hava gjørt. Tú mást heldur royna at bróta upp úr nýggjum, sigur Bjarni Mohr. Sendingin verður merkt av góðum og løttum og fyri tað nógva summartónleiki. Teir hava við viljað soldað fleiri góð hugskot frá við teirri grundgeving, at hesi hava verið roynd áður. – Vanliga verður koyrt við tveimum vertum í studio og einum úti. Hesi skal so gera ymisk innsløg og prát, og hetta nýtist ikki at hava tað stóra tíðinda- virði, sigur Rúni Jákups- son. Talan verður m.a. um at hava eitt dagsins evni, sum kann verið okkurt lætt, sum lurtarar fáa høvið at kjakast um á heimasíðuni hjá send- ingini, ið vertirnir leggja stóran dent á fer at verða nógv uppdaterað við m.a. einum web camera og einum sokallaðum play- lista. Onkur temadagur verður eisini, har eitthvørt serligt evnið verður tikið upp, og roynt verður at geva tí eina øðrvísi viðgerð enn hana, ið vit kanska kenna frá tíð- indasendingum ella øðrum. Sendingin verður tveir tímar hvønn dag, og teir lova at fylla væl til eina fríska og dámliga sending. Gløggasta virki Eisini hava teir fýra ymsar kappingar á skránni. Ein teirri snýr seg um at leita á Internetinum. Lurtararnir fáa eina spurning, sum kann snúgva seg um hvat sum helst – bæði nær og fjar – og lurtararnir skulu síðani út á netið fyri at finna svarið, og tann fyrsti sum ringir inn við rætta svarinum verður vinnari av kappingini. Ikki nokk við tí. Baro- metrið hevur eisni sett sær fyri at kjósa Føroya gløgg- astu fyritøku. Ætlanin er at fáa 32 føroyskar fyritøkur at dystast í einari spurnar- kapping fyri at finna útav, hvør teirri er hin gløggasta. Kappingin verður eftir Cup-skipanini, og fyritøk- urnar vera fyri tað nógva paraðar móti líknandi fyri- tøkum. Vinnandi fyritøkan fær so ein rimmar býtúr til 20 fólk við bowling, døgurða og uppihaldi umframt sjálvan heiðurin. Eisini verður kappingin Kenn tín maka á skránni. Har fara vertirnir at spyrja pør nærgandi spurningar um hvønn annan. Samsvara svørini er virðislønin ein romantiskur døgurði. Summarsendingin Baro- metrið verður send mána- dagin fyri fyrstu ferð. Nýggj summarsending í ÚF: Máta trýstið á summarinum F.v. Heri Jakobsen, Rúni Jákupsson, Bjarni Mohr og Kári Sólstein eru vertir í sendingin Barometrið, ið verður at hoyra seinnapartar í Útvarpi Føroya næstu seytjan vikurnar. Mynd: Jens Kristian Vang. – Hetta skal vera ein løtt og frísk sending. Tú skalt ikki noyðast at fylgja við í tveir tímar, men eigur at kunna fáa nakað við at skifta yvir til sendingina til eina og hvørja tíð. Tað skal óformelt, men tó skipað, sigur Heri Jakobsen um nýggju summarsendingina Barometrið. Vit fangaðu vertirnar í Sandagerði ein seinnapart Mynd: Jens Kristian Vang. C M Y K 5 4