Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-08, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. juni 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 107 - 8. juni 2002 Nr. 107 - 8. juni 2002 7 Strandferðslan hevur fingið boð frá lands- stýrinum um, at av- loysaraskip skal vera ein fastur táttur av virkseminum og tí fer hon longu nú at royna at finna avloys- araskip til næsta ár STRANDFERÐSLAN Áki Bertholdsen Strandferðslan fer longu at leita eftir avloysaraskipi til Smyril og onnur skip, skulu í dokk komandi ár. Strandferðslan fekk nú um dagarnar bræv frá lands- stýrinum, har tað varð frá- boðað, at tað at leiga avloys- araskip, skal vera ein fastur táttur av virkseminum hjá Strandferðsluni. Sostatt er tað greitt, at Strandferðslan longu nú fer at leita eftir skipi til komandi ár. Annars hevur Strand- ferðslan mangan hvept seg binda seg til stórar upphædd- ir, fyrrenn hon hevur vitað við vissu, hvussu stór játtan- in á fíggjarlógin fór at vera. Men tað er ongantíð greitt fyrrenn í desember og tá er í seint at leita eftir skipum, tí tá eru avtalur longu gjørdar um tey flestu skipini. Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at Strandferðslan fer nú at fáa fult yvirlit yvir, í hvønn mun brúk verður fyri avloysara skipi komandi tað. Tað yvirlitið skal m.a. gerast í samstarvi við skipaeftirlitið. Men hann minnir á, at hetta er triðja árið, at stórar ábøtur verða gjørdar á Smy- ril og tí er ikki vist, at talan verður um tann stóra tørvin komandi ár. Økir um møguleikan Stjórin á Strandferðsluni sig- ur, at kunnu teir beinanvegin nú fara at leita eftir skipi, økir tað sjálvsagt munandi um møguleikarnar at finna eina hóskandi ferju. – Men tað eru stórar av- markingar, sum vit ikki eru harrar yvir. Sum nevnt í aðr- ari grein her á síðuni, mátti Strandferðslan eitt nú sleppa ætlanini at leiga Alandiu, tí hon kann ikki sigla, har aldu- hæddin er yvir 1,9 metrar í miðal. – Harafturat kemur, at tað er sera trupult at fáa leigumál um stór skip, tá ið talan ein- ans er um tvær, ella tríggjar vikur. – Reiðararnir eru sjálvsagt heldur áhugaði í longri leigu- málum, tí at leiga eina ferju er eitt stórt apparat at seta ígongd og tí er áhugin ógvu- liga lítil at leiga eina ferju í tvær, tríggjar vikur. Og tað at sigla ímillum Havnina og Suðuroynna krevur sítt av skipuum og tí eru tað verri enn so øll, ið verða góðkend til endamálið. – Sostatt er tað ein avbera trupul uppgáva at finna eitt hóskandi avloysaraskip, sig- ur Reidar Nónfjall og sum hann sigur í aðrari grein her á síðuni, kann hann ikki lova nakað sum helst. – Vit kunnu bara gera tað vit kunnu og vóna tað besta, sigur Reidar Nónfjall. Annars sigur Strand- ferðslustjórin, at føroyingar tola ógvuliga lítið av seink- ingum og forðingum. – Aðrastaðni á flogvøllum á ferjulegum og á motor- vegum er als ikki óvanligt at ferðslan verður forðað í tíðarbilum, og at fólk standa føst og noyðast at bíða tímar. Og í Føroyum er sam- ferðslunetið í veruleikanum rættiliga frammaliga, saman- borið við onnur lond. Men tað merkir ikki, at vit ikki alla tíðina skulu kýta okkum fyri at gera okkara besta- og tað gera vit eisini, sigur Reidar Nónfjall. –Tað er ómetaliga trupult at finna avloysaraskip á sama støði sum Smyril, tí ferjur hanga ikki á trøðunum, sigur stjórin á Strandferðsluni SUÐUROYAR- SIGLINGIN Áki Bertholdsen – Tað er ómetaliga trupult at hóskandi útvega avloysara- skip til suðuroyarsiglingina, tá ið Smyril er í dokk. Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni, ger púra greitt, at hóast teir longu nú fara at leita eftir einum av- loysaraskipi á sama støði sum Smyril, ber ikki til at lova nakað sum helst. – Ferjur, sum eru á stødd við Smyril, hanga ikki á trøðunum, og so slett ikki tá ið talan einans er um at leiga tær í einar tvær ella tríggjar vikur. Hann sigur, at styttri leigu- málini eru, verri er at finna skipini og jú harðari eru treytirnar. – Nógv av teimum skip- um, sum eru til taks at leiga í so stutta tíð, eru skip, sum hevði egnað seg betri til upp- høggingar, sigur hann. Fingu noktandi svar Annars hava atfinnginarnar heglað niðuryvir Strand- ferðsluni, tí at tað ikki hevur eydnast at finna nøktandi av- loysararaskip til suðuroyar- siglingina, hvørja ferð Smy- ril er í dokk. Men Reidar Nónfjall held- ur, at nógvar av hesum at- finningunum hava røtur í ókunnleika til viðurskiftini, tí onki hald er av tí mesta, ið sagt verður. – Tað eru nógvar forðingar á vegnum og tað er ómeta- liga trupult at finna hóskandi avloysaraskip. Ein atfinning hevur verið, hví Smyril ikki kann fara í dokk um veturin, tá ið ferðsl- an ikki er so stór. – Vit hava nú spurt okkum fyri, um tað ber til at leiga stóru, finsku ferjuna, Alandiu í vetur at brúka til avloysaraskip fyri Smyril og so at koyra hann í dokk, áðr- enn summarferðslan byrjar komandi ár. – Men mikudagin fingu vit greitt svar, at tað ber als ikki til. Alandia er bara góðkent at sigla, har alduhæddin í miðal ikki fer upp um 1,9 metrar, men um veturin er hon mangt slíkt í Føroyum og so er onki at gera. – Og um summarið brúkar reiðarin sjálvur Alandiu í aðrari sigling og sostatt er tann møguleikin endaliga gloppin okkum av hondum. Alandia hevði annars verið eitt sera vælhóskandi skip, tí hon er væl størri enn Smyril og tekur yvir 200 bilar og hartil siglur hon minst líka skjótt. Reidar Nónfjall sigur, at hesi seinastu árini hevur tað verið at berari tilvild, at tað hevur eydnast at finna av- loysaraskip yvirhøvur. Eitt nú vísir hann á, at tað árið, Claymore var avloys- araskip, varð hon seld tríggj- ar dagar eftir, at Strandferðs- lan hevði gjørt leigusáttmál- an. So tætt var tað við, at hon eisini glapp okkum av hond- um. Vóru vit tríggjar dagar seinni, var hon farin og so høvdu vit onki skip. – Sostatt mugu vit stað- festa, at tað er av berum hepnið, at tað hevur eydnast okkum at finna avloysara- skip yviurhøvur hini árini. Men hesuferð hava tit leig- að Scaniu. Seinni leigaðu tit eisini Clare, men tað hendi ikki fyrrenn tit høvdu verið undir hørðum trýsti frá al- menningi og politikarum. Er tað so, at tað er bara at leggja Strandferðsluna undir nóg hart trýst, so eydnast tað altíð at finna eina frægari loysn? – Nei, tað er tað ikki. Møguleikan við Clare høvdu vit umhugsað, men Clare var uttanlands og tí bar ikki til at fáa hana at sigla beinanveg- in. Vit høvdu hugsa kannað allar møguleikar framman- undan, eisini Clare, sigur Reidar Nónfjall. Hendir onki heilt óvæntað, verður Smyril klárur at seta aftur í suður- oyarsiglingina í kvøld SUÐUROYAR- SIGLINGIN Gongst sum ætlað, verð- ur Smyril hann settur aftur í sigling í kvøld, tá ið hann fer at sigla eftir vanligu ferðaætlanini. – Hendir onki heilt óvæntað, fer Smyril aftur í sigling kvøld og fyrsta ferðin verður av Havnini klokkan 20, sigur Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni. Annars var ætlanin at hann skuldi fara aftur í sigling í gjár, fríggja- dagin, men tað varð av ongum. Stjórin á strandferðsl- uni sigur, at ætlanin er ikki at seta hann aftur í sigling aftur, fyrrenn motorarnir og tann tekn- iska útgerðin umborð er roynd væl og virðiliga fyri at tryggjað, at brek ikki taka seg uppaftur. – Vit hava ringar royndir at at skunda okkum í so máta fyri at vinna nakrar tímar, sigur hann. Hann sigur, at tað vísir seg rættiliga ofta, tá ið motorar og tann tekn- iska útgerðin hava staðið still, at brek av ymsum slagi taka seg upp, tá ið alt fer ígongd aftur og tað førir bara til trupul- leikar aftur seinni. – Tað mistakið ætla vit ikki at gera aftur hesu- ferð. Tí fara vit hesuferð at seta vit motorarnar og alt annað ígongd fyri at kanna um alt virkar sum tað skal. Og so ætla vit at geva okkum ta tíð sum krevst fyri at rætta tey brek sum møguliga stinga seg upp, so at alt virkar til lítar, tá ið hann verður settur í sigling aftur. Og hann leggur aftur- at, at øll orka verður løgd í at hetta skal eydn- ast, so at Smyril sleppur aftur í sigling í kvøld og hendir onki heilt óvænt- að, fer tað eisini at halda. Stórar ábøtur Nú Smyril fer at taka siglingina uppaftur, verður tað eitt heilt ann- að skip, tí nógvar og stórar ábøtur eru gjørd- ar. Umframt tað, sum trygdareftirlitið kravdi, er nógv gjørt umborð fyri at gera hann huga- ligari hjá ferðafólki. Eitt nú eru nýggj flúgvara- setur sett í og harum- framt eru øll teppi skift út og benkur og stólar eru klødd av nýggjum o.s.fr. Og so mugu suðuroy- ingar venja seg við, at Smyril hevur fingið nýggjan lit, tí nú er hann eisini málaður og hevur fingið tann nýggja, bláa litin hjá Strandferðsluni. Sostatt eru øll skipini hjá Strandferðsluni nú blá. Smyril aftur í sigling í kvøld Fara longu nú at leita eftir skipi til næsta ár – Tað, at vit nú kunnu fara at leita eftir skipi, økir tað sjálvsagt munandi um møguleikarnar at finna eina hóskandi ferju til avloysara skip fyri Smyril komandi ár. Men tað er langt frá vist at tað eydnast kortini, sigur Reidar Nònfjall, stjóri á Strandferðsluni Kann ikki lova suðuroyingum skip næsta ár Í dag er ætlanin at royna motorarnar og alla tekniska útgerð umborð á Smyrli, og alt bendir á, at hann verður kárur aftur í kvøld SPREINGIVANDI Stefan í Skorini Servandu minukavararnir frá donsku sjóverjuni funnu onga granat, tá teir kannaðu havbotnin framvið bryggj- uni frammanfyri Havnar- skrivstovuni hósdagin. Teir hava leitað á einum øki, ið eru einar 1000 fer- metrar til støddar, men einki vandamikið var at finna í fyrstu atløgu. Men hildið verður tó fram við at leita. Nógv órudd og burtur- kast liggur á botninum, og tí verður nakað grivið upp av botninum, og so verða kavararnir sendir niðuraftur at leita, tí kanska liggur okkurt vandamikið undir tí ovasta lagnum. Arbeiðið fer tí at taka longri tíð enn væntað, og tað verður væntandi liðugt í dag, leygardagin. Nýggja ferðslufrá- greiðingin, sum býráðið hevur tikið stig til, leggur upp til, at miðbýurin fram- yvir verður stongdur fyri allari tungari ferðslu. Ferðslan í høvuðsstaðnum er økt við 50 prosentum seinastu sjey árini FERÐSLA Stefan í Skorini Tekniska nevnd setti í mars mánaði eina nevnd at gera frágreiðing um ferðsluvið- urskiftini í høvuðsstaðnum, og fleiri stórar broytingar eru í væntu. – Ætlanin er, at tunga ferðslan skal beinast út um miðbýin, so at ferðslan sum heild kann glíða betur, sig- ur Sjúrður Olsen, formaður í teknisku nevnd í býráðn- um. – Ein av trupulleikunum er, at øll tann tunga ferðslan fer ígjøgnum býin, tí fisk- urin, sum skal útflytast, verður førdur til Havnar fyrst í stórum trailarum, og hetta tarnar ferðsluni nógv, sigur Sjúrður Olsen. Nevndin, ið hevur gjørt frágreiðingina, mælir til, at øll akfør omanfyri sjey tons ikki skulu hava loyvi at koyra í miðbýnum. Hetta minkar nógv um trýstið á vegakervið kring miðbýin, og sparir helst eisini nakrar illbønir frá illum bilførar- um, ið ikki sleppa vegin fram. Nevndin hevur eisini skotið upp, hvar tann tunga ferðslan í framtíðini skal bannast. Talan er um økið innanfyri hesar gøtur: Havnargøta, J. Broncks gøta, R.C. Effersøes gøta, Bøkjarabrekka, Steinatúnm Niels Winthers gøta, J. Paturssonar gøta, Dalaveg- ur, Grím Kambans gøta og Sigmundargøta. Ferðslan økt munandi Við í frágreiðingini eru ferðsluteljingar og hagtøl, sum gjørd eru seinastu árini. Tey vísa ein stóran vøkstur í talinum av akfør- um bæði í høvuðsstaðnum og í øllum landinum. Hetta økir sjálvandi um trýstið á vegakervið, og tí hevur bý- ráðið tikið hetta stigið. Hagtølini siga, at talið av persónbilum í Tórshavn er økt úr 4183 í 1995 upp í 5889 í 2002. Hetta er ein vøkstur uppá 1706 persón- bilar. Talið av akførum í Tórshavn er økt úr 5687 upp í 7867. Talið av akførum er so- statt økt við 38,3 prosent- um. Nevndin metir, at ferðslan er økt meira enn talið av akførum. Hennara meting er, ferðslan er økt við umleið 50 prosentum seinastu sjey árini. Orsøkin er, at talið av akførum í Streymoynni og Eystur- oynni eisini er økt nógv, og hesi akførini ferðast nógv á vegunum í høvuðsstaðnum. Nógv fólk úr bygdunum kring Tórshavn ferðast dag- liga til Havnar í arbeiðs- ørindum, og tað økir eisini nógv um trýstið. At basa hesum trýsti mælir nevndin til at gera fleiri rundkoyringar. Hesar vísa seg at vera ein stór hjálp, og bíðirøðirnar minka munandi. Ein onnur loysn, ið tekur longri tíð at seta í verk, er at gera ein nýggjan ringveg uttanfyri Havnina. Nevndin fílist eisini á, at fleiri handlar og fyritøkur als ikki hugsa um til- og frákoyring og parkerings- viðurskifti, og hetta darvar ferðsluni nógv. Funnu onga granat Minukavararnir funnu onga granat í fyrstu atløgu. Nógv órudd liggur á botninum, og her verður ein trýstfløska tikin upp, meðan donsku kavararnir hyggja at Mynd: Álvur Haraldsen Miðbýurin steingjast fyri tungari ferðslu TÓNLEIKUR Stefan í Skorini Fríggjakvøldið 7. juni, sama kvøld sum ment- anarnáttin er á skránni, verður minifestivalur á Margarinfabrikkini. Byrjað verður klokkan 19.30, tá børn upp til 7. flokk sleppa inn at lurta eftir rokki. Klokkan 22.30 verður hildið fram, og tá verður so høvi hjá teimum ungu at dansa og flippa út, verður sagt í tíðinda- skrivi. Tríggir bólkar fara at spæla. Krit er kanska tann mest navnframi bólkurin, sum spælir hetta kvøldið, og teir hava spælt fleiri konsert- ir seinastu tíðina. HTV og Nevermind eru hinir báðir bólkarnir, sum fara at spæla. Festivalur á Margarinfabrikkini FLÓTTAR Stefan í Skorini Maðurin, sum mikudagin leyp á bláman av Norrønu á Seyðisfirði, situr nú í kliv- anum á politistøðini í Havn saman við fýra øðrum monnum úr Albania. Menninir komu á Havn- ina mikudagin við Norr- ønu. Teir royndu at sleppa til Íslands, men tollvaldið fann teir í einum lastbili, og teir vórðu sendir avstað aftur við Norrønu. Tá skip- ið kom nakað út á fjørðin leyp tann eini albanin á bláman, men tað eydnaðist manningini at bjarga mann- inum. Tá teir komu á Havnina, tók løgreglan menninar. Løgreglan hevur staðfest, at menninir ikki eru eftir- lýstir í Schengen, men av- hoyringar ganga striltið, tí menninir duga lítið av enskum. Enn er eingin av- gerð tikin um, hvat skal henda við monnunum. Ferðslan í høvuðsstaðnum er økt umleið 50 prosent seinastu sjey árini. Ætlanin er nú, at steingja miðbýin fyri allari tungari ferðslu Albanar í klivanum C M Y K 7 6