Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-08, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. juni 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 107 - 8. juni 2002 Nr. 107 - 8. juni 2002 9 TELE Eirikur Lindenskov Í komandi viku kemur Føroya Tele á mál við nýggja Teledeplinum, sum felagið hevur latið upp í miðbýnum í Havn. Í Tele- deplinum hevur Telebúðin húsast seinasta mánaðin, men nú verða allar tænastur hjá Føroya Tele savnaðar á sama stað. Endamálið hjá Føroya Tele er at gera leiðina hjá kundanum meira beinleið- is, soleiðis at sleppast kann undn milumliðum. Tó ber framvegis til hjá kundum at venda sær til stovnin gjøgnum telefonina, men teir kunnu nú eisini hyggja framvið í gongugøtuni í Havn. Tann 13. til 23. juni skal leikurin »Kópakonan« á stór- an sjónleikarafestival í Lingen Í Týsklandi SJÓNLEIKUR Tíðindaskriv Festivalurin byrjar 14. juni, og setanin verður á stadion í Lingen, har øll londini masjera inn, akkurát sum tá tað er ítróttarstevna. Á festivalinum eru fimm heimspartar umboðaðir, og tað eru børn, úr 8 ár til 17 ár, úr 22 londum, ið øll skulu vísa hvørjum øðrum og almenninginum leikir, tey hava vænt til endamál- ið. Leikirnir verða fram- førdir í tveimum stórum sjónleikarhúsum, og tað vera 2 ella 3 leikir sýndir næstan hvønn dag. Leikurin, sum føroying- arnir fara at leika, er Kópa- konan, ein teatur og dansi leikur. Føroyska sagnið »Kópakonan« er grundar- lagið, og børnini hava sam- an við leikstjóranum impr- oviserað seg fram til gongdina. Dansin hevur Rannvá Justinussen staðið fyri og Jóan Petur Andrea- sen hevur gjørt tónleikin. Leikurin varar umleið 45 minuttir. Umleið 500 børn vera á festivalinum, og tey verða innkvarterað privat 2 og 2, so høvið verður til at royna at liva saman við familjum í Lingen. Nógv annað enn sjónleikur er á skránnið, tað vera útferðir, drekaflúgv- ing, workshops, diskotek, veitslur og annað spenn- andi fyri bæði børn og vaksin hesar 10 dagarnir vit eru í Týsklandi. Ferðalagið eru 22 børn, 13 til 15 ár, og 5 vaksin. Tey vaksnu eru 2 teknikkar- ar, ein leikstjóri og 2 for- eldur sum skulu ansa básin- um um Føroyar í eini Kul- turpark í Lingen. Básurin hjá okkum hevur nógv spennandi tilfar um Føroy- ar, bæði handaligt so sum føroyskt design og eisini tilfar um okkara nútímans samfelag, tøkni, fiskivinnu og annað. Okkara børn skulu eisini luttaka í undir- haldi á básinum við før- oyskum dansi og dansispøl- um. Heimasíðan hjá festival- inum er hendan: http://www.weltkinder- theaterfest.de/ Kópakonan á sjónleikararfestival í Lingen Anders Fogh Rasmussen hevur sent eina heilsan til løgmann í sambandi við nýggja landsstýrið POLITIKKUR Heri á Rógvi Eftir at teir fýra flokkarnir høvdu undirskrivað sam- gonguskjalið var móttøka í Tinganesi, og fitt av fólki nýtti høvið til at heilsa løg- manni og landsstýrismonn- um til lukku við samgong- uni. Eisini frá donsku stjórn- ini var komin ein heilsan. Anders Fogh Rasmussen, danskur forsætisráðharri, ynskti í skrivi nýggja før- oyska landsstýrinum og nýggju føroysku samgong- uni tillukku. Forsætisráðharrin er í skrivi eisini positivt inn- stillaður uppá, at halda fram, har tað varð sloppið undan valinum. – Eg gleði meg til, at (danska, blðm.) stjórnin og Føroya landsstýri halda fram við tí góða samstarv- inum, vit eru farin undir. Stjórnin leggur sera stóran dent á, at vit í einum opn- um, beinleiðis og virðilig- um umhvørvi kunnu tosa um tey mál, sum ta næstu tíðina eru á skránni millum Føroyar og Danmark, sigur Anders Fogh Rasmussen. Danski forsætisráðharrin heldur felagslýsingina, ið varð gjørd í januar, tá forsætisráðharrin vitjaði, hava stóran týdning. – Stjórnin er positivt inn- stillað yvirfyri at tosa um landsstýrissins ynski um fleiri yvirtøkur innanfyri rammurnar av tí felagslýs- ing, ið løgmaður og forsæt- isráðharrin undirskrivaðu í januar í ár, sigur Anders Fogh Rasmussen. Fogh fegnast Sunnudagin, 9. juni kl. 20, hevur Tórshavnar Manskór summarkonsert í Vesturkirkjuni, undir leiðslu av Bjarna Restorffs og Hans Iversen KONSERT Heri á Rógvi Tórshavnar Manskór hevur millum ár og dag gjørt ikki so lítið um seg, og kórið er framvegis rættiliga virkið. Sunnudagin verður summ- arkonsert í Vesturkirkjuni. Skráin er fjøllbroytt við útlendskum og føroyskum tilfari. Nevnast kunnu sangir úr Ruslandi, Geor- gia, Týsklandi, Svøríki, Englandi og Føroyum. Fleiri teirra eru ikki framførdir í Føroyum áður. Ein av sangunum, Skygni hjá Kára P., verður fram- førdur saman við strúkar- um, saksifon og trummum. Tá yrkjarin er uttanlands, verður tað Karl Martin Samuelsen úr Klaksvík, ið syngu solo og leikar guitar. Karl Martin syngur eisini egna sang sín Louis, saman við manskórinum. Av øðrum solistum kunnu nevnast Petur Nicla- sen, tenor, og Fróði Sandoy, bass, ið syngja tveir russ- iskar tekstir. Sum heild er skráin fjøl- brott og nakað øðrvísi enn vanligt, verður sagt. Kórleiðararnir eru kendir í Føroyum. Bjarni Restorffs hevur stjórnað kórinum síðani stovnanina. Hann kann líta aftur á stór avrik, kórið hevur framt í útlends- kum kappingum. Hans Iversen er nýggjur kórleiðari hjá manskórin- um. Hans Iversen býr í Noregi og arbeiður sum musikk- og sanglærari í Føroyum í løtuni. Sang- venjingar hansara hava giv- ið kórinum nýggjan íblást- ur í várhálvuni. Sum heild er konsertin í Vesturkirkjuni sunnudagin kl. 20 øðrvísi enn undan- farin ár. Tórshavnar Manskór í Vesturkirkjuni Karl Martin Samuelsen er ein av solistunum sunnudagin, tá Tórshavnar Manskór hevur summarkonsert Teir 22 leikararnir í Kópakonuni, sum skulu á sjónleikarafestivalin »Let’s fly« í týsklandi Anfinn Kallsberg við skriviborð sítt í Tinganesi við heilsanini frá Anders Fogh Rasmussen á borðinum Mynd: Jan Müller Teledepilin hjá Føroya Tele fullsettur Føroya Tele hevur savnað allar tænasturnar, kundin hevur brúk fyri, í Teledeplinum í Niels Finsensgøtu í Havn Í nøgd hevur árið higartil verið slakari enn í fjør, men prísurin á surimi hevur verið uppeftirgangandi FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Risatrolarin, Næraberg, er júst komin aftur av enn einum svartkjaftatúri. Hendan túrin høvdu teir 340 tons av surimi og 170 tons av mjøli. Teir fóru avstað, 16. mai, og nú teir komu aftur, var túrurin ikki liðugur. Teir hava nevniliga valt at gera ein stuttan sildatúr, nú sild er at fáa norðanfyri. Hendan seinasta túrin royndi Næraberg á markin- um millum Føroyar og Ísland; teir royndu bæði í føroyskum og íslendskum sjógvi. Á JFK-troli vænta tey ikki, at sildatúrurin verður langur, tí vertíðin varar í mesta lagi tríggjar vikur aftrat. Umborð á Nærabergi verður sildin skorin til flak á sama hátt, sum teir gera umborð á Norðborg. Tá ið Næraberg hevur verið sildatúrin, fer skipið aftur á svartkjaftaveiði. Slakari í nøgd Um gongdina hjá Næra- bergi í ár, sigur JFK-Trol, at svartkjaftanøgdirnar eru minni enn seinasta ár, men prísirnir á surimi hava verið betur og eru uppeftirgang- andi. – Tað eru tvinni viður- skifti sum gera, at nøgdirn- ar í ár eru minni. Í fyrsta lagi, at Føroyar onga avtalu fingu við ES um svartkjaft- in og í øðrum lagi, at veður- lagið í vár var munandi verri enn seinasta vár, sigur JFK-Trol. Næraberg liggur nú í Klaksvík og ger klárt at fara á sildaveiði. Farið verður avstað aftur mána- dagin komandi. Á seinasta túri vóru 80 fólk við skipinum, men nú farið verður á sild, verður manningartalið nakað minni. Næraberg fer nú á sildaveiði Krúnborg, Christian í Grótinum og grøn- lendski nótabáturin, Siku, hava landað til Havsbrún í vikuni FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Føroysku svartkjaftaskipini royna nú eftir svartkjafti í íslendskum sjógvi. Tó er ikki vist, at tey ikki koma aftur í føroyskan sjógv at royna. Í fjør summar var mynstrið á leið tað sama sum í ár, og í juli mánaða tók fiskiskapurin seg upp- aftur í føroyskum sjógvi; hendan mánaðin fingu skipini aftur nógvan svart- kjaft í føroyskum sjógvi. Á Havsbrún í Fuglafirði siga tey, at tað er so mangt, sum spælir inn, tá ið roynt verður eftir svartkjafti, eitt nú veðurlags-og streymvið- urskifti. – Men fyrst av øllum mugu vit rokna við, at svartkjafturin – eins og annar fiskur – stendur, har mest fæst er av føði, siga tey á Havsbrún. Í fjør royndu svartkjafta- skipini í íslendskum sjógvi til út á heystið. Tríggjar landingar Tríggir nótabátar hava landað til Havsbrún hesa vikuna. Bæði Krúnborg og Christian í Grótunum høvdu fult skip; teir høvdu ávikavist 2500 og 2000 tons hvør. Krúnborg landaði 200 tons av veiðini í Kollafirði. Grønlendski nótabáturin, Siku, hevur eisini landað 1000 tons av sild til ídnað í Fuglafirði. Teir vóru fyrst í Noregi við lastini, har ætl- anin var at landa veiðina til matna, men tað gekst ikki so væl. Tí endaði Siku, sum hevði verið uppi við Jan Mayen, í Føroyum. Prísurin á sild til matna liggur um 3 kr. fyri kg., meðan prísurin á sild til ídnað er umleið 1,20. Prísurin á svartkjafti í Føroyum liggur um 75-76 oyru. Næraberg kom aftur av túri fríggjamorgunin. Hendan túrin vóru 80 fólk umborð, men nú farið verður á sild, verður manningartalið nakað minni. Nú eru svartkjaftaskipini í íslendskum sjógvi Mánadagin komandi landar línubáturin, Hoyvíkingur, á Tvøroyri FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Djúpvatnstrolarin, Rankin, garnabáturin, Ólavur Hvíti og snellubáturin, Brattanes, hava landað á Tvøroyri í vikuni. Rankin hevði góðar 1500 kassar ella eini 150.000 pund av kongafiski, upsa og svartkalva. Fleiri keyp- arar vóru til lastina, men ein partur av veiðini endaði á gólvinum hjá Fiskavirking áTvøroyri. Ólavur Hvíti, sum landaði hósdagin, hevði eini 40.000 pund av svartkalva. Umframt Fiskavirking á Tvøroyri, keypti Fiskasølan eisini ein part av veiðini hjá garnaskipinum. Góður túrur á Føroya Banka Ú t r ó ð r a r b á t u r i n , Brattanes, sum roynir við snellu, hevur eisini landað á Tvøroyri í vikuni. Teir vóru á Føroya Banka og høvdu nógvan og góðan tosk og nakað av upsa. Á Tvøroyri siga tey, at veiðan hjá Brattanesi vá umleið 100.000 pund tilsamans. Fiskavirkið, Delta, keypti toskin, og Fiskavirking á Tvøroyri keypti upsan. Tá ið vit frættu av Tvøroyri fríggjadagin, arbeiddu tey svartkalva á virkinum hjá Føroya Fiskavirking. Línubáturin, Hoyvík- ingur, landar ætlandi á Tvøroyri mánadagin. Arbeiða svartkalva, kongafisk og upsa á Tvøroyri C M Y K 9 8