leygardagur 1. apríl 2000síða 12
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 65 – 1. apríl 2000
Hanus Andreassen
Tað mest áhugaverda skjalið -
um Janusar prinsipiellu sjónar-
mið um samspælið millum poli-
ikk og mentan - er ein frásøgn,
sum fyrrverandi landslækni
Hanus Debes Joensen hevur fest
á blað. Nakað áðrenn Janus
andaðist, vitjaði hann skaldið úti
á Landssjúkrahúsinum. Hann
tók tá mót til sín og spurdi,
hvussu tað bar til, at Janus, sum
hevði yrkt um reystleika og um
at taka róður í hond, hevði fragd
av altíð at spotta tey, sum
royndu ta leiðina. Janus fortaldi
honum tá eitt gamalt ævintýr:
Einaferð gekk ein bogin og
slitin maður í brennandi sól og
plantaði smá platantrø fram við
Via Appia sunnan fyri Roma.
Onkur kom framvið og spurdi
hann: „Tín býttlingur! Hví
gongur tú her við sveittabroti og
møðir teg av hasum arbeiðinum.
Hvørja gleði fært tú burtur úr
hasum trøunum. Hví leitar tú
tær ikki inn í skuggan, meðan
sólin sær so heitt?“ „Ja, hví
gangi eg her, hví planti eg hesi
trø? Nei, helst fái eg onga gleði
burtur úr teimum. Og børn míni
- nei, tá eru tey bara so høg“.
Janus rætti hondina út um song-
arstokkin. „Tá ið teirra børn
vaksa upp, eru tey so høg“.
Hann lyfti hondini. „Tá ið teirra
børn eru komin til mans, eru tey
so høg“. Hann settist knappliga
upp undir seg, lyfti hondini høgt
yvir høvdið, hugdi hvassliga upp
á meg og segði við harðari rødd:
„Men so, men so fara Cæsars
legiónir at súsa framvið her í
skugganum!“
Henda frásøgnin er merkilig
og manandi. Vit síggja fyri
okkum yrkjaran, har hann - ikki
ólíkur einum gammi - ber fram
kjarnan í sínum lívsverki og
sínum tanka, áðrenn hann fer á
flog mót hesperiskum strondum.
Onkur kann halda hetta líknilsi
vera torskilt ella fleirtýtt. Fyri
mær er tað ein greið útsøgn um
sambandið millum mentunarliga
og politiska stremban, og púra í
samsvar við aðrar útsagnir hjá
Janusi.
Spurdur av donskum blað-
manni í 1946, hvussu hann fór
at atkvøða á fólkaatkvøðuni tann
14. september, svaraði Janus, at
kundi tað prógvast hagfrøðiliga,
at føringar kundu liva sum ein
mentað tjóð, fór hann ikki at
seta seg ímóti loysing.
Líknilsið um mannin við Via
Appia snýr seg m.a. um dygd,
um tol, um tíð. Tað tekur tíð,
oman á eina meira ella minni
rótfesta bygdamentan, at byggja
upp eina mentan í nútíðar
merking. Tað tekur, um vit halda
okkum bókstaviliga til ævintýrið
um skógplantaran, trý ættarlið.
Tá hava trøini vaksið seg so høg,
at tey kasta skugga. Tá kunnu
Cæsars legiónir súsa framvið í
skugganum. Tá er -
mentunarliga sæð - einki í vegin
fyri at seta á stovn tann suverena
statin.
Málningurin kemur fyrst
Niðurstøðan er tann, at sum ein
ofta djúp tvíhugsan eyðkendi
Janusar støðutakan til at kalla
allar spurningar, setti hon eisini
sín dám á hansara hugburð bæði
mótvegis spurninginum um
Føroyar sum modernað mentun-
arøki og spurninginum um økt
sjálvstýri ella føroyskt politiskt
fullveldi. Men hvat tí fyrra tátti-
num viðvíkti, var hetta tvílyndi
heitt og positivt. Hvat tí seinnu
strembanini viðvíkti, var tað í
vaksandi mun eyðkent av mis-
treysti og atfinningarsemi.
Millum orsøkirnar finna vit
eisini ta, at Janus, helst tíðliga í
tíðini, gjørdi eina prinsipiella
raðfesting viðvíkjandi samspæli-
num millum mentan og politikk.
Tað bar ikki til at stovnseta ein
suverenan stat, fyrr enn tær
mentunarligu fyritreytirnar vóru
skaptar. Tað var sum at smíða
eina rammu, áðrenn myndin var
skapt. Men tað bar væl til at
skapa hesar fyritreytir, áðrenn
tær ríkisrættarligu broytingarnar
vóru framdar.
Tað er áhugavert í hesum
sambandi, at Janusar fatan av
metaforuni um málningin og
rammuna tykist beinraknari enn
tann hjá tí norska politikaranum
Christian Michelsen. Tí tá ið
Norra fekk sína rammu, t.e.
politiskan suverenitet, í 1905,
hevði tað longu skapt ein máln-
ing, ið var fyrimynd hjá øllum
Europa. Tað hevði Wergeland og
Welhaven, Garborg og Lie. Og
Henrik Ibsen, tá sum nú ein
lýsandi andaligur kyndil, eisini í
dag sjálvsagdur partur av eini-
hvørjari bókmentaligari kanon,
hevði skrivað sítt seinasta verk
fá ár frammanundan.
Heimssøgan stendur opin
Til seinast fari eg stutt at nema
við ta andaligu og politisku
gongdina bæði í heiminum sum
heild og í okkara egna smáheimi
hesa hálvu øldina, sum er liðin,
síðani Janus andaðist.
Sambært tí enska søgufrøð-
inginum Eric Hobsbawm byrjaði
tað rættiliga neyvt avmerkta
søguliga tíðarskeiðið, sum hann
rópar tann stutta tjúgunda øld,
við, at heimsskútan í 1914 - við
1. heimsbardaga - sigldi inn í
vanlukkuøldina, The Age of
Catastrophy. Ein búskaparlig
gulløld tók við eftir 2. heims-
bardaga. Hon endaði í 1973, tá
kreppurnar tóku seg upp, tær
vistfrøðiligu avmarkingarnar
gjørdu vart við seg, og dreym-
urin um ta utopiska vælferðars-
amfelagið syndraðist. Tíðina frá
1973 til 1989 rópar Hobsbawm
samsvarandi hesi gongd skalva-
lopið.
Eftir 1989 byrjaði eitt heilt
nýtt søguligt tíðarskeið, sum vit
at kalla ongan førleika hava at
meta um. Eitt tykist kortini
greitt. Tann hvørvisjón, at sam-
feløg og politikarar hava nakran
møguleika at stýra heimsins
gongd, at stinga út í kortið, gera
rationellar ætlanir og forsagnir -
ein hvørvisjón, sum í árunum
eftir 2. heimsbardaga sameindi
marxistar og liberalar demo-
kratar - er slept med alla.
Heimssøgan stendur opin. Hon
er kviðin við frælsisins bjart-
skygni og ruðuleikans ræðu-
leika. Hon samsvarar sostatt
meira tí romantikk, sum fostraði
Hammershaimb og Janus enn tí
upplýsing, ið fostraði Robe-
spierre og Lenin.
Eitt horvið utopia
Hetta er, kann ein kanska siga,
tað meira breiða søguliga lørift,
sum vit síggja aftan fyri ta bú-
skaparligu og politisku gongdina
í Føroyum tey seinastu árini.
Janus tók einaferð til, í samrøðu
við táverandi skúlastjóra á Tvør-
oyri, Elgerdu Jacobsen, at
føringar mangla „forholdssans“.
Hann peikaði við hesum
orðum framskygdur á tað politi-
ska og búskaparliga ábyrgdar-
loysi, sum føroyskir politikarar
vístu í áttatiárunum, og sum
kanska meira enn nakað annað
hevur skapt ta politisku støðu,
vit beint nú standa í. Ein táttur í
hesum fyrilitsloysi var, at vinna
og politikarar ikki høvdu varnast
tey vistfrøðiligu mørk, sum
serfrøðingar høvdu gjørt vart við
seinast í sekstiárunum, kanska
heldur ikki vistfrøðina sjálva.
Djúp tvíhugsan
J.H.O. Djurhuus á Tvøroyri. Hann helt fyri við táverandi skúlastjóra á Tvøroyri, at føringar “mangla
forholdssans”. Tekningin er gjørd av Henning Nolsøe í umleið 1945-46
Ramman ella myndin
J.H.O. Djurhuusar áskoðanir um føroyska mentunarliga og
politiska stremban og um samspælið teirra millum.
Í august 1998 helt Hanus Andreassen fyrilestur í Norrøna
Felagnum, har evnið var J.H.O. Djurhuus og hansara áskoðan
um mentan og politikk í Føroyum. Sosialurin hevur seinastu
tveir leygardagarnar almannakunngjørt áhugaverda fyrilesturin.
Hetta er triðji og seinasti partur í røðini.
Nr. 60 – 1. apríl 2000
23
Endiliga sýntist hugsanin um
eitt norðurlendskt ella danskt-
føroyskt sosialistiskt utopia, har
tað bar til hjá eini lítlari útjað-
aratjóð at fáa eftir tørvi og lata
eftir førleika - í ein vissan mun
umboðað av P.M. Dam - at vera
um at fara í søguna, saman við tí
sambandska tankanum um Før-
oyar sum eitt fjálgt innballað
danskt kelidýr.
Her eiga vit ikki at gloyma
tann veruleika, at føringar fyri
fyrstu ferð blivu umrøddir háð-
andi í fjølmiðlunum hjá eini
„brøðratjóð“, ein nýskapan við
sálarfrøðiligum avleiðingum,
sum ikki eiga at verða undir-
mettir. Alt hetta, saman við
nýggjum ríkisrættarligum met-
ingum og dreymum um krógvað
ríkidømi, eru tættir í bakgrund-
ini fyri tí politisku støðu, vit nú
standa í.
Mentan og mentunar-
politikkur í dag
Hyggja vit at tí mentunarligu
gongdini, kunnu vit siga, at um
ein hevur í huga tær natúrligu
avmarkingar - bæði viðvíkjandi
nøgd av talentum og dygd í tí
einstaka talentinum - sum eru
ein avleiðing av fólkatalsins
lítilleika, so hevur mentunarlívið
tikið seg fram, so at tað ikki
kann samanlíknast við støðuna,
sum hon var í 1948. Her verður
hugsað um m.a. málningalist,
tónlist, bókmentir, ítrótt, skúla-
bókaútgávu, orðabókaútgávu,
gransking, málsliga menning.
Politikaranna medvit um
hesa blóman hevur - serliga hvat
listini viðvíkir - verið lítið og
mentunarpolitikkur av tí sama,
til fyri fáum árum síðani, lítil og
eingin. Tað hevur fallið teimum
lætt at oyst milliardir út til eitt á
mangan hátt ódugnaligt vinnu-
lív, men tungt at dripið nakrar
fáar laggadropar á tann mentun-
arskóg, sum nú - lutvís við
danskari vælvild, og hóast teirra
natni - veitir teimum skugga.
Skúlaskapurin hevur ment seg
stórliga, men er samstundis eftir
mínum tykki í ein ávísan mun
darvaður av seinføri, av ov lítl-
um ágrýtni, og kanska serstak-
liga av einum málnormsligum
afturhaldsemi, einum málsligum
nærsýni og eini bókmentaligari
rakføði, sum hava kryplandi
ávirkan á næminganna natúrligu
skapanargávur.
Vandin fyri nalvaskoðan
og trótandi kravsemi
Hvat fjølmiðlaøkinum viðvíkir,
kann sigast um bløðini, at tey
hava gjørt stór framstig, eftir at
tey loystu seg úr teimum
flokspolitisku høftum, sum ofta
skaptu lítið annað enn brigsl og
perspektivleysan orðadrátt. Um
skúlaskap og fjølmiðlar - og
kanska mentunarlívið sum heild
- má sigast, at vit alla tíðina
standa og eru um at detta niður í
provinsiella avbyrging, lata
sjálvsnøgd, í versta føri heim-
fødda nalvaskoðan og væntandi
fakligan førleika.
Eitt tað mest positiva í nýggj-
ari tíð er tann endurreisn, sum
tykist at vera tí føroyska dansi-
num fyri. Henda mentanin er
tað einasta virðið úr miðøldini,
sum vit eiga fram um allar
heimsins tjóðir, hon er eitt slag
av samfelagsligari samveru, ið
er hugmyndafrøðiliga
uttanveltað, og sum tí - líkasum
rokkur og annar nútíðar
tónleikur - eigur at kunna verða
brúktur av alskyns
felagsskapum, eisini religiøsum.
Ein eygleiðari kann viðhvørt, í
bjørtum løtum, halda seg hoyra
ella síggja, at
Pan sær skemtar við floytu-
spæl, og dísar dansa um fjalla-
dal
Hóast veikleikar og ófullkom-
inleika og hóast lítla politiska
eftirgáan tykist føroyskt
mentunarlív at vera so radikalt
broytt eftir eina hálva øld, at
henda fyritreytin fyri eini meira
kravsamari politiskari stremban
veruliga er til staðar.
Búskaparligir meinbogar
Teir meinbogar og tær av-
markingar, sum kunnu gera seg
galdandi, eru av landafrøði-
ligum, búskaparligum og vinnu-
ligum slag og hava samband
við, at heimsins óútrokniligu
búskaparligu vindbløk, hóast tey
ikki altíð basa ríkum londum,
kunnu taka fámentar tjóðir av
fótum.
Støðan kann viðhvørt tykjast
at minna um eina klípitangar-
støðu, har ein tjóð øðrumegin
frá verður trýst fram ímóti størri
sjálvbjargni, og har hetta sama
sjálvbjargni samstundis skal
glímast við trot og vansar, sum
størri tjóðir sleppa undan.
Janusar eggjandi orð frá 1932
um at koma burtur frá allari
egosentrismu - tað veri seg,
kunnu vit útgreinandi siga -
persónligari, lokalari, floks- ella
fakfelagspolitiskari - tykjast tí
eisini í dag at raka í blettin.
Endurreisarar í
kruvdum skóm
Sum eg havi roynt at víst í hes
um fyrilestri, vóru hesar
avmarkingar við til at skapa tann
iva og tað vingl, sum koma til
sjóndar í Janusar politiska hug-
burði. At vera medvitin um hesi
viðurskiftir má eftir mínum
tykki vera ein týðandi táttur í
allari seriøsari politiskari
stremban, eisini tí fullveldis-
politisku. Hvat týdning Janusar
verk hevur í mentunarligum og
politiskum sambandi, nú og í
komandi tíðum - tann spurn-
ingur vóni eg er, um ikki fyri ein
part, svaraður í tí, sum her er
sagt. Nøkur orð eftir Halldór
Laxness, søgd um Janusar anda-
liga skyldmann, skaldið Jónas
Hallgrímsson, kunnu sleppa at
tala um tað grundstøði, hann og
hansara ættarlið hava lagt:
Tey iðunnareplir, sum yngdu
tjóðina upp í 19. øld, vórðu ikki
borin fram í glæsiligum stovum
við tjúkkum bankabókum sum
stuðli, ella takkað veri tign-
arligum embætum, heldur stóðu
undir hennara endurreisn nakrir
niðurundirkomnir, heilsubrekaðir
drykkjumenn í einum stórbýi
suðuri við Oyrarsund,
flippuleysir og í kruvdum skóm.
Tíðin fer at vísa, um sigur-
sælir legionerar, súsandi fram
við Via Appia einaferð í næstu
øld, fara at fáa hvíld og lekidóm
undir Janusar skugga.
Halldór
Laxness:
»Undir
tjóðarinnar
endurreisn
stóðu nakrir
niðurundir-
komnir
drykkju-
menn,
flippuleysir
og í
kruvdum
skóm.«
Hanus Debes Joensen. Stutt
áðrenn Janus doyði, hoyrdi
hann skaldið bera fram
líknilsið um mannin við Via
Appia