Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-01, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. apríl 2000síða 13

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 tíðindablaðið sosialurin Nr. 65 - 1. apríl 2000 post@sosialurin.fo Telefon: 311820 Fax: 314720 E-mail: post@sosialurin.fo 24 Nr. 65 – 1. apríl 2000 Subject: Teldubræv Date: Wed 29. Mar. 2000 To: post@sosialurin.fo From: justinus@t-online.de Reply to: justinus@t-online.de Mist áhugan fyri útvarps- rásini INTERNET. Amerikanska løgreglan hevur stað- fest eina tvífaldan av talinum av brotsverkum, sum verða gjørd umvegis internetið Tíðindastovan Reuters skrivar, at samveldis- løgreglan, FBI, í 1999 fór undir at kanna 1154 mál um internet-lógarbrot, og tað er tvífalt so nógv sum árið fyri, tá 547 mál vórðu kannað. Í síðsta mánaði vóru kendar heimasíður sum tær hjá Yahoo, eBay og Amazon álopnar av teldusník- um, men hetta er bara toppurin av ísfjallinum, sigur Nógv internet-brotsverk Louis Freeh, sum er leiðari av FBI&RSQUO. Freeh vil hava lógarbroytingar framdar, so tað fer at bera betri til at fylgja teldusníkunum. Ein av trupulleikunum hjá FBI er, at teir skulu hava loyvi frá rættinum í fleiri ymiskum statum, hvørja ferð teir eru í hølunum á einum teldusníki. Álopini á internetinum verða millum annað framd av misnøgdum starvsfólkum hjá internet- feløgum. Yvirgangsfelagsskapir nýta eisini inter- netið til at savna pening og at spreiða propaganda. FJØLMIÐLAR. Tað hevur leingi verið tosað um, hvør skal hava fjórðu landsdekkandi útvarpsrás- ina í Danmark. Tá stjórnin legði fjølmiðlasemjuna fram var líkt til, at sjónvarpsrásin TV2 var stór- favorittur til at ogna sær rásina, men nú hevur TV2 mist áhugan fyri rásini. Orsøkin er, at stjórnin vil hava, at rásin skal senda klassiskan tón- leik og kjaksendingar. Hetta verður tulkað sum, at Danmarks Radio skal hava rásina, tí tað pass- ar væl til teirra virksemi. DR hevur frammanundan allar hinar tríggjar landsdekkandi útvarps- rásirnar í Danmark. Leingi var líkt til, at einarætturin hjá DR til landsdekkandi útvarp fór at verða brotin, nú nýggja rásin skuldi fara at senda, men nú hava bæði TV2 og Berlingsk Hus, sum hava meldað seg áhuga, slept tank- anum. Blaðhúsið Jyllands-Posturin, sum ger mest lisnu avísina í Dan- mark, vil ikki heilt avvísa, at teir framvegis eru áhugaðir í rásini, og tað vil Politiken heldur ikki. Men tað verður tikið fyri givið, at tað verður Danmarks Radio, sum fær fjórðu útvarpsrásina. UMHVØRVI. Næststørsti býurin í Noregi, Bergen, hevur avgjørt, at bussarnir og hýruvognarnir í býnum, skulu brúka jarðgass. Ein donsk fyritøka skal veita tveimum bensinssølum í býnum jarðgassið, sum hevur tann fyri- mun fram um onnur brennievni, at útstoytsgassið er reinari enn tá talan er um bensinmotorar. Ein líknandi roynd í Vejle fyri fimm árum síðani varð steðgað, tí tað loysti seg ikki at brúka jarð- gass. Mótvegis Danmark eru bæði Noreg og Svøríki áhuga í at brúka jarðgass til bilar og bussar. Norskir bussar nýta jarðgass Eg sitið í tokinum á veg úr Hamborg og norðureftir, seinasta fríggjadag, at halda ein fyrilestur um hvussu er at vera útiset, fyri føroyskum útisetum í Føroyinga- felagnum í Esbjerg. Tokið vaggar aftur og fram eftir láglendinum og uttanfyri sæst vaknandi várið. Tað spírar longu á kirsuberjatrøunum, tey eru so vøkur ljósa- reyð. Vit eru tvey í kupeini og vit sita beint yvir av hvørjum øðrum. Vit eru ikki heilt javngomul, eg fyrst í fjøritinum og hon 73. Ein eldri kona við við stórari útstráling. Andlitið var merkt av lívinum, grovliga høgt við djúpum foyrur og langt inni sótu eyguni, full av livi, hóast tey vóru kámari nú, enn tá ungdómsins villa blóð rann í teimum. Vit komu ikki í prát beinanvegin. Eg sat sjálvur svangur og át ein breyðbita, sum eg hevði keypt á banagarðinum fyri løtu síðani. Var linur og og hevði als ikki hug at práta. Tað vóru bara vit bæði í kupéini og hon skuldi absolutt seta seg beint yvir av mær. Tað gekk ein góð løta til hon settist. Hon hevði fleiri taskur við og tær skuldu allar fáast upp á pláss á hyllum í erva. Hornið á eini leðurtasku mundi nastan rikt breyðbitan úr hondunum á mær. Task- an fór sendani upp á hyllina, litað av míni mayonnaise og eini agurkflís. Endiliga settist hon, suffaði og royndi Útiseti og kríggj at koma til rættis. Hon faldaði hendurnar á búkinum og hugdi upp á meg. “Her havi eg búð síðan kríggið. Eg kom til Hamborg við kríggslok. Alt var í sori. Eg arbeiddi á einum sjúkrahúsi og um náttina hevði eg ongastaðni at búgva, eg mátti sova á gøtuni, segði hon.” Eg lurtaði og gjørdist beinanvegin for- vitin. Her sat ein kvinna, sum hevði upp- livað ræðuleikarnar undir krígnum í Týsk- landi. Vit vita so lítið um, hvussu týsk- ararnir høvdu tað undir krígnum. Før- oyingar hoyra bert um hetjubrøgdini hjá teimum sameindu og vit eru skúlaði, á sama hátt sum í Sovjet undir kommu- nismuni, bara at fáa at vita tann sann- leikan, sum gagnar okkara samfelag best. Eg sat frammanfyri einum vitni, sum kundi siga frá hvussu ræðuligt hon upp- livdi øll sini teenage ár í einum landi í kríggi. Og so var hon utiseti eisini. Týsk- land er stórt, og fyri 60 árum siðan var ikki nógv samband millum teir ymisku landspartarnar í Týsklandi, í hvussu er ikki hjá tí meiniga manninum. “Eg var fødd í Suðurtysklandi, móti tjekkiska markinum og har livdi eg míni barnaár. Men so kom kríggið. Í fyrstu var friðaligt, men móti kríggslok komu russararnir og vit máttu flýggja. Vit fóru norðureftir og kundu onki taka við okk- um. Vit komu til Stettin í Polen og náddu akkurát at flyggja undan russum. Teir vóru ræðuligir. Í kríggi er ein óskrivað lóg, at hermenn hava loyvi at rána og neyðtaka í tríggjar dagar eftir at teir hava tikið ein bý. Russar lógu ikki á løtu síðuni. Vit flýggjaðu vestrueftir og endaðu í Hamborg og har búgvi eg við sama lag.” “Tað var ikki eitt einasta hús heilt í Hamborg og roykurin av brendum mannakjøti í kolaðu húsatoftunum var sterkur. Men so byrjaði lívið aftur.” Hon byrjaði aftur at tosa um barnaárini í Suðurtýsklandi og tad kyndi undir mín gruna, at útisetin altíð verður rótleysur. Tað var júst tað eg skuldi tosa um í Es- bjerg. Tá ið tú flytir úr heimlandinum, so sigur tú tí kenda farvæl. Fyri framman er alt tað ókenda. Tá ið ein tíð er farin, so byrjar tú at fella til í tí fremmanda, men heilt heima kennir tú teg ongantíð. Tá ið tú so kemur heimaftur at vitja, so er heimlandið vorðið fremmant. Tú er gestur í egnum landi og tú leingist aftur út. Tú leingist, líka mikið hvar tú ert. Hendan tvífaldaða kenslan av ikki at hoyra heima merkir útisetan, hann gerst rótleysur. Ber tað til at venja seg at liva í einum kríggsherjaðum landi? Konan framman fyri meg svarar avgjørt nei. Tað var ein “forrykt” tíð og “traumaðini” koma aftur og aftur. Næstsíðsta sunnudag koyrdi eg eina 88 ára gamlan danskan útiseta, Frú Freitag, av kirkjuni í Hamborg og heim aftur til aldursheimið. Hon gav sítt íkast til fyri- lesturin um útisetan. Eg kundi ikki lata vera við eisini at spyrja hana, um tað bar til at venja seg til at liva í kríggi: Hon svaraði játtandi: “Tá ið tær fyrst bumbuatsóknirna komu, tá vóru vit bangin. Men fóru vit ikki í bumbuskýlini, so fingu vit heldur ikki nakran erstatning, um vit mistu nak- að. At enda vóru bumbuflogførini ein partur av degnum. “Sera farligt var tad at ganga úti tá flogfør vóru yvir býnum. Eg gekk altíð heilt inni við húsaveggin í svørtum frakka og við svørtum yvir høvdið, soleiðis at smáu flogførini ikki skuldu síggja ein. Eingilsmenninir drupu alt sum flytti seg. Teir skulu til máls eftir fólki á gøtunum. Børnini sluppu slett ikki út slíkar dagar. Eg plagdi at siga við tey, at mítt lív var ikki so nógv vert sum teirra. Tey liva øll í dag og hava tað gott.” Týska konan fer av í marknaðarbýnum Flensborg. Hon skal vitja eina vinkonu. Eg haldi leiðina fram og tankarnir mala um tann rótleysa útisetan og at tú kann venja teg til alt. Jústinus Leivsson Eidesgaard, Hamborg INTERNET. Sony, japanski bankin Sakura Bank og fíggjar- fyritøkan J. P. Morgan eru til reið- ar at stovna nýggjan internet- banka. Hetta kunngjørdi leiðslan hjá Sony í vikuni, og ætlanin er, at nýggi bankin skal fara at virka í juli mánaði í ár. Bankin fer at leggja seg eftir at fáa privatfólk sum kundar. Sony stovnar internet-banka 16. mars fingu Lisbeth Got- ved Jacobsen og Magnus Juel Petersen, Keypmannahavn, eina dóttir. Hon var 52 cm. long og vigaði 3030 gr. 19. mars fingu Signhild Leiti og Eilif Johannesen, Esbjerg, eina dóttir. Hon var 53 cm. long og vigaði 3600 gr. 20. mars fingu Sólrun og Marni Zachariasen, Klaks- vík, eina dóttir. Hon var 49 cm. long og vigaði 3100 gr. 20. mars fingu Anelia og Justin Philbrow, Toftir, eina dóttir. Hon var 55 cm. long og vigaði 3825 gr. 23. mars fingu Dorrit Strøm og Herman Joensen, Tórs- havn, ein son. Hann var 50 cm. langur og vigaði 3000 gr. 23. mars fingu Evy Kristens- en og Finnur Hansen, Kolla- fjørður, eina dóttir. Hon var 52 cm. long og vigaði 3200 gr. 24. mars fingu Mariann og Pól F. Joensen, Froðba, eina dóttir. Hon var 55 cm. long og vigaði 4040 gr. 24. mars fingu Frígerð Løkjá og Høgni Houmann, Tórs- havn, eina dóttir. Hon var 53 cm. long og vigaði 3600 gr. FØÐINGAR KIRKJUR & SAMKOMUR Føstugudstænastur Sunnudagin 2. apríl Kvívík: kl. 16, urguleikari: Jógvan Thomsen Kunoy: kl. 19, Árnafjørður: kl. 20.15, Meinhard Bjartalíð Gudstænastur Miðføstusunnudagur Havnar kirkja: Kl. 11, Lestur úr 17. øld í sambandi við Fagnaðarárið: Føroyar kristnar í 1000 ár. (Talvan gongur fyri Neyðhjálp fólkakirkjunar »breyð til heimin«). Kaldbak: kl. 12 Bjarni Bæk Funningur: kl. 12 ,messa, Gjógv: kl. 17 messa, Emil Olsen Argir: kl. 11 lestur eftir J. Brochmand Leiti: kl. 11, Sumba: kl. 12, Elsa Funding Miðvágur: Deyvagudstænastan er fyribils útsett, ístaðin verð- ur deknagudstænasta Hvannasund: kl. 12, altarg., Meinhard Bjartalið Kvívík: kl. 12, Martin R. Jacobsen kollafjørður: kl. 12, Marjun Bæk Skála: kl. 11, familjugudstænasta Jógvan Fríðriksson Tvøroyri: Petur M. Rasmussen Fríðrikskirkjan: kl. 11, Jónsvein Bech Nólsoy: kl. 12, lestu rúr 17. øld eftir Brothmand, í sambandi við fagnarárið: Føroyar kristnar í 1000 ár Vesturkirkjan: kl. 11, Heri Joensen (útvarpið). (Talvan gongur í Suðurstreymoyar vestaraprestagjaldi fyri Neyðhjálp Fólka- kirkjunnar) Selatrað: kl. 12, Bergur D. Joensen Gøta: Lestur eftir J. Brochmand. (Talvan gongur fyri »Breyð til heimin«). Talvan gongur í øllum kirkjum í Eiðis prestagjaldi fyri »Breyð til heimin«. Í kirkjunum í Nes prestagjaldi gongur talvan fyri Neyðhjálp Fólkakirkjunnar »Breyð til heimin«. Frá Ebenezer Sunnudagin kl. 12 sunnudagsskúli, kl. 18 evan-geliskt møti og kl. 21 útimøti. Mánadagin kl. 20 bønarmøti. Tórshavnar Hvítusunnusamkoma Sunnudag kl. 11 morgunmøti, kl. 12.15 Sunnudagsskúli, kl. 18 Evangeliskt møti. Samkoman Immanuel Sunnudagin kl. 13 sunnudagsskúli, kl. 19 møti. Filadelfia, Landavegur 22 Í dag kl. 06 morgunbøn, kl. 17 landsbøn, kl. 20 møtirøð við Ólavur Jacobsen byrjar. Í morgin kl. 06 morgunbøn, kl. 11 møtirøðin við Ólavur Jacobsen heldur fram, kl. 18 møtirøðin heldur fram, kl. 22 útimøti á Vaglinum. Mánadagin kl. 06 morgunbøn, kl. 20 bønarskúlin. Meinigheitin í Hoyvík Sunnudagin kl. 14 í Hoyvíkar skúla sunnudagsskúli, kl. 17.30 bøn og kl. 18 møti, har Jóan Petur Johannesen talar. Mánakvøldið kl. 20 bønarmøti hjá Jóhannu Gaard Joen- sen, Vallalíð 1. Verið øll hjartaliga vælkomin. Páskastevnan verður í Ítróttarhøllini á Nabb, har Eivind Frøen og Gordon Hickson tala og Jan Honningdal kemur at luttaka við sangi. KFUM og KFUK í Havn Leygardagin 1. apríl er lega í Nesvík fyri várgleði. Mánadagin kl. 15 í KFUK: Eldrasamkoma. Túrurin til Kirkjubøar. Rhema á Hálsi Sunnudagin kl. 17 familjumøti har »Beinta, Absalon og dukkudreingirnir« luttaka. Mánadag til fríggjadag kl. 06 morgunbøn. Øll eru vælkomin. Frelsunarherurin í Tórshavn Sunnudagin kl. 11 møti, Palli Petersen talar, kl. 13.30 sunnudagsskúli, kl. 18 møti. Sjónvarpsupptøka til Pálma- sunnudag. Hebron, Argir Sunnukvøldið kl. 18 familjumøti, eitt sindur til øll í fam- iljuni, tó mest til børnini. Børn og vaksin luttaka. 1000-ára haldið Skúlin í Nólsoy Sunnudagin kl. 16 heldur Hans Tórgarð fyrilestur um Petter Dass í skúlanum í Nólsoy. Nólsoyar Sangkór syngur. Saron, Vestmanna Sunnudagin kl. 18 møti. Mánakvøldið kl. 20 bønarmøti. Zion, Kollafjørður Møti verður fríggjakvøldið kl. 20, ungdómsmøti leygar- kvøldið kl. 20 og evangeliskt møti sunnudagin kl. 18. John í Skemmuni talar øll kvøldini. Øll eru hjartaliga væl- komin. Haldarsvík Evangeliskt møti verður í Avhaldshúsinum í Haldarsvík leygarkvøldið kl. 20 við luttøku úr Saron í Vestmanna. 1000-ára haldið Missiónshúsið, Eiði Leygardagin kl. 16 heldur Meinhard Bjartalíð, prestur fyrilestur um Grundtvig í Missiónshúsinum á Eiði. Kris- tiliga Sangkórið syngur. Kirkjan, Norðskála Sunnudagsskúli verður sunnudagin kl. 14.30. Øll eru hjartaliga vælkomin. Missións- og Ungdómshúsið á Glyvrum Sunnudagin verður sunnudagsskúli kl. 14. Møti verður kl. 19 við Thomas Dam. Evni: Gevaratænastan. Tað verður barnaansing, drekka og innsavnan til húsið. Øll eru hjar- taliga vælkomin. Meinigheitshúsið á Skála Í kvøld kl. 20 ungdómsmøti við Emil Olsen, presti. Sunnu- dagin kl. 13.30 sunnudagsskúli og kl. 19 møti við Carl Joensen. Sjómanskvinnuringurin kemur saman mánakvøldið kl. 20. Pakkafest. Allar kvinnur hjartaliga vælkomnar. Samkoman Ørkin Evangeliskt møti verður í Arbeiðsmannafelagshúsinum Hæddini í Saltangará (gamla Føroya Banka) sunnudagin kl. 17 við Ronald Poulsen og øðrum. Høvi verður til forbøn. Keldan, Skálafirði Leygarkvøldið kl. 21 opið hús. Sunnudagin kl. 17 møti við Jastrid og Paula Høj, barnamøti kl. 17. http://kort.olivant.fo//˜keldan/ Missiónshúsið, Leirvík Ungdómsmøti verður í kvøld kl. 20. Ung úr Klaksvík luttaka. 1000-ára haldið Christianskirkjan Sunnudagin kl. 15.30 heldur David Johannesen, prestur fyrilestur í Christianskirkjuni í Klaksvík (kirkjukjall- aranum). Sandoy Felagsmøtir verða á Meginskúlanum fríggjakvøldið kl. 20 og leygarkvøldið kl. 19. Sunnudagin verður sang- og vitnimøti kl. 16, møti um kvøldið kl. 19 við luttøku av fremmandum talarum. Øll eru hjartaliga vælkomin. Missiónshúsið Tvøroyri Sunnudagin kl. 14 sunnudagsskúli, kl. 18 møti við Eddie Bech og fleiri. Øll eru hjartaliga vælkomin. Betel, Vágur Sunnudagin kl. 11 breyðbróting, kl. 13.30 sunnudagsskúli, kl. 18 evangel. fundur. Mánadagin kl. 20 bønarfundur. Týsdagin kl. 20 ungdómsfundur Ónsdagin kl. 20 uppbygg. fundur. Samkoman, Sion Vági Sunnudag: Morgunmøti kl. 11.00, kl. 11.30: Sunnudags- skúli. Evangeliskt møti kl. 18.00. Telefonandaktin svarar á 373777. Sønderborg Føroysk møti v/Hera Alttør, trúboðara í DK. Sønderborg – fríggjakvøldið 31. mars kl. 19.30 í missiónshúsinum (Møllegade 9). Horsens – sunnudagin 2. apríl kl. 18 í missiónshús- inum (Emil Bojsensgade). Nyborg – fríggjakvøldið 7. apríl kl. 19.30. Svendborg –Oleygarkvøldið 8. apríl og sunnukvøldið 9. apríl kl. 19.30 í missiónshúsinum (Dronningholmsvej 61). Eftir møti verður kaffi o.a. Øll vælkomin. ANDLÁT 24. mars: Ansgar Sørensen, Trongisvágur, 78 ár Elly Maria Thomsen, fødd Nielsen, Sandavágur, 75 ár 26. mars: Snorri Poulsen, Esbjerg, ættaður úr Havn, 46 ár 28. mars: Hans Pauli Kjærbech, Tvøroyri, Palle í A.T., 73 ár 29. mars: Jóhanna Poulsen, Klaksvík, ættað úr Oyndarfirði, 88 ár 24. mars fingu Una Knudsen og Frankie Jensen í Keyp- mannahavn, eina dóttir. Hon var 52 cm. long og vigaði 3850 gr. Her situr stóribeiggi Rói við lítlu systur 27. mars fingu Vera og Jon- hard Larsen, Klaksvík, eina dóttir. Hon var 53 cm. long og vigaði 3600 gr. 28. mars fingu Randi Hentze og Steinbjørn Hardlei, Argir, eina dóttir. Hon var 51 cm. long og vigaði 3575 gr. 28. mars fingu Eydna og Jan Joensen, Saltangará, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 4200 gr. 28. mars fingu Unn Jacob- sen og Glenn Perdomo, Nóls- oy, ein son. Hann var 58 cm. langur og vigaði 4450 gr. 29. mars fingu Malja Mour- itsen og Helgi Leonson, Sør- vágur, eina dóttir. Hon var 51 cm. long og vigaði 3550 gr. 29. mars fingu Súsanna og Andreas F. Hansen, Wine- reux, Fraklandi, eina dóttir. Hon var 50 cm.long og vig- aði 3480 gr. 30. mars fingu Ingrid og Bir- gir Petersen, Norðdepli, tví- burðar. Gentan var 47 cm. long og vigaði 2670 gr. Drongurin var 46 cm. langur og vigaði 2260 gr. 80 ár Sunnudagin 2. apríl fyllir John C. Johannesen, Dalatún 8, Tórshavn, (ættaður av Tvøroyri) 80 ár. Hann er burturstaddur.