Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-01, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. apríl 2000síða 14

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 tíðindablaðið sosialurin Nr. 65 - 1. apríl 2000 26 tíðindablaðið sosialurin Nr.65 - 1. apríl 2000 TERJI NIELSEN Eingin ivi er um, at klokkan fýra seinnapartin í dag er ikki eitt sitipláss eftir í høll- ini í Vestmanna. Um man ætlar sær sess til spennandi finaluna millum VÍF og Neistan, so noyðist man helst at vera í høllini longu, tá ið kvinnurnar hjá somu feløgum fara at spæla sín dyst fimm korter undan monnunum. Bæði í Vest- manna og í Havn hevur nógv hondbóltsprát verið hesa vikuna undan dyst- inum, og vit hava hitt tveir av ídnastu viðhaldsmonn- unum hjá liðunum báðum. Royndirnar hava nógv at siga Ein av dyggastu stuðlunum hjá Neistanum í nógv ár, bæði á vøllinum og uttan fyri vøllin, er Vagnur Mich- elsen. Tá ið Neistin seinast vann føroyameistaraheitið í bestu mansdeildini í 1978, var Vagnur millum leikarar- nar á liðnum. Vagnur heldur, at tradi- tiónirnar, sum vestmenning- ar hava á heimavølli, hava ótrúliga nógv at siga í dag. Somuleiðis heldur hann, at vestmenningar hava eitt sál- arligt yvirvág, tí teir hava staðið seg betur enn Neistin í teimum innanhýsis dyst- unum. Seinasta dystin, sum liðini bæði spældu í Vest- manna, vann VÍF stórt, og Vagnur metur møguleikar- nar at vinna dystin verða 60-40 til fyrimuns fyri vest- menningar. Tað hevur eisini nógv at siga, at vestmenn- ingar hava nógv fleiri royndir við at spæla slíkar avgerandi dystir, har tað snýr seg um knall eller fall, leggur hann aftrat. Hinvegin hava neistamenn bert spælt ein slíkan dyst, og tað var steypafinaluna, og tá mistu teir alt á gólvið, hóast teir høvdu trygga leiðslu, og tað situr kanska í bakhøvdinum á neistaleikarunum. Eitt, sum Vagnur metir kemur at hava stóran týd- ning, er, hvussu málverjar- nir hjá liðunum fara at standa seg. Allir fýra mál- mennirnir hjá liðunum báð- um, Eli og Bárður hjá VÍF, og Bogi og Petur hjá Neist- anum, eru góðir málmenn, men teir eru ikki javnt góðir og kunnu hava minni góðar dagar, og tí kann dagsform- urin hjá teimum hava stóran týdning í dag. Vagnur held- ur, at Eli og Bárður hava mangan bjargað vestmenn- ingum, og tað sama kann sigast fyri Boga og Petur, ið eisini hava bjargað Neist- anum í fleiri dystum. Ein annar leikari, sum kann vera avgerandi fyri dystin í morgin, sambært Vagni, er Ingi Olsen, tí sum hann sig- ur, so er tað bara ein Ingi Olsen í føroyskum hond- bólti. Hann stýrimaðurin hjá vestmenningum, bæði í á- lopi og í verju. Sambært Vagni, so er tað lítið at ivast í, at tað fara at verða fleiri mansverjingar í dystinum í dag. Sannlíkt er, at vestmenningar fara at mansverja í hvussu so er annan av stórskjúttunum hjá Neistanum, antan Heina Joensen ella Áka Olsen, um ikki báðir blíva mansvardir. Eisini heldur Vagnur, at tað er stórur møguleiki fyri, at Neistin fer at mansverja ant- in Inga Olsen ella Sámal Joensen, um ikki báðar. Hvussu hesar mansverjur fara at eydnast kemur at hava stóran týdning fyri gongdina í dystinum, sigur Vagnur Michelsen og legg- ur aftrat, at eftir hansara tykki liggur eitt eyka trýst á Áka Olsen, sum í dag skal royna at vinna meistaraheit- ið ímóti barndómsfelagnum við beiggja sínum á odda. Neistafólkini hava vónina Hóast Vagnur kanska ljóðar eitt sindur dapurskygdur, so hevur hann tó vónina um, at Neistin fer at vinna í dag, og hann heldur ikki, at tað er púrasta ómøguligt. Sum hann eisini sigur, so var ó- sigurin í steypakappingini ógvuliga tungur at svølgja hjá neistaáskoðarunum, tí at liðið hevði so trygga leiðslu í dystinum, meðan ein tepur ósigur í dag, har Neistin hevur gjørt eitt gott avrik, hevði verið nógv lættari at svølgt enn steypaósigurin. Tíverri liggur tað ikki fyri hjá Vagni at fara til Vest- mannar í dag, men hann iv- ast ikki í, at ein stór fjøld av neistafólkum fara at leita sær norður til Vestmannar at stuðla teimum bláu úr Havn, sum kanska fara at vinna sítt fyrsta føroya- meistaraheiti í manshond- bólti í 22 ár. Fiskasølustjórin er sannførdur um sigurin Stjórin á Fiskasøluni, Hans Johannus á Brúgv, er mill- um ídnastu viðhaldsfólkini hjá VÍF. Hann ivast ikki í, at tað fer at eydnast vest- menningum at vinna føroy- ameistaraheiti í dag. Hø- vuðsorsøkin til, at Hans Jo- hannus ikki ivast í hesum, er, at leikararnir hjá VÍF hava meiri rutinu og eru vanir við at spæla slíkar alt- avgerandi dystir, har nógv stendir upp á spæl. Sum dømi um hetta nevnir hann dystin á Skála sunnudagin, har VÍF vann tryggan sigur á strandingum. Hann held- ur, at tað hevur víst seg fleiri ferðir, at vestmenningar standa seg ógvuliga væl undir trýsti, meðan neista- mennirnir ikki eru vanir við at spæla undir slíkum trýsti. Fiskasølustjórin heldur, eins og Vagnur Michelsen, Hvar endar gullið ? Hondbóltur: Bæði í Vestmanna og í Havn er spenningurin stórur undan finaludystin í 1. deild hjá monnum, sum teimum flestu kunnugt, verður spældur í høllini í Vestmanna í dag millum VÍF og Neistan vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál málmunur stig 1 Neistin 11 11- 0 - 0 687 567 120 31 2 VÍF 11 9 - 0 - 2 668 518 150 29 3 StÍF 12 8 - 0 - 4 689 596 93 27 4 Kyndil 12 7 - 0 - 5 680 578 102 21 5 KÍF 12 3 - 0 - 9 534 687 -153 7 6 H71 11 2 - 0 - 9 537 653 -116 6 7 Tjaldur 11 0 - 0 - 11 539 735 -196 3 vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál málmun ur stig 1 Stjørnan9 8 - 0 - 1 545 426 119 25 2 Neistin 9 7 - 0 - 2 416 393 23 19 3 Kyndil 10 5 - 1 - 4 474 421 53 18 4 VÍF 9 4 - 1 - 4 463 437 26 16 5 VB 10 3 - 0 - 7 511 520 -9 10 6 Tjaldur 9 0 - 0 - 9 330 542 -212 0 at avrikin hjá málmonnu- num koma at hava sera stór- an týdning fyri dystin í dag. Í hesum sambandi nevnir hann eisini dystin á Skála sunnudagin, har Bárður Nielsen spældi ein brand- dyst, og við honum á odda fingu vestmenningar ein tryggan sigur í hús. Hans Johannus sigur, at tá ið mál- verjarnir hjá VÍF standa seg væl, so klárar liðið sum heild seg eisini væl. At maður fer av húsi í Vestmanna í dag, ivast Hans Johannus á Brúgv ikki í. Hann roknar við, at høllini verður stúgvað langt undan dystarbyrjan. Hann hevur eins og nógvir aðrir vest- menningar hugsað nógv um hondbólt síðstu dagarnar, og hann roknar við, at hýr- urin í høllini verður øgiligur í dag, tá ið dómararnir fara at bríksla dystin í gongd. At vestmenningar standa seg so væl í hondbólti ár um ár, heldur Hans Johannus skyldast, at teir bert halda seg til tað einu ítróttar- greinina. Um veturin er tað hondbólturin, meðan tað um summarið er kappróður. Hetta er tað sama galdandi í vinnulívinum, heldur fiskasølustjórin, tí har klárar tú teg eisini best, um tú bert heldur teg til eina branchu. At góðu úrslitini hjá VÍF eisini hevur ført við sær, at áskoðararnir eru ógvuliga krevjandi, viðgongur Hans Johannus á Brúgv, sum sjálvur hevur sæð allarflestu dystirnar hjá VÍF í ár, og sum sjálvsagt eisini verður millum áskoðararnar í høll- ini í Vestmanna í dag. Vagnur Michelsen: Møguleikarnir eru 60-40 til fyrimuns fyri vestmenningar Hans Johannus á Brúgv: VÍF leikararnir eru vanir við at spæla slíkar altavgerandi dystir, og tí ivist eg ikki í, at teir vinna dystin í dag 1. deild kvinnur: Støðan undan vikuskiftinum 1. deild menn: Støðan undan vikuskiftinum TERJI NIELSEN Vestmenningar hava vant sum vanligt fram til finalu- dystin ímóti Neistanum í Vestmanna í dag. Hjalmar Klein Olsen sigur, at teir hava ikki vant meira enn vanligt, og venjing, sum vant, hevur verið skipað út frá hvat mótstøðuliðið er, næstu ferð teir skulu á vøl- lin. Allir eru klárir Eins og hjá Neistanum, so eru allir leikararnir hjá VÍF klárir til dystin í dag. Hóp- urin verður tann sami, sum hann var á Skála sunnudag- in. Einasti spælarin, sum er skaddur, er Daniel Rapa, men hann hevur verið so lítið við í ár. Hjalmar sigur seg rokna við, at Neistin í stóran mun fer at taka teir stóru skjútt- arnar hjá vestmenningum, Inga og Sámal, burtur úr dystinum, og tískil verður tað ein stór uppgáva hjá Hjalmari at fáa teir ungu leikararnar at taka yvir og harvið vísa ábyrgd. Í hesum sambandi nevnir venjarin hjá vestmenningum, at tað hava ungu spælararnir megnað væl higartil í kapp- ingarárinum, so tað stúrir hann ikki fyri. At Neistin hevur minni roynt fólk enn VÍF, er Hjal- mar ikki heilt samdur í, men hann sigur, at telur man saman, hvussu nógvar 1. deildardystir leikararnir í teimum báðum hópunum hava spælt tilsamans, so hevur neistahópurin óivað spælt líka nógv sum hóp- urin hjá VÍF. Hinvegin hava so at siga allir leikararnir hjá VÍF spælt fleiri altavgerandi dystir, og tað hava leika- rarnir hjá Neistanum ikki. Teir hava bert spælt steypafinaluna, og hon eydnaðist sum kunnugt ikki so væl. Hjalmar biðin at halda fram sum venjari At Hjalmar skuldi verða venjari hjá VÍF, var ikki ætl- anin, tá ið kappingarárið byrjaði, men tá nakað var farið av kappingarárinum fekk hann eina áheitan frá felagnum um taka við ven- jarastarvinum, og hann játt- aði. Hetta hevur, sum teim- um flestu kunnugt, gingið stak væl, og nú hevur nevndin í VÍF so heitt á Hjalmar um at halda fram sum venjari komandi ár. Tað er Hjalmar eisini áhugaður fyri, so alt bendir á, at tað TERJI NIELSEN Tað stendur nógv á spæla- runum hjá bæði VÍF og Neistanum undan finalu- dystinum í dag, men neist- avenjarin heldur, at spæl- ararnir hjá Neistanum merkja trýstið betur enn spælararnir hjá vestmenn- ingum, tí at vestmenning- arnir eru meiri vanir við støðuna, og tískil ikki geva tí so nógvan ans. Allir eru klárir Neistahópurin hevur hesa vikuna vant mánakvøld, týskvøld og mikukvøld, meðan teir hava hildið frí hósdagin og fríggjadagin. Eingin eyka venjing hevur verið, og spurdur um teir hava vant nakað serligt til dystin, sigur Páll Poulsen, at tá ið man hevur eitt so mikið nýtt lið, sum neista- liðið er, so venur man na- kað nýtt, so at siga hvørja ferð venjing er. Allir spæl- ararnir eru klárir til dystin, og eingin hevur nakran skaða at dragast við. Páll Poulsen sigur, at allir spælararnir hjá Neistanum eru ógvuliga spentir til dyst- in, men at teir eisini eru rættuliga nervøsir. Sum áð- urnevnt, so heldur Páll, at vestmenningar eru meiri vanir við støðuna enn neist- amenninir, og hetta er til fyrimuns fyri VÍF, sigur hann. Sum dømi um hetta nevnir hann, at tá ið Neistin leikti steypafinaluna, høvdu teir greiða leiðslu, men komu so undir trýst, og tá skuldu teir minni royndu leikararnir á liðnum taka yvir, og tað kláraðu teir als ikki. Hetta eru spælararnir hjá Neistanum væl greiðir yvir, og hetta hevur teir ó- ivað eisini í bakhøvdinum til dystin í dag, har tað er væl hugsandi, at teir komu út í eina líknandi støðu, og tí skal tað helst ikki kiksa í dag. Neistavenjarin leggur tó afturat, at á liðnum hjá vest- menningum eru eisini nógv- ir ungir og óroyndir leik- arar, men teir hava tó spælt fleiri avgerandi dystir enn leikararnir hjá Neistanum. Tíðliga norður at venja seg við umstøðurnar Páll Poulsen heldur, at trýst- ið á neistaleikararnar er nógv hægri, enn tað kanska átti at verið, tí fólk hava væntað so nógv av teimum, sjálvt um liðið er spildur- nýtt, og tí kanska hevði havt brúk fyri eitt sindur meiri av tíð til at blíva samanspælt í. Men nú er liðið komið í eina støðu, har teir kunnu avgera føroyameistaraheiti til egnan fyrimun, og tá nyttar einki at siga, at vit eru nøgdir við annað enn gullið, heldur venjarin hjá Neistanum. Annars vil Páll Poulsen ikki siga nakað serligt um taktiska uppleggið til dystin Hjalmar Klein Olsen, VÍF venjari: - Teir ungu skulu taka yvir Hondbóltur: Venjarin hjá vestmenningum, Hjalmar Klein Olsen, sigur, at tað merkist væl á spælarunum hjá VÍF, at teir eru spentir til dystin í dag. Páll Poulsen, Neistavenjari: - Spælararnir merkja trýstið Hondbóltur: Venjarin hjá Neistanum, vestmenningurin Páll Poulsen, sigur, at hýrurin í neistahópinum er góður undan finaludystinum í Vestmanna í dag, men at spælararnir eru rættuliga nervøsir í dag, men hann viðgongur, at teir fara at royna at verja so væl sum møguligt fyri royndastu og vandamikl- astu leikarunum hjá vest- menningum ( her verður kanska serliga hugsað um Inga og Sámal), so at trýstið blívur lagt á teir ungu og óroyndaru leikararnar hjá VÍF. Neistahópurin hittist í dag klokkan eitt, og ein tíma seinni verður farið til Vest- mannar. Hetta er kanska na- kað tíðliga, halda summi, men hetta verður gjørt, so at leikararnir hjá teimum bláu úr Havn kunnu venja seg við atmosferuna í “heksaketlinum”, sum Páll málber seg. TERJI NIELSEN Nógv umrøddi umdyst- urin millum AGF og Es- bjerg í Superligaiini bleiv leiktur á Árhus Stadion hóskvøldið. Heldur ikki hesaferð var Óli Johan- nesen við á liðnum AGF, sum vann dystin 1-0. Eins og í kolldømda dystinum millum liðini í heyst, var tað íslendingurin Tómas Ingi Tómasson, sum skeyt málið fyri liðið úr Árhus. Málið kom longu, tá ið tveir minuttir vóru leiktir av dystinum, tá ið íslendingurin kom at standa púra leysur (fleiri vildu vera við, at hann var rangstaddur) framman fyri málinum hjá Esbjerg, og hann ivaðist ikki, men smekkaði bóltin í málið. Tað var annars Esbjerg, sum kanska hevði tað mesta spælið, men liðið fekk ikki spælt seg til na- krar serligar málmøgu- leikar, og AGF fekk har- við øll trý stigini, og hetta merkir, at liðið hjá Óla Johannesen nú kom upp um niðurflytingarstriku- na, meðan Esbjerg fór niðurum. AGF vann umdystin Fótbóltur: Liðið hjá Óla Johannesen vann eisini umdystin ímóti Esbjerg, sum bleiv leiktur hóskvøldið. aftur verður hann, ið skal standa við róðrið hjá besta mansliðnum hjá VÍF næsta kappingarár. Hjalmari dámar væl at verða venjari, og tað er nakað heilt annað enn at vera spælari. Tað skal eit- ast, at hann leikandi ven- jari, men seinastu nógvu dystirnar hevur Hjalmar als ikki spælt við. Um hann verður venjari næsta ár, so er tað rættuliga av- markað, hvussu nógv hann fer at spæla við, sig- ur Hjalmar, men leggur aftrat, at verður hópurin nógv merktur av skaðum, so er ikki óhugsandi, at hann fer aftur á vøllin. Annars fara leikararnir sjálvir ikki at gera nakað serligt burtur úr dystinum í morgin, men hittast pri- vat klokkan hálvgum tvey, sum vanligt er. Klokkan trý verður so far- ið niðan í høllina at gera seg kláran til dystin. At høllin longu tá verður stúgvandi full av áskoð- arum, ivast Hjalmar ikki í, og hann sigur, at ætlar man sær góðan sess til dystin í morgin, so noyð- ist man at vera í góðari tíð. Ein av stóru spurningum leygardagin man vera, hvør av Olsen-beiggjunum fer at standa seg betri. Báðir hava teir í øllum førum stóran týdning fyri lið sítt