leygardagur 8. juni 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 107 - 8. juni 2002
Nr. 107 - 8. juni 2002
13
UTTAN ÚR HEIMI
Búskapur og vinna:
736 fiskifør
høggast upp
Danskir
fiskimenn
vóru ikki serliga fegnir,
tá ES-kommiserurin í
f i s k iv i n n u m á l u m ,
týskarin Franz Fischler,
undir einari vitjan í
Keypmannahavn í vik-
uni segði, at veiðiorkan
hjá danska fiskiflotan-
um skal skerjast 30 pro-
sent. Hetta skal gerast
sum liður í ætlaði skerj-
ingunum í ES-fiski-
vinnuni, segði kommi-
serurin.
Samstundis
kom fram, at sambært tí
fíggjarliga uppleggin-
um, sum ES-nevndin
arbeiðir við, skulu 736
donsk fiskifør høggjast
upp tey fýra árini.
Stjórin í Danmarks
Fiskeriforening, Niels
Wichmann, sigur hetta
vera heilt burturvið.
Hann vísir á, at skal
danska
veiðiorkan
skerjast 30 prosent, fer
tað at bera í sær, at tann
parturin
av
danska
flotanum, sum fiskar til
matna, hvørvur. Niels
Wichmann sigur, at ein
tílíkan
niðurskurð
kunnu danir ikki góð-
taka, og hann kennir
seg vísan í, at niður-
skurðurin verður mun-
andi minni, tá saman
um kemur.
Seldu meiri
laks og síl
Norska alivinnan út-
flutti í síðsta mánað
laks og síl fyri 985 mió.
norskar krónur. Tað var
46 mió. krónur meiri
enn í sama mánað í fjør,
og fyri fyrstu ferð í ár
var útflutningurin í mai
størri enn í sama mánað
í 2001.
Teir fyrstu fimm mán-
aðarnar í ár hava norð-
menn útflutt fiskavørur
fyri 11,8 mia. norskar
krónur. Tað er 1,3 mia.
krónur minni enn í sama
tíðarskeiði í fjør, og
kemst afturgongdin av
verri laksaprísi. Higartil
hava norðmenn útflutt
140.000 tons av laksi í
ár, og tað er 5.000 tons
meiri enn fimm teir
fyrstu mánaðarnar í
2001.
Evran
avhildin
Alt fleiri danir taka
undir við evruni. Ein
nýggj kanning vísir, at
58,7 prosent av teimum
spurdu høvdu sagt ja,
var fólkaatkvøða nú um
at seta evruna í gildi
ístaðin fyri krónuna.
Bara 35 prosent høvdu
atkvøtt nei.
Úr Norðurlondum:
Sjúk av at
arbeiða
Í Noregi vísir ein kann-
ing, at umleið 250.000
norðmenn gerast sjúkir
av at vera til arbeiðis.
Orsøkirnar eru fleiri,
men tað eru serliga
happing, vánalig ar-
beiðsviðurskifti
og
undirmanning,
sum
elva til sjúkurnar.
Í 2000 fingu heilsu-
myndugleikarnir frá-
boðanir um 3.649 til-
burðir, har fólk vórðu
vorðin sjúk orsakað av
arbeiðinum. Harafturat
vóru 22.700 fólk, sum
vóru vorðin sjúk orsak-
að av vánaligum ar-
beiðsumstøðum.
57
fólk doyðu av arbeiðs-
skaða.
Kanningin sigur, at
verða allir arbeiðsskað-
ar tiknir undir einum,
kostaðu teir norska
samfelagnum 65 mia.
krónur í 2000.
Ongan
stuðul
Roskilde Festivalurin er
í fíggjarligum trupul-
leikum. Leiðslan søkti
herfyri
Roskilde
Kommunu um hjálp,
men býráðið sigur seg
ikki kunna veita festi-
valinum stuðul. Borg-
arstjórin, Bjørn Dahl,
sigur, at kommunan
vildi fegin hjálpt festi-
valinum, men tá talan
er um eitt privat tiltak,
hevur kommunan ikki
loyvi at veita fíggjar-
ligan
stuðul,
sigur
hann.
Festivalurin
hevði
søkt kommununa um
tríggjar mió. krónur í
stuðuli
til
neyðug
trygdartiltøk,
sum
m y n d u g l e i k a r n i r
kravdu eftir vanlukk-
una í 2000, sum kravdi
níggju mannalív.
Roskilde Festivalurin
hevði næstan 10 mió.
krónur í halli í fjør.
Aftur til
arbeiðis
Meiri enn 3.000 norsk
blaðfólk, sum hava ver-
ið í verkfalli hesa vik-
una, fóru aftur til ar-
beiðis í gjár. Úrslitið av
trætuni millum blað-
fólkini og blaðútgevar-
arnar var, at blaðfólkini
fingu fimm vikur frí
um árið, og at skipanin
kemur í gildi longu í ár.
Herumframt fáa blað-
fólkini meiri løn.
Pakistanski herurin
nýtti í gjár kanónir
ímóti fleiri bygdum í
indiska partinum av
Kashmir
KASHMIR-STRÍÐIÐ
Árni Joensen
Indisku myndugleikarnir
boðaðu í gjár frá, at paki-
stanski herurin hevði skotið
við kanónum eftir fleiri
bygdum í indiska partinum
av Kashmir. Álopið var í
landspartinum Poonch. Í
hesum sama økinum doyðu
14 fólk í álopum fyri átta
døgum síðani.
Eisini í fyrradagin var
ófriðarligt í Kashmir. Hesa-
ferð vóru tað indiskir og
pakistanskir hermenn, sum
brustu saman í tí paki-
stanska partinum av Kash-
mir. Trý fólk lógu eftirá, og
fleiri hundrað fólk noydd-
ust at taka til rýmingar.
Samstundis halda sem-
ingaroyndirnar
fram.
Amerikanski
varauttan-
ríkisráðharrin,
Richard
Armitage, hevur verið í
Pakistan seinastu dagarnar,
har hann hevur tosað við
Pervez Musharaf, forseta.
Forsetin vissaði semings-
mannin um, at Pakistan fer
ikki at byrja eitt kríggj við
India, og við teimum boð-
um fór Richard Armitage
til India í gjár.
Indiska stjórnin hevur
boðað frá, at hon fer ikki at
samráðast við pakistanar,
fyrr enn álopini hjá teimum
víðgongdu
muslimsku
bólkunum í Kashmir fáa
ein enda. Muslimsku bólk-
arnir krevja, at alt Kashmir
kemur undir pakistanskt
vald, ella at Kashmir verður
sjálvsstøðugt.
Pakistanski uttanríkisráð-
harrin, Abdul Sattar, fór frá
hósdagin. Alment varð
sagt, at ráðharrin hevði
biðið um at sleppa frá av
heilsuávum.
Pakistanar bumbaðu bygdir
Amerikanska stjórnin
skal hava eina nýggja
ráðstovu, sum skal
umsita landsins trygd
YVIRGANGUR
Árni Joensen
Amerikanski
forsetin,
George W. Bush, viðgekk í
einari sjónvarpsrøðu gjára-
náttina, at landsins fregnar-
tænastur skiltu ikki ill-
grunan og heldur ikki
ávaringarnar undan tí, sum
hendi tann 11. september í
fjør. Forsetin segði kortini,
at út frá teimum upp-
lýsingum, sum hann hevur
sæð, heldur hann ikki, at
myndugleikarnir
kundu
havt fyribyrgt tí, sum hendi.
- Men nú vita vit, at tús-
undtals væl vandir dráps-
menn fyrireika seg til at
leypa á okkum. Hesin
ræðuligi veruleikin noyðir
okkum at fara øðrvísi fram
enn higartil, segði forsetin í
røðuni.
Ein hoyring í Kongress-
ini hevur seinastu dagarnar
avdúkað, at samveldisløg-
reglan FBI var ávarað um,
at okkurt kanska var á vási,
men at leiðslan lat ikki við
seg koma. Í gjár avhoyrdi
Kongressin
FBI-agentin
Coleen, sum í síðsta mánað
sendi FBI-stjóranum, Ro-
bert Mueller, eitt langt
bræv, har hon fanst hvass-
liga at arbeiðsháttinum hjá
leiðsluni.
Men Bush lovaði í røðu
síni amerikanska fólkinum,
at hann og stjórnin hava sett
sær fyri at rætta skeiv-
leikarnar. Til tess hevur
stjórnin samtykt at skipa
eina nýggja ráðstovu, sum
skal hava ábrygdina av
innanlendis trygdini. Fíggj-
arætlanin hjá ráðstovuni
verður umleið 300 milli-
ardir krónur, og forsetin
bað
Kongressina
játta
pengarnar seinni í ár.
Tann nýggja ráðstovan
skal samskipa arbeiðið hjá
fregnartænastuni
CIA,
samveldisløgregluni FBI,
Secret Service, tollvaldin-
um, innflytaramyndugleik-
unum
og
marknaeftir-
litinum.
Sambært amerikanskum
eygleiðarum er ein ætlan
við nýggju ráðstovuni at
bøta um viðurskiftini mill-
um CIA og FBI, sum í
mong ár hava lagt størri
dent á at kappast enn at
samstarva.
Bush viðgekk mistøk og brek
FBI-agenturin Coleen Rowley greiðir her Kongressini frá brævinum, sum hon sendi stjóra sínum Robert Mueller. Í brævinum
fanst hon hvassliga at leiðsluni í FBI
Mynd: Reuters
Leys størv í
Føroyum & uttanlands
Fyritøkur og stovnar kunnu nú
keypa pláss til starvslýsingar
sínar á fø
føroyska portalinum -
www.portal.fo og í bla
í
ðnum
Sosialinum
Føroyski Portalurin, ið er nýggja
navnið fyri Oliv
fy
ant.fo hýsir
starvslýsingum hjá fyrit
fy
økum og
stovnum, sum hava áhuga í, at
í,
starvslýsingar teirra skulu røkka
enn fleiri lesarum. Vanliga vitja
Va
upp í 10.000 br
í
úkarar
www.portal.fo hvønn dag.
Lýsingarprísur pr
ís
. starvsl
r.
ýsing,
galdandi frá at lýsingin er løgd
út á fø
føroyska Portalin:
1 viku
kr. 1.000,
r.
-
2 vikur
kr. 1.500,
r.
-
til freistin er úti
kr. 2.000,
r.
-
Tekstur (word-f
Te
ílur) og
møguliga búmerki skal
sendast viðheft til
teldupostadressuna:
lysing@sosialurin.fo
Lýsi
sið
ýsingarnar s
singarnar síggjast
ggjast
Eru spurningar og/ella ivamál, eru tit altíð
vælkomin at senda teldupost til:
lysing@sosialurin.fo
ella ring til
Finnbjørg ella Anju
Sosialurin 311820
C
M
Y
K
13
12