Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-08, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. juni 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 107 • leygardagur • 8. juni 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Annað vikuskiftið upp í slag hevur B36 heimavøll móti ein- um av kappingar- neytunum í oddinum, og heldur ikki hesa ferð eru ráð til mistøk frá nøkrum parti UPPTAKT Jákup Mørk Tá B36 fyri viku síðani vann trygt á toftamonnum, var tað samstundis eitt slag av signali til hini liðini í deildini, at nú er árstals- felagið um at koma fyri seg eftir eina heldur trilvandi byrjan. Ein einsamallur sigur nýttar tó lítið í stóru mynd- ini, og tí er B36 enn eina- ferð til próvtøku, tá teir sunnudagin taka ímóti runavíkingum, sum eisini eru til eitt slag av próvtøku. NSÍ tráðar aftur í ár móti heiðursmerkjaplássunum, har teir ongan tíð hava verið fyrr, men nú er kanska líkt til, at meira álvara er í ætlanunum enn vanligt. Javnleikurin á Toftum í miðvikuni mundi ikki vera heilt av leið, og fáa teir eisini stig við sær sunnudagin fer at líkjast heilt væl hjá teimum gulu. Miðvøllurin burtur Og okkurt, er sum bendir á, at talan verður um eina sera trupla uppgávu hjá B36. Umframt harða móstøðu, so hevur B36 hópin av skaðum at dragast við, og at kalla allir hesar tykjast hava rakt miðvøllin, sum helst skal rættiliga um-møblerast í mun til seinasta dystin. Teir báðir rumensku leik- ararnir, Din Sandu og Jul- ian Florescu, vórðu báðir skiftir út móti B68 vegna skalða, og enn hava teir so ikki vant hesa vikuna. Tað hevur Klæmint endiliga gjørt, men spurningurin er, um B36 venjarin torir at vága eyma fótliðið enn einaferð, eftir úrslitið sum hetta gav móti HB. Kenneth Jacobsen hevur annars verið ein góður vikarur hjá Klæminti, men hann fekk skaða undir venjing miku- kvøldið, og teir tríggir, Áki Mørk, Niels Joensen og Karl Leonsson, ið allir kunnu roknast sum av- loysarar á miðvøllinum, hava eisini skaðar at drag- ast við. Umframt allar miðvallar- leikarnar er Tróndur Vatn- hamar eisini meira enn ivasamur eftir skaðan, sum han fekk móti B68. Ta ferðina merkti tað tó ikki tað stóra fyri B36, tí René Tórgarð stóð sum ein brandur, tá hann kom á vøllin, so spurningurin er, hvørt eitt skifti aftur er farið fram í hørðu málverja kappingini hjá B36. Allir tøkir Hjá NSÍ tykist eingin leikari at vera burturfrá, tá teir koma suður. Ofta verður tað tungt hjá leikarunum, tá dystirnir gerast so tættir, sum teir eru nú hjá runavíkingunum, men hóast onkur smávegis prus komu í grannaupp- gerðini móti B68, so tykjast allir mans tó at vera klárir undan vikuskiftinum. Eis- ini Christian Høgni Ja- cobsen, sum noyddist út beint fyri hálvleik, tá hann merkti okkurt í lærinum. Spurningurin er so, hvussu Jógvan Martin Olsen blandar kortini hesa- ferð. Í steypakappingini vann NSÍ, tá teir vitjaðu í Havn, so uppskriftin til stigini skuldi verið til staðar. Spurningurin er bara, hvørt hon verður nýtt á rættan hátt. B68 tekur ímóti HB á grasvøllinum á Svangaskarði, har oddaliðið fer at sakna tríggjar av teimum, sum hava verið fastir á liðnum higartil í ár UPPTAKT Jóannes Hansen B68 hevur nógv á skránni í hesum døgum. Mikukvøld- ið spældu teir landskapp- ingardyst ímóti NSÍ, í morgin skulu teir spæla landskappingardyst ímóti HB, og hóskvøldið skulu teir spæla seinnu hálv- finaluna ímóti NSÍ. Miku- kvøldið var dysturin á gras- líkinum á Svangaskarði. Í morgin og hóskvøldið í komandi viku fer at verða spælt á grasvøllinum á Svangaskarði. – Liðið hjá okkum fyri- reikar seg til Intertoto kappingina. Teir dystirnir verða á grasi, og tí er tað nátúrligt, at vit venja og spæla á grasi. Hetta átti at verið heilt upplagt undan altjóða dystum, og eisini tá vit eiga ein grasvøll, sum sær gott út, nú tað hevur verið turt og lýkka hevur verið í luftini, og tað harvið hevur verið góður gróður. Hetta sigur Niclas David- sen, sum er formaður í B68. Ásetingarnar siga, at mótstøðuliðini skulu hava boð tíggju dagar undan dystardegnum, um dysturin skal spælast á grasi og ikki á graslíki. HB spælararnir hava so at siga uttan undantak spælt nógv á grasi. Her verður bæði hugs- að um meiri tilkomnu spælar- arnar, sum hava spælt á landsliðnum og í Europa Cup, umframt at onkrir teirra hava verið í útlendskum feløgum, og her verður eisini hugsað um yngru menninar, sum hava ver- ið nógv á yngru landsliðunum. HB vann góðan 2–0 sigur í hálvfinaluni í steypakapp- ingini, tá teir grundlógardag vóru í Vági. Men sigurin var dýrt vunnin. Tór–Ingar Akselsen noyddist út heilt skjótt, tí hann varð vødda- skaddur. Hallur Danielsen beklaði illa. Hesir báðir eru sera ivasamir í morgin. Tað er greitt, at Jóhannis Joensen verður ikki við. Hann sá gula kortið í málleysa landskapp- ingardystinum í Vági sunn- udagin og er leikbannaður. Møguligir avloysarar eru Janus M. Joensen og blað- ungu menninir Rókur av Fløtum Jespersen, Bjarni Jørgensen og Emil Nolsøe Leifsson. Hesir eru allir sera evnaríkir. Hjá B68 er Anders Ny- gaard framvegis skaddur. Teir duga ikki at siga, nær hann verður tøkur aftur, men teir vóna, at hann verður vi, tá teir um tvær vikur fara til Sveis at spæla í Intertoto Cup. Arnold Joensen var leikbannaður mikukvøldið, tí hann varð útvístur ímóti B36 sunnudagin. Nú er hann tøkur aftur. Spurningurin er so, hvussu Frank Skytte fer at seta liðið saman. Miku- kvøldið spældu teir 4–4–2, meðan teir frammanundan í landskappingini hava spælt 4–3–3. HB er tvey stig frammanfyri B68, og teir hava spælt ein dyst færri. Tað vil siga, at tað er av alstórum týdningi hjá B68 at fáa stig í morgin, og teir skulu helst vinna. Men á Toftum ásanna teir, at tað verður trupult, tí HB hevur staðið seg betri higartil í ár, enn øll hini liðini hava gjørt. B36-NSÍ: Próvtøka B68–HB: Skert oddalið fer á Svangaskarð Toftamenn fyrireika seg til Inter-Toto dystirnar, og tí verður tað á grasvøllinum, at dysturin móti HB verður spældur Í steypakappingini var NSÍ frammanfyri B36. Spurningurin er nú, um teir megna at endurtaka sigurin frá teirri ferðini 15 14 Nr. 107 - 8. juni 2002 – Siga Lisbeth Peter- sen og Jóannes Eides- gaard, at tey kunnu taka undir við sam- gonguskjalinum, hava tey valla hugsað seg nóg væl um, sigur Jenis av Rana NÝGGJ SAMGONGA Áki Bertholdsen – Siga Jóannes Eidesgaard og Lisbeth Petersen at tey kunnu taka undir við sam- gonguskjalinum, gera tey ein brølara. Jenis av Rana, formaður í miðflokkinum, sum er minsti flokkur í nýggju fýra-flokka samgonguni, heldur ikki, at formenninir í teimum báðum flokkunum hava hugsað seg nóg væl um, áðrenn tey søgdu sína hugsan um nýggja sam- gonguskjalið. Jóannes Eidesgaard sig- ur, at á ríkisrættarliga øki- num liggur samgonguskjal- ið innanfyri tað, sum javn- aðarflokkurin kann góð- taka. Lisbeth Petersen hevur sagt, at sambandsflokkurin hevur heldur ikki stórvegis trupulleikar av tí partinum av samgonguskjalinum, har ríkisrættarligu málini eru viðgjørd, tí tað týdningar- mesta er, at fullveldið er slept. – Hetta er ein grund- leggjandi brølari, tí full- veldið er alt annað enn slept, sigur Jenis av Rana, tí hann sigur, at sjálvsagt stevnir nýggja samgongan við beinari kós fram ímóti fullveldinum. Gloyma fortíðina Jenis av Rana sigur, at tað tykist sum um bæði Lisbeth Petersen og Jóannes Eides- gaard hava gloymt fortíð- ina. – Tað er løgið at tey hava gloymt, at løgtingssamtykt- in um sjálvstýri Føroya Fólks er samtykt og hon stendur framvegis við. Og tað er hendan samtyktin, sum nýggja samgongan byggir á. – Sostatt byggir hendan nýggja samgongan á at tað arbeiðið, sum undanfarna samgonga gjørdi, skal før- ast víðari og endamálið við politikkinum er sjálvsagt fullveldið. – At halda nakað annað, er eitt grundleggjandi mis- tak, ger hann púra greitt. – Siga teir stóru and- støðuflokkarnir, at teir taka undir við samgonguskjali- num, siga teir framvegis, at teir taka undir við tí poli- tikki, sum er førdur á ríkis- rættarliga økinum, har endamálið er, at vit skulu hava fullveldið. Men tað meina javnaðar- og sam- bandsflokkurin valla og tí er tað illa umhugsað, tá ið tey nú siga seg kunna taka undir við samgonguskjali- num. Hann vísir á, at tað, sum Jóannes Eidesgaard sigur nú, er ikki annað enn akku- rát tað sama sum hann segði fyri fýra árum síðani, tí tá kunngjørdi hann eisini, at hann kundi taka undir við kósini, sum samgongan tá legði í ríkisrættarliga spurninginum. Men tann politikkur, ið javnaðarflokkurin førdi, prógvaði nakað heilt annað, so spennandi verður at fylgja við, hvussu verður hesuferð.... Sera umráðandi Jenis av Rana sigur, at tá ið miðflokkurin fór uppí sam- ráðingarnar um at skipa samgongu, var tað sera týdningarmikið fyri flokk- in, at nýggja samgongu- skjalið skuldi vera eitt greitt tekin úteftir um, at fullveldisgongdin í Føroy- um heldur fram. – Tað hevði alstóran týd- ning fyri okkum, at signalið úteftir var púra greitt, held- ur enn tey tær ørkymlandi ábendingar, sum eru kom- nar seinastu árini, at aðru- hvørja løtu eru vit á full- veldiskós, men at so onkur stígur fram annar dagin eft- ir og ger greitt, at tað eru vit ikki kortini, tí tað gjørdi, at ongin tók okkum fyri fult. Jenis av Rana sigur, at miðflokkurin tekur undir við sjálvstýrissamtyktini uttan tí partinum sum sigur, at blokkurin skal skerjast. – Sum so hava vit onki ímóti at blokkurin minkar. Men vit vilja fyrst hava fulla greiði á, hvat blokkur- in er. Er blokkurin okkara rættvísa ogn, er ongin orsøk til at lata danir fáa hann. Tað, sum formaður mið- floksins sipar til, er, at m.a. skal greiða fáast á, antin danir spara limagjald til NATO fyri at hava støðir í Føroyum, ella ikki. – Spara danir endurgjald til NATO fyri støðirnar í Føroyum, er talan um eitt endurgjald, sum vit av røtt- um eiga og tað skulu vit ikki lata dønum, sigur Jenis av Rana. Jóannes og Lisbeth gera ein brølara – Tað tykist sum um bæði Lisbeth Petersen og Jóannes Eidesgaard hava gloymt fortíðina, heldur Jenis av Rana Mynd: Finnur Justinussen Tíðindaskriv Bygdastevna verður á Strondum hetta vikuskiftið. Tað eru Strálan og StÍF sum skipa fyri. Stevnan byrjar við diskoteki í kvøld á midnátt. Annars verður ymiskt á skránni hesar dag- ar, skriva fyrireikararnir í einum tíðindaskrivi. Leygardagin verður stevnubingo, súkklukapp- ing og sjavsur. Ein lista- framsýning letir eisini upp. Báðar dagarnar verður tivoli, hoppiborg, hamara- slag o.a. Møguleiki verður at syngja saman leygar- kvøldið. Kvøldið endar við dansi, har tann sera væl- umtókti bólkurin All That Rain spælir. Skipað verður soleiðis fyri, at bussur koyrir úr Steinatúni í Havn klokkan 22:30 og heim aftur eftir dansin. Sunudagurin byrjar við gudstænastu. Kappróðurin byrjar klokkan 15.00. Róð verður 1000 og 1500 metr- ar. Eftir kappróðurin verður ymiskt at fara til. Skemti- dystur verður millum skála- konur og strandakonur. Og børnini hava strand- ingar eisini hugsað um. Angela úr sendingini Fres og klovnurin Hanniball koma at undirhalda. Eingin stevna utta vørutombola og eydnuhjól, sum eisini verð- ur á skránni. Og ein stevna er ikki bara tað sum stendur í skránni, hon er so nógv annað. Hon er prát, hon merkir at fólk koma á gátt, sum annars ikki koma á gátt. Hon merkir samanhald og gleði. Og stevnan endar við ein- um útimøti, sum missións- húsið skipar fyri. Stórfingin bygdarstevna á Strondum C M Y K 14