leygardagur 8. juni 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 107 - 8. juni 2002
17
Fraklendingar skulu
nú vinna við minst
tveimum málum á
Danmark, um teir
ætla sær víðari úr
innleiðandi
bólkaspælinum
HM-FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Seinnu árini hevur Frak-
land av flestu serfrøðingum
verið mett sum sterkasta
fótbóltstjóðin í heiminum.
Sum
bæði
heims-
og
europameistarar er hetta
kanska heldur ikki annað
enn náttúrligt, men í hesum
døgum verða stór spurnar-
tekin sett við, hvussu sterkt
liðið er, ella um alt í veru-
leikanum bert snýr seg um
ein ella møguliga tveir leik-
arar.
Tað er nevnliga so, at
tveir av mest týðandi leik-
arunum
hjá
Fraklandi,
Zidane og Pires, ikki hava
tikið lut í HM-kappingini.
Pires varð álvarsliga skadd-
ur stutt fyri kappingina, og
enn er ikki víst, hvussu
verður við skaðanum hjá
Zidane.
Tað kann so undir øllum
umstøðum staðfestast, at
uttan hesar hevur gingið av
skriðjuni hjá Fraklandi. Teir
taptu setunardystin fyri
Senegal,
og
hósdagin
spældu teir so málleysan
javnleik móti Uruguay, og
nú er veruliga trýst á meist-
arunum.
Danmark ráð til tap
Støðan
undan
seinastu
dystunum í Bólki A er
nevnliga tann, at Frakland
og Uruguay hava eitt stig
hvør, meðan Danmark og
Senegal hava fýra stig í
part.
Tað vil siga, at Frakland
við sigri á Danmark kemur
upp á fýra stig, men hetta er
ikki nóg mikið. Danir hava
nevnliga sum er skotið tvey
mál fleiri enn Frakland, og
tí skal Frakland vinna við
meira enn einum máli, um
teir skulu víðari. Vinna teir
bert við einum máli eru teir
ájavnir dønum í stigum og
málmuni, men Danmark
hevur tá skotið eitt mál
fleiri, og koma tí víðari.
Hetta tó treytað av, at Dyst-
urin millum Uruguay og
Senegal ikki endar við
onkrum løgnum úrslti so
sum 4-3 ella líknandi til
suðuramerikanska landið.
Og sum liðini hava spælt
higartil, so er lítið sum
bendir á, at Frakland skal
vinna við fleiri málum á
Danmark. Teir megnaðu
ongantíð at bróta verju-
garðin hjá Senegal í fyrsta
dystinum, og heldur ikki
bar hetta til ímóti Uruguay.
At vandamikli álopsmaður-
in, Henry, og miðvallar-
motorurin, Petir, báðir eru
leikbannaðir til dystin móti
dønum ger neyvan heldur
støðuna betri.
Hósdagin spældu Dan-
mark og Senegal annars
javnt í einum hampuliga
undirhaldandi dysti. Danir
høvdu betra spælið fyrra
umfarið, og teir komu eisini
á odda, tá Jon Dahl Tomas-
son (nú verður hann róptur
Tre-Mål-San) sendi brots-
spark í netið.
Seinna umfarið tók Sene-
gal tó yvir, og til tíðir vóru
danir snøgt sagt niður-
spældir, men teir munnu
helst iðra seg um útjavning-
ina, sum var úrsliti av fleiri
donskum mistøkum. Fyrst
mistu teir bóltin, uttan at
hava neyðugu garderingina
í verjupartinum, so Senegal
slapp í kontra-álop, og her
framdi Heintze eisini eitt
mistak, so Diao fekk skor-
að. Sami Diao fekk annars
seinni bæði gult og reytt
kort, so hann verður ikki
við í seinasta dystinum
móti Uruguay.
Úrslit:
Danmark-Senegal 1-1
1-0: Jon Dahl Tomasson,
16
1-1: Salif Alassane Diao,
52
Frakland-Uruguay 0-0
Tað er nú staðfest, at
amerikumenn hava lítlan
áhuga fyri fótbólti. Landið
hevur sjáldan staðið seg
væl í HM-kappingini, men
mikudagin skaptu teir eina
sanna sensatión, tá teir
vunnu 3-2 á Portugal.
Kanningar eftir hetta vísa
tó, at áhugin fyri fótbóltin
USA er at kalla einki øktur
fyri tað. Spurningurin er so,
um nakað hjálpir yvir-
høvur.
Troystarorð
Í Portugal er lagið tó sum
vera man ringt, eftir at liðið
tapti fyri USA. Nógva
staðni var mest sum landa-
sorg eftir tapið, og nú hevur
sjálvasti forsetin roynt at
betra um lagið. Hann hevur
persónligt sent eitt bræv til
portugisisku venjingarleg-
una við troystandi orðum í
vónini at hetta kann fáa
spæligleðina fram hjá leik-
arunum til komandi dystin.
Bót fyri sjónleik
FIFA boðaði undan kapp-
ingini frá, at sjónleikur nú
skal revsast harðari, enn
talan hevur verið um áður,
og teir hava eisini hildið
orð. Hetta hevur brasilska
stjørnan, Rivaldo, nú fingið
at sanna. Í dystinum móti
Turkalandi dugdi hann væl
at fáa sum mest burturúr, tá
Unsal fekk reytt kort fyri at
skjóta bóltin eftir honum,
og hetta hevur FIFA revsað
við eini bót upp á 58.000
kr.
Um talan er um harða
revsing, kunnu lesararnir so
sjálvir
meta
um.
Í
Barcelona er lønin hjá
Rivaldo umleið 110.000
krónur um dagin – eftir
skatt!
Sendur heim
Stóra stjørnan hjá Slovenia,
Zlatko Zahovic, var alt ann-
að enn fegin, tá hann varð
skiftur út í dystinum móti
Spania. Fyrst sýndi hann
ein somikið óhøviskan at-
burð mótvegis venjaranum,
Katanec, at hesin hevur
sagt seg ikki vilja standa
við ábyrgdini, tá HM er lið-
ugt, og síðani er hann send-
ur heim av slovenska fót-
bóltssambandinum.
Sjálvur sigur Zahovic, at
hetta kanska var tað besta
fyri liðið.
Taparin sunnudagin
verður hangandi í
botnstríðnum, og tí er
setningurin hjá
báðum liðunum
helst, at binda væl
fyri í verjupartinum
UPPTAKT
Jákup Mørk
Árið higartil hevur víst seg
at vera júst so trupult, sum
mong roknaðu við at tað fór
at
verða
hjá
TB
og
EB/Streymi. Higartil hava
liðini fingið trý stig hvør,
og bæði eru tey fullvæl vit-
andi um, at tey nú hava
møguleikan at toga seg
burtur úr botninum, um trý
stig faást til høldar.
Hinvegin vita tey eisini,
at eitt tap kann hava mest
sum óhugnaligar fylgjur, og
tí verður setningurin helst
fyrst og fremst, at dysturin
fyri alt í verðini ikki má
tapast. Tá verða nevnliga
trý stig upp til ovaru niður-
flytingarstrikuna.
Og sum skilst á lagnum,
so verða mest sum allir
mans tøkir hjá báðum pørt-
um, so báðir partar verða
førir fyri at gera sítt ítarsta
til tess at tryggja stigunum.
Fyrr í ár hava hesi liðini
annars verið í sama bólki í
steypakappingini, og tá var
tað TB, sum dróg longra
stráðið í innanhýsis dystun-
um, tó at EB/Streymur var
liðið, sum endaði ovari, tá
stigatalvan varð gjørd upp.
TB-EB/Streymur:
Kunnu gerast leys
Bólkur A:
Heimsmeistarar í trongum skóm
Fótbóltur
1. deild menn
Dagur
Dystur
Dómari
09.06
TB-EB/Streymur Lassin Isaksen
09.06
B68-HB
Petur Skarðenni
09.06
KÍ-Skála
Jens Petur Brattalíð
09.06
B36-NSÍ
Niklas á Líðarenda
09.06
GÍ-VB
Oddmar Andreasen
2. deild menn
08.06
B36-B71
Eiler Rasmussen
08.06
Sumba-ÍF
Jón Kári Frederiksen
08.06
ÍF-NSÍ
Tummas P. Olsen
08.06
KÍ-FS Vágar
Regin Egholm
08.06
VB-HB
Dia Lamhauge
3. deild menn
09.06
AB-Royn
Georg Rasmussen
09.06
TB-ÍF
Poul Erik Jacobsen
09.06
B68-GÍ
Jákup Martin Kjeld
09.06
B71-B36
Ransin N. Djurhuus
09.06
HB-FSV
Hans Eivind Olsen
1. deild kvinnur
09.06
B68-B36
Jonhard Hansen
09.06
HB-GI
Hans Eivind Olsen
HM-kappingin
Dagur
Klokkan
Dystur
08.06
7.30
Suður Afrika-Slovenia
08.06
10.00
Italia-Kroatia
08.06
12.30
Brasilia-Kina
09.06
7.30
Mexico-Ecuador
09.06
10.00
Costa Rica-Turkaland
09.06
12.30
Japan-Russland
10.06
7.30
Suður Korea-USA
10.06
10.00
Tunis-Belgia
10.06
12.30
Portugal-Póland
Dystir um vikuskiftið
Eingin áhugi
Talan verður um ein veruligan botngysara, tá TB tekur ímóti
EB/Streymi. Fyri bæði er galdandi, at tey fyri alt í verðini ikki
mugu tapa dystin
17
16
Nr. 107 - 8. juni 2002
Tað er sjálvandi ikki sið-
venjan, sum vinnur nakran
dyst, men oftani tykist tað
so, at øll lið hava tað óvan-
liga torført summastaðni.
Eitt nú hevur NSÍ tapt
níggju av níggju ferðum, tá
teir hava vitjað hjá B36
seinastu tíggju árini. HB
stendur seg vanliga væl á
Svangaskarði og VB hevur
ofta argað GÍ í Gøtu eru
eisini søgur, sum kunnu
lesast úr hagtalstilfarinum.
Talvan
sýnir,
hvussu
mótstøðuliðini sunnudagin
hava staðið seg, tá tey hava
dystast sínamillum seinastu
tíggju árini.
Bæði GÍ og VB eru í
bólkinum, sum roynir
at elta oddin, og tí eru
trý stig av avgerandi
týdningi sunnudagin
UPPTAKT
Jákup Mørk
Boðini eru tey somu úr
báðum legunum, tá vit
royna at frætta, hvussu
liðini hugsa um dystin
sunnudagin. Bæði GÍ og
VB hava stóran tørv á
trimum stigum í royndun-
um at fylgja oddinum, og tí
kann roknast við, at tað
verða tvey lið, sum vilja
leypa á, sum hittast í
Sarpisgerði.
Fleri ivamál
Hjá báðum liðum er tó tal-
an um fleiri ivamál, nú
venjararnir leggja seinastu
hond á fyrireikingarnar til
dystin.
Gøtumenn mugu fyri vist
verða Krzystof Popczynski
fyriuttan. Hann hevur í alt
ár drigist við skaða, og tó at
hann hevur roynt at verið
við í fleiri dystum, so tykist
einki røkjast fyri, at hann
kann vera við, tá verandi
liðfelagarnir skulu royna
seg móti fyrrverandi lið-
feløgum hansara.
Fleiri aðrir leikarar hjá
GÍ hava drigist við smærri
skaðar, men hóskvøldið
tóktust flestu av hesum tó
at vera tøkir. Ivasamt verð-
ur tó, at Magni Jarnskor
verður førur fyri at taka lut,
og tað kann verða trupult at
fáa ta ferðina á spælið, sum
annars hevur restað í hjá GÍ
higartil í ár.
Eisini hjá VB tykjast
onkur ivamál vera til
dystin. Gisli Sveinbjørns-
son meiddi sær fótin í
dystinum móti HB, og
boðini úr Vági ljóða, at
hann nú skal binda frið í
einar tvær vikur. Palli
Augustinussen sat á beink-
inum seinast, og hann er
helst upplagdur trumfur at
seta inn á vongverjan.
Eisini tykjast vera eitt
sindur av iva uim Tórð
Holm, sum fyri tað mesta
hevur verið eitt slag av
jokara á miðvøllinum hetta
árið. Hann kom inn í dyst-
inum móti HB, men fekk
okkurt sparkið ta ferðina,
og hevur havt nakað av
pínu síðani.
Annars tykjast hinir leik-
ararnir at vera klárir, og
spurningurin er so, hvørt
venjarin aftur velur at
broyta upp á liðið. Seinast
setti hann Robert Ciezle-
wicz, Palla Augustinussen
og Mørtan úr Hørg á
beinkin, uttan at hetta tó
bøtti um úrslitið, so tað er
ikki óhugsandi, at rúm
aftur verður fyri teimum
sunnudagin.
Á Skála stendur
ikki væl til, nú teir
skulu til Klaksvíkar
fyri at endurtaka
avrikið í steypa-
kappingini
UPPTAKT
Jóannes Hansen
Einasta liðið, sum fram-
vegis ikki hevur vunnið í
landskappingini, er upp-
flytaraliðið av Skála. Í
morgin skulu teir til
Klaksvíkar. Í bólkaspæl-
inum í steypakappingini
vann Skála báðar dyst-
irnar ímóti KÍ. Tað hevði
við sær, at KÍ ikki rakk
fjórðingsfinaluni. Dyst-
urin á Skála endaði 4–2,
og í Klaksvík vunnu
skálamenn 2–1.
Í landskappingini hev-
ur Skála ikki vunnið, og
hóast teir hava hagtølini
við sær, tá tað ræður um
KÍ, so eru fyritreytirnar
einki serligar hesa ferð.
Kári Nielsen og Pauli
Hansen hava báðir verið
mitt á miðvøllinum,
men hvørgin teirra er
tøkur hesa ferð. Kári
Nielsen er leikbannaður,
og Pauli Hansen gongur
á høkjum. Hann varð
skaddur í knænum, tá
Skála tapti í Runavík
síðsta sunnudag.
Harumframt er álops-
spælarin Jonhard Frede-
rikberg
framvegis
skaddur í arminum, og
hann hevur eisini pínu
undir síðuni.
Hjá KÍ stendur betri
til, enn tað hevur gjørt
higartil í landskapping-
ini. Tað er stórur saknur
í Heðini á Lakjuni, sum
gongur við brotnum fóti
og neyvan verður tøkur
aftur undan summar-
steðginum. Men nú eru
allir hinir, sum hava
verið burturfrá orsaka av
skaðum, komnir við
aftur. Allan Joensen
hevur havt trupulleikar
av vøddaskaða. Tvær
tær seinastu ferðirnar
hevur hann sitið á beink-
inum uttan at koma á
vøllin, men í hesi vikuni
hevur hann vant við
fullari ferð, og eingin ivi
er um, at hann verður
ímillum teir fyrstu ellivu
ímóti Skála.
Kurt Mørkøre undir-
strikaði undan norð-
oyastevnuni, at nú vóru
tveir dystir á skránni,
sum skuldu vinnast. Tað
eydnaðist ímóti EB/
Streymi, sjálvt um tað
gingu
fimm
korter,
áðrenn KÍ legði seg
framum. Nú fæst at
síggja, hvussu tað fer at
hilnast ímóti Skála og
hvussu venjarin fer at
blanda kortini.
– Hjá okkum hevði
tað verið sera kærkomið,
um tað hevði eydnast at
fingið mál tíðliga í
dystinum. Teir fara heilt
víst at dúva upp á kontra
spælið. Vit mugu hava
tol, men tað er klárt, at
klokkan verður í parti
við
teimum,
heldur
Hjalgrím Elttør, sum
hesar seinastu ferðirnar
hevur verið á mið-vøll-
inum hjá KÍ, og hann
hevur verið millum teir
mest eyðsýndu á lið-
num.
GÍ-VB:
Mugu fylgja við
KÍ-Skála:
Klaksvíkingar
eru betri fyri
enn fyrr í ár
Bæði VB og GÍ hava trý stig fyri neyðini, tá tey fara á vøllin sunnudagin, og tí verður viljin at
vinna helst størri enn óttin fyri at tapa
Soleiðis plagar at ganga
C
M
Y
K
16