Sosialurinarkiv
Sosialurin 1973-07-06, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. juli 1973síða 2

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SÍÐA 2 SOSIALURIN Prentstaður: Prentsmiðjan á Heygsbreyt tlf. 1 1820 Tórshavn Blaðstjórni Vilhelm Johannesen, Fyribils ábyrgdarstjóri, tf. 5 5873, Klaksvík Umsitingin av sosialu málunum UNDIR vitjan forsætisráðharrans, varð á fundi í landsstýrin- um tosad um ta ætlaðu yvirtøkuna av umsitingini av sosialu málunum, ella við ødrum orðum um ætlanina at leggja hesa umsiting undir føroyska heimastýrið. Hetta førur tó ikki við sær nakra broyting í býtinum av sosialu útreiðlsunum, Danmerk verður framvegis at gjalda helmingin av hesum útreiðslum. OKKARA støda hevur altíð verið, at kann ein yvirtøka gagna landinum og fólkinum, og kann tað prógvast, at ein yvirtøka er hin mest praktiska og hin rætta loysnin, so eru vit fyri at yvirtaka, men hinvegin eru vit ímóti at yvirtaka bert fyri at vvirtaka. Ein yvinteka av umsitingini av sosialun málunum kemur at gagna bæði tí almenna og hinum einstaka, sum hevur brúk fyri sosialu umsitingini, tí sum kunnugt liggur henda um- siting ógvuliga spjødd í dag — ja, so spjødd, at tað mangan er torført og tíðskrevjandi at útrætta eini ørindi á hesum eki. EIN stórur partur av hesi umsiting liggur sjálvandi hjá sosi- alu deild ríkisumboðsins, ein annar partur liggur hjá kommun- unum, nakað liggur hjá dómaraskrivstovuni, annað hjá Feroya Vanlukkutrygging, ikki sort hjá sýslunum o.s.fr. Hetta er fløkt og ópraktiskt, bæði fyri sjálva umsitingina og eisini fyri ein- staklingin, sum hevur nakað við hesa umsiting at gera. Somu- leiðis fyri politikkarnar ið arbeiða skulu við hesi lóggávu. Ætl- anin við yvirtøkuni er, at savna hesa umsiting saman undir ein stovn, sum so kann hava deildir úti um landið, annaðhvert undir kommununum ella á annan hátt. HETTA er tó annað og meiri enn bert ein praktisk loysn; her er eisini talan um meira sjálvstýri, tí sum vituligt er, so hevur ein umsiting ikki so lítlan týdning fyri sjálva lóggávuna, tá tað er hon, sum verður biðin um tilráðingar og uppskot, tá politikk- arnir skulu fremja ábetur, broytingar ella nýskipanir á viðkom- andi eki. Tað má haldast at vera eitt stig á sjálvstýrisleið, tá so verður fyriskipað, at foroyingar sjálvir hava um hendi ta umsiting, sum skal leggja til rættis, koma við tilráðingum og uppskotum um broytingar og nýskipanir. MEN tað løgna í hesum máli er, at teir sokalladu sjálvstýris- flokkarnir — tjóðveldisflokkurin og fólkaflokkurin — gjøgnum blød teirra, hava givid tekin til eina vissa missnøgd. Men hetta er tó ikki so legi og ongin eigur at undrast á hesa misnegd, tí hesir flokkar og málgegn teirra eru ikki misnøgdir við hesa yv- irtøku, men teir eru misnøgdir vid seg sjålvan — teir eru sjålv- andi misnøgdir vid, at eitt landsstyri sum teir sjålvir hava skyrt eitt sambandslandsstyri, skal fremja mål å sjålvstyrisleid, med- an teir sjålvir, tå teir sótu, onki fingu framt av slíkum. Vit kenna oll søguna um revin, sum ikki rakk eftir rønnuberunum, og ti segði at tey vóru súr. JU, TIT hava lisið í andsødublødunum um hesa ætlaðu yvir- tøku, at hon bert er ætlað okkum sum ein táta. Hetta er bart út nógv fyri at hoyra frá teimum, sum í fýra ár royndu seg á stjór- narpalinum og enntá undir sjálvstýrisheitinum, men sum ikki í vunnu innundir naglin av sjálvstýri. FÓR henda ætlada yvirtøka fram, meðan andstaðan sat á stjórnarpallinum, so skuldu tit hoyrt nógvar og drúgvar há- floygdar og romantiskar rødur — reður um søguliga hending, um søguligt år, um søguliga fonsætisráðharravitjan, um segu- ligan dag o.s.fr. Men nú er tað bert ein tåta. | Hvat ger danski verjumála- ráðharrin í Føroyum? - spyr Dagblaðið, sum vil hava greiðu á, hvat ein danskur verjumálaráðharri hevur til ørindi i Føroyum Sjålvandi hevur danski verju- målarådharrin eitt hvørt at gera i Føroyum, sjålvt um tal- an ikki er og ikki kann verda um hernaðarútbygging, ti sum ollum kunnugt, eru slíkar út- byggingar fullkomuliga óhugs- andi, tá útreiðslurnar til verj- una, eru tær útreiðslur, sum í storsta mun verða niðurskor- nar orsaka av sparitiltøkunum hjá donsku stjórnini. Í Føroy- um hava vit annars sjóverjuna undir »Færøernes komman- do«, sum jú er målsøki verju- málaráðharrans. Men hevuðsorsekin til at verjumálaráðharrin vitjar í Føroyum, er sjálvandi tann, at fólkaflokkurin saman við eðr- um, í valskeiðinum 1954-58, uttan vitan og vilja fólksins, gav loyvi til at herstødin i Mjørkadali varð bygd, og hen dan kemur jú eisini, sum vitu- lige er, undir málseki verju- málaráðharrans, og ger tað uppaftur meira neyðugt hjá honum at vitja her í Føroyum. Dagblaðið spyr: >.....men skal hann (verjumálaráðharr- in) tala við landsstýrið? Og um so er um hvat? Tað lysti okk- um og eðrum við at fingið nærri greiðu á, hvat ein dansk Blaðstjórin ger viðmerkingar ur verjumálaráðharri hevur til erindi í Føroyum.« Einki fingu vit og onnur at vita, um tær samráðingar, sum eitt landsstýri á sinni við fólka- flokkinum uppii, førdi um ta útbygging sum seinni før fram í Mjerkadali, og enn minni fingu vit at vita, hvat tala varð um undir hesum samráðingum. Har var total myrkalegging. Sum orðatakið sigur »brent barn ræðist eldin< so ei er at undnrast á, at Dagblaðið hev- ur onkur ring ánilsir, men vit skulu vissa Dagblaðið um, at nakað slíkt hendir ikki, með- an javnaðarflokkurin situr í landsstýrinum. Vit hava altíð á goymslu alt tilfar til "dEMiCh 8 WS Tlf. 1 1071 . Térshavn blikksmíð sanitet hitaverk ventilatión Verður sent um alt landið . . r Spinnid i Gøtu tygum fáa gott tógv, og skjóta avgreiðslu. Vit keypa óvaskaða og vaskaða ull og selja øll sløg av føroyskum togvi, TØTINGARVIRKID v/ Olavur Gregersen — tlf. 20 í Getu søguliga »sjålvstyrislandsstyri«, sum fer at standa í søguni sum MEN hvat er hetta ikki ein søgulig hending, sammett við hitt | sjálvstýrislandsstýrið uttan sjálvstýri. NR. 46 6. JULI 197 REIÐARAVIRKI HEILSØLA Kolonia) á útgerð HERMET K TIMBURi: ANDIL KLÆDNABOÐ SLEIPISTØD SHELL-AVGREIDSLA DEILDIR: SKÁLA SKIPASMIÐJA á HANDILSVIRKI, SKALA Skipasmíð . Turkivirki Handil HANDELSHUSET PESCADERO AS Strandgade 27A . København K TV ASTA 1830 . Telex 5290 Pf. J. F. KJØLBRO Klaksvík . Feroym Telefon 5489 . Telex 20 Telegramadr.: Kjølbro Klaksvík 4 Kjolestoffer Polyester Jersey 100), strygefri i sidste nye mønstre og farver, Direkte fre væv til Dem fra 24,- kr. pr, m+ moms g porto. Bredde 140-150 cm. Prøver og farvekatalog sendes ved modt. af frankeret svarkuvert (90 øre) Fabrikant J. Nørgaard Bredgade 83 - 7441 Bording - Tlf, 06-86 12 19