leygardagur 8. juni 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 107 - 8. juni 2002
12 ungir føroyskir
svimjarar vóru sein-
asta vikuskifti í Het-
landi, og vunnu tey
greiðan sigur á svimj-
arum úr Hetlandi og
Orkney
SVIMJING
Orð: Jákup Mørk
Myndir: Øssur Mohr
Seinsata vikuskifti tóku 12
føroyskir svimjarar lut í so-
nevndu
North
Atlantic
Meet kappingini í Hetlandi.
Umframt teir 12 føroysku
svimjararnir vóru eisini 12
svimjarar úr ávíkavist Het-
landi og Orkney.
Føroysku
svimjararnir
vunnu ikki færri enn 17 av
teimum 21 kappingunum,
sum vóru á stevnuni, og
hartil vórðu trý føroysk met
sett. Metini settu Helga
Djurhuus (50 m firvald),
Jákup Mohr (50 m bringa)
og Hanus Eysturdal (50 m
rygg).
Samanlagt gjørdust Før-
oyar besta tjóðin við 173
stigum. Hetland fekk 133
stig og Orkny Oyggjarnar
fingu 117 stig.
Hetta var fyrstu ferð at
NAM-kappingin varð skip-
að, og verður hon ætlandi
hildin í Føroyum í 2004.
Tíverri var ikki rúmd fyri
øllum úrslitunum frá kapp-
ingini í blaðnum í dag, men
verða hesi í staðin í týs-
dagsblaðnum komandi.
Føroysku svimjararnir
í Hetlandi
Jón Absalonsen
HS
Per S. Hansen
Flot
Hanus Eysturdal
HS
Jákup Mohr
FS
Aksal Norðfoss
HS
Rúni K. Hansen
HS
Elisabeth Rasmussen
HS
Helga Djurhuus
HS
Lisbeth Joensen
HS
Karin Kristina Eysturberg
TS
Elida Bjarnadóttir
HS
Sunrid Kjærbech
VS
Venjari: Petur Heðin á Fløtti
Føroyar vunnu greitt
Hýrurin var sjálvandi góður á føroysku svimjarunum, tá kappingin var lokin
Umframt svimjararnar vóru eisini aðrir føroyingar við í ferðalagnum, og hesu
gjørdu sítt til at stuðla teimum, sum vóru í hylinum
Elisabeth Rasmussen við
steypinum, sum Føroyar
vunnu
Hóast tey vóru mótstøðufólk
undir kappingini, so var einki
til hindurs fyri, at teir 36
svimjararnir, sum tóku lut,
stillaðu upp til felagsmynd
eftir kappingina
Landsliðsvenjarin kundi frøast um góðu úrslitini, og
sjálvandi mátti hann eisini siga teimum har heima frá,
hvussu gekst
Føroyska ferðalagið kom aftur Føroya mánadagin, og steypið
høvdu tey sjálvsagt við
C
M
Y
K
20
Nr. 107 • leygardagur • 8. juni 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
– Føroyskt er nakað
heilt serligt
Tað tók henni eitt hálvt ár og honum eitt ár at koma
á lagið við føroyska málinum.
– Føroyskt líkist ongum øðrum, siga tey bæði,
Daniel og Ioana Rapa
Lesið síðu 3
SUMMAR
Edvard Joensen
So fór seyðurin av bønum, og vit
vita, at nú er summarið komið.
Hóast tað vanliga plagar at tykj-
ast tómt og oyðið, nú einki fer-
føtt gongur um teigarnar, er tað
ikki so kortini. Her er fult av lívi.
Tí at siga, at seyðurin er farin
av bønum, er ikki meira enn
hálvur sannleiki nógvastaðni, tí
tá hagaseyðurin er rikin út, kem-
ur heimaseyðurin aftur ístaðin.
Nógvar bygdir hava bø, sum
hegnaður er av í størri ella
smærri stykki, har seyður so
verður sleptur á. Onkur gás er,
og nógvastaðni eisini dunnur og
høsn. Og nú eru nýggir fuglar
farnir at síggjast ymsastaðni eis-
ini. Kalkunir eru ikki óvanlig
sjón á føroyska bønum í dag,
umframt at fremmand dunnu- og
gásasløg eisini eru at síggja.
Og tað gongur fólk í bønum.
Børnini renna og leika, sum tey
altíð hava gjørt, framvegis um
teigarnar, hóast graslíkisvøllurin
í dag hevur tikið stóra trýstið av
bønum.
Vit minnast afturá, hvussu illir
gomlu menninir vóru, tá vit, eftir
at rikið var av bønum, kundu
finna upp á at brúka eitt bøstykki
til fótbóltsvøll. Tað var ikki
lukkuligt, sum teir leikaðu í, tí
vit traðkaðu grasið niður og
oyðiløgdu avkast jarðarinnar. Og
so undraðust vit og hildu tað
vera løgið, tí júst hetta stykkið
hevði ikki verið sligið í manna-
minni. Ella í hvussu er tey fýra
fimm árini, vit mintust aftur.
Men ikki allir vóru illir kortini.
Ivaleyst vóru teir, sum hildu
okkum til, slíkir, sum áttu bø
aðrastaðni, og so var bara at
halda okkum sum longst inni hjá
øðrum. Tað er greitt.
Og fólkið kemur á bøin, tá
seyðurin fer. Í dag sæst lítið til,
at fólk ganga og henta bø. Taka
upp smágrót og annað, sum sløtt
er á stykkið gjøgnum veturin.
Kanska tí at í dag verður lígg-
in neyvan borin út meira. Nú
verður alt sligið við maskinu, og
so ger tað einki, um eitt sindur
av skervi liggur á vøllinum.
Eingin egg er at oyðileggja kort-
ini.
Men teir ganga við tøðsekki-
num og breiða. Ikki sum í
gomlum døgum við kvísl og
vogni við ordiligum tøðum.
Nei, nú er tað við eini spann
ella einum lítlum posa við smá-
um kúlum av handiltøðum í.
Ganga so og sletta og gera seg til
og royna at líkjast sáðmanninum
á Sunnudagsblaðnum og halda
seg hava nógv virði.
Teir venda fløgunum og gera
bøin svartan, tí nú skulu eplini í
jørðini. Tó at tann, sum veltir
nýggja flagveltu, ivaleyst longu
hevur gjørt tað, tí tá bilar ikki,
um seyðurin er á bønum. Hann
skavar ikki í gjøgnum flagið
kortini.
Verri er við gomlum flagi ella
opinekrunum. Har kann ein
gomul, roynd bøær skjótt fáa
smakkin av epli, og so er liðugt.
Men eftir er tó onkur av teim-
um gomlu, sum enn roynir at
halda gamlan sið í hevd og velta
við ordiligum tøðum.
Hann heldur kanska, at hann
nyttar einki í mun til tað, sum
fyrr var. Ferðin er minkað, og
smærri gerast velturnar.
Hann fer so siðiliga avstað við
síni gomlu trætrillibøru við eini
last av seyðatøðum, sum helst
hava ligið í køsti gjøgnum vetur-
in.
Tey skulu breiðast, áðrenn far-
ið verður heim aftur eftir
eplunum og spakanum at ryggja
við. Tí hann hevur velt í sama
stykki í eini trý-fýra ár, so nú fer
at styttast her á teiginum. Jørðin
skal heldur ikki pínast, og hann
veit, at sjey ár er so ríkiligt, og
einki ger, um fyrr verður givist
heldur enn seinni á hesum
stykkinum.
Men hesin gamli hevur meira
at geva, enn hann sjálvur kanska
heldur. Hann hevur í grundini
ein fittan part av okkara mentan
við sær, har hann fer strevandi
um teigarnar við gomlu trilli-
børuni.
Hann hevur gjørt hana sjálvur.
Hon er ikki ein statistikkur á inn-
flutningssíðuni, hóast hon fer at
vera við til at geva honum inn-
tøku í heyst.
Hann minnir okkum á, at her
er søgan enn livandi. Hendan
søgan, sum larmandi traktorar og
»fresarar« í stóran mun hava
loyst av ella kanska heldur
skúgvað til viks.
Og so kann ein meta um, hvørt
hon er nakað at liva av, hendan
nostalgiin, ella vit eiga at geva
okkum fult og heilt í kast við tað
nýggja.
Sjálvandi eiga vit at taka tað
nýggja til okkum, tí eingin ivi er
um, at hjá tí, sum skal liva av
landbúnaðinum, ber ikki til, um
ikki nýggju hjálpitólini eru við.
Men hesin gamli við trillu-
børuni er eitt livandi dømi um
tað, sum gjørt hevur tað møgu-
ligt at fáa hesar nýggju maskin-
urnar at velta og heysta. Teir sum
løgdu teigarnar, sum nú geva úr-
slitið til langabbasynirnar ella
enn longri úti.
Við leypi og við haka,
teir løgdum mangan fløttin,
á knø og armar litu,
ei nakað annað var.
Teir vildu ikki slaka,
um brekkan mangan møtti,
men gleddust so um verkið,
tá bøur ávøkst bar
Summar
Tá seyðurin er farin av bønum, er summarið komið. Men hóast vit
siga, at rikið er av bønum, er bøurin framvegis fullur av lívi og
verður tað helst alt summarið, til latið verður upp aftur í oktober, og
seyðurin, sum í haganum hevur verið, aftur fer at seta lív í bøin
21