Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-08, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. juni 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Sosialurin Nr. 107 - 8. juni 2002 Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720, teldupostur: turid@sosialurin.fo Blaðstjórn: Turið Kjølbro EG MEINI TAÐ Nú havi eg búð tvey ár í Oslo og um eina viku flyti eg higani, tíðin er komin til nýggjar avbjóðingar. Nú tá eg fari higani, havi eg hugsað mítt um, hvus- su Oslo-mentan og Oslo- búgvar eru. Eg eri komin til ta niðurstøðu, at teir eru seigligir, sunnir, rættuliga innanbundnir og ganga høgt uppí líkheit. At øll í Noregi skulu vera líka, er sjálvandi gykl, men ikki minni týdningar- mikið av tí orsøk. Avleið- ingarnar av líkheitsprin- sippinum eru haraftur- ímóti ikki gykl, tær kunnu eygleiðast í atferðini. Ein av avleiðingunum er jantelógin sum Aksel Sandemose á sinni orð- festi við støði í tí lítlu norsku bygdini Jante. Um øll skulu vera líka, er ikki pláss fyri tí kreativa øðr- vísinum, fyri hoppi og sprelli. Líkheitin verður eitt slag av fongsli sum steingir fyri hugflognum. Eg hugsi tó ikki ,at hug- flogið kann temjast, men líkheitin elvir til, at hug- flogið ov sjálvdan kemur til sjóndar í atferð. Atferð- in er tískil nokk so varis- lig, man má jú ansa eftir, at man ikki stingur seg burturúr flokkinum – eftur míni meting rímiliga keðiligt og lítið lívsjátt- andi. Hvussu er og ikki, so var eg seinasta leygardag vitni til, at norðmenn hava eginleikan at lata hugflog- ið og spontanitetin taka yvir. Leygardagin var “musikkens dag” her í Oslo. Ein dagur har níggju pallar vera settir upp úti ymsa staðni i bý- num. Hvør pallur hevur sín serstaka tónleik, og ymiskir tónleikabólkar spæla allan dagin og út á kvøldið og ikki at gloyma, alt er ókeypis. Sólin skein, fólk vóru summarklødd og øl var til keyps – alt borgaði fyri einum góðum degi, men eg var kortini bilsin yvir tað eg sá, yvir stemningin í býnum. Fólkið í gøtu- num smíltu til hvønn annan, tey flørtaðu ódult og vaggaðu meira í lendu- num enn annars. Har sum tónleikurin var, stóðu hes- ir annars so stívu Oslo- búgvarnir og tenderaðu móti at vríggja lendar og herðar í takt við tónleikin og vóru ikki ræddir at hyggja tað mótsatta kynið beint í eyguni og halda eygnabránum við smáum skeivum smílum lúrandi í munnvikunum. Vit byrjaðu dagin við rock, punk, funk og jazz og hildu, at betri stemning høvdu vit ikki upplivað í Oslo, men út á kvøldið fóru vit til “world-music” pallin, har tey spældu út- lendskar rútmir, reaggie, salsa, samba etc. Um stemningurin var lívsjátt- andi aðrastaðni í býnum, so var hann einki minni enn eggjandi her, á den frøði, saft og kraft. Hví slíkur stemnings- munur kann man spyrja. Eg ivist ikki í, at tað var ikki bara tí, at tónleikurin var øðrvísi. Tað var eisini tí, at her vóru fólk úr øll- um heiminum, sum gjør- du, at líkheitsprinsippið misti alla kraft. Sjálv kjarnan her var ólíkni, her var pláss fyri kreativiteti, hugflogi, hoppi og sprelli, eisini fyri Oslobúgvarnar. Eg kann ikki lata vera at hugsa, at soleiðis sum fólk loystu tað mentunar- ligu líkheitsspennitroyggj- una eitt sindur hendan dagin, soleiðis vildu tey gjarna verið oftari. “Musikkens dag” var eitt vælkomið høvi til at trað- ka út úr tí seigliga og inn í spontanitetin. Úrskurð- urin er, at hóast Oslo- búgvar tykjast nokkso innistongdir, so hava teir hugin og evnini til opin- leikan og heitari atferð. Tað er næstan synd, at teir ikki megna at spreingja tað lívsnoktandi líkheits- prinsippið eitt sindur oftari. Eg kann heldur ikki lata vera at hugsa um, hvussu tað man vera statt hesum viðvíkjandi í Føroyum? Tað lívsnoktandi líkheitsprinsippið Durita Holm skrivar SOSIALURIN Í 75 ÁR Eirikur Lindenskov Tað var til dystin millum B36 og TB í Gundadali sunnudagin 15. juli 1962, at blaðið hitti útvarps- stjóran, sum gekk »so herðabreiður millum áskoðararnar og ikki stóð við mikrofonini og varpaði út um allar Føroyar«, sum blaðið tekur til. Blaðið spyr hann, sum vera man, hví hann ikki útvarpar, tí hetta var ein avgerandi dystur um, hvørt tað fór at verða B36 ella KÍ, ið gjørdist føroyameistari. – Jú, eg hevði ætlað mær at varpað út dystin, segði Niels Juel heldur firtin. – Men nú tykist tað at ganga tann vegin, at ítróttur, ið hvussu so er her í Havn, er við at gerast ein peningaspurningur, og so greiddi hann blaðnum frá, at hann fyrr í vikuni hevði fingið at vita frá B36, at um hann skuldi varpa út dystin, so skuldi B36 hava viðurlag fyri tað. Hetta helt útvarpsstjórin ikki vera beint, men hann vísti á, at tað var ikki hann, sum gjørdi tað av. Hann hevði tí biðið um at fáa hetta skrivliga frá B36, so hann kundi greiða av- gerðina víðari til lands- stýrið, sum síðani mátti gera av, um útvarpið skuldi gjalda ítróttarfeløgum pengar fyri at senda dystir. B36 gekk tá frá kravin- um fyri hendan dystin, men tá var ov seint, segði Niels Juel Arge, og tí stóð hann millum áskoðararnar til dystin – til stóra undran fyri tey flestu. Niels Juel Arge segði eisini blaðnum, at Havnar Róðrarfelag eisini hevði vent sær til hansara um at fáa pengar fyri, at útvarpið varpaði út kappróðurin á ólavsøku. – Teir siga, at teir missa part av inntøkuni, tá vit varpa kappróðurin út. Eg havi biðið teir prógvað tað við tølum, men tað hava teir ikki gjørt. Eftir tí, sum eg áður havi frætt frá hesum, hevur inntøkan verið vaksandi ár um ár, segði Niels Juel Arge. Sosialurin spyr hann so, um ætlanin ikki er at senda frá kappróðrinum á ólav- søku – tvær vikur seinni. – Tað kann eg ikki svara uppá í løtuni. Tað má út- varpsstjórnin og lands- stýrið taka støðu til, segði Niels Juel Arge, sum kortini ikki helt tað vera óhugsandi, tí um útvarpið fór at gjalda pengar fyri at senda frá kappróðrinum í Havn, so máttu teir eisini gera tað úti á bygd, har feløgini fáa nógv minni burtur úr fíggjarliga enn feløgini í Havn fáa. Hann vísti eisini á, at t. d. í Klaksvík hevði inntøkan frá kappróðrinum okkurt árið ligið um 400 krónur, men ólavsøkukappróðurin sum einki gevur einar 10.000 krónur í kassan hjá Havnar Róðrarfelag. Bæði útvarpsstjóri og blað harmaðust, um tað skuldi gingið so galið, at eingin kappróður varð sendur, tí útvarpingin hevði so stóran týdning fyri kappingina – ikki bara fyri fólkið kring landið, men eisini fyri áskoðarar- nar, sum við útvarpslurtum og hátalarum betur kundu fylgja kappróðrinum, tí ofta var ringt at síggja – ikki minst í Havn. Gjaldið, sum kapp- róðrarfelagið vildi hava frá útvarpinum, var 1.500 krónur. Tað helt Niels Juel vera ov mikið. – Tað kennist beikst at fáa slíkt krav frá okkara egnu. Høvdu vit ikki verið lívgaðir frá øllum síðum (við tilfarið til útvarpið, red.) og havt fingið loyvi at nýtt hópin av útvarps- tilfari uttanífrá fyri púra einki – ella ið hvussu so er bara fyri eitt lítið pro forma gjald – so hevði tað verið heilt ógjørligt at kunna hildið fram við útvarpinum – og so møta slíkari »vælvild« her, segði Niels Juel harmur. SOSIALURIN Í 75 ÁR Eirikur Lindenskov Sunnudagin 22. juli 1962 gjørdust B36 føroyameist- ari í fótbólti í 1. deild. Sosialurin skrivar, at tað vóru TB og B36, ið leiktu í Havn. B36 vann dystin 1- 0. Tveir aðrir landskapp- ingardystir vórðu eisini leiktir hendan dagin. Tað vóru meðaldeildar- og dreingjaliðið hjá ÍF, ið leiktu móti B36. Eisini hesar dystirnar vann B36. meðaldeildardystin við 6-2 og hin dystin við 5-1. B36 føroyameistari 1966: Peningur komin í ítróttin Sosialurin hevði tann 18. juli í 1962 samrøðu við Niels Juel Arge, útvarpsstjóra, sum gramdi seg um, at ítróttarfeløgini vóru farin at krevja pengar frá útvarpinum fyri at varpa út dystir og kappingar Niels Juel Arge varpar út kappróður umleið 1960. Í 1962 harmaðist hann um peningalig krøv frá ítróttarfeløgum fyri at útvarpa dystir Sosialurin Nr. 107 - 8. juni 2002 3 SAMRØÐA Heri á Rógvi Tú hoyrir, at tey duga væl at tosa føroyskt, og tað gera tey sanni- liga eisini. Beinanvegin vit koma inn er tað føroyskt, vit hoyra. Einki hálvt ella lítið skiljandi føroyskt. Tað eru tvey sera fryntlig og væl tosandi fólk, sum bjóðað tær innum og við brádd- um huga greiða frá teirra upp- livingum við tí trupla føroyska málinum. Tey komu til Føroya úr heim- landinum Rumenia í 1998. Tey flestu kenna mestur tey bæði, tí ørindini í Føroyum vóru og eru at venja og spæla við VÍF. Hondbóltin leggja vit tó á hillina hesaferð. Tá tey komu til Føroya dugdu tey bæði at tosa enskt, og alt samskifti við fólk var eisini á enskum. Tað gekk eisini rímiliga væl, tí nógv fólk – serliga tey yngru – duga væl at tosa enskt. Teir eldru íbúgvarnir í Vest- manna vóru kanska ikki so glaðir fyri at tosa enskt, og tey bæði Ioana og Daniel vildu fegin læra føroyskt, og flestu fólkini høvdu bestan hugin at tosa føroyskt við tey bæði. – Vit vildu fegin læra føroyskt. Eg eri tó sannførdur um, at høvdu vit ikki duga enskt, so hevði tað als ikki borið til. Vit vóru vís í, at vit ongantíð fóru at læra málið, tá vit komu, men tað hava vit so gjørt allíkavæl, sigur Daniel, sum leggur afturat, at honum als ikki dámar at tosa enskt við føroyingar. Hann heldur, at tað er partur av ment- anini, at fólk hava so lætt við at skifta til eitt fremmandamál, tá tey tosa við fremmanda fólk. Tey bæði, Ioana 25 og Daniel 27 ár, hava verið í Føroyum í fýra ár, síðani tey komu til ólavsøkudag 1998. Fyribils bíðar enn eitt ár í Føroyum. – Tú mást læra málið, um tú skalt skilja mentanina, sigur Ioana. Munur á Tað gongur sum smurt, tá tey bæði greiða frá, og tú mást mestsum minna teg sjálvan á, at talan skal gerast um eina grein um útlendingar og føroyskt mál. Tey bæði húsast í einum hús- um, sum standa mitt í bygdini, og ítróttarhøllin og skúlin eru ikki meira enn nøkur fet frá húsunum. Tey eru rættiliga vorðin miðpunkt í hondbólts- bygdini Vestmanna. Málið hjá teimum brýtur heldur ikki av frá restini av bygdini. Tað eyðkenda seigliga vestmannamálið hevur eisini fest røtur hjá ný-vestmenn- ingunum úr Rumenia. Tað var tó munur á, hvussu skjótt tey lærdu at tosa føroyskt. Longu hálvt ár eftir, at tey vóru komin kom Ioana á lagið, og hon kundi samskifta við hinar á liðnum og onnur. Seks mánaðir seinni kundi Daniel so smátt byrja at samskifta á føroyskum. – Konufólkið tók sær rættiliga av mær. Tær gjørdu sær stóran ómak við at læra meg føroyskt. Tær vóru tolnar og tóku meg við í bindiklubb og annað, og tað gjørdi veruliga ein mun, at tær tóku sær tíð til at læra meg at tosa og skilja føroyskt, sigur Ioana, sum heldur, at hetta er fremsta orsøkin til, at hon gjørdist stinn í føroyskum eftir so stuttari tíð. Hugurin hjá mannfólkinum at læra Daniel var ikki tann sami. So við og við mentist Daniel eisini við tí føroyska, og hann er í dag rættiiga væl fyri. – Tað kendist ógvuliga frustrerandi fyri meg ikki at kunna fylgja við, hvat onnur søgdu. Tá tey tosaðu saman og skemtaðu, so kundi eg als ikki fylgja við, og hetta ørkymlaði meg nógv, sigur Daniel. Tað hevur tó heldur ikki verið uttan stríð, at tey bæði havi lært føroyskt. – Nógv er komið burturúr dagligdegnum, men vit hava eisini fingið nógva hjálp, siga tey bæði við ein munn. Hjálpin er komin nógvastaðni frá. Fleiri av kvinnupartinum av Vestmanna hava hjálpt Ioanu, og ein teirra var eisini til staðar, tá vit vitjaðu í Vestmanna seint eitt mánakvøld. Daniel hevur m.a. fingið eina hjálpandi hond frá tannlækn- anum í bygdini, og tað hevur munað væl. Tey hava tó eisini sitið heima og kýtt seg. Tað eru á einum máli um, at sjónvarpi hevur havt stóran týdning. Teir sendingar, sum eru tekstaðar, læra rumen- arnir nógv av. – Vit læra nógv av sjónvarp- inum. Tað er keðiligt at so fáar sendingar eru tekstaðar við føroyskum teksti, tí á henda hátt læra vit týdningi av hópin av orðum, og málið er eisini rætti- ligt føroyskt. Vit lærdu í roynd og veru danskt, áðrenn vit lærdu føroyskt, tí so nógvar sendingar høvdu danskan tekst, og tað var eingin trupulleiki, siga tey bæði. Bæði dáma og duga tey væl enskt, og hetta hevur eisini gjørt tað lættari, men tað ber ikki til at umseta alt úr enskum, tí mál- læran er als ikki tann sama, halda tey. – Vit vildu fegin læra føroyskt, og vit royndu og royndu, hóast fólk høvdu hug at flenna, men tey meintu ikki nakað ilt við tí, sigur Ioana. Tey heita á teirra vinfólk um at rætta tey, tá tey siga okkurt skeivt. Tað siga samstundis, at fólk hava vant seg somikið nógv við tey, at villurnar verða ikki lagdar til merkis. Rumenskt er eitt mál av latínskum uppruna, og skuldi ikki líkst føroyskum nakað stórvegis. Tey hava tó lagt til merkis fleiri orð, ið líkjast í teimum báðum fremmandu málunum. Tey duga tilsamans nógv mál nú, men eitt eru tey samd um: – Føroyskt er sum einki annað mál. Tað er nakað heilt serligt, siga tey bæði flennandi. Tey greiða frá, at tey fingu ein rættiligan hvøkk og vistu ikki síni livandi ráð, tá tey fyrstu ferð hoyrdu føroyingar tosa. – Føroyingar eru teir einastu í heiminum í tosa, meðan teir anda inn, verður sagt, og láturin rungar, tá hugsað verður aftur á løtuna, føroyska málið fyrstu ferð opnaði seg fyri teimum. Lærarar Fyrstu tíðina fingist tey burturav við hondbólt, men hesi seinnu árini hava tey eisini fingist við at vera lærarar. Bæði hava tey útbúgving frá lærdum háskúla í Rumenia. Skipanin er øðrvísi í Rumenia, og tey bæði eru útlærdir lærarar í ítrótti, sum tey hava nýtt fýra ár fyri at læra. Tey hava førleikan til at undirvísa á lærdum háskúla. Hesi seinastu árini hava tey mest undirvíst í ítrótti í Vestmanna skúla. Tey undirvísa eisini í øðrum lærugreinum. Øll undirvísingin er á føroyskum. Undirvísingin gongur eisini væl, og næming- arnir hava ongar trupulleikar við at skilja tey. Enn undirvísa tey bæði ikki í lærugreinini føroyskt. – Tað er heilt øðrvísi at tosa við lærarar. Teir nýta heilt onnur orð – annað mál, sigur Ioana. Seinasta árið hava tey gingið á læraraskúlanum á skeiðið í føroyskum. Tey hildu av fyrstan tíð, at talan var um eitt skeið fyri lærarar av fremmandum upp- runa, men tað varð heldur talan um eitt skeið fyri lærarar í før- oyskum. Har hava tey tó lært nógv frá køna læraranum Árna Dahl. Munnligi parturin hevur verið lættari enn tann skrivligi. Tey eru samd um, at enn er nógv eftir at læra, og tey ætla eisini at halda áfram við at læra meira. – Okkum dámar væl at læra alt frá grundini. Vit fara at læra meira hvønn dag, ljóða síðstu føroysku orðini frá teimum báðum á hesum sinni. Daniel og Ioana Rapa: –Føroyskt er nakað heilt serligt Tað tók henni eitt hálvt ár og honum eitt ár at koma á lagið við føroyska málinum. Tey bæði undirvísa nú á føroyskum sum lærarar í Vestmanna skúla, og nú stendur ikki á at tosa føroyskt. – Føroyskt er nakað heilt serligt og líkist ongum øðrum, siga tey bæði, Daniel og Ioana Rapa Daniel og Ioana Rapa stórtrívast í Vestmanna, har tey hava búð í fýra ár. Føroyska málið hava tey eisini tikið til sín. Enn tosa tey rumenskt saman, men við øll onnur tosað tey føroyskt uttan nakran trupulleika. Mynd: Finnur Justinussen C M Y K 23 22