Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-08, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. juni 2002síða 13

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Sosialurin Nr. 107 - 8. juni 2002 FÓTBÓLTSHUGUR Jákup Mørk Fyrsta HM-endaspælið, har vit í Føroyum veruliga høvdu hug at fylgja við, var endaspælið í Spania í 1982. Sjálvur var eg tá átta ára gamal, men minnini frá teirri ferðini sita mær framvegis rimmarføst. At varpa beinleiðis bar als ikki til. Dystirnir vóru harafturmóti sendir upp til Sjónvarpið á bandi, og um floglíkindini annars vóru til vildar, so kundi tú síggja dyst- in kvøldið eftir at hann var spæl- dur, men hetta tók á ongan hátt spenningin burtur. Skuldi tú hava úrslitið alt fyri eitt, kundi bara lurtast á onkrari útvarpsrás, men hóast hetta, so var tað nakað einastandandi eisini at kunna síggja livandi myndir frá hesum. Maradona, Zico og Rossi Einum fótbóltsáhugaðum smá- dreingi so líkt, so var heilt skjótt, at nakrar hetjur vórðu funnar. Fyrst og fremst var tað argentin- ski bóltsnillingurin, Maradona. Bert 21 ára gamal var hann longu vorðin heimsins dýrasta fótbóltsleikari, tá Barcelona keypti hann fyri fleiri enn 60 milliónir krónur, og nú skuldi hann hjálpa Argentina at verja HM-heitið. Meðan kappingin leið, komu tó aðrar stjørnur á himmalin. Stjørnur, sum als ikki vóru til í mínum hugaheimi undan hesari kappingini, men sum framvegis í dag standa feskar í minninum. Brasilska liðið við Zico á odda stóð fyri kanska vakrasta fót- bóltinum, sum yvir høvur varð sýndur, men undirhaldið og spæligleðin mátti tó lúta, tá italiumenn við stórskjúttanum, Rossi, á odda fingu ferð á. Og tá Maradona endaði sítt HM við at verða rikin av vølli, misti alt eitt sindur av sjarmu, og tó at spenn- ingurin sjálvsagt varð varveittur í seinastu fýra dystunum, so høvdu hesir ikki heilt sama áhuga, sum teir undanfarnu 48. At Italia gjørdist heimsmeistari var kanska uppiborið, men tað var tó um reppið, at teir als ikki vóru við í kappingini. Cameroon við víðagitna Thomas N’Kono í málinum mundi steðgað teimum longu í innleiðandi bólkinum, men Italia slapp víðari við trim- um javnleikum og málmuninum 2-2. Cameroon hevði trý stig og málmunin 1-1. At N’Kono gjørd- ist so víðagitin, komst serliga av, at hóast hitin í Spania hetta summarið lá um tey 40 stigini, meðan spælt var, so var málverj- in í longum buksum, so hann ikki skuldi gerast ov kaldur! Maradona á tindunum Í mun til hesa fyrstu HM-kapp- ingina við skíggjan, var nógv broytt, tá komið varð fram til Mexico og 1986. Fyrst og fremst var tann broyt- ingin, at nú kundi sendast bein- leiðis. Sjónvarpið hevði fingið til vega røttu útgerðina, so til bar at samsenda við Danmarks Radio, og tað í sjálvum sær var nakað heilt serligt. Ikki minst tað, at tú nú vart noyddur at sita uppi hálv- ar nætur, gjørdi tað enn meira serligt, og so var Danmark eisini við. Dynamitt-dreingirnir hjá Sepp høvdu seinastu fýra árini ella so bergtikið okkum her á landi. Tá fótbólturin varð leiktur í skúla- garðinum ella aðrastaðni vóru stjørnurnar ikki longur heilt so fjarðar, sum tær onkun tíð áður vóru. Nei – nú vóru tað Elkjær, Laudrup, Simonsen og Olsen, sum vóru stóru hetjurnar. Fram- vegis stjørnur, sum tú neyvan kundi droyma um at koma á tal við, men í øllum førum stjørnur, sum tosaðu eitt mál, sum tú skilti, og tí kanska vóru eitt sind- ur meira ítøkjuligar enn tær, sum áður høvdu verið. Danska fótbóltsveitslan vardi í tríggjar dystir. Tríggir dystir, har undirhald og mál stóðu ovast á dagsskránni, og har avbukingin av Uruguay stóð ovast á skránni. Danska dynamittið gjørdist tó ein fusari av teimum stóru, tá Butragueno og Spania góvu døn- um aftur av egnari skuffu. At danir vóru úti, kendist tó ikki sum tann heilt stóra kata- strofan. Hóast hjartað sjálvandi eisini bukaði í takt við danska slagsangin »re-sepp-ten« so var upprunaalskurin til Maradona ongantíð gloymdur. Nú var hann fýra ár eldri, og hóast sín lutfalsliga unga aldur á aldukambinum í yrkislei síni. Sjálvsagt hevði hann góðar við- leikarar, men hann einsamallur var nú maðurin, sum dróg Argentina fram í fremstu røð, og sera hóskandi var hann eisini maðurin, sum sendi avgerandi sendingina, tá Burrochaga skeyt avgerandi málið í 3-2 finalusigri- num. Argentina varð sostatt uppibor- Maradona var hin størsti Fyri sættu fer kunnu føroyingar í hesum døgum fylgja við í sjónvarpinum, tá endaspælið í HM verður leikt. Undanfarnu fimm ferðirnar hava á minniligan hátt skapt nøkur av bestu fótbóltsminnunum í heiminum. Stjørnur eru føddar og jarðaðar, og tann størsta av hesum var uttan iva lítli krúlluti argentinin Av øllum teimum stjørnum, sum hava verið á skíggjanum seinastu 20 árini, mundi eingin vera størri enn Maradona, og slalom- mál hansara móti Onglandi er kosið sum hitt besta í søguni Mynd úr bókini: El Diego Sosialurin Nr. 107 - 8. juni 2002 5 ni vinnarin av HM, men umframt hetta og leiklutin hjá dønum, so gav hendan kappingin okkum eisini fleiri minnisverdar dystir. Belgiski 4-3 sigurin á Russisku maskinuni og fjórðingsfinalan millum Frakland og Brasilia vóru kanska hæddarpunktini í so máta. Milla og hinir Sama dag, sum tíggjunduflokk- arnir kring landið høvdu seinastu veitsluna hetta árið, varð HM- kappingin í Italia sett í 1990. Longu í fyrsta dystinum var heimurin vitni til eina sensatión, tá Cameroon í setunardystinum feldi verandi meistararnar úr Argentina. Hetta var tó bert byrjanin til eina kapping, sum skuldi vísa seg at bera hópin av óvæntaðum úrslitum við sær. Costa Rica megnaði í kapping við Svøríki og Skotland at spæla seg víðari úr bólkaspælinum. Og so ikki at gloyma Camerron, Við 38 ára gamal stórskjúttanum, Roger Milla, á odda vann liðið seg fram til 1/4 finalurnar, har teir tó taptu tepurt fyri Onglandi. Umframt Milla, so vóru sjálv- andi eisini aðrir leikarar, sum gjørdu um seg. Lothar Mathäus var kanska heimsins besti leikari um hetta mundi, og við Týsk- landi vann hann HM-kappingina. Í finaludystinum – sum kanska var hin keðiligasti í søguni – vann Týskland á Argentina við einum ivasomum brotssparki. Argentina hevði annars tvær av stóru stjørnunum í kappingini. Málverjin, Goycochea, var upp- runaliga eykamaður, men tá Pumpido varð skaddur, slapp sprellimaðurin í málið. Ikki altíð var stílurin so reinur, men hann hevði óvanliga gott tev fyri brotsspørkum, og var tað ikki fyri honum, hevði Argentina neyvan komið til finaluna. Tað høvdu teir heldur ikki uttan Maradona. Hann var ikki eins væl fyri sum ’86, men í løtum vísti hann klassa, og ikki minst var hann maðurin aftan fyri sigurin á Brasilia í 1/8-finaluni. Maradona varð tó at enda noydd- ur at sleppa HM-steypinum, tá hann grátandi kundi staðfesta, at Týskland hevði vunnið finaluna. Og so var tað eisini Schillachi. Juventus framherjin hevði bert spælt ein landsdyst undan HM, men hann tók øll á bóli, tá hann gjørdist toppskjútti í kappingini. Hann skoraði hvørja ferð, hann var á vøllinum, og ein nýggj stjørna varð funnin. Hon lýsti tó ikki leingi, men hendan mánaðin í Italia var Schillachi meira enn nakar annar hetjan hjá lands- monnum sínum. Pannukøkurnar hjá ommu Í mun til heldur skuffandi fót- bóltsupplivilsi í Italia, so gjørdist HM í USA fýra ár seinni til eina sanna fótbóltsveitslu. Gaman í gjørdist finaludystur- in tann fyrsti í søguni, sum end- aði málleysur, og tí mátti brots- sparkskapping til, áðrenn Brasil- ia kundi kjósast meistari, men í undanfarnu 51 dystunum høvdu hyggjarar kring heimin fingið fótbóltsundirhald í heimsklassa. Eins og átta ár frammanundan, so gekk størsti parturin av hesi kappingini fyri seg um kvøldar- nar og helt so á til langt út á nátt- ina, og í so máta var hetta kan- ska talan um hugnaligasti HM fyri mítt viðkomandi. Soleiðis at sita og fyreika seg til royndirnar á Handilsskúlanum við sjón- varpinum frá, meðan omman kom við nýbakaðum pannu- køkum. Júi sanniliga var tað hugnaligt framman fyri skíggjan hesar næturnar. Og sum sagt, so var undirhald- ið á skíggjanum í nógvum førum framúr. Svøríki gjørdi norðan- londum stóran heiður, tá teir vunnu bronsu. Í bronsudystinum spældu teir annars móti Bulgaria, sum fram til tá ongan HM-dyst hevði vunnið. Í USA vunnu teir tveir, og var hetta nóg mikið at tryggja teimum 4. plássið. Dramatikkurin restaði heldur ikki uttan fyri vøllin. Columbia, sum kanska var mest eyðkent við gularótshárinum hjá Valdarama, kom ikki víðari úr bólkaspæli- num. Størsta beinleiðis órsøkin til hetta var sjálvmálið, sum Escobar gjørdi, og heimaftur- komin mátti hann bøta fyri hetta við lívinum. Og so var tað enn einaferð Maradona. Hesa ferð gjørdist tal- an um eitt endaligt farvæl til barndómshetjuna. Eftir at hava sitið ein narkodóm av sær, hevði hann gjørt fleiri royndir at koma aftur á altjóða pallin, men hvørki í Sevilla ella hjá Newell Old Boys hevði hetta eydnast serliga væl. Uttan at hann nú hevði nak- að felag, skuldi hann fyri sein- astu ferð stjørna argentinska landsliðnum, 33 ára gamal. Móti Grikkalandið skeyt hann eitt av argentinsku málunum, og eisini átti hann sín lut í sigrinum á Nigeria. Men hetta skuldi gerast seinasti landsdysturin fyri hans- ara viðkomandi. Eftir dystin av- dúkaðu landroyndir, at hann hevði tikið ólógliga evnið, effe- drin. Hóast hann bedýraði, at hetta ikki var gjørt tilvitað, so var revsingin hørð. nýtt 15 mán- aða leikbann frá øllum fótbólti. Eisini fyri Argentina merkti hetta endin á kappingini. Liðið var sjónliga ávrikað av tilburðinum í næstu dystinum, og tó at teir vóru partur av kanska mest undirhaldandi dystinum í HM, so merkti 3-2 tapið fyri Rumenia eisini farvæl hjá teimum. Steypið kom heim Tað var franski Jules Rimet, sum av fyrstan tíð fekk hugskotið til HM-kappingina í fótbólti. Hann slapp ikki sjálvur at síggja dreym sín renna út, men fyrstu mongu kappingarnar – fram til 1970 – kappaðust londini um steypið, sum var uppkallað eftir honum. Hóast talan nú er um nýtt steyp, so man tað ivaleyst hava frøtt gamla fraklendingin – hvar hann so enn er – at steypið á heimavølli í 1998 varð vunnið til Frakland. Og at heitið eisini var uppibor- ið, man fáur ivast í. Við bóltsnill- inginum Zidane á odda bergtók franska landsliðið mangan hyggj- ara við bæði vøkrum og effektiv- um fótbóltsspæli. Í sjálvum finaludystinum góvu teir valla Brasilia nakran møguleika. Finalan sjálv fekk annars eitt merkisvert eftirspæl. Stóra stjørnan hjá Brasilia, Ronaldo, stóð ikki á upprunaligu liðupp- stillingini, men beint fyri dystin komu nýggj boð. Ronaldo spældi eins og liðfelagarnir ein vánalig- an dyst, og eftir dystin vísti tað seg, at alt hevði ikki ruggað rætt hjá ungu stjørnuni. Helst sum úr- slit av sálarligum trýsti hevði hann verið álvarsliga sjúkur beint undan dystinum, men kortini kendi hann seg noyddan at spæla. Og hóast alt gjørdist talan um eina kapping, har undirhaldið eisini var á einum hampuliga høgum støði. Millum mest óvæntaðu hendingarnar var, at Spania ikki megnaði at spæla seg víðari í kappingini, sum nú fyri fyrstu ferð taldi 32 lið, og enn stendur avrikið hjá debutant- unum úr Kroatia fekst í minni- num. Teir gjørdu ikki mætari enn at vinna bronsumerkini. Og so var tað eisini dysturin millum Ongland og Argentina, sum við útvísingini av Beckham, málinum hjá Owen og dramat- iska endanum við brotssparks- kappingini avgjørt var mest spennandi dysturin í kappingini. Aftur við skíggjan Nú er so enn ein HM-kapping farin ígongd. Kanska ein av meira óhøgliga slagnum, tí hesa ferð gongur alt fyri seg um morgunin, tá fólk flest eru til ar- beiðis. Tað er tó lítið at ivast í, at á flestu arbeiðsplássum man okkurt sjónvarp vera riggað til, soleiðis at fylgjast kann við, hvussu gongst hjá ymsu pørt- unum. Akkurát hvussu fer at ganga hesaferð, er sjálvandi vónleyst at meta um, men longu nú eru ábendingar um, at alt ikki fer at ganga heilt soleiðis, sum framm- an undan mett. Við Senegal, Japan og Suður Korea eru fyrstu óvæntaðu úrslitini longu komin, og hetta í sjálvum sær er ein av garantunum fyri undirhaldinum. Undirhaldinum á vøllinum, sum ger, at HM er ein hin størsta ítróttarhendingin yvirhøvur. Ein hending, sum í ein mánað gandar hálvan heimin við skíggjan. Iva- leyst við fallandi effektiviteti á nógvum arbeiðsplássum, men hvat so. Lívið er eisini annað enn arbeiði. Umframt at vera ein framúr leikari, so var hann eisini ein sera kontro- versiellur persónur. Millum annað helt hann leingi fast um, at tað var Guds hond, sum skoraði hetta málið Mynd úr bókini: El Diego Ein hin størsta stjørnan í HM í 1982. Brasiliumaðurin, Zico. Saman við landsmonnum sínum sýndi hann sannan samba-fótbólt, men tað rakk ikki longur enn til næsta bólkaspælið Mynd úr bókini: Brasiliansk fodbold Mest eyðsýndi leikarin hjá Columbia var uttan iva Carlos Valdarama. Men umframt hetta, munnu tey flestu helst minnast liðið orsakað av Andrés Escobar. Leikarin sum gjørdi sjálvmál og mátti bøta fyri hesum við lívinum Mynd úr bókini: Fodbold ’94, internationale kampe Fraklendingar uppfunnu HJM-kappingina, men tað skuldu ganga 68 ár frá fyrstu kappingini, til steypið endiliga fann veg til Frakland Mynd úr bókini: Fobdbold VM 1998 C M Y K 25 24