Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-08, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. juni 2002síða 15

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 107 - 8. juni 2002 29 KRÍGSMINNI Árni Joensen Tann 8. apríl í 1940 søkti polski kavbáturin "Ozel" týska troppa- skipið "Rio de Janeiro" uttan fyri Lillesand í Noregi. Í veruleika- num átti tilburðurin at verið ein kærkomin ávaring til norðmenn, tí fleiri av teimum týsku her- monnunum, sum vórðu bjargaðir í land, greiddu sínum bjargingar- monnum frá, at teir vóru á veg til Bergen at verja Noreg ímóti ong- lendingum. Men norsku leiðarar- nir skiltu ikki álvaran, og dagin eftir var sum kunnugt ov seint. – Vit sóu ikki eitt einasta menniskja á dekkinum á skipi- num. Men so skjótt sum tann fyrsta torpedoin brast ímóti skipssíðuni, uddi í týskarum. Fleiri lupu í havið. Eg gloymi ongantíð tríggjar týskarar, sum eg sá liggja í sjónum. Tað vóru ungir menn, og teir vóru so nær okkum, at eg sá týðiliga andlitið á tveimum teirra. Tann triði lá við andlitinum niður í sjógvin. Hinir báðir hildu í klæðini hjá hvør øðrum. Sum frá leið róku teir burtur frá okkum. Hetta er tað fyrsta veruliga krígsminnið hjá tí nú 82 ára gamla pólendinginum Marek Oldakowski. Tá, hendan dagin í apríl í 1940, var hann 20 ára gamal og ein av manningini á polska kavbátinum "Ozel", og í mong ár hevur hann verið tann einasti, sum kann greiða frá til- burðinum uttan fyri Lillesand. Tríggjar vikur aftan á tilburðin við Lillesand vórðu Oldakowski og ein av feløgum hansara um- borð á "Ozel" settir á land í Skotlandi, so teir kundu fáa sær herflotaútbúgving har. Hetta bjargaði lívi teirra, tí ein lítlan mánað seinni hvarv "Ozel" við mann og mús í Norðsjónum. Felagin, sum fór í land saman við Oldakowski í Skotlandi, fall í bardaga í 1943, og tískil var bara Marek Oldakowski eftir av manningini á kavbátinum. Skuldi taka skipið Fyri trimum vikum síðani var tann nú 82 ára gamli pólending- urin í Oslo, har hann varð boðin at greiða Haraldi kongi frá til- burðinum fyri 62 árum síðani. Og hóast árini eru mong, minnist hann væl tað, sum hendi. – Vit vóru einir 60 mans um- borð á kavbátinum. Tíðliga um morgunin tann 8. apríl sóu vit eitt fremmant skip. Við ljóskast- aranum góvu vit skipinum boð um at steðga, men ikki fyrr enn vit høvdu latið nøkur skot av við maskinbyrsuni, steðgaði skipið. Vit sóu nú, at skipið æt "Rio de Janeiro", men vit sóu ikki, hvað- ani tað var, tí máling var smurd oman á heimstaðarnavnið. Hetta var tó ikki serliga væl gjørt, tí tá vit kikaðu eftir tí, sóu vit, at skipið var úr Hamburg. Vit signaleraðu til skipið, at tað skuldi senda ein bát yvir til okkara við pappírunum hjá skip- aranum. Samstundis avráddu vit okkara millum, at vit skuldu taka skipsbátin og síðani fara umborð á týska skipið. Sjálvur skuldi eg leiða álopið, og átta væl vápnaðir menn skuldu koma við mær. Vit sóu, at týskararnir loraðu ein bát niður á sjógvin, men tá báturin varð liggjandi við skips- síðuna, signaleraðu vit aftur, at vit vildu hava bátin yvir til okk- ara. Bæði vit og tað týska skipið vóru nú rikin inn um tað norska markið. Júst sum vit lógu har, fleyg eitt norskt flogfar uppi yvir okkum, og vit skiltu, at norð- menn nú vistu, hvar vit vóru. Meðan vit soleiðis bíðaðu eftir týska bátinum, hoyrdi telegrafist- urin hjá okkum, at "Rio de Janeiro" bað eitt annað týskt skip um hjálp. Vit skiltu nú, at skipið ætlaði ikki at gera eftir boðum okkara, og vit gjørdu klárt til at leypa á. Áðrenn vit løgdu okkum undir vatnsskorpuna, signaleraðu vit til týska skipið, at vit gjørdu klárt til at søkkja tað. Tá høvdu vit ligið einar 15 - 20 minuttir og bíðað." Sakk eftir 15 sekundum Polski kavbáturin hevði ongantíð verið í bardaga fyrr. Hetta var ein sera væl útgjørdur kavbátur, sum pólendingar høvdu bygt á einari skipasmiðju í Niðurlond- um í 1938. Síðani týskararnir høvdu hersett Póland, hevði kav- báturin verið undir bretsku flota- leiðsluni. Marek Oldakowski greiðir soleiðis frá fyrsta álopi- num hjá "Ozel": – Eg og felagi mín, sum æt Sopocko, skiftust um at ganga vakt fyri yvirmenninar. Sjálvur stóð eg á kommandoplássinum, tá tann fyrsta torpedoin varð skotin avstað. Hetta var klokkan 11.55. Men "Rio de Janeiro" sakk ikki, og vit sigldu rundan um tað einaferð. Klokkan 12.45 sendu vit ta næstu torpedoina av- stað ímóti hinari skipssíðuni. Hesaferð raktu vit væl." Tann seinna torpedoin hjá "Ozel" rakti eftir øllum at døma eina lóðurgoymslu umborð á "Rio de Janeiro". Spreingingin var so hørð, at hon hoyrdist bæði til Arendal og Kristiansand. Týska troppaskipið fór av um tvøran og sakk eftir 15 sekund- um. Av teimum 355 monnunum, sum vóru umborð, doyðu 183. Umborð vóru eisini 73 ross, 71 hernaðarakfør og tíggju loft- verjukanónir. Eftir at vera komin til Bret- lands sigldi Maek Oldakowski í bretska herflotanum. Eftir krígg- ið sigldi hann sum skipari, til hann búsetti seg í Bretlandi. Í 1990 varð hann heiðraður í Noregi fyri sín lut í tilburðinum uttan fyri Lillesand. Eingin veit, hvar "Ozel" sakk, men bretski herflotin helt, at polski kavbáturin hevði siglt á eina minu í Norðsjónum. Nógvar royndir eru gørdar at finna vrak- ið, men Marek Oldakowski vón- ar ikki, at gamli kavbátur hans- ara verður funnin. – "Ozel" er søguligur. Mennin- ir umborð eiga at fáa frið at hvíla – á havsins botni eins og "Rio de Janeiro", heldur hann. 8 Sosialurin Nr. 107 - 8. juni 2002 So er HM í fótbólti rættiliga komið í gongd. Vit hava upp- livað tað so ofta fyrr. Og sum vit eru von við, aðru hvørja ferð, eru HM-dystirnir keði- ligar tíðir, soleiðis at ikki er lætt at hyggja. Tá HM verður hildið í Amerika, sum t.d. í 1994 í USA, eru dystirnir um náttina, tí klokkan hjá okkum er 7-9 tímar frammanfyri klokkuna har yviri. Hesa ferð er HM í Japan og Suður- Korea, og nú er klokkan hjá okkum 7 tímar aftanfyri klokkuna, har HM er. Sostatt noyðist man í staðin tíðliga upp summar dagar fyri at hyggja eftir fótbólti. Leygarmorgunin sótu vit fimm mans og drukku morgunkaffi, meðan Danmark spældi sín fyrsta dyst, sum var ímóti Uruguay, og sum teir vunnu. Dysturin var so spenn- andi, at tá Danmark fekk mál- ið til 2-1 var neyðugt at rópa hart, hóast man afturfyri varð skírdur sambandsmaður. Tað kann man saktans liva við ein dag, tá danska landsliðið hev- ur vunnið. Eg eri ikki tað man rópar fótbóltsfanatikari. Eg tími ikki at hyggja eftir nógvum dyst- um, men eg vil kortini fegin vita hvør vinnur, og eg fylgi við fótbóltinum, sum var tað tíðindi. Eg vil vita úrslitini, og eru tey óvæntað, biði eg onk- ran, sum hevur sæð dystin, um viðmerkingar og analysu. Danir eru sum vera man rættiliga spentir, og tykjast vónirnar eisini at vera rætti- liga góðar. Vinna teir á Sene- gal í ovurmorgin (hósdagin 6. juni), eru teir so gott sum víð- ari til áttandapartsfinaluna. Hinvegin er ikki betur enn so statt, at vinna teir ikki á Sene- gal, men tapa ella spæla javnt, skulu teir rokna við at noyðast at vinna ávikavist spæla javnt ímóti heims- og europameist- arunum úr Fraklandi í seinasta dystinum í bólkinum. Næstan allir dystirnir í HM- kappingini, og í øllum førum allir dystirnir, sum Danmark kemur at spæla, verða at síggja annaðhvørt hjá Dan- marks Radio ella hjá kapping- arneytanum Tv2. Øll í Dan- mark síggja hesar støðir. Stór ballada varð í fjør, tá onkrir dystir úr kvalifikatiónskapp- ingini hjá Danmark einans vórðu vístir á TvDanmark, sum ikki øll síggja. M.a. varð ministarin kallaður í samráð í Fólkatinginum. Millum fyrstu tíðindainn- sløg plagar at vera, hvussu gongur við skaðunum hjá leik- arum, sum fingu snuddir í seinasta dysti. Martin Jørgen- sen hevur havt steðg undan HM-kappingini vegna skaða, so hann spælir ikki heilan dyst enn. Framgongdin hjá honum er tíðindi. Í dystinum ímóti Uruguay fekk Stig Tøfting ilt í annan fótin, men tað gongur framá við tí, eisini tað er tíð- indi. Peter Madsen var áhald- sin undir venjing og fekk ilt í knæið, tað er so tíðindi. Hetta er næstan sum tá Jeltsin ráddi fyri borgum í Kreml, og út- varpið dagliga segði frá krími- num hjá honum, ella um hann skuldi hava fleiri bypass skurðviðgerðir. Summi ganga nógv, ja næst- an bara upp í hagtøl. Hvør hevur gjørt flest HM-mál, hvør hevur spælt flest HM- dystir, gjørt flest mál í einum og sama HM-dysti, gjørt skjótasta mál í HM-dysti. Og sjálvandi, hvør hevur vunnið flest HM-heiti. Longu seinasta dag í hesum mánaðinum er tað liðugt, og vit vita hvør verður heims- meistari. So ganga fýra ár til HM-kapping verður aftur, tá verður tað í Týsklandi. Tíbetur er EM longu um tvey ár, so tað ikki verður alt ov leingi at bíða. Eitt gott at gleða seg til er, at um okkara leiðir verða dystirnir bæði í 2004 og 2006 vístir um kvøldið, tá fólk flest hava frí. HM-fepur TELDUBRÆVIÐ Frá: Flóvin Eidesgaard, Keypmannahavn, flovin@math.ku.dk Til: turid@sosialurin.fo Evni: Vikuskifti Tað seinasta vitnið Fyrr í hesum mánaðinum fekk Haraldur kongur í Noregi eina sjáldsama vitjan. Gesturin var ein 82 ára gamal pólendingur, sum hevði sína serligu søgu frá seinna heimsbardaga at siga kongi Vegna barnsburðarfarloyvi er eitt áhugavert og fjølbroytt starv sum fulltrúi í Mentamáladeildini leyst at søkja. Setanartíðin er frá 1. august 2002 til 1. apríl 2003. Mentamálastýrið er skipað í 3 deildir: Fólkaskúla- deild, Vinnu- og Miðnámsskúladeild og Mentamála- deild. Herumframt er ein stápsdeild við løg- og búskaparfrøðingum. Í Mentamáladeildini starvast, umframt deildarstjóran,tveir fulltrúar,ein ráðgevi og ein skrivari. Starvið Høvuðsuppgávurnar hjá fulltrúanum eru m.a.: • At umsita, tryggja menning og samstarv og røkja samskiftið við teir skúlar, stovnar og øki, ið eru undir Mentamála-deildini, herundir serliga Sjúkrasystraskúlan og Almanna- og Heilsuskúlan, og at taka sær av málsviðgerð í hesum sambandi • At røkja samskiftið og málsviðgerð í sambandi við fólkakirkjuøkið • At umsita ymiskar stuðulsjáttanir • At ráðgeva og vegleiða í spurningum innan økið, tilevna uppskot til lógir, kunngerðir, reglur o.a. • At taka sær av málsviðgerð sum heild • At átaka sær ávísar avmarkaðar og/ella tvørgang- andi uppgávur eftir deildarstjórans avgerð • At taka lut í arbeiðsbólkum • At røkja aðrar fyrisitingarligar uppgávur Fulltrúin skal tryggja, at nevndu uppgávur verða loystar á einum høgum fakligum stigi, og at manna- gongdir eru í samsvar við nútímans krøv. Førleikakrøv Umsøkjari skal • hava útbúgving frá lærdum háskúla ella aðra við- komandi útbúgving • kunna arbeiða sjálvstøðugt umframt samstarva í arbeiðsbólkum o.l. • vera fyrikomandi og hevur góð samstarvsevnir • hava áhuga fyri avbjóðingum og vilja til at royna nýggjar leiðir. Vit bjóða Starvið er spennandi við skiftandi uppgávum og við nógvum samskifti inn- og úteftir.Arbeiðið er á einum høgum fakligum stigi og møguleikarnir fyri bæði persónligari og fakligari menning eru góðir. Setanar- og lønartreytir Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjar- málastýrið og avvarðandi yrkisfelag. Umsókn Umsókn við prógvum, C.V. o.ø skulu sendast til: Mentamálastýrið Postrúm 3279 110 Tórshavn Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 1. juli 2002, kl. 12.00. Nærri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til Jóannes Dalsgaard, deildarstjóra, t-post: joannes@mms.fo,tlf.355050 og 215052,Kristionnu S. Jacobsen, fulltrúa, t-post: kristianna@mms.fo, tlf. 355050 og 215037, ella Petur Petersen, aðalstjóra, t- post: petur@mms.fo, tlf. 355050. Avloysari fyri fulltrúa Mentamálastýrið Mentamáladeildin Mentamálastýrið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál,mentamál og gransking.Haraftur- at eru uppgávur viðvíkjandi kirkju, loftmiðlum, ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi. Mentamálastýrið er skipað í tríggjar deildir - Mentamáladeild, Fólkaskúladeild og Vinnu- og miðnámsskúladeild. Mentamáladeildin hevur fyrisitingina av hægri útbúgvingum, mentamálum, gransking, søvnum, loft- miðlum, ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi. Harafturat fyrisitur deildin ávísar uppgávur viðvíkjandi kirkjuni. Roknskapar- og fíggjarleiðari Til trolvirkið P/F Vónin í Fuglafirði søkja vit eftir einum roknskapar- og fíggjarleiðara. Á skrivstovuni starvast frammanundan 3 fólk, men við vaksandi virksemi er tørvur á einum fólki afturat at standa fyri roknskapar- og fíggjarstýr- ingini. Starvið Starvið hjá roknskapar- og fíggjarleiðaranum umfatar m.a. hesi øki: - at umsita ein part av dagliga bókhaldsar- beiðinum - at hava ábyrgdina av at bókhaldið altíð er ajour - at hava dagliga røkt av debitorum og kredi- torum um hendi - uppgerð av mánaðar-, kvartals- og ársrokn- skapum - samskifti við peningastovnar og lánveitarar - at røkja fíggjarstýringina hjá felagnum sum heild, íroknað dótturfeløgunum í Føroyum og uttanlands,herundir gerð av fíggjarætlan- um og uppfylging av hesum - at menna fíggjarstýringina samsvarandi stevnumiðum felagsins - at hava ábyrgdina av EDV-viðurskiftum felagsins Førleiki Tann, ið setast skal í starvið, má hava góðan kunnleika til bókhald, roknskap og EDV og vera førur fyri sjálvstøðugt at leiða arbeiðið.Praktiskar royndir frá vinnulívinum eru tí ein treyt. P/F Vónin er eitt altjóða virki, og tí er tað ein fyri- munur, at tú dugir at orða teg á føroyskum og enskum máli bæði í skrift og talu. Tær verður boðið Eitt avbjóðandi og sera mennandi starv í einum altjóða virki, har tú skal luttaka í einari framtíðar menning av felagnum. Bjóðað verður ein løn, sum samsvarar førleika tínum. Starvið skal setast skjótast møguligt. Umsóknin Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 21. juni 2002. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til okkum og tosa við Jóhannus Danielsen (tlf. 471700) og Klaus Rasmussen. Ársaðalfundur Føroya Blindafelag hevur ársaðalfund leygardagin 22. juni 2002 kl. 10.00. Fundurin verður hildin á Føroya Blindastovni, Íslandsvegur 10 A,Tórshavn. Skrá sambært lógum felagsins. Nevndin Útbjóðing Vegna Fuglafjarðar kommunu verður timburar- beiðið í samband við innilokan av skúlabygningi í Fuglafirði boðin út í almennari útbjóðing. Arbeiði umfatar innilokan av einari hædd, gjørd sum timburkonstruktión, omaná verandi betong- grund. Gólvvíddin er umleið 440 m2. Lisitatiónin verður í Býráðshúsinum í Fuglafirði tann 27. juni 2002 kl. 14.00 og kunnu teir, ið boðið hava, verða hjástaddir. Útbjóðingartilfar kann bíleggjast hjá Fuglafjarðar kommunu, tlf. 444006 móti veðhaldi kr. 3.000,- sum verður at gjalda inn á konto í Føroya Banka nr.6460 2205965. Fuglafjørður, tann 6. juni 2002 Fuglafjarðar kommuna Tekniska deild Til leigu 18 m2 goymsluhøli í Hoyvík við góðari tilkoyring til leigu frá 1. juli. Bill.mrk. 1071 Søkt verður eftir tveimum Maskinsmiðum/ rørleggjarum til monteringsarbeiði. Áhugaði kunnu ringja til Petur L. Hansen á tlf. 311902 ella 211903 C M Y K 29 28