týsdagur 11. juni 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 108 - 11. juni 2002
Nr. 108 - 11. juni 2002
3
Mánamorgun tann 15. apríl kl. 7.30 ringdi
telefonin heima hjá mær. Eftirsum tað var
so tíðliga um morgunin, hugsaði eg, um tað
mundi vera úr Føroyum. Tí at babba hevði
verið sjúkur eina tíð.
Og so var. Tað var mamma, og røddin á
henni var ikki tann sama, sum hon plagdi
at vera. Hon segði, at hon hevði ikki góð
boð at bera mær. Hon segði, at nú var
babba farin.
Sjálvt um babba hevði verið sjúkur eina
tíð, kom tað dátt við, at hann ikki var her
meira. Dugdi ikki at skilja tað, at hann ikki
skuldi vera millum okkum meira.
Tankarnir gingu aftur til síðsta summar,
tá eg og Stefan vóru í Føroyum. Babba var
ikki heima, tá vit komu heim at vitja, hann
var úti við Morning Star, og minnist meg
rætt, kom hann aftur einar 3-4 dagar, eftir
at vit vóru komin. Eg hevði gingið túr við
soninum hjá mær, Stefan, tá eg fór inn á
gólvið hjá Súsannu systur míni. Eg bleiv
rættiliga bilsin, tá eg sá babba sita har við
køksborðið. Hevði ikki lagt til merkis, at
Morning Star var komin. Hann reisti seg
upp og gekk ímóti mær, og so tók hann um
meg og ynskti mær vælkomnari heim, man
datt næstan burtur í føvninginum hjá
honum. Tað føldist so væl. Vit byrjaðu at
tosa beinanvegin saman. Tá eg so spurdi
hann, hvussu leingi hann bleiv heima,
svaraði hann, at hann ikki ætlaði avstað
aftur, fyrr enn eg var farin niðuraftur. Hann
helt, at tað var so langt ímillum, at man
sást.
Ein dagin fóru babba, Stefan og eg niðan
í hagan. Mær hevur altíð dámt væl at
gingið í haganum saman við babba, tað er
nakað, eg havi gjørt nógv av sum barn. Vit
gingu næstan niðan á Skálabrekkuna, tað
var so gott veður tann dagin, og hann
fortaldi um fuglarnar, áirnar, og um hvussu
allir steinarnir itu. Tað var áhugavert at
lurta eftir honum, og hann dugdi so væl at
fortelja um alt. Babba hevur eisini gingið
nógv í haganum, tað var fast hjá honum, tá
hann kom frá fiskarínum, at fara ein
gongutúr niðan í hagan, og tað blivu eisini
nakrir gangitúrar, áðrenn hann skuldi
avstað aftur. Men hagin var eisini babbasa
størsta interessa. Meg minnist eisini, at tá
vit systkin vóru yngri, tóku mamma og
babba okkum ofta niðan í hagan serliga um
summarið. Tá plagdu vit at fara ein góðan
sólskinsdag og ganga niðan á Fjall, tað
gjørdu vit fast ígjøgnum fleiri ár.
Summarið gekk skjótt, og vit skuldu
aftur til Danmarkar. Vit skuldu sigla við
Norrönu, og tað var babba, sum fylgdi
okkum til Havnar. Vit vóru við Ternuni til
Havnar, og tað bleiv ikki tosað so nógv. Tað
er altíð so tungt, tá man skal fara avstað
aftur. Vit komu til Havnar og fóru
beinanvegin yvir til Norrönu. Tá vit høvdu
kekkað inn, kom tíðin til at siga farvæl.
Babba ynskti mær og Stefan ein góðan túr
niður aftur við vón um, at vit komu at
síggjast skjótt aftur. Vit tóku um hvør
annan, so fóru vit umborð.
Tá vit høvdu koyrt bagasjuna inn á
kamarið, fóru vit upp á dekkið at vita, um
vit sóu babba standa niðri á keiini, og tað
tók bert ein minutt ella tveir, til vit sóu
hann, og vit byrjaðu at veittra til hann, og
hann veittraði aftur. Tá Norröna legði frá
bryggju, stóð babba har á keiini og
veittraði til okkara, og vit veittraðu til
hann, til Norröna tók og snaraði og byrjaði
at sigla úteftir, og vit mistu hvør annan úr
eygsjón.
Tá vit komu niður aftur, fór babba aftur
at sigla, og eg tosaði ikki so nógv við hann
teir næstu mánaðirnar. Tað var so sjáldan,
at hann var heima, tá man ringdi, men man
spurdi altíð eftir honum, og hvussu tað
gekk við fiskarínum hjá honum.
Babba hevði verið sjómaður alla sína tíð,
fór til skips fyrstu ferð bert 14 ára gamal.
Tað var hansara lív at vera á sjónum, og har
treivst hann væl. Babba hevur siglt við
nógvum skipum gjøgnum tíðina, í seinast-
uni við Morning Star. Har var hann, tá
hann bleiv sjúkur, og teir sigldu inn við
honum. Tá babba kom fyri seg á hospital-
inum, tosaði hann bert um, at nú var
fiskaríið liðugt. Tað dámdi honum nokk
ikki so væl. Babba bleiv 67 fyri hálvum-
øðrum ári síðani og kundi verið farin á
pensjón, men tað vildi hann slettis ikki.
Hann tímdi ikki bara at ganga við hús og
einki gera, og so var, at babba helt fram at
sigla.
Tann 15. desember um morgunin ringdi
mamma og segði, at babba var farin á
sjúkrahúsið í Klaksvík. Hann hevði fingið
blóðpropp í hjartað, men hevði fingið tað
betri. Tað vóru eini ring boð at fáa. Tað var,
sum alt steðgaði upp. Eg hugsaði um at
missa babba, tað kundi eg slettis ikki
fyristilla mær. Havi altíð sæð babba sum
ein sterkan mann og havi aldri trúð, at hann
kundi doyð. Kanska rættiliga naivt, tí tað er
tann vegur, vit øll skulu ígjøgnum. Tá
babba hevði ligið á Klaksvíkar sjúkrahúsi í
nakrar dagar, bleiv hann fluttur til
Landssjúkrahúsið í Havnini, tí tey høvdu
betri tól.
Tær næstu vikurnar vóru ógvuliga upp
og niður, og tað stóð ofta um lív. Tað vóru
harðar vikur, havi ongantíð gráti so nógv
sum tá. Hvørja ferð telefonin ringdi, visti
man ikki, hvat fyri boð man fekk.
Tað bleiv avgjørt, at tá alt bleiv stabilt,
skuldi babba flytast niður á Ríkissjúkra-
húsið og fáa by-pass operatión, av tí at
hjartaklappurin hevði tikið skaða og lak
illa.
Og tann 8. januar var tað so mikið
stabilt, at babba bleiv fluttur niður við
leiguflogfari hjá Atlantic. Mamma, Diddi
og Sigvør vóru við. Tey komu fyrst til mín
við bagasjuni, síðan fóru vit øll saman við
gubba, mammubeiggja mínum, sum var
komin úr Rødby Havn inn til Keypmanna-
havnar at taka ímóti, inn á Ríkissjúkra-
húsið. Tað var hart at skula síggja babba
liggja har í respirator. Eg tordi ikki at fara
heilt inn til hann. Tað tók nakrar dagar at
manna seg upp til at standa við síðuna á
honum og venja seg at síggja hann liggja
so hjálparleysan.
Síðan gekk hálvurtriði mánaður, har tað
gekk upp og niður, og læknarnir søgdu, at
teir kundu ikki geva babba eina by-pass
operatión. Av tí at babba hevði tapt seg so
nógv, hevði hann mist so nógvar kreftir.
Hann mátti koma til kreftir áðrenn eina
operatión, annars fór hann ikki at klára
operatiónina. Tá babba var komin fyri seg
so nøkulunda, bleiv tað avgjørt, at hann
skuldi flytast uppaftur til Føroyar og koma
til kreftir har heima. Tað var hann so
spentur uppá, og hann tosaði bara um at
síggja øll aftur har heima. Tann 27. mars
kom dagurin, at farast skuldi upp aftur. Tað
var ringt at skula siga farvæl kvøldið fyri
við babba. Eg hugsaði, um tað mundi vera
síðstu ferð, eg sá babba á lívi. Eg royndi at
skúgva tað út úr tankanum, men tað var eitt
kensluborið avskeð.
Túrurin til Føroya gekk væl, og babba
bleiv fluttur aftur til Havnar á sjúkrahúsið.
Síðan babba kom heim aftur, var tað meira
afturgongd enn framgongd, og bert hálva-
triðju viku aftan á heimkomu sína, tann 15.
apríl, andaðist babba.
Tað er ringt at skilja, at babba ikki er her
meir. Man roynir at fara víðari, og Stefan
hevur spurt so ofta, hví abbi skuldi
doyggja. Man hevur einki svar, men Gud
vildi nokk hava babba heim nú, hansara tíð
var at enda komin.
Eg havi verið glað fyri, at babba hevur
verið niðri. Sjálvt um hann alla tíðina
hevur ligið á sjúkrahúsinum og ongantíð
kundi koma heim til mín, sum hann ynskti
so nógv, so hevur tað upp á ein máta verið
lættari fyri meg at koma víðari. Man var so
ofta á hospitalinum, sum man kundi, og
vitjaði hann, og man sá, hvussu skiftandi
tað gekk við honum.
Til systkinini hjá mær, Diddi, Beiggi,
Súsanna og Turid. Eg veit, hvat tit fara
ígjøgnum. At missa babba, tað er nógv og
eisini ein stórur saknur. Má Harrin signa
og styrkja tykkum øll gjøgnum hesa sváru
tíð.
Men ringast er hjá tær, mamma, tú sum
hevur mist tín mann. Tú vart ein góður
stuðul hjá babba. Ígjøgnum hansara fýra
mánaða sjúkralegu vart tú hvønn tann
einasta dag og sat uppi yvir honum, meðan
hann lá. Tað hevur verið hart fyri teg at sæð
babba liggja so sjúkan, men tú kláraði teg
so væl, og eg veit, at babba var glaður fyri,
at tú vart har hjá honum. Má Harrin signa
og styrkja teg gjøgnum hesa sváru tíð, tú
skalt ígjøgnum.
Babba, eg takki tær fyri alt, tú hevur
verið fyri meg og míni. Tú hevur verið ein
góður pápi. Eg komi at sakna teg ógvuliga
nógv. Tað verður ringt at koma til Føroyar
at vitja, og tú ikki verður har, men eg veit,
at vit ein dag skulu síggjast aftur, og tað er
gott at vita. Men tað besta við tær var, sum
teg takki tær mest fyri, er, at tú mín pápi
var.
Eg vil hervið lýsa frið yvir minnið um
babba.
Paula
Minningarorð um pápa mín
Sivard Høj
f. 3. juli 1933 – d. 15. apríl 2002
sorgin
hevur mong andlit
gráturin,
sum ein knútur
tí tú, vinur okkara
ert ikki meir
meiningsloysið,
tí tú ikki komst aftur
vreiðin,
um alt, ið ongantíð verður,
sum tað var
angistin,
fyri kalda dýpinum,
tóma stólinum,
og fyri at svíkja tá á stendur
takksemi,
tí vit kundu kalla teg vin
tú, sum gav
umsorgan
sorgblíða gleði,
um túrarnar
við tær, sum dugdi at siga frá
og at tiga
saknur,
tað kennist salt á varrunum
grøv tín rúmar nógv
tár
Jóngerð og Kissa
Eyguni fyllast
Ognað Karlo Joensen
Við hesum verður kunngjørt at elskaða mamma,
vermamma, omma og langomma
Agnes Mortensen
ættað úr Keypmannahavn búsitandi í Tórshavn
andaðist á Áargarði á Sandi leygardagin 8. juni,
81 ára gomul.
Jarðarferðin verður lýst seinni.
Fyri tey avvarðandi
Malan, Frants, Snorri, Andrass og Guttorm
OLJUVINNA
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Aberdeen,
Sosialurin:
Meðan kyrrindi eru í
vónunum um olja í nóg
stórum mongdum til at
útvinnast finnst í føroysku
undirgrundini og vit gita,
men ikki rættuliga vita, um
tað verður egg ella ungi, so
eru tað føroyskar fyritøkur,
sum uttan mun til føroyska
olju vilja hava ein bita av
oljuvinnuni aðrastaðni.
Fyri 14 døgum síðan var
eitt ferðalag við umboðum
fyri fimm føroyskum fyri-
tøkum á arbeiðsferð í Aber-
deen. Oljufelagið Agip
hevði valt hesar fyritøkur
millum aðrar føroyskar og
endamálið var at finna
samstarvspartnarar innan
undirveitarar í bretsku olju-
vinnuni, soleiðis at før-
oyingar kundu bjóða sína
kunnan fram.
- Av teimum mongu
oljuferðum eg havi verið, er
hendan tann klárt besta og
mest ítøkiliga. Vit hava
fingið samband við fyri-
tøkur í Aberdeen, sum eru
áhugaðar og sum hava tørv
á okkum. Hetta hevur verið
hugaligt. Eg haldi eisini, at
tað at Agip, sum eitt kent
oljufelag, hevur valt før-
oyskar fyritøkur út, hevur
givið nakað heilt annað,
enn tá vit hava verið um-
boðaðir á undanfarnum
ferðum við kanska meira
almennum stovnum sum
vertum. Her hevur alt verið
meira ítøkiligt, vit hava ikki
bara verið mettir sum
bóndir úr Føroyum, men
sum javnbjóðis partnarar.
Eg havi havt samband aftur
við tvær fyritøkur og eisini
við
framleiðslupallin
Tiffany,sum vit vitjaðu, og
verður arbeitt nóg miðvíst,
so kann arbeiði á føroyskar
hendur spyrjast burtur úr
hesi ferð, sigur ÓIavur
Asafsson, stjóri á KJ-
Hydraulik, ein fyritøku í
Eysturoynni í stórari menn-
ing,, og sum hevur hug at
veksa.
Tørva arbeiðsmegi
- Vit ætla at bjóða okkum
fram
innan
hydraulik,
mekanikk og elektronik og
her hava vit førleika. Tann
einasti trupulleikin í løtuni
er, at so nógv arbeiði er í
Føroyum í dag, at ringt er at
fáa fólk. Og her renna vit
okkum aftur á ein trupul-
leika, tí í ringum tíðum
hevur tú ikki orku til at
royna nýggjar leiðir, so vit
mugu smíða nú, sigur
Ólavur Asafsson, stjóri.
- Vit fingu at vita í Aber-
deen, at tað er sum at leita
eftir gulli, at finna fólk við
rætta førleikanum at ar-
beiða innan oljuvinnuna.
Hjá oljuvinnuni er tað nógv
meira ein spurningur um at
finna fyritøkur, sum kunnu
gera arbeiðið, enn spurn-
ingurin um pengar, og tað
skuldi gjørt tað hugaligt hjá
okkum í arbeiðinum at
fótin innan oljuvinnuna í
Bretlandi, sigur hann.
- Vit hava fótin í báðum
legum, vit hava fólk, sum
hevur skil fyri elektronikki
og vit hava eisini fólk, sum
hevur skil fyri hydraulikki
og mekanikk,i og á báðum
hesum økjum er stórur
tørvur fyri arbeiðsmegi í
bretsku oljuvinnuni. Nógv-
ir eystureuropæarar gera
hetta arbeiði í dag, serliga
polakkar,
sigur
Ólavur
Asafsson.
Fyritøkurnar, sum vitjaðu
í Aberdeen, sita nú og
eftirmeta ferðina og halda
sambandið við líka. Nógvir
spurningar eru at taka støðu
til og teir týdningarmestu
eru skattviðurskiftini og
lønarlagið. Onkur av fyri-
tøkunum hevur longu nú
drúgvar royndir at arbeiða
uttanfyri landoddarnar og
hinar brynja seg út, at fáa
eitt annað bein at standa á
enn føroyska marknaðin.
Puslispælið
KJ-Hydraulik
fingið sam-
starvsfelagar
í Skotlandi
Ólavur Asafson, næsti frá vinstru her í samrøðu við bretsku oljuvinnuna. Okkurt fer at spyrjast burtur úr seinastu føroysku
oljuvitjanini í Bretlandi, sum Ólvaru metir at vera ta bestu og mest ítøkiliga hann hevur verið á
Mynd: Jústinus Leivsson Eidesgaard
C
M
Y
K
3
2
SMYRIL LINE
Tel 34 59 00
team85
4 fólk í bili
w
w
n
w
.s
r
my
i
l-li
e
.f
o
w
w
n
w
.s
r
my
i
l-li
e
.f
o
summarið 2002
e-mail: booking@smyril-line.fo
Bilpakkar
Bilpakkar
Danmark
Noreg
úr 815,-
úr 815,-
úr 505,-
úr 505,-
Hetland
Ísland
Skotland
úr 400,-
úr 400,-
úr 768,-
úr 768,-
úr 1.370,-
úr 1.370,-
Tórshavn -
Hanstholm
ella hinvegin
Ferðist bíliga ...
fyri hvønn
Tórshavn -
Bergen
ella hinvegin
fyri hvønn
Tórshavn -
Lerwick
ella hinvegin
fyri hvønn
Tórshavn -
Seyðisfjørður
ella hinvegin
fyri hvønn
Fráf. Tórsh.: 30/8, 6/9, 11/9
Fráf. Hansth.: 15/6, 17/8, 24/8, 31/8, 7/9
Fráf. Tórsh.: 12/6, 19/6, 7/8, 14/8, 21/8, 28/8
Fráf. Seyðisfj.: 13/6, 20/6, 22/8, 29/8, 5/9
Tórshavn -
Hetland -
Skotland
ella hinvegin
fyri hvønn
Bilpakkar