týsdagur 11. juni 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 108 - 11. juni 2002
Nr. 108 - 11. juni 2002
5
Fríggjakvøldið 7. juni
var aftur mentanar-
nátt í Havn. Skipað
varð fyri ymsum
tiltøkum runt í um í
býnum, og góða
veðrið gjørdi tað bara
betri
MENTANARNÁTT
Orð: Ingrid Bjarnastein
Myndir: Finnur Justinussen
Klokkan er átta á kvøldi, og
tú uppdagar beinanvegin, at
okkurt serligt er á vási.
Óvanliga nógv fólk er úti,
og parkeringsplássið uttan-
fyri SMS er stúgvandi fult
av bilum – ironiskt, hóast
alt, tá sólin hevur hitað um
alt landið allan dagin. Men
sjálvt um hitastigini hava
verið óvanliga nógv, verður
bilurin ikki standandi í tún-
inum.
Og talið av fólki inni í
SMS samsvaraði við bil-
arnar uttanfyri. Tá klokkan
var farin eitt sindur av átta
spældu All That Rain á
torginum, og til tíðir varð
tað eitt sindur trongligt.
Fólk í øllum aldri, barna-
vognar, konur við stórum
búki, børn og ein rúgva av
tannáringum. Men hetta
sigur seg kanska sjálvt, tí
lítla løtu frammanundan
hevði Brandur Enni verið á
pallinum. Runt í øllum
meldrinum, gingu menn frá
vaktargarðinum, og syrgdu
fyri at alt gekk fyri seg á
sømiligan hátt.
Miðbýurin
Eftir eina hugnaliga løtu í
SMS, gekk leiðin oman í
miðbýin. Har vóru eisini
ymisk tiltøk á skránni, men
ikki so nógv fólk vóru at
síggja. Tó meira enn eitt
vanligt fríggjakvøld um
hesa tíðina.
Frammanfyri Býráðshús-
ið, í tí setandi sólini, spældi
Chaldur, sum spælir jazz.
Nøkur fá fólk høvdu nýtt
høvi til at koma saman og
njóta henda eitt sindur øðr-
vísi tónleik.
Runt um á gongugøtuni
standa smáir bólkar av fólki
og práta. Og á Ebenezer
trappuni standa ung og
syngja kórsang, meðan ein
lítil áhoyrarafjøld lurtar.
Føroyingar eru kanska
eitt fólkaslag, ið velur at
halda seg innandura, tí tað
vóru ikki so nógv fólk í
miðbýnum um níggju tíð-
ina fríggjakvøldið, sjálvt
um veðrið var av tí allar-
besta. Men á teimum, sum
úti vóru, sást týðiliga, at
sólin hevði verið frammi, tí
tann vanliga bleika húðin
var vorðin reyð av hitanum.
Og hinvegin, kanska før-
oyingar eru náttarravnar, tí
ímóti midnáttarleiti var ein
rúgva av fólki í miðbýnum,
har tú fekk varhugan av, at
hetta var mestsum ein lítil
ólavsøka. Ein stór fjøld av
fólki spákaði aftur og fram,
og tað var ógvuliga ljóst
úti, næstan sum á alljósum
degi.
Mentanarnáttin er eitt
upplagt høvi at hitta fólk,
práta, spáka runt í býnum
og kanska enntá keypa okk-
urt fyri at vera eitt sindur
betri við teg sjálvan enn tú
vanliga hevði verið.
Fólkið, tað góða veðrið
og prátið ger, at tú skjótt fer
at hugsa um tann so væl-
kenda sangin hjá Louis
Armstrong: "...I see friends
shaking
hands,
saying
’How do you do?’, what
they really say, is ’I love
you’...". Ja, Havnin var
veruliga
"A
wonderful
World" fríggjakvøldið
Mentanarnáttin 2002:
Ein upplagdur møguleiki at hitta fólk
Fríggjakvøldið vóru fleiri
orkestur á palli á torginum í
SMS, og var eitt teirra All
That Rain
Chaldur spældi frammanfyri
býráðshúsini í tí setandi
sólini fríggjakvøldið
Heilt hampuligt av fólki var í miðbýnum tíðliga um kvøldið,
men ímóti midnáttarleiti var miðbýurin fullur av fólki.
Næstan sum ein lítil ólavsøka
LØGREGLUTÍÐINDI
Stefan í Skorini
Løgreglan tók fríggja-
kvøldið ein mann, sum
var rýmdur frá einum
óhappi. Bilurin, hann
koyrdi í, rendi á ein
parkeraðan bil á Norð-
asta Horni. Bilførarin
koyrdi tó víðari, men
fólk sóu tilburðin.
Løgreglan tók føraran
eina løtu seinni, og tað
vísti seg tá, at hann var
ávirkaður. Hann er tí
skuldsettur fyri rús-
drekkakoyring og fyri at
rýma frá einum óhappi.
S u n n u m o r g u n i n
steðgaði
løgreglan
tveimum bilførarum, ið
eisini eru skuldsettir fyri
at koyra við kenning.
Blóðroyndir eru tiknar,
og teir fáa boð frá løg-
regluni seinni.
Av støðini í Havn
verður sagt, at vikuskift-
ið hevur verið friðarligt,
og tað sama kann sigast
um alt landið. Møguliga
hevur góðveðrið havt
eina positiva ávirkan á
fólk.
ILA
Stefan í Skorini
Tað tykist, sum ILA fer
at raka tey flestu ali-
brúkini í landinum. Nú
er sterkur illgruni um, at
alibrúkið á Gøtuvík hjá
partafelagnum Luna í
Gøtu er rakt av ILA
sambært stjóranum í fel-
agnum, Atla Gregersen.
Hann
upplýsir,
at
Heilsufrøðiliga Starvs-
stovan
hevur
tikið
royndir
í
ringunum.
Úrslitið av royndunum
er ikki greitt enn, og tí er
einki staðfest, men Atli
Gregersen væntar, at ali-
brúkið fær tung boð, tá
úrslitið er greitt.
Smittan er staðfest á
Lambavík, sum liggur
nærhendis, fyri fleiri
mánaðum síðani, og
møguliga er tað hiðani,
at alibrúkið á Gøtuvík
hevur fingið ILA.
LØGREGLUTÍÐINDI
Stefan í Skorini
Løgreglan í Runavík
fekk
sunnumorgunin
beint fyri klokkan seks
fráboðan um, at ein bilur
koyrdi heldur ófantaliga
á
landsvegnum
við
Skálabotn.
Løgreglubilurin
fór
avstað
og
steðgaði
einum bili. Tað vísti seg,
at tað var ein 16 ára
gamal drongur, sum var
farin ein túr við bilinum
hjá foreldrunum. Hann
var ávirkaður av rús-
drekka og hevði sum
vera man einki koyri-
kort.
LØGREGLUTÍÐINDI
Stefan í Skorini
Fríggjadagin
hevði
svimjihøllin í Klaksvík
óbodnar gestir. Eftir at
hava verið úti í hylinum
varnaðist ein av teimum
vitjandi, at 1.200 krónur
vóru horvnar úr klæðun-
um hjá honum. Hann
boðaði løgregluni frá,
men eingin veit at siga,
hvør hevur tikið peng-
arnar.
Løgreglan í Klaksvík
tók leygarkvøldið stutt
fyri midnátt ein bilførara
í Klaksvík, sum koyrdi
við kenning. Blóðroynd
varð tikin, og hann verð-
ur skuldsettur fyri rús-
drekkakoyring.
Rýmdi frá óhappi
Sterkur illgruni um ILA
á Gøtuvík
16 ára gamal koyrdi
við kenning
1.200 krónur stolnar
úr skiftingarrúmi
Ferðin hjá einari 99
ára gamlari konu úr
Klaksvík til Svínoyar
gjørdist heldur longri
enn ætlað.
Flogskipararnir lótu
hana sita eftir í
tyrluni, og hon
endaði tí aftur í
Klaksvík
FLOGFERÐ
Stefan í Skorini
Eini seks fólk vóru við
tyrluni, sum fríggjamorg-
unin fór út til Svínoyar. Ein
99 ára gomul kona og sonur
hennar, tríggir fugloyingar
og ein maður, sum skuldi
umvæla antennu á Eystur-
høvda á Svínoynni.
Tá tyrlan lendi í Svínoy,
fingu ferðafólkini boð um
at fara úr henni, tí hon
skuldi niðan á Eystur-
høvda, áðrenn hon helt
leiðina fram til Fugloyar.
Fólkini fara síðani úr
tyrluni, og sonur ta gomlu
konuna skal fara yvir til
hurðina at hjálpa móðir síni
úr tyrluni, men áðrenn hann
veit av, fer tyrlan upp frá
aftur og heldur leiðina nið-
an á Eysturhøvdan við
gomlu konuni umborð.
Flogskipararnir
høvdu
givið manninum, ið tekur
sær av tyrlupallinum í
Svínoy, boð um, at tann
gamla konan kundi sleppa
úr tyrluni, tá teir komu
aftur av Eysturhøvdanum,
tí hon var so illa gongd.
Ímeðan
tyrlan
er
á
Eysturhøvdanum, fær hon
boð um at fara til havs, tí
ein maður á russiskum
trolara hevði fingið skaða.
Aftur í Klaksvík
Áðrenn tyrlan fer til havs,
setir hon seg í Klaksvík at
bunkra, og boð verða send
eftir sjúkrabilinum at koma
eftir gomlu konuni. Sum
skilst fór sjúkrabilurin sum
í neyðsendarørindum niðan
á tyrlupallin eftir konuni, tí
teir hildu, at hon aftur
skuldi leggjast á sjúkrahúsi,
haðani hon júst var komin.
Ímeðan standa fólk í
Svínoy og bíða eftir tyrluni
við gomlu konuni, men hon
kemur ikki vegin fram.
Tá tyrlan kemur aftur til
lands, fer hon aftur til
Klaksvíkar eftir gomlu
konuni, sum loksins slepp-
ur aftur til Svínoyar seint
seinnapartin.
Sonur ta gomlu konuna
skilir ikki, hví hon ikki
slapp úr tyrluni beinanveg-
in, tí tað hevði ikki tikið so
ómetaliga langa tíð at fing-
ið hana úr. Hon var ikki væl
fyri, tá hon einaferð kom
aftur til Svínoyar, tí hon er
so gomul og hevði júst ver-
ið innløgd.
Hesin túrurin hjá henni
tók longri tíð enn við gamla
Immanuel, sum fyrr sigldi
til Svínoyar.
Long ferð við tyrluni:
99 ára gomul endaði aftur
í Klaksvík
Túrurin hjá eini 99 ára gamlari konu úr Klaksvík til Svínoyar gjørdist heldur longri enn ætlað. Hon endaði nevniliga aftur í
Klaksvík, eftir at flogskipararnir lótu hana sita eftir í tyrluni
C
M
Y
K
5
4