týsdagur 11. juni 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 108 - 11. juni 2002
Nr. 108 - 11. juni 2002
7
Tað var ein søguligt
løta tá í Norðbúgvin
bleiv fyrsta skipið,
sum er skrásett í
skipasýninum, eftir at
tað var yvirtikið á
føroyskar hendur
SKIPARAKSTUR
Áki Bertholdsen
– Nóta- og trolskipið,
Norðbúgvin er nú blivið
søguligt í Føroyum.
Tað er er nevniliga fyrsta
skipið, sum er skrásett í
skipasýninum, eftir at tað
var yvirtikið á føroyskar
hendur.
Nú
føroyingar
hava
yvirtikið Skipasýnið, skulu
øll skip sum koma inn í
føroyska skipaflotan góð-
kennast av føroyska skipa-
sýninum.
Higartil hava danir um-
sitið hetta málsøki ígjøg-
num eina umboðsstovu í
Føroyum.
Og fyrsta skipið, sum er
innflutt og skrásett í Skipa-
sýni Føroya, er Norðbúgvin
úr Havn. Norðbúgvin kom
úr Skotlandi fyrst í mars
mánað. Tað er dóttirfelagið
hjá Kongshavnar Trolara-
felag, P/F Rættarhamar, á
Strondum, sum hevur keypt
skipið.
Bjarti Mohr, sum er
útgerðarmaður á Norð-
búgvanum, sigur, at talan er
eitt kombinerað nóta- og
trolskip og hann skal fiska í
Norðsjónum eftir ídnaðar-
fiski.
Norðbúgvin er uppruna-
liga norskur og var navn-
givin ” Borgoygut”. Síðani
keyptu skottar hann og
góvu
honum
navnið
”Philorth”, eftir eini á við
Fraserburgh.
Norðbúgvin hevur tikið
mangan brattan og var m.a.
við í bjargingararbeiðinum
táið hitt stóra oljutanga-
skipið fór á land í Hetlandi
fyri nøkrum árum síðani.
Norðbúgvin er 55 metrar
langur og 10,2 metrar
breiður og lastar upp til
1000 tons. Skipið hevur
ligið við bryggju undir
Skipasmiðjuni í Havn til
umbyggingar í meira enn
tveir mánaðir.
Bjarti Mohr sigur, at
meginparturin av skipinum
er tikið sundur og umbygt
so at tað lýkur øll krøv frá
Skipasýninum. So hóast
skipið er bygt í 1975, er tað
í góðum standi nú. Hvat tað
annars stendur teimum í nú,
hevur hann ikki hug at tosa
um.
Ógvuliga gjøgnumført
Bjarti Mohr útgerðarmaður
á Norðbúgvanum sigur at
Føroyska Skipasýnið var
ógvuliga gjøgnumført.
– Eitt nýtt krav sum er
komið, er at øll skip skulu
vera í klassa. Tískil er alt á
Norðbúgvanum, ið hevur
við klassakrøvini at gera,
eisini gjøgnumgingið.
Norðbúgvin er klassaður
hjá Det Norske Veritas sum
man vera ímillum tey
strangastu klassfyritøknum
í heiminum.
Tað vóru annars summi,
sum stúrdu fyri at trygdar-
krøvini
fóru
at
verða
slakað, tá ið vit sjálvi
skuldi
umsita
skipa-
sýnið.Men tað er heldur
tvørturímóti, sigur Bjarti
Mohr.
– Men hóast tað kostaði
nógv at fáa alt gjørt, sum
kravdist, er tað kortini gott
at fáa øll viðurskifti uppá
pláss, serliga tey viðurskifti
sum hava við trygdina at
gera. Og at skipini skulu
vera í klassa hevur stóran
týdning, tí tá er fast eftirlit
við skipunum. Tað kostar
nógvan pening, men ger
samstundis, at skipini eru
nógv meiri verd, so tað
hevur stóran týdning fyri
flotan.
Sera væl nøgdir
Hann sigur, at teir eru væl
nøgdir við bátin. Hann var
sjálvur við í Skotlandi eftir
honum og hann royndist
sera væl á heimferðini til
Føroya.
Nú er Norðbúgvin júst
afturkomin av fyrsta túr-
inum eftir nebbasild. Hann
var í Hanstholm, har hann
avreiddi 700 tons av nebba-
sild, sum hann fekk á hes-
um royndartúrinum.
Bjarti Mohr sigur, at eitt
sindur av byrjunartrupul-
leikum vóru. M.a. bleiv
trolið skeivt, av tí at ov
nógv kom í beinavegin.
– Við tað at trolið er nýtt,
høvdu knútarnir í mesk-
unum ikki reiðiliga sett seg
og tí bleiv trolið skeivt, táið
skipið vendi á tóvinum,
men hetta er nú gjørt aftur.
Annars brúka teir hesar
nýggju
lemmarnar
frá
trolvirkinum í Vági.
Reiðarin sigur frá mann-
ingini, at teir eru sera væl
nøgdur við lemmarnar, tí
teir ganga væl í sjónum og
rigga eisini sera væl til
hetta brúkið.
Bjarti Mohr sigur at
manningin letur sera væl at
skipinum. Teir siga, at hann
tóvar væl og liggur væl í
sjónum. Skipari á Norð-
búgvanum er Kári Petersen
av Skarvanesi, annars er
manningini er úr Skopun
og úr Havn.
– Vit kunnu ikki
koyra so skjótt at
tann seinasti ikki
eisini fær fylgt við,
sigur Kári Højgaard,
formaður í
sjálvstýrisflokkinum
NýGGJ SAMGONGA
Áki Bertholdsen
– Tey næstu fýra árini skal
onki skrumblast ígjøgnum.
Kári Højgaard, formaður
í sjálvstýrisflokkinum, er
væl nøgdur við samgongu-
skjalið, sum nú er gjørt við
fólkaflokkin,
tjóðveldis-
flokkin og miðflokkin um
nýggja smgongu.
Hann sigur, at eftir sam-
gonguskjalinum
hevur
sjálvstýrisflokkurin fingið
fulla trygd fyri tí, sum
flokkurin
stendur
fyri,
nevniliga eini hóvligari og
tryggari tilgongd, har vit
stig fyri stig ganga fram
ímóti størri sjálvbjargni.
Hann er sostatt ikki heilt
samdur við Høgna Hoydal,
formanni tjóðveldisflok-
sins, sum sigur, at hendan
samgongan hevur beina kós
fram ímóti fullveldinum.
– Eg leggi ikki so nógv í
orðið fullveldið. Vit hava
gjørt eitt samgonguskjal,
sum fevnir um fýra ár og í tí
samgonguskjalinum, hava
vit avtalað at taka nøkur
smærri stig á sjálvstýris-
leið. Meiri enn tað liggur
ikki í samgonguskjalinum
og tað fara vit í sjálv-
stýrisflokkinum at halda
okkum. Og tað væntar hann
eisini, at hinir flokkarnir
fara at halda seg til.
– Tað, sum hevur størstan
týdning fyri okkum, er, at
vit gerast meiri sjálvbjarg-
in, men at tað verður gjørd
soleiðis, at føroya fólk
kenna seg fullkomiliga
trygg við gongdina.
Kári Højgaard sigur, at
tað er júst hetta, sum er
avtalað í nýggja samgongu-
skjalinum og meiri enn tað
leggur hann ikki í avtaluna
ímillum teir fýra flokkar-
nar. Og hann tulkar heldur
ikki samgonguskjalið øðr-
vísi enn tað, sum skrivað
stendur.
Ógvuliga hóvligt
Hann sigur, at í samgongu-
skjalinum hava vit avtalað
nakrar yvirtøkur. Men tað
hevur avgerandi týdning, at
tað stendur eisini í sam-
gonguskjalinum, at allar
yvirtøkur verða neyvt fyri-
reikaðar í samskifti við
allar avvarðandi partar og
neyvar
umsitingar-
og
fíggjarætlanir gjørdar og
lagdar
fyri
løgtingið,
áðrenn yvirtøkan verður
framd.
Hann heldur, at hetta
tryggjar, at tað, sum verður
gjørt, verður gjørt við skili.
Tað, at samgonguskjalið
er so hóvligt, tryggjar
eisini, at tað hevur und-
irtøku í einum nógv størri
parti av Føroya fólki og
Føroya
Løgtingið,
enn
undanfarna
samgongu
hevði.
– Viðmerkingarnar frá
andstøðuni til samgongu-
skjalið benda eisini á, at tað
er vón fyri undirtøku frá
einum stórum parti í Løg-
tinginum fyri politikkinum
á ríkisrættarliga økinum.
Men hann er sannførdur
um, at tað fer ikki at steðga
øllum stigum á sjálv-
stýrisleið, at yvirtøkurnar
skulu gerast í samstarvi við
avvarðandi
partar
í
málinum.
– Tað munnu vera ómeta-
liga fá, sum hava nakað
ímóti at verða yvirtikin.
Tað,
sum
prestar
og
politistar og onnur hava
verið ótrygg við, er, at tey
hava følt, at yvirtøkurnar
verða skrumblaðar ígjøg-
num. Og tað er væl skilj-
andi at tey eru ótrygg við
slíkar
broytingar,
sum
ávirka teirra viðurskifti so
grundleggjandi. Men verða
allir partar væl kunnaðir og
sleppa tey at vera við til at
forma sína egnu framtíð, og
kunnu vit veita teimum
vissu fyri, at tey ikki vera
verri fyri, tá ið tey eru
yvirtikin, verða tey av sær
sjálvum positiv.
Kári Højgaard ivast onga
løtu í, at landsstýrið fer at
liva upp til orðingarnar í
samgonguskjalinum í so
máta, so at yvirtøkurnar fáa
undirtøku hjá teimum, sum
tær fevna um.
– Ger Landsstýrið tað,
kann eg ikki hugsa mær, at
nakar fer at hava nakað
ímóti at verða yvirtikin.
Hann
sigur,
at
fyri
sjálvstýrisflokkin hevur tað
ikki so stóran týdning, at
tað ikki gongur so skjótt. –
– Fyri okkum hevur tað
týdning, at gongdin er
trygg, so at vit fáa fólkið
við, sigur Kári Højgaard.
Hann sigur, at tí er tað
eisini eitt høvuðsendamál í
hesi samgonguni, at kjøl-
festa tey stóru stig, sum eru
tikin á sjálvstýrisleið í
farna valskeiði.
– Skulu vit varðveita
vælferðina, er tað neyugt,
at vit nú seta ferðina niður
og laga samfelagið til
niðurskurðin í blokkinum
og onnur tiltøk, sum eru
gjørd, áðrenn vit fara
víðari, leggur hann afturat.
Fleiri málsøki
Annars fegnast formaður
sjálvstýrisfloksins um, at
tað eisini eydnaðist sjálv-
stýrisflokkinum
at
fáa
nøkur málsøki afturat at
umsita í nýggju samgong-
uni.
Umframt oljumál, hava
vit nú eisini orkumál,
byggi- og býarskipanarmál
og, ikki minst útjaðaramál.
Norðbúgvin bleiv nummar eitt
Nú var neyðugt at seta ferðina niður
Her liggur Norðbúgvin og avreiðir í Hanstholm av fyrsta túrinum. Skipið aftanfyri, er Suðurvarði, sum Bjarti Mohr eisini er
ein høvuðsmaður í. Suðurvarði hevði 300 tons av nebbasild
– Hetta var ein tungur
burður, men úrslitið er til at
fegnast um, sigur Kári
Højgaard, formaður í
sjálvstýrisflokkinum
Dagarnar 2. til 6. juli
verður tann 19. Jazz-
festivalurin hildin. 80
tónleikarar fara at
spæla á 10 ymsum
spælistøðum. Fleiri
rættiliga kend nøvn
leggja eisini leiðina til
Føroya – Stig Rossen
verður høvuðsnavnið
FESTIVALUR
Heri á Rógvi
Aftur í ár verður skipað fyri
Jazzfestivalinum. Hesin í
Føroyum so kendi festival-
urin fer fyri 19. ferð av
bakkastokki, og fyrireikar-
arnir hava eydnast at fingið
hendur á einari røð av
kendum jazz nøvnum –
bæði innan- og uttanlands.
18 orkestur skulu dagar-
nar frá týsdegnum 2. juli til
sunnudagin 6. juli spæla á
festivalinum. Spælistøðini
eru mest í Havn. Talan
verður bæði um vanligar
konsertir,
men
eisini
ókeypis uttandura konsert-
ir.
Brandur Øssursson, sum
aftur í ár fyriskipar festival-
in, sigur, at teir hesaferð
hava lagt seg eftir at kunna
vísa nógvan ymiskan sang.
Ikki færri enn sjey kvinnu-
ligir sangarar koma til Før-
oya til festivalin.
Nevnast kann eitt nú
Irina Strange úr Russlandi.
Hennera sangevni eru heilt
framúr.
Rødd
hennara
spennir um fýra oktavar í
hennara jazzframførslu.
Eisini kunnu vit nevna
Wentus Blues Band, sum er
heimsken blues orkestur,
sum fyrireikarin veruliga er
glaður fyri at hava fingið til
Føroya, tí eftirspurningurin
er risastórur.
Sum heild umfatar Jazz-
festivalurin rættiliga nógv
forkunnugt og spennandi.
Sum altíð er nógv føroyskt
við. Eitt nú Malan Thom-
sen og Unn Patursson vera
við við teirra manningum.
Eisini veðrur okkurt tiltak
við Norðlýsinum.
Stig
Størsta navnið á festivali-
num er Stig Rossen. Hann
fer at hava tvær konsertir í
Norðurlandahúsinum
mikukvøldið.
Nítiárini vóru júst byrj-
aði, tá Stig Rossen heldur
óvæntað fekk sítt stóra
gjøgnumbrot í London sum
musicalsangari. Hann var
júst liðugur við sjónleikara-
útbúgvingina á Guildhall
School
of
Music
and
Drama, og hevði fingið ein
tjans sum kórsangari í Les
Miserables. Men har roynd-
ist hann somikið væl, at
fyriskipararnir skjótt bjóð-
aðu honum høvuðsleiklutin
sum Jeal Valjean í Les Mis-
erables. Hetta var ein
dreyma-leiklutur, og í hon-
um varð Stig Rossen ver-
andi í 1400 framførslum í
sjey londum.
Í Føroyum fer Stig Ross-
en einamest at syngja løg úr
sangleikum. Umframt Les
Miserables, hevur hann til
dømis havt leiklutir sum
Judas í Jesus Christ Super-
star, og Anatoly Sergievsky
í Chess. Í Danmark var Stig
Rossen eisini ein av fyri-
skiparunum av Chess, og
tilsamans vóru 80.000 at-
gongumerki seld.
Haravtrat
hevur
Stig
Rossen
sungið
nógvan
musicaltónleik í konsert-
høpi. Til dømis tríggjar
konsertir
við
Andrew
Lloyd-Webber
tónleiki
saman við Radioundir-
haldsorkestrinum. Og hann
hevur bæði gjørt upptøkur
og spælt konsertir við
Sønderjyllands Symfonior-
kester, undir leiðslu av bret-
anum David Firman
Men føroyingar kunnu
eisini vænta at hoyra væl-
kendan populertónleik. Stig
Rossen hevur nomið við
nógv tónleikasløg. Hann er
ein persónur, sum uttan
íhald søkir sær avbjóðingar.
Men hann kann í øllum før-
um lova, at tað bara verður
tað besta, sum vit fáa at
hoyra.
Tað var heppið hjá Jazz-
festivalinum, at gera sátt-
mála við Stig Rossen um
tvær konsertir í Norður-
landahúsinum 3. juli, upp-
lýsir festivalstjórin Brandur
Øssursson. Rossen er sera
nógv umbiðin. Umframt at
syngja konsertir, ger hann
nógvar upptøkur, og leggur
lag á hjá øðrum.
Stig Rossen er musical-
meistarin. Og hóast hann
leingi hevur verið sera
sjónligur í donskum høpi,
hevur hann flestu árini havt
støð í musical-umhvørvi-
num í London, har stórur
partur av hansara danska
tilfari eisini er lagt til rættis
ella tikið upp. Eitt nú bróð-
urparturin av donsku Chess
útgávuni, sum varð gjørd
fyri hálvum ári síðan.
Men hann hevur eisini
gjørt fløgur, sum eru ætlað-
ar altjóða marknaðinum.
Eitt nú varð plátan Letters
of Love frá 1997, sum
Polygram gav út, seld nógv
úti í víðu verð. Seinastu al-
tjóða royndina hevur Stig
Rossen úr Kina. Í samband
við at tað í ár eru 50 ár síð-
an, at Danmark og Kina
knýttu diplomatiskt sam-
band, sang Stig Rossen í
apríl mánaði í ár Gallakon-
sert í Beijing.
Atgongumerkjasølan til
Stig Rossen er longu byrjað
í
Norðurlandahúsinum.
Mánadagin í komandi viku
byrjar atgongumerkjasølan
til øll hini tiltøkini.
19. Jazzfestivalurin:
Stig Rossen høvuðsnavn
David McDine, sonur
bretska hermannin,
Joseph McDine, sum
var í Føroyum undir
seinna heimsbardaga,
leitar eftir vinfólki,
pápin fann sær á Toft-
um ella á Nesi undir
krígnum. Hann hevur
eingi nøvn at halda
seg til, bara eitt post-
kort og nakrar mynd-
ir
EFTIRLÝSING
Eirikur Lindenskov
– Eg eiti David McDine, eri
blaðstjóri á einum viku-
blað, eri 64 ára gamal, gift-
ur og havi tvey vaksin børn.
Soleiðis byrjar ein ong-
lendingur
brævið,
sum
hann hevur sent føroysku
bløðunum. Undir krígnum
var pápi hansara í Føroy-
um. Hann doyði fyri 16 ár-
um síðani, 80 ára gamal.
Navn hansara var Joseph
McDine, og hann var í tæn-
astu hjá Royal Artillery í
Føroyum árini 1942/43.
– Hann tosaði altíð um ta
góðu tíðina, hann hevði í
Føroyum og um vinfólkini,
hann fann sær. Hann hevði
samband við tey í nøkur ár,
og eg havi eitt postkort,
sum hann fekk í 1965. Eg
havi eisini myndaalbum
hansara við myndum úr
Føroyum, serliga við mynd-
um av familjuni, hann
knýtti serligt vinarband við,
skrivar David McDine, sum
harmast um, at hann ikki
veit navnið á familjuni og
tískil heldur ikki hevur
adressu teirra.
– Einasta sporið eg havi,
eru hesar myndirnar og
postkortið, eg sendi tykk-
um, skrivar hann.
Pápi hansara helt til á
Nesi í Eysturoy, ta tíð, hann
var í Føroyum.
David McDine kemur til
Føroya at ferðast í summar
saman við einum vinmanni.
Hann kemur higar 5. juli og
steðgar til 7. juli. Hann býr
á Hotel Hafnia í Havn,
meðan hann er her.
– Eg hevði verið sera feg-
in, um eg kundi hitt onkran
í familjuni, sum var so blíð
við pápa mín undir kríg-
num, sigur hann. Hann hitt-
ist á Hotel Hafnia, meðan
hann er her. Til ber eisini at
skriva honum bræv ella
teldubræv. Bústaður hans-
ara er: David McDine,
Mount Ephraim, Wheel-
barrow
Town,
Stelling
Minnis, Canterbury, Kent,
England.
Teldupostur hansara er:
david@mcdine.fsnet.co.uk
Leitar eftir vinfólki frá krígnum
Baksíðan á postkortinum, sum pápi mín fekk úr Føroyum
í 1965
Pápi mín, Joseph McDine í
hermannabúnaum tíðliga
undir seinna heimsbardaga
Føroyska familjan á Nesi í Eysturoy, sum var so blíð við pápa mín, ta tíð hann var her undir
krígnum
Pápi mín við føroyskum vinum – kanska myndin er tikin á
Toftum
C
M
Y
K
7
6