týsdagur 11. juni 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 108 - 11. juni 2002
Nr. 108 - 11. juni 2002
9
SUMMAR
Vilmund Jacobsen
Teir góðu og lýggju summ-
ardagarnir í Føroyum við
brennandi sól eru ikki altíð
so nógvir. Summi ár kunnu
teir teljast á báðum hond-
um. Onnur ár hildnast
betur. Er veðrið gott nakrar
fylgjandi dagar, og vit
síðan hava regn ella
mjørka í tveir dagar, siga
tey flestu, at summarið
nyttar einki; tað er bara
regn og mørki.
Helst seta mong sær ov
stórar vónir til summarið,
og tá ið tað so ikki hildnast,
sum vit vilja hava tað at
gera, hava vit ilt við at
síggja tær góðu løturnar,
sum hóast alt eru.
Vit plaga at siga, at skulu
vit mála, so skal tað helst
vera í mai ella so tíðliga um
summarið sum gjørligt.
Hetta er tó ikki altíð so.
Mai mánaði í ár royndist
ikki so væl til turrveður og
sól, men í síðstu viku
høvdu vit nakrar heilt góðar
dagar, helst teir bestu á
árinum.
Teir gomlu plagdu at
siga, at tá ið tað fer at
myrkja aftur á náttini, t.v.s.
eftir 21. juni, er besta tíðin
til góðveður á summarinum
umliðin.
Tað
óstøðuga
veðrið kemur, tá ið tað fer
at myrkja aftur á náttini.
Men hetta heldur ikki altíð,
tíbetur kunnu vit siga.
Flestu vilja hava, at summ-
arið er so langt, sum Vár-
harra nú einaferð loyvir tí
at vera.
Roynist summarið ikki til
veður, kunnu vit ugga
okkum við, at vit hava
nógvar góðar løtur um
vetrarnar. Hvat er vakrari
enn liggjandi góðveður í
januar? Hugsa vit okkum
um, eiga vit nógvar slíkar
løtur, bæði um heystið,
veturin og várið.
Spulibað
Ein av góðveðursdøgunum
í síðstu viku duttu vit fram
á hesar dreingirnar, sum
hugnaðu sær óført við eini
spuluslangu.
Omanfyri bakaði sólin
yvir beru dreingjakropp-
arnar, men vatnið í slanguni
var kalt. Tað sást, tí dreing-
irnir krympaðu bæði kropp
og tær, tá ið slangan stóð
beint á teir!
Mamman til tann eina av
trimum, sum stóð fyri vatn-
stráluni, kom á staðið við
myndatóli, og hon skjeyt
upp at venda slanguni
uppeftir og soleiðis stroyða
vatnið niður yvir teir
tríggjar, so vatnstrálan ikki
virkaði so ógvuslig á beru
kropparnar.
Hendan dagin spældu
eisini onnur børn "vatn-
kríggj", men tá ið var
myndatólið ikki í bilinum.
Hugsandi er, at vit fara at
síggja fleiri slík "vatn-
krígg" í summar, nú onnur
børn síggja, hvussu stuttligt
hetta er. Hetta er vandaleyst
spæl, men ein øðrvísi løta,
sum børnini minnast leingi
- og kanska ein "avveksl-
ingur"til tann nógva fót-
bóltin, sum er í SvF í hes-
um døgum.
Spulaðir um allan kroppin
Mads Nesá spular hinar tríggjar ein av góðveðursdøgunum í síðstu viku.
Sólin er heit, men vatnið er kalt.
Vit síggja, fv.: Tony Saltá, Odd Højgaard og Arthur Højgaard.
Á Kambsdali eru tey
misnøgd við ta tæn-
astu, sum Sjónvarp
Føroya veitir teimum,
og tí vilja fólk heldur
ikki rinda SvF-gjald.
SJÓNVARP
Vilmund Jacobsen
Fólk, sum búgva á Kambs-
dali, eru alt annað enn nøgd
við signalið hjá Sjónvarpi
Føroya. Tey siga, at nú HM
í fótbólti er, er stundum
torført at kenna leikararnar
- so illa, sum sjónvarpið
sæst.
Hetta
er
ikki
nakar
nýggjur trupulleiki.
Beinir N. Olsen sigur, at
tey hava altíð sæð illa á
Kambsdali.
- Vit hava ongantíð verið
nøgd við signalið hjá SvF,
sjálvt um tað var uppaftur
verri tey fyrstu árini. Í dag
er signalið heldur frægari,
men alt annað enn nóg gott.
Beinir sigur, at flestu hús
á Kambsdali hava fingið
sær parabol, og nú HM-
fótbóltur er, sita mong og
hyggja at Euro Sport heldur
enn SvF.
Vilja ikki rinda SvF-
gjald
Men vilja fólk, sum ikki
síggja SvF nóg væl, kortini
rinda sjónvarpsgjald eins
og tey, sum síggja væl,
spurdu vit Bein.
- Eg havi skilt, at nógv
fólk her í bygdini vilja ikki
skráseta seg hjá SvF og
rinda tískil heldur ikki SvF-
gjald, tí tænastan er so
vánalig.
Beinir heldur ikki, at SvF
hevur gjørt nógv við at fara
í rættin við teimum, sum
ikki rinda, tí SvF veit, at
tænastan
als
ikki
er
nøktandi.
- Tað, sum argar fólk, er,
at hetta ikki er nakar
nýggjur trupulleiki, men
ein trupulleiki, sum altíð
hevur verið, síðan fólk settu
búgv á Kambsdali, og tað
halda vit vera ov vánaligt,
sigur hann.
Ein kona, sum Sosialurin
tosaði við, sigur, at tey
flestu, sum búgva á Kambs-
dali, grenja um signalið,
men eingin ger nakað við
tað.
- Men SvF veit, hvussu
vorðið er, og vit halda tað
vera ov vánaligt, at verulig
stig ikki langt síðan eru
tikin til tess at gera nakað
við hetta, sigur hon.
Eingin at hitta
Sosialurin ringdi í gjár til
sjónvarpsstjóran, Mikkjal
Helmsdal, fyri at fáa eina
viðmerking frá honum,
men á skrivstovuni hjá SvF
søgdu tey, at hann var
staddur í Sandoynni. Vit
ringdu eisini á fartele-
fonina, men hon var sløkt.
Vit royndu eisini at fáa
fatur á onkrum øðrum
persóni, sum kanska visti
okkurt at siga okkum um,
hví SvF-signalið á Kambs-
dali er so vánaligt, og í
øðrum lagi, um fólk á
Kambsdali verða kravd
eftir SvF-gjaldi eins og
onnur, men eingin, sum
kundi siga okkum nakað,
var at hitta.
Tað er Føroya Landsstýri,
sum eigur sendinetið, sum
FøroyaTele umsitir.
Sosialurin fer at venda
aftur til málið um líkindini
hjá
kambsdalsfólki
at
síggja SvF.
SvF sæst alt ov illa á Kambsdali
Nú HM-fótbóltur er, hyggja fólk á Kambsdali eisini at fótbólti
á Euro Sport.
- SvF sæst so illa, at torført er viðhvørt at kenna leikararnar,
sigur Beinir N. Olsen, sum býr á Kambsdali
Í dýrdarveðri fríggja-
dagin hildu tíggjunda
flokkarnir í báðum
skúlunum í Klaksvík
seinasta skúladag. Tey
høvdu gjørt nógv
burtur úr
SKÚLI
Solby A. Eliasen
Klaksvík: Tá Sosialurin
kom niðan í skúlarnar
henda morgunin hoyrdist
nógvur tónleikur úr skúla-
garðinum í Skúlanum á
Ziskatrøð. Næmingarnir í
tíggjunda flokki stóðu uppi
á skýlinum og gjørdu alt til
undirhaldið tilreiðar. Eisini
tveittu tey karamellur út til
øll børnini, sum stóðu í
garðinum og hugdu at.
Onki var at ivast í, at tey
mongu børnini stóðu og
ímyndaðu sær, tá tey eina-
ferð sjálvi skulu standa har
og kasta karamellur og frø-
ast, tí tey eru liðug við
fólkaskúlan.
Hóast báðir skúlarnir
liggja so tætt upp at hvørj-
um øðrum, so varð seinasti
skúladagur hildin í hvør
sínum skúla.
Næmingarnir høvdu ver-
ið uppi stóran part av nátt-
ini ella alla, og so høvdu
tey gingið runt til lærarar-
nar, sum tey hava havt og
gjørt eitt hvørt við húsi ella
bilin hjá teimum.
Tey høvdu eisini nógvar
ballónir, og gassfloyturnar
dundu um allan býin meg-
inpartin av hóskvøldinum
og fríggjadegnum.
Í skúlanum við Ósánna
vóru allir lærararnir til
kaffi inni í stovunum hjá
tíggjunda
flokkunum.
Meðan teir hugnaðu sær
har, høvdu næmingarnir í
tíggjunda allar teir yngru
flokkarnar. Hetta er nakað,
sum næmingarnir í tíggj-
unda sjálvir hava tikið stig
til, meðan lærararnir eru til
kaffi.
- Oysssjj!! Tað er stræv-
ið!! Eg ætli mær ikki at
verða lærari, tók ein næm-
ingur, sum kom út úr eini
skúlastovu, til.
- Tey ganga bara runt,
hóast man rópar á tey og
biður tey seta seg niður. Tað
er sum um tey slettis ikki
vita, at man er har.
Tá lærararnir vóru komn-
ir inn aftur og tóku yvir
aftur í teim yngru flokkun-
um, fóru næmingarnir í
tíggjunda út á takið á
skúlanum, har skipað varð
fyri ymiskum undirhaldi
við nógvum tónleiki aftur-
við.
Seinni um dagin var so
fótbóltsdystur
millum
næmingar og lærarar. Og
seinasti skúladagurin end-
aði við, at allir næmingar-
nir fóru ein rundtúr við
einum lastbili, har tey stóðu
í lastini og floytaðu og
róptu, meðan tey tveittu
karamellir út til fólk, sum
gingu á gøtuni og nutu tað
góða summarveðrið.
Fyri framman hjá hesum
tíggjunda floks næmingum
liggja nú tær munnligu
próvtøkurnar. Prógvið fáa
tey tann 27. juni.
Og so stendur summar-
frítíðin
fyri
framman,
áðrenn tey fara út í tað
veruliga lívið, sum so ofta
verður tikið til. Onkur fer
helst beinleiðis víðari á
miðnámsskúla, meðan onn-
ur fara út at arbeiða. Onkur
av næmingunum fer eisini
ein túr uttanlanda at ganga í
skúla, sum útskiftisstudent-
ur.
Skúlin er liðugur...
Leygardagin skipaði
Norðoya Ellis og
Vistarheim fyri
einum tombola við
meira, sum tey sjálvi
kalla tað, til frama
fyri ein matbil, sum
skal nýtast til at koyra
døgurðar út til teir
óhjálpnu pensjonist-
arnar
ELDRARØKT
Solby A. Eliasen
Klaksvík: Sum nú er, eru
tað heimarøktarnir, sum
koyra døgurðarnar út til
fólki í egnum bili. Einar
Joensen, fyribilsleiðari á
Norðoya Ellis og Vistar-
heimi, sigur, at tey longi
hava hugsað um, at tað ikki
er so gott, at heimarøktarnir
nýta egnan bil til hetta
endamálið.
- Tí hildu vit, at tað kundi
verðið gott at fingið ein
matbil, sum vit so eisini
høvdu kunnað nýtt til
onnur endamál, tá hann
ikki verður nýttur til mat.
Her hugsi eg um eitt nú, at
koyra eftir heilivági, eftir
vøru á sjúkrahúsinum ella
bara til at fara ein biltúr við
teim eldru, so tey kunnu
sleppa út eitt sindur, greiðir
Einar frá.
Sum nú er, leiga tey eldru
sær ein hýruvogn, tá tey
vilja sleppa ein biltúr. Einar
heldur, at tað er ov dýrt hjá
teimum, og tí verður tað
ofta
langt
í
millum
biltúrarnar.
Orsøkin til, at tey skipa
fyri tílíkum tiltøkum fyri at
fáa ein bil, er, at mattænast-
an er ein sjálvboðin tæn-
asta, sum Vistarheimið og
Heimarøktin taka sær av.
- Vit hjálpa hvørjum
øðrum á tann hátt, at vit
gera matin fyri heimarøkt-
ararnar, og heimarøktar-
arnir koyra hann so út fyri
okkum, sigur Einar, sum
vónar, at tað fer at kunna
verða gjørligt at koyra enn
fleiri døgurðar út enn tað
verður gjørt í dag, tá mat-
bilurin er komin. Tað verða
umleið 17 døgurðar koyrdir
út í dag, og tað eru sum sagt
heimarøktararnir,
sum
koyra matin út í døg-
urðatímanum.
Einar sigur, at tey ikki
eru komin heilt á mál enn
við innsavningini, so tí
hava tey ikki verið og hugt
eftir, hvat fyri bili tey
kundu hugsað sær, men
hann kallar tað ein kom-
bineraðan matbil. Tað vil
siga, ein bil, sum kann
nýtast til annað endamál
enn bert at koyra døgurðar
út við.
Tombolaið í góðveðrin-
um leygardagin var væl-
vitjað. Tað vóru umleið 250
vinningar, og tað gingu bert
um 2 1/2 tími, so var alt
liðugt.
- Handlarnir í Klaksvík
hava eisini tikið væl undir
við hesum og stuðlað okk-
um nógv, sigur Einar.
Hann heldur, tað vera
sera hugaligt at fara undir
tílíkt, tá ein møtir vælvilja
allastaðni.
Tørvur á umlætting
Tørvurin á umlætting mill-
um tey eldru er stórur í
Klaksvík. Tað er tí serliga
torført at fáa hendur á, men
Einar vónar, at tað nýggja
heimið, sum er í ger á
Helnabrekku fer at gera sítt
til at enn fleiri eldri fólk
kunna koma út til um-
lætting.
Tey eldru eru kanska eitt
sindur ørkymlað við at fara
úr teirra heimi inn á ein
stovn, summi halda seg
enntá aftur og nokta at fara.
Og Einar skilur tey væl.
- Tað er jú ein stór avgerð
at taka. Tey skulu jú út úr
teirra heimi og vanligu
umstøðum, so tað er onki at
siga til. Men her kunna tey
altíð fáa hjálp, um teimum
tørvar tað. Eg haldi, at tey
sum oftast aftaná einar tveir
mánaðir finna út av, at hetta
er ikki so galið. Tey duga at
síggja, at tey ikki verða so
bundin her. Teimum stend-
ur púra frítt at fara út, tá tey
vilja og at fara har, tey
vilja, sigur Einar, sum held-
ur, at tey eldru skulu bert
geva tí ein møguleika.
Tí heldur Einar eisini, at
umlætting er ein góður máti
at venja seg við. Bæði hjá
starvsfólkunum og ikki
minni hjá tí eldra.
- Tá fáa tey góðar stundir
til at finna út av, um tey
trívast á einum slíkum
staði, og tað gera tey sum
oftast, sigur Einar Joensen.
Norðoya Ellis og Vistar-
heim hýsir í dag 11 bú-
fólkum, sum eru har alla
tíðina. Meðalaldurin á bú-
fólkunum liggur um tey 90.
Tombola til frama fyri matbil
So skjótt onkur úr tíggjunda kom til sjóndar, bleiv hann ella
hon umringað av teim yngru næmingunum, sum vildu hava
fleiri karamellur ella eina ballón
Desperat to get in – Dying to get out " stóð á skeltinum við
inngongdina til skúlan við Ósánna fríggjamorgunin
Don´t worry – be happy " stóð við inngongdina til skúlan á
Ziskatrøð
C
M
Y
K
9
8
Bilarnir finnast eisini á:
www.nissan.fo
v/ oyggjarvegin • Postsmoga 3171
110 Tórshavn • Tel. 31 61 61
Sosialurin
Nissan Primera 1,6
svartur, 4 hurðar,
árg. 1998, 55.000 km.
110.000
Nissan Micra 1,0
grønur, 3 hurðar,
árg. 2000, 27.000 km.
88.000
Nissan Primera 1,6 LX
gráur, 4 hurðar,
árg. 1995, 126.000 km.
69.000
Nissan Primera 2,0 SLX
hvítur, 4 hurðar,
árg. 1997, 45.000 km.
105.000
Nissan Primera 2,0
reyður, 4 hurðar,
árg. 1991, 121.000 km.
47.000
Nissan King Cab 4x4 Diesel
gráur, 2 hurðar,
árg. 1996.
78.000
Nissan King Cab 4x4 Diesel Turbo
blágráur, 2 hurðar,
árg. 1998, 55.000 km.
130.000
Peugeot 605 SRDT 2,1 Aut.
bláur, 4 hurðar,
árg. 1994, 230.000 km.
120.000
Peugeot 306 DT 1,9
bláur, 4 hurðar,
árg. 1997, 150.000 km.
90.000
Peugeot 206 XR 1,4
svartur, 3 hurðar,
árg. 1999, 88.000 km.
100.000
Peugeot 106 Diesel
gráur, 3 hurðar,
árg. 1996, 110.000 km.
72.000
Opel Astra 1,7 DT
beige, 5 hurðar,
árg. 1996, 95.000 km.
85.000
Opel Astra 1,7 DTl
grønur, 4 hurðar,
árg. 1997, 108.000 km.
99.000
Opel Corsa 1,2S
reyður, 5 hurðar,
árg. 1990, 120.000 km.
10.000
Opel Corsa 1,4
reyður, 5 hurðar,
árg 1996, 105.000 km.
68.000
Opel Astra 1,6
bláur, 5 hurðar,
árg. 1995, 109.000 km.
67.000
Opel Astra 1,7dt Van
grønur, 5 hurðar,
árg. 1995, 106.000 km.
50.000
Opel Astra 1,7Dtl
grønur, 4 hurðar,
árg. 1997, 108.000 km.
99.000
Gevið gætur: Bilarnir á
listanum kunnu verða seldir
Peugeot 306 Hdi 2,0 St.car
svartur, 5 hurðar,
árg. 1998, 60.000 km.
120.000
Peugeot 405 ST 1,9 DT.
bláur, 4 hurðar,
árg. 1996, 58.000 km.
125.000