Sosialurinarkiv
Sosialurin 1973-11-17, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. november 1973síða 5

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 69 17. NOVEMBER 1973 SOSTALURIN Kampanja og undirskriftainnsavning fyri avtøku av torturi 25. årid eftir almannakunn- gerdina av Mannarættindaryvir- lýsingini hevur Amnesty Inter- national skipad fyri heimsum- fatandi kampanju (stridi) fyri av- tóku av pinslu (torturi). Í longri tíð hava frásagnir um ymiskar pínsluhættir, kropsligar sum sál- arligar, flott inn frá fleiri lond- um, eisini slíkum sum siga seg ganga undir altjóða samtyktir. Endamálið við stríðnum (kam- panjuni) er at royna at seta bann fyri hesum ómenniskjaliga, ræð- uliga fyribrigdi, sum heldur enn at minka tykist vinda alt meir upp á seg. Úr grikskum fongslum verða brøv smuglað út har lærd, skúla- og yrkisfelagfólk greiða frá «falanguni». Ur Con Son í Viet- nam eru frásagnir um og mynd- ir av teimum kryplaðu og píndu, sum sett eru í tikarabúrini. Limir í borgararættindarrørsluni í Sovjetsamveldinum verða «lagdir inn» á sinnissjúkrahús og noydd- ir at geva seg undir medisinskå viðgerð. Í Norðurírlandi fingu illkend IRA-fólk svartar hettur niður um høvdid og komu undir andskræmilig, verkjandi ljóð, meðan tey vóru tvingað at standa uppi í timavis. Sudurafrikanskir myndugleikar royna at koma við kávalótum, tá andlát eru fyri i avhoyringarsølum. lilkend i Brasilia koma undir ólíðiligan larm, ræðsluskríggj, ravmagns hvøkk og tað tiltikna «papa- geykavaglið>. Hetta eru bert nøkur fá dømi. Vid at nyta pinsluhåttin um- bera summir myndugleikar seg við, at hann er skjótasti og ómakaleysasti háttur til at út- vega upplýsingar og játtanir. Til hetta er at siga, at í flest øllum fórum kemur einki burturúr á henda hátt. Annaðhvort er tann píndi tigandi — hann hevur kanska einki at viðganga — ella fellur hann saman og viðgongur viljugur hvat sum helst, bert fyri at sleppa undan líðingunum. So- statt = kunnu myndugleikarnir spara sær. Teir kunnu ikki vera vissir í, at tað er sannleikin, sum kemur upp, og noyðast tí at nýta meiri tíð og orku í at fáa tað viðgingna sannað ella avsannað, um hetta nú ber til, tá ið saman um kemur. Kortini stendur Ofatiliga skilið við (og versnar). Okkurt er, sum bendir á, at orsøkin man vera, at tað framvegis verður hildið, at bert hugsanin um at vága at koma sær undir glødandi lutir, ravmagns hvøkk, svongd, pínu, innspræningar hava eina fyri- byrgjandi, ræðandi ávirkan á fólk, sum høvdu havt hug at komið sær upp í sosialar og politiskar rørslur. Men roynd- irnar vísa, at úrslitið ofta verður beint tvørturimOti — yvirgangur skapir mótyvirgang, kúgan elur motstødurørslur. Hetta er tað, sum hevur fing- ið Amnesty International at kenna seg noytt at gera vart við seg á serstakan hátt á hesum øki. Felagsskapurin hevur orðað uppskot til samtyktar um pinslu (tortur) og viðferð av fangum at seta fram fyri aðalfund S.T. Á stóru alheims rådstevnuni i Paris t. 10. des. i ár verða medisinsk, sálarlig, løgfrødilig og sosial sjónarmið viðvíkjandi pínslu (torturi) viðgjórd av kønum fólki og verkskráir (aktionspro- grammer) orðaðar; framman- undan ráðstevnuni hava nakrir smærri stevnur verið, m.a. ein norrøn í Oslo t. 6.—7. okt. Stuðlandi seg til goymslur Amnesty's og við tilfari frá gør- um keldum hava tveir løgfrøding- ar, Elise Becket Smith og James Becket úr Amerika, skrivað bók, sum kemur út um stutta tíð, og sum snýr seg um pínslu, pínslu- hættir (torturmetoder) og út- breiðslu teirra. Um fólk sum heild standa saman um fordøming av pínslu, kann hetta verda grund til enda- SIDA 5 AMNESTY INTERNATIONAL liga avtøku av henni. Amnesty International heitir á øll um at taka lut í stóru, heimsumfatandi undirskriftainnsavningini, har aðalfundur S.T. verður biðin um alt fyri eitt at lýsa pínslu ólóg- liga allastaðir í heiminum. Und- irskriftainnsavningin skuldi ver- ið liðug um hálvan sept., men freistin er nú longd til 1. des., beint undan at rådstevnan verð- ur sett (te. undirskriftir mugu vera Føroya deild A.I. í hendi 20. nov.) Tær innsavnaðu undir- skriftirnar úr øllum heiminum verða síðani handaðar formann- inum fyri aðalfundi S.T. Stuðlið Amnesty. Internatio- nal at gera avteku av torturi til eitt alheims fólkakrav! Verið við til at undirskriva áheitanina á aðalfund Sam- eindu Tjóða! Øll vita vit, at torturur verður ikki avtikin í bræði við berum undirskriftum, men her er høvi at gera vart við, at til eru fólk, ið ikki vilja lata sær lynda, at 8 5 í Yvirlýsing ST um manna- rættindi verður traðkað und- ir fót. Stundin er eisini komin at halda fram við at gera vart við hetta, til avtøku av torturi gerst eitt dyggiligt og satt alheims ,fólkakrav, ið eingin landastjórn kann snúgva sær undan. Latið ikki líkasælu okkara, ið kenna okkum trygg fyri hesum vandamáli, og undanstøkkingar okkara, at alt tílíkt er til fánýtis, forkoma hesum tiltaki. Eitt dómi um, hvussu álvarsliga fólk, ið ikki kenna seg trygg, taka hesa kampanju, er presturin Yoon í Seoul. Hann kundi fyrst í sep- tember leggja fram 10.000 undir- skriftir úr einum landi, har inn- savning av undirskriftum er bannað. Niðanfyri standandi lepi skal alt fyri eitt sendast við undir- skriftum til frú Maud Heinesen,| Amnesty Internationals, post- næstformann i Føroya deild|boks 209, Tórshavn. International Appeal to the President of the General As- sembly of the United Nations koma undir tortur ella ringa, eyðmýkjandi viðferð ella <Eingin eigur at ómenniskjansliga ella revsing.» «No one shall be subjected to torture or to cruel, inhuman or degrading treatment or punishment.» $ 5 i yvirlysing ST um mannarættindini. Vit undirritaðu heita á aðalfund Sameindu Tjóða um alt fyri eitt at lýsa torturin av fangum ólógligan um allan heim. We, the undersigned, call upon the Genereal Assembly of the United Nations to outlaw immediately the tortur of pri- soners throughout the world. Name Address Navn Bústaður Nakrar kvinnur søkjast til pakkiarbeiði Konservesvirkið GLOBAL telf. 12867 Tórshavn. Spinnid i Gøtu tygum fáa gott tógv, og skjóta avgreiðslu. Vit keypa óvaskaða og vaskaða ull og ælja all sløg av føroyskum tógvi. TØTINGARVIRKID v/ Olavur Gregersen — tlf. 20 í Gøtu FÆRØSK MARGARINE Vita No 1 VITAMINISERET FÆRØSKT PRODUKT FINT PRODUKT l« 1944, Hetta er em stór mynd 145X 190 cm. Tað vilja óivað vera ymiskar málning. meiningar um henda sjálvur haldi eg, at her hevur Eml Krausc verið heppnari. S. Joensen-Mikin:s gjórdist tíðliga likamlga sjúkur. og skulu vit fara eftir hesi bók gjørdist hann seinn' eisini sål erliga sjúkur. og hesin neyðars sjúki maðurin verður í bókin. sálarliga = sundirkarvaður. tað verður hver slintra logd bor Nu er hertil at sea. at tey sum hava verið mes! opinskår að. sagi mest frá lívi lístar- mansins, eru S. Joensen-Mik'- nes sjálvur. vinir, kenningar og næstrafólk. men óvist er. um hesi hava ætlað. at terra frá- sagnir so eirindaleyst skulu hava verið festar á blað meðan listarmadurin enn er á lív“. ti hann hevur óivað av og á enn so ljósar læur. at hann dugir at lesa Tað er mangt í hesi bók. PÅ á Fiialsgardur. 1957 kunnu í hornum at skapa tað helt stóra mann, og vit førovingar sum ikki prýðir hana. men vera ernir av at bera kannu av |! førovskart list annars er hetta ein sera forvitn- | S. Joensen-Mikinzs, Speli var slig bók um ein stóran listar-d ai sjúka so tíðliga skuldi ford i Saml Johnson