leygardagur 24. november 1973síða 5
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 7| 24
NOVEMBER 1973
Feroyar og EF
Hvat er annars um stóðu
okkara til felagsmarknaðin
at siga?
Í 1971 samráddust vit um
limaskapstreytir, men tå
vit vistu, at tær ikki blivu
nóg góðar, og tá vit held-
ur ikki kendu framtíðina,
um Noreg gjórdist limur og
um fiskirættindarskipanin
ikki bleiv ødrvisi, fingu vit
inn í myndina umhugsing-
artíðina, sum slapp okkum
undan at binda okkum.
Í mars 1973 kundu vit
siga við løgtingid, at treyt-
irnar áttu at verða vrak-
aðar, og at vit nú skuldu
leggja orku í at boyggja
tær kreftir í EF, sum enn
ikki hava dugað at sæð,
hvønn veg útviklingurin
noyðist at ganga, skulu
lond og øki ikki verða við
skerdan lut, skal fiska-
stovnurin varðveitast, og
skulu teir á meginlandi-
num vera vísir í, at stovn-
urin verður troyttur, so
hann gevur størst møgu-
liga skurðin og harvið
tryggjar teimum tilførslu
av fiskavørum.
Hetta bleiv samtykt av
tinginum, og er ein fylgjan
hon, at vit nú ígjógnum
Danmark troka á at binda
gongdina ta leið, vit ynskja.
Men nær og hvar er tað
sagt av javnaðarflokkinum,
at tann leið, vit ynskja, er
at Føroyar verða leiddar
inn í EEC?
Bert í andstødublødum
av ymsum slag, sum hava
fastsligið sum veruleika, at
oddamenn javnaðarfloks-
ins eru EEC leigu- og ør-
indasveinar, er slíkt fram-
komið.
Veljarar okkara hava
sýnt okkum álit, sum hev-
ur gjórt tað møguligt at
arbeiða skilagott og mið-
víst fyri at seta Føroyar
best møguliga fyri í ti
mynstri, sum hesi ár verð-
ur vovið av londum og økj-
um í Europa og um allan
heim, eitt mynstur sum
ikki er liðugtvovið enn, og
har tað tí ikki er møguligt
heilt avgjørt at siga okk-
ara kostir, tí teir eru ikki
allir settir enn.
Leiðir javnaðarflokkur-
in okkum so fram fyri djó-
rið, sum onkur hevur tikið
til?
Svarið er: Nei!
Fyri og ímóti
Í dag og so langt fram
vit síggja er einki útlit til
føroyskan limaskap av EF,
og hví tað kann sigast so
vist hevur m. a. hesar or-
søkir:
Fyrimunirnir felagsmark-
naðurin hevur at bjóða eru
í dag smáir.
Tað verður framdur ein
segnsútviklingspolitikkure
einaferð í 1974 og skaptur
ein EF-menningargrunnur.
Úr hesum kann stuðul fá-
ast til menningar av út-
jadaraøkjum eitt nú til
byggin havn-
|
tímansgerð av veiðuflotum
og fiskavirkjum, til útbyg-
gjan av ídnaði og til al-
mennar byggingar av yms-
um slagi.
Hvussu stórur slíkur
stuðul kann gerast, og
hvussu politikkurin í heila
tikið verður rikin liggur á
ongan hátt greitt, og slík-
an stuðul er í vissan mun
frammanundan møguligt at
troyta úr Danmark. Teir
veruligu fyrimunirnir av
møguligari luttgku i slík-
um »egnsutviklingspolitik-
ki« standa ti i løtuni held-
ur kåmir.
Norðsjóarleiðirnar standa
okkum enn opnar, og so
leingi nýggja rættarskipan
ikki er gjórd á havinum,
er illa hugsandi at EF-lond
burtur av kanna sær hetta
øki, so heilt útihýstir vera
vit valla haðani við tað
fyrsta.
Noreg, sum vildi givið
okkum álvarsliga kapping
á fiskavgrumarknaðinum,
gjórdist tað limur, verður
ikki limur komandi 4 árini,
hetta vita vit við vissu. Sit-
andi stjórn har ger onga
roynd at taka upp aftur EF
spurningin í valskeiðinum,
júst er byrjað.
Noreg hevur fingið skip-
an við EF viðvíkjandi sølu
av fiski, og viðvíkjandi Ís-
landi resta bert samráðing-
arnar við Týskland áðrenn
líknandi handilsskipan ke-
mur i lag. Grønland kem-
ur sum limur — hóast mis-
nøgd teirra við limaskapin
— undir tolllætta viðvíkj-
andi fiskasølu í EF.
At vit tí í minsta lagi fáa
eins góða skipan, hóast til-
SOSIALURIN
SÍÐA
kunnu væl ganga ár, áðr-
enn henda meirilutaloysn
við einvísum tiltøkum frå
ymsum londum hevur fin-
gid slíkar fótur undir seg,
at hon kann virka sum
galdandi rættur. Tá fyrst-
ani er mynstrið um at vera
liðugtvovið, og vit kunnu
meta um, um tann støda,
vit eru í, gevur okkum
neyðugar fyrimunir á
Norðsjóarleiðunum og
aðrastaðni.
Hetta at útihýsa okkum
úr Norðsjónum er hættis-
ligasta vápn, EF kann
nýta, um so er at menn
hava rætt í tí, at vit skulu
trýstast uppá. Men hesin
spurningurin hongur aft-
ur saman við gllum spurn-
inginum um rættindi hjá
okkum til at veiða við aðr-
ar strendur, og er hann
partur av teirri skipan við-
víkjandi havrættarviður-
skiftunum, vit mugu med-
virka til at fáa í lag.
Vit skuldu helst telva so,
at vit ikki koma soleiðis
fyri, at vit settir mát mugu
boyggja okkum undir ann-
ara vilja.
Eru samráðingar
tillaging?
Javnaðarflokkurin vil,
sum stødan er, ikki mæla
løgtinginum til, at nakað
uppskot um limaskap í EF
verður lagt til fólkaatkvgðu
tey fyrstu árini, og veit eg,
at semja er um hetta inn-
an limir samgonguflokk-
anna.
Men samstundis halda vit
okkum hava skyldu til
framvegis at arbeiða eftir
Tað má vera skilagott —
og eitt føroyskt áhugamál
— í sjálvum sær at royna
at broyta fiskirættindapoli-
tikkin hjá EF, so hann er
so hóskiligur sum gjørligt,
og hetta heilt burtursæð
frá spurninginum um mø-
guliga føroyska luttøku i
EF, tí eitt er úrslitið av
havrættindarstevnuni, ann-
að hvussu EF vil praktisera
teir møguleikar fyri út-
flyting har verða skaptir,
og møguleikarnar fyri at
útihýsa gðrum ella geva
teim framíhjárættindi.
Danska EF-initiativid var
frá okkara síðu ætlað sum
virkan fyri eini loysn fev-
nandi øll útjaðaragki og
onnur norðuratlantisk øki,
sum hava serligan tørv, so-
leidis at hesi umframt at
eiga avgerdarrætt vidvikj-
andi fiskiveiðuni vid egnar
strendur, tó hava skyldu at
geva sínámillumrættindi til
fiskimenn frá líknandi
økjum aðrastaðni.
Tað vil siga frå gkjum
og londum, sum vegna geo-
grafiska legu sína og tør-
vandi ráevni kunnu fáa
viðurkenning sum verandi
í serstóðu (uttan alterna-
tiv).
Tað má vera skilagott
allastaðni, har tað er møgu-
ligt, at halda hetta tjak í
gongd, soleiðis at vit slep-
pa undan, at hin meira
einfalda loysnin við útflyt-
ing uttan sínámillumrætt-
indi verður hin endaliga.
Fara allar hurðar í lás
innan henda tátt, verður
framtíð okkara ein stødug
gongd at biðja aðrar um
náðigávur í hvussu so er gll
boð EFs er vrakað frá før-
oyskari síðu, stendur tí
heilt greitt, og valla verð-
ur samtakið ført fyri at
økja fiskiveiðu sína so mi-
kið, at fiskavgrur ikki ngk-
ur ár enn koma at tróta
hjá teim.
Hesi ár har stovnarnir
skulu byggjast uppaftur,
og har avmarkingar fara
fram í fjarfiskiskapinum,
verður tí hann, sum hevur
eitt sindur av fiski at sel-
ja, at fáa munandi fyri
hann.
Fremsta og álvarsligasta
grundin til, at eingin í dag
kann mæla til, at viðskifti
okkara við EF skal vera
limaskapur er tó, at hav-
rættarstevnan ikki er hild-
in enn. Avkláran av úrsli-
tinum av henni spyrst
valla fyrr enn einaferð í
1976, og verður úrslitið
ikki meiriluti uppå % fyri
einihvørjari loysn men
frå i vår,
sum åleggur landsstyrinum
at gera sitt til, at fiski-
tingsamtyktini
rættindareglur EFs verða
broyttar, so tær betur sam-
svara okkara tørvi, og at
arbeiða fyri serligari skip-
an fyri føroyskum útflut-
ningi til EF.
Nú kann ein siga, at hesi
stóðu tekur onkur and-
stóðuflokkur undir við,
men hetta er ikki heilt
beint, tí aðalmunur er á
tilmælinum um framferð-
arhåttin. Medan teir hava
viljað flutt fiskimarkið ut
einvíst og síðan biðið um
handilssáttmála, t.v.s. at
ein í forhond segði nei og
síðan setti seg í bás, hava
vit hildið tað verið taktiskt
skilagott heldur at hava
samrødurnar í gongd um at
broyta politikk EFS, uttan
at vit settu hurðar í lás
fyri alla framtíð tí in
Í
tey ár neyðug eru, til vit
- um tað er møguligt —
duga at troyta egna sjógv
okkara, soleiðis at hann
fødir 60—80.000 sálir.
Samrådingar hava sostatt
ikki einans til endamåls at
umskipa verandi viður-
skifti, men eisini — uttan
mun til úrslit — at royna
at skapa eina fatan fyri
stóðu Føroya, sum kann
verða okkum til gagns
seinni.
Tað er sjálvsagt torført
at fáa EF til at taka stóðu
til havrættarviðurskifti í
Norðuratlantshavi, soleiðis
at hon hóskar økjum og
londum, sum als ikki hava
limaskap, men vit hava so
roynt tað við sokallaða
EF-initiativinum danska
Lumping erindasveina
1
1) Er trúttanin, at vit í tal-
vi við aðrar lættliga lata
okkum lumpa, so eru
hetta als ikki tær roynd-
ir vit hava í dag, vit vil-
ja fyriskipa sjálvir í
treysti til, at ikki er
neyðugt hjá okkum, at
vit lata okkum lumpa.
2) Er trúttanin, at lands-
stýrið við politikki sín-
um ætlar at lumpa Før-
oyar inn í EF, so er
hetta tala, sum lætt
kann tægast sundur.
Var hetta ætlan okk-
ara, høvdu vit sýnt, at
vit undirmettu evni
fólksins til sjålvstøduga
hugsan eins nógv og
teir republikanarar, sum
trútta um tillaging.
Hvussu skuldi tað
borið til at lumpa? Fól-
kaatkvgða skuldi jú ve-
rið um málið, og hvgr
vildi tikið ábyrgd av at
givið rangar upplýsingar
um so var, at ein til-
mælti limaskap, í hvussu
er ikki ábyrgdarpolitik-
karar, sum halda, at po-
litikkur teirra eisini í
framtíðini eigur nakað
at bera fólki.
Hann, sum gekk inn
fyri limaskapi — og
sjálvt við munandi bet-
ri treytum — átti at
gjørt tað fult og heilt,
ætlaði hann sær fram-
vegis at eisa álit tjóðar-
innar. Tí vildi ikki bor-
ið til at spælt dupult-
spælið, andstødan legg-
ur okkum undir.
Tilmæli okkara í vár um
at vraka treytirnar og met-
an okkara av, at viður-
skiftini eru so, at lima-
skapur ikki er aktuellur,
eru bert grundað á tey
reint praktisku viðurskifti,
sum umrødd eru, og eru
soleiðis ikki merkt av teir-
ri principiellu stødutakan,
hvør einstakur av okkum
hevur til politikk EFSs,
hugtakið aftanfyri skipan-
ina av EF og til metingar-
nar um, hvussu menn hal-
da líkindini eru hjá hvørj-
um sær at virka innan fyri
EF fyri júst teim samfel-
agsáskoðanum, ein heldur
eru tær, sum sigra skulu.
Samandráttur
Samantikið er tað met-
an min, fyri tað fyr-
sta, at vit skulu miða
ímóti eini handilsskipan
mótvegis EF, sum minst
gevur „okkara útflutningi
og fiskaidnadi eins góðar
treytir, sum grannalondini
hava. Fyri tað næsta, at tað
eru heilt avgerandi tættir
(faktorar) í okkara grund-
arlagi fyri at sleppa at
veiða aðrastaðni enn á
landgrunninum (ikki minst
hvat sildini í Norðsjónum
viðvíkur), sum eru avger-
andi bundnir til ikki bert
úrslitið av ST-havrættar-
stevnuni, men eisini til
hvørji stig EF vil taka vid-
víkjandi fiskirættindum
innan fyri EF. Fyri tað
triðja vil tað vera ein týð-
andi táttur í okkara stødu-
takan, um EF ger nakra
samtykt um at seta í verk
serskipanir fyri útjaðara-
óki í Atlantshavi, soleiðis
sum skotið upp frá fér-
oyskari/danskari síðu.
Hesi fyri okkara fram-
tíð grundleggjandi viður-
skifti siga frá einum poli-
tikki, sum alla tíðina mið-
ar ímóti at geva best mø-
guligu samráðingarpositión,
eisini tá nøkur ár eru liðin.
Tað vil siga einum poli-
tikki, sum ikki mælir til
limaskap, men heldur ikki
læsir dyr.
Í H ; P 973