Sosialurinarkiv
Sosialurin 1973-11-24, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. november 1973síða 4

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

% SÍÐA 4 SOSIALURIN NR. 7! 24. NOVEMBER 1973 ATLI DAM, legmaður, skrivar: Skulu vit laga til FØROYA FRAMTIÐ ella FELAGSMARKNAÐARINS Í seinastuni hevur verið so mangt mett og skrivað um politikk landsstýrisins Í felagsmarknaðarmálinum og í spurninginum um veiðurættindi okkara á fér- oyskum grunnum. Stóða okkara til EF og royndirnar at førka ting- samtyktina frå 1958 um, at landgrunnurin er føroysk ogn, eitt stig longur fram á vegin, hava í sjálvum sær lítið við hvørja aðru at gera. Men fiskirættindaspurn- ingurin í síni heild og royndirnar at fáa góðkenn- ing ídnaðarlandanna av, at summi øki hava so serlig livikor, at teim tørvar framihjårættindi, hava al- stórt samband við at fáa felagsmarknaðin til at broyta politikk sín viðvíkj- andi fiskivinnurakstri og fiskiveiðurættindum hjá norðuratlantsbúgvum. Tað eru flokkar her á landi, sum hava eittans en- damál: og tað er at vevja hesar spurningar saman í eina fløkju, so fjøldin av Føroya fólki ikki skal duga at skilja, hvussu lívsneyð- ugt tað er, at hesi mál verða vidgjørd við álvara av landsins kosnu, og at um ikki eydnast at fáa skila- bestu loysnir á hesum spur- ningum, verður landið bert at føda ein litlan part av teim, sum i dag kenna tað sum lívsins gávu at sleppa at balast her, og av teim, sum fegin vilja, at vit laga framtíð okkara so, at enn fleiri fáa hesa gávu í lut. « Vit hava fingið undir land sáttmála um fiskiskap við Føroyar, sum fyribils tryggjar okkum stórri part av landgrunni okkara enn neyðugt er til tess at veiða tað, orka okkara og amboð til útróðurs eru før fyri at greiða í løtuni. Hesin sátt- máli verður teggjaður uppí spurningin um føroyskan limaskap i EF å ein slikan hátt, at tað er framtíð fel- agsmarknaðarins við okk- ara strendur, sum vit til- laga, og soleiðis at vit til- laga eina skipan fyri Før- oyar, so fjøldin av føroy- ingum kann lumpast til at atkvøda fyri at biðja EF um limaskap, lumpast við lyfti um, at nú hava vit boygt felagsmarknaðin so mikið, at gll vælsignilsi falla okkum í lut. At so er, er als ikki met- an landsstýrisins, og hava vit ikki havt ætlan um at leggja limaskapsspurning- in fyri Føroya fólk á hes- um grundarlagi. Samstundis sum samráðst hevur verið um sáttmálan, hevur landsstýrið roynt ígjógnum donsku stjórnina — sum er við til at stjórna EF — at virka fyri eini fatan í EF av, at skal ríki- dømi í havinum troytast á besta hátt, ber ikki til, at veiðuflotin hjá teim, sum fyri at liva mugu og skulu veiða, verður trokaður av av førum mannað við fól- ki, sum eins væl kundu gjørt gagn í teim túsund- tals framleiðsluliðum, sum stórveldini á meginlandi- num eru bundin saman av. Samráðingargongdin 27. oktober 1972 gjørdi landsstýrið drúgva ritgerð um spurningin um lagnu Føroya í eini skipan, har veidumøguleikar okkara blivu avmarkadir, og gjør- di lógmaður ferð til Dan- markar til tess at åvirka —. sr Fe og skipa fyri, at samráð- ingar kundu verða tiknar upp við Bretland og onnur lond, sum veiða vid Føroy- ar ella kundu hugsast at veiða. Samráðingar komu í gongd, og hava tær verið drúgvar, m. a. tí at 13 lond hava verið uppii. Hesi eru: Bretland, Noreg, Rusland, Polen, Håland, Belgia, Frakland, Tyskland, Svø- riki, frland, Spania og Por- tugal, umframt Danmark. Hetta synir betur enn nakað, at við EF hevur hetta lítið at gera, og tá ein veit, hvussu vónleyst tað hevur roynst EF-kommis- siónini at sleppa at fyri- skipa og stýra politikki li- malandanna viðvíkjandi øllum, sum eitur fiskirætt- indum, kvotaskipanum o.g., er tað beinleiðis láturligt, at menn vilja siga, at sátt- máli okkara er smíðaður í Briissel. Eisini mátti tað kenst óhugsandi, at menn í Brús- sel skuldu havt hildið um hond Polens og Noregs, sum eru millum teirra, sáttmálin viðvíkur. Alt viðvíkjandi hesum sáttmála er umhugsað og fyriskipað av okkum sjál- vum í landsstýrinum, inn- an ymsar stovnar og nevn- dir í Føroyum og í samráð- ingum við uttanríkismini- steriið danska, sum hevur verið hollur stuðul í máli- num. Vil ikki draga føroyskar tænastumenn inn í próv- førsluna, men í minsta lagi Erlendur Patursson, sum limur í marknadarnevndirii, veit, at fiskirannsóknar- stova okkara við J. S. Jo- ensen, fiskifrødingi, sum fyristóðumanni hevur ver- ið uppi í at gera hvgrt ein- asta upplegg við korttil- fari, økjum, tíðum, próv- førslu fyri ovfisking 0.s.fr., o.s.fr., og at umboð henn- ara hava sitið okkum und- ir lið í teim drúgvu sam- ráðingum, sum spurdust burturúr. Marknaðarnevndin hev- ur verið inni í myndini alt síðan fundin 12. december 1972, tá eg fyri henni og umboðum fyri útróðrar- og vinnufeløgum gav fyrstu leysu hugsanina um ta ski- pan, miðað kundi vera imóti. Seinni havi eg á tveimum fundum greitt frá ætlanum okkara við fyri- vísan av rættiliga gjøllig- um korttilfari og skjølum viðvíkjandi tíðum og nggd- aravmarkingum í veiðu. Briisselloysn? So tá menn í dag tala um liðugt gjørda loysn úr Briissel, sum yvir filial í Keypmannahavn er komin í Tinganes og hiðani borin niðan í løgtingid, tala teir — og fyrst og fremst Er- lendur Patursson — ímóti betri vitandi, so dugi eg ikki at meta hetta gðrvísi enn beinleiðis ósannindi, og eg havi ongantíð hildið, at slíkt sømdi seg ella loysti seg at nýta í politikki. Havi fyrr dømt hetta at vera svartar septembersannleik- ar, men noyðist nú bart út at siga, at menn siga ósatt. Einhvør er fegin yvir egna unga sín og dugir tí kanska ikki fult út objek- tivt at meta dygdir hans. Hetta er ungi okkara, skap- tur í treysti til, at vit meg- na at telva við eina hvgrja tjóð, hon verið seg so mikil og máttug hon vera vil, bert vit hava álit á egnum gávum at meta um fyri- munir og vansar í tí, okk- um stendur í boði. Hetta er ungi okkara, gitin í Føroy- um, og tí eru vit sárir um, at landsmenn hansara gera hann útilagnan og nevna hann pútuson EECs. Sambært allýsins (defi- nitión) Erlends Patursson- ar í tíð teirru >sokallaðue er bert hann føroyingur, sum er føddur í Føroyum av føroyskum foreldrum, og hesin alvi okkara røkk- ur hesi allysing og skal vaksa til at gerast dyggur stuðul undir framtíðar bú- skapi Føroya. Vaksin meg- nar hann mikið meir enn í dag, tá hann bert er byr- jaður at stetla út um eingj- argarðarnar stytri og long- ri tíðarskeið í senn. Taka vit á okkum at leiða og verja hann hesar letur, hann ferðast uttangarðs, ivist eg ikki í, at hann gerst av frægastu rgkting- armonnum okkara. EF-memorandum Tíðliga í ár — tað var í januar-februar mánaða — tók landsstýrið samráðing- ar upp við donsku stjórn- ina um at gera sítt til, at felagsmarknaðurin fekk eyguni upp fyri, at tann fiskirættindapolitikkur, fi- skimarknaðarpolitikkur og fiskarístrukturpolitikkur, sum felagsmarknaðurin sum neyðsemjuloýsn hevði samtykt fyri at kunna fara undir samráðingar við fi- skivinnulondini Noreg, Grønland og Føroyar, ikki í framtíðini átti nakað haldgott grundarlag. Vit strongdu á stjórnina fyri at fáa hana til at virka fyri slíkum alheims ar- beiðsbýti, at fiskivinnu- bundnu økjunum varð tryggjað neyðug rættindi til einastu råvøru, tey hava møguleika at troyta, uttan at ríku londini við gørum møguleikum tóku breyðið úr munninum á hesum ser- ligu økjum. Danska stjórnin játtaði hesum og hevur síðani í tráð við ta tingsamtykt, gjórd var í samband við landsstýrisuppskotið 12. mars i år um at broyta EFs reglur um fiskirættindi, skorað á at veita gkjum og londum við avgerandi tørvi neyðug framíhjárættindi. Vit høvdu ti frá årsbyrj- an 1973 tvinni jørn i eldi- num, tvinni framtøk (ini- tiativ) i gongd. Hesi bædi jørn eru nu smíðað. Annað — sáttmálin — gjørdist amboð, sum lig- gur væl í hondini og kann ávirka nýggj framtgk. Hitt — danska EF-initiativið ella sokallaða EF-memo- randummið — er ikki lið- ugt smíðað enn, tað skal enn hitast nakrar ferðir og evnast til av nýggjum, áðrenn bæði donsku, grøn- lendsku og føroysku fiski- menninir og harnæst aðrir frá grannalondum okkara kunnu nýta henda nýggja reiðskap, og hann verður valla fult nýtiligur, fyrr enn hann eisini hevur ver- ið í tí eldi, sum eitur hav- rættarstevna Sameindu Tjóða. Tey skjøl, sum leingi hava verið almannakunnug í hesum máli viðvíkjandi viðgerðini í EF av danska tiltakinum — og her snýr tað seg bæði um upplegg Danmarkar frá 13. mars og um fyribilstilmæli kom- missióninnar frá 18. sep- tember — verða nú nýtt á slíkan hátt, at brot úr hes- um skulu nýtast sum prógv fyri, at landsstýrið er EEC-stýrt, rekur EEC poli- tikk, tillagar viðurskifti okkara til EEC limaskap og vil lokka føroyingar inn í hellið, sum eitur EEC. Stoða republikana Hetta kann einans vera tí menn púrt eru komnir í uppisetur við lóður í dag- liga politiska tjakinum, ti menn uttan fyri samgong- una siggja, at so hampu- liga væl er fyriskipad hesi år, at skal landsstýrið bert metast eftir úrslitum sín- um, kemur tað at sita fleiri ár aftrat og tað á enn tryg- gari grundarlagi. Ein flokkur er í Fgroy- um, sum ongantíð hevur átt veruliga politiska fødi at bjóða fólki, hann hevur havt ymisk rumbulmál at ýsa við, skiftandi frá vali til val (Nato, kavbåtastød- ir, bumbugoymslur, EEC o.s.fr.), men alt hevur ver- ið deytt og máttleyst tá av- tornaði. Nú eru tøkutenninar um svik í fiskirættindamálin- um tiknar, og ein saklig frágreiðing um tað neyð- uga í at reka ábyrgdarpo- litikk í felagsmarknadar- målinum, har ein ikki eig- ur at øsa veljarar upp i varg, verður at gera hann heilt tannleysan. Í slíkum føri kann hann sjálvandi, hóast hann situr við varra- titran, eta útbloyttan út- lendskan (íslendskan) mat. Men henda fødi er einsam- øll ikki nóg stimbrandi I Føroyum. Mennir hann seg eitt sindur - aftur, verða tað framvegis handilstenn, hann hevur at bíta frá sær við, og verða tær valla nóg sterkar at avgnaga sunnan føroyskan vøkstur. Tað hevur verið at såa mistrúgv og mistreysti og at gera samgongumenn so óheiðurligar, at teir ganga sniðgótur og hava heilt aðrar ódámligar ætlanir, enn teir siga frá. Men her nyttar lítið at røda um slíkt, stóðu okk- ara kennir fólkið og veit, at vit hava ikki smæðst at taka upp allar samráðing- ar og kanna allar mggu- leikar og hava roynt at skapa fatan fyri neyðugum broytingum uttan at geva nakað ja-orð til felags- marknaðin.