Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-11, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. juni 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 12 Nr. 108 - 11. juni 2002 Handilslærlingur til Ítróttarhandil Søkt verður eftir lærlingi til ítróttarhandil okkara at byrja skjótast tilber. Arbeiðið umfatar alt van- ligt handilsarbeiði so sum kundaavgreiðsla, prís- merking/útpakking av vøru, móttøka og av- greiðsla av ordrum. Tað er eisini møguleiki fyri at næmingurin kemur at luttaka á ítróttarmessu í Danmark. Tað er eitt krav, at umsøkjarin hevur HH ella FHS. Lærutíðin er 2 ár við HH og 3 ár við FHS. Í hesum tíðarskeiðnum skal næmingurin 3 ferðir 14 dagar á skúla í Danmark. Vit vænta at tú ert fryntlig/ur, hevur góð sam- starvsevnir, møtir til tíðina, dugir væl at umgang- ast fólk og ikki bangin fyri at taka eina eyka hond í tá á stendur. Um tú ert tann rætti, kunnu vit bjóða tær eina spennandi lærutíð við nógvum avbjóðingum samstundis sum møguleiki er fyri at halda fram í fyritøkuni eftir lokna lærutíð. Umsóknir við viðmælum verða at senda til: P/f Thomas Dam Ítróttur Postsmoga 268 FO-110 Tórshavn Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. Sp/f 89, Sp/f Hjá Kissa, 100 Tórshavn. Nevnd: Farin frá sum formaður: Marita Christiansen, Bechsvej 126, DK-7500 Holstebro. Innkomin sum formaður: Høgni Carlsson, Klokkaragøta 15, 100 Tórshavn. Innkomin sum næstformaður: Jens Christian Herman Carlsson, Íslandsvegur 24, 100 Tórshavn. Innkomin í nevndina: Elisabeth Carlsson, Brekkugøta 14, 100 Tórshavn. Skráseting Føroya tann 6. juni 2002 Kristin Balle _____________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. P/F 2073, P/F Kaldbaks Laksaaling, 100 Tórshavn. Nevnd: Farin úr nevndini: Kim Boye Brodersen, Svanelundsvej 26, DK- 9800 Hjørring og Kári Nielsen, Pedda við Steinsgøta 7, 100 Tórshavn. Innkomin í nevndina: Jústines L. Justinussen, 480 Skáli og Bogi Jacobsen, Miðrás 3, 100 Tórshavn. Skráseting Føroya tann 7. juni 2002 Kristin Balle _____________________ Søkt verður eftir tveimum Maskinsmiðum/ rørleggjarum til monteringsarbeiði. Áhugaði kunnu ringja til Petur L. Hansen á tlf. 311902 ella 211903 www.sosialurin.fo Nr. 108 • týsdagur • 11. juni 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Føroya fremsti súkklari er harmur um avgerðina, sum hann nú hevur tikið, men í verandi støðu dugir hann ikki at síggja, hvussu hann skal vera partur av Statoil kring Føroyar kappingini SÚKKLING Jákup Mørk Tað var í fjør summar, at stóra føroyska súkklukapp- ingin fór av barkastokki triðja árið á rað, og tað var eisini í fjør, at rok tók seg upp um reglurnar í kapp- ingini. Eitt rok, sum at enda førdi við sær, at Rógvi Jo- hansen saman við súkkl- arunum á sonevnda Shell- liðnum tóku seg úr kapp- ingini. At Bogi Kristiansen seinni gjørdist vinnarin av kappingini var í so máta sekundert. Tað sum fólk tosaðu um, og tað miðlarnir umrøddum, var fyrst og íkomna trætan. Hevði teknað seg Tað er tó ikki beinleiðis hendan, sum hevur viðført, at Rógvi nú hevur tikið avgerðina um at taka seg úr kappingini. - Satt at siga, so meldaði eg meg til longu í vetur. Kappingin er skipað so- leiðis, at talið av luttakar- um er avmarkað, og tí ræð- ur um at siga frá í góðari tíð. Og eg vildi so ikki standa í teirri støðu, at eg var ov seinur við tilmeldan- ini. - Tað sum hevur viðført, at hendan støðan nú er íkomin, eru harafturímóti fleiri onnur viðurskifti, sum hava tikið seg upp í sam- bandi við kappingina í ár. - Uttan at fara niður í smálutir, so kann eg bara siga, at í nógvar mátar tykist skipanin av kapping- ini í nógvar mátar at vera sera amatøragtig, og tað er so ikki nakað, sum er við til at stimbra undir hugin at vera við í kappingini. Held- ur ikki hjá útlendskum súkklarum, sum longu í fjør fingu eitt sera vánaligt inntrykk av kappingini. Er blivið persónligt Hóast hann soleiðis sigur, at hendingarnar í fjør ikki hava nakra beinleiðis ávirk- an á avgerð sína, so við- gongur Rógvi tó, at tað nakað persónligt eisini býr í avgerðini, sum nú er tikin. - Tað er so eingin loyna, at eg og hinir luttakararnir á sonevnda Shell-liðnum, sum koyrdu í fjør, so av- gjørt ikki vóru samdir í mátanum, sum kappingar- leiðslan valdi at koyra kappingina uppá. - Sjálvur havi eg eisini hoyrt nógv fyri hetta í Dan- mark, har fleiri av teimum, sum eg dagliga súkkli saman við og ímóti av og á prika til mín, og rópt skip- anina av kappingini fyri »mafiostiska«. Og sjálvt um eg kanska ikki eri so øgiliga ósamdur í hesum, so er tað keðiligt at hoyra slíkt um kappingina, sum varð ætlað sum nakað stórt fyri føroyskan ítrótt. - Í ár var tó ætlanin, at leiðslan av kappingini skuldi verða meira pro- fessionel. Sjálvur havi eg roynt at hjálpt til, og mill- um annað fekk eg samband við kenda danan, Henrik Elmgreen, sum hevur stað- ið á odda fyri fleiri heilt stórar kappingar her í Dan- mark. Millum annað hevur hann verið við til at skipað fyri stóru Post Cup kapp- ingina Post Danmark rundt, umframt fleiri altjóða kappingum, so talan er so avgjørt um ein mann við royndum. - Eg var eisini sera fegin, tá øll nevndin í súkklu- felagnum tók undir við, at Henrik Elmgreen skuldi verða kappingarleiðari. Eisini tí at formaðurin í TSF samstundis boðaði mær frá, at hvørki Jens Glerup ella Bogi Kristian- sen høvdu nakað at gera við kappingina í ár. Alt er broytt - Nú eri eg tó brádliga kom- in eftir, at kappingin verður stjórnað av Jens Glerup og Boga Kristiansen, og tað var dropin, sum fekk bikar- ið at flóta yvir. Eg var annars til reiðar at strika tað, sum var hent, og gera mítt besta í kappingini í summar, men hetta tók so allan hugin til kappingina frá mær. - Ikki minst tí teir í fjør royndu at vaska sínar hendur, soleiðis at eg skuldi fáa alla skuldina fyri, at tað gekk, sum tað gekk. Teir vildu snøgt sagt ikki, at eg skuldi vinna kappingina, og tí royndu teir ymsar snildir, og alt endaði so við hasum rokinum um at vit koyrdu sum eitt lið. Soleiðis sum málið varð ført fram í miðlunum, so kendi eg meg veruliga úthongdan, og tað vil eg ikki vera partur av eina ferð afturat, sigur Rógvi, og leggur afturat, at tað so ikki var hann, sum gjørdi nakað galið. - Tvørtur ímóti var talan um beinleiðis snýt, tá Bogi ikki varð revsaður, tá pro- logurin varð súkklaður í Klaksvík. Jens Glerup við- gekk tá, at Bogi hevði brotið reglurnar, men hann varð ikki revsaður. Og nú skulu somu menn standa á odda fyri kappingini! At enda sigur vágbing- urin, at hann er harmur um, at støðan er blivin, so sum hon er nú. - Eg hevði annars glett meg til eina nýggja byrjan nú í summar. Ikki minst, tí hendan kappingin veruliga kann gera nógv fyri før- oysku súkkluítróttina, men tað dugi eg ikki at síggja, at talan kann verða um, tá leiðslan í kappingini verður tann sama, sum hon var í fjør. - Eg havi boðað høvuðs- stuðlinum hjá mær, Shell, frá avgerðini, og hóast teir eisini eru harmir um hetta, so skilja teir avgerðina hjá mær, sigur ein vónsvikin Rógvi Johansen at enda. Rógvi sigur stopp Rógvi Johansen hevur pakkað Shell-súkkluna niður og sigur farvæl Statoil-kring Føroyar, sum hann heldur í nógvar mátar hevði kunna havt stóran týdning fyri føroyska súkkling Mynd: Edvard Joensen C M Y K 12