Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-11, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. juni 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 108 - 11. juni 2002 HB slapp væl burtur úr torførum útidysti, meðan B68 og B36 ávikavíst hálv og heilkiksaðu á heimavølli. Skálamenn eiga framvegis fyrsta sigurin til góða 6. UMFAR SAMANUM Jóannes Hansen Føroyingar hava síðani 1992 tikið lut í altjóða liðfótbólti. GÍ, HB, B36, KÍ og B68 hava roynt seg fleiri ferðir, og VB og B71 hava eisini havt møguleikan. NSÍ hevur ikki altíð verið so støðugt, og tað er ikki so langt síðani, at teir vóru í 2. deild og vendu. Men nú hava teir verið í bestu deildini í fimm ár, og bæði teir sjálvir og onnur munnu halda, at nú eigur tað at vera skjótt, at teir skulu hava møguleikan í onkrari av altjóða kappingunum. Veruleikin er tann, at liðini skulu í landskapp- ingini og steypakappingini kvalifisera seg til altjóða dystirnar. Tað hava teir í Runavík ikki megna higar- til. Men nú tykist tað ikki vera so langt eftir, áðrenn teir røkka hesum málinum. Hóskvøldið skal NSÍ á grasvøllinum á Svanga- skarði spæla seinnu hálv- finaluna í steypakapping- ini. Um teir megna at vinna, spæla javnleik har mál verða skorað ella um Jens Martin Knudsen megnar at vinna brots- sparkskappingina fyri teir (hon verður bara aktuell, um tað eftir 120 minuttir framvegis verður málleyst), so kann tað seinni í ár vísa seg, at finaluplássið fer at bera fyrstu Europa Cup lut- tøkuna við sær. Finalu- plássið ber Europa Cup lut- tøku við sær, um HB veråður FM vinnari. Um NSÍ vinnur fyrsta FM heitið, so verða teir sjálv- skrivaðir í UEFA Cup. NSÍ hevur ongantíð vunnið heiðursmerki í landskappingini. Sigurin í Gundadali ímóti B36 hevur við sær, at teir eru næst- ovastir. Teir taptu innanhýs- is dystin ímóti HB í fyrsta umfarinum 4–0. Tí er HB frammanfyri NSÍ á støðu- talvuni. Komandi vikuskifti er Skálafjarðarstevna. Tá skal NSÍ spæla landskappingar- dyst á heimavølli ímóti TB. Ofta hava heimaliðini dummað seg í stevnudyst- unum. Men við tí disiplin, sum NSÍ hevur víst nógvu tær seinastu ferðirnar, so kann roknast við, at Jógvan Martin Olsen fer at prenta inn í sínar menn, at tað er alneyðugt ikki at undirmeta botnliðini. At NSÍ hós- kvøldið fer at spæla tungan steypadyst á grasinum á Svangaskarði hevur við sær, at tað neyvan verður aktuelt at spæla landskapp- ingardystin leygarkvøldið, sum NSÍ annars ofta hevur gjørt, tá tað hevur verið Skálafjarðarstevna. Brotsspørkini og deyðu bóltarnir NSÍ misnýtti mikukvøldið í síðstu løtu brotsspark á Svangaskarði. Høvdu teir skorað ta ferðina, so høvdu teir fingið fulla úrtøku. Sunnudagin vóru teir aftur partur í dysti við brots- spørkum. Og hesa ferð høvdu teir í NSÍ marginal- irnar á sínari síðu. Heilt sjáldsamt var tað, at B36 eftir lítlari løtu misnýtti tvey brotsspørk. Virðingin fyri Jens Martini Kndusen, sum spælir betri enn nak- rantíð, er sera stór. Tí verða bóltarnir settir uttarlaga, men tað skal valdast. Tað verður sera stórur dentur lagdur á verjupartin. Tað sást eitt nú, tá HB var á Svangaskarði. Sum í Vági í 5. umfari, so helt HB verju- spælararnar heilt aftarlaga, og so dúvaðu teir upp á langar bóltar til vandamikla álopið. Í sovornum førum hava deyðbóltsstøðurnar sera stóran týdning. Bæði málini á Toftum komu eftir deyðbóltsstøður. B68 fekk mál eftir fríspark, og HB fekk mál upp á brotsspark. Í Klaksvík avgjørdi KÍ, hvar stigini skuldu fara, tá teir skoraðu til 2–0 – upp á brotsspark (skálamenn vóru ikki nøgdir við dóm- aran í hesum førinum). Og í Gøtu fekk GÍ tvey mál. Bæði vórðu skorað eftir hornasparksstøður. Hálvu og heilu kiksararnir Tað er væl skilljandi, at teir á Toftum iðraðu seg um, at tað ikki eydnaðist at fáa fult ímóti HB. Hetta var triðja ferðin í ár, at B68 spældi 1–1 á heimavølli, og hetta var triðja ferðin, at mót- støðuliðið javnaði á Svangaskarði, eftir at B68 var komið á odda (hinar ferðirnar vóru ímóti GÍ og NSÍ). Um B68 ætlar sær at vinna FM, so verður neyð- ugt hjá teimum at fáa meiri burturúr útidystunum ímóti liðunum, sum teir kappast um oddaplássini við, enn teir hava fingið burturúr á heimavølli. Meistaraliðið í B36 er nógv minni stæðugt, enn tað var í fjør. Ímóti NSÍ gjørdu teir mistøk í verju- partinum, og mótstøðu- menninir, sum undan dyst- inum ivaleyst høvdu verið nøgdir við javnleik, megn- aðu at sekta mistøkini og at fara avstað við øllum. HB hevur tvær tær sein- astu ferðirnar verið undir stórum trýsti á útivølli. Men teir hava megnað javn- leikir, og tað ber boð um, at liðið framvegis er eitt gott boð uppá oddapláss. Teir skulu spæla tveir útidystir afturat, áðrenn teir aftur sleppa í Gundadal, men út- gangsstøðan verður neyvan so verjukend á Skála og á Eiði, sum hon hevur verið í Vági og á Toftum. Steypa- dysturin ímóti VB komandi hóskvøld í Gundadali tykist mest av øllum at vera ein avgreiðsluspurningur. Ván- irnar fyri at VB skal koma afturíaftur, eftir at teir taptu 2–0 á heimavølli eru mill- um lítlar og ongar. Lagnudystur KÍ og GÍ hava ikki verið serliga sannførandi higartil. KÍ hevur havt ilt við at fáa spælið at glíða, og hjá GÍ hevur tað heldur ikki verið nakað at rópt hurrá fyri. Kanska hevur tað ikki verið so frægt fyrr í ár, sum tað var sunnudagin. Stóra styrkin hjá KÍ er, at teir hava Kurt Mørkøre. Hóast hann á ongan hátt er í venjingarstøðuni, sum hann var í í fjør, tá hann skoraði í øllum dystunum, sum hann spældi við KÍ, so er hann framvegis so mikið vandamikil, at hann er toppskjútti í landskapping- ini. GÍ og KÍ hava vunnið nógv, og tey droyma um at vinna meiri. Higartil í ár hevur úrtøkan ikki verið so ógvuliga stór. Men hini úrslitini hava lagað seg soleiðis, at tað framvegis ikki er serliga langt til topp- in. Komandi sunnudag skal KÍ til Gøtu. Sigurharrin í tí dystinum verður hópin nærri oddinum, meðan tap- andi liðið neyvan verður meiri enn bleyt millum- vøra. Skála sigursleyst Við javnleikinum á Sev- mýri fóru bæði TB og EB/- Streymur frá Skála. Spild- urnýggja liðið í bestu deild- ini bíðar framvegis eftir fyrsta sigrinum í lands- kappingini. Fimm spælarar vóru burturfrá í Klaksvík. Tað var ov mikið. Fleiri teirra vera tøkir aftur, tá HB kemur inn á Skála, men sannlíkið fyri at fyrsti sig- urin skal verða vunnin sunnudagin, er ikki serliga stórt. Sum tað sær út í løtuni, so verða tað innanhýsis dystirnir ímillum botnlið- ini, sum fara at gera niður- flytingina av. Annan sunnu- dag skal Skála suður á Sev- mýri. Úrslitið í ti dystinum fer at hava alstóran týdning. NSÍ hómar Europa í havsbrúnni Líkt er til, at tað verða innanhýsis dystirnir millum botnliðini, sum avgera niðurflytingina, og her fingu TB og EB/Streymur hvør sítt stig, tá liðini dystaðust sunnudagin Mynd: Áki Bertholdsen NSÍ hevur ongantíð vunnið heiðursmerki í bestu deildini, men eftir sigurin á B36 hava teir vunnið seg ájavnt HB í oddinum á talvuni Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 14 Nr. 108 - 11. juni 2002 15 15 Hóast tað ongantíð var ivi um, at heimaliðið var greitt omaná, so var tað ikki fyrrenn í síðsta korterinum, at málini komu, sum bóru stórsigurin við sær FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen KÍ vann stórsigur á heima- vølli. 4–0 ímóti Skála var rættuliga takk fyri seinast til Skála, sum við tveimum sigrum á KÍ var orsøkin til, at klaksvíkingar ikki vóru við í fjórðingsfinalunum í steypakappingini. Tá skálamenn vunnu á klaksvíkingum vóru teir sannir meistarar í kontra- spælinum. Sunnudagin sást einki til kontraspælið. Botnliðið tykist meiri slitið nú, spæligleðin er ikki tann, sum hon var, og ósigrarnir og marginalirnir á skeivu síðuni hava sett sín dám. Pauli Hansen og Kári Nielsen hava verið týdning- armiklir miðvallarar. Teir vóru ikki við í Klaksvík. Bent Djurhuus og Arnold Berg hava eisini verið týdn- ingarmiklir. Teir vóru hel- dur ikki við. Jonhard Frederiksberg hevur verið vandamiklisti álopsmaður- in. Hann sat á beinkinum meiri enn hálvskaddur. Hjá liði, sum frammanundan er tepurt mannað, kemur tað serliga illa við, tá lykla- spælarar eru burtur. Tað var týðuligt í Klaksvík. Sum á norðoyarstevnu Dystargongdin var ikki ólík henni vikuskiftið framman- undan, tá KÍ á norðoyar- stevnu vann 3–1 ímóti EB/- Streymi. Munurin var tann, at mótsatt EB/Streymi, so megnaði Skála ongantíð at hótta KÍ verjuna og mál- verjan (burtursæð frá at klaksvíkingar bjargaðu á strikuni, tá støðan var 1–0, og innskifti 16 ára gamli Hanus Thorleifsson royndi seg). Hjá KÍ styrkti tað sera nógv um verjupartin, at Allan Jonsen aftur var tøk- ur á verjukenda miðvallar- plássinum. Allan er tann typan, sum bæði evnar at vinna eina rúgvu av bólt- um, og sum samstundis megnar at vera konstruktiv- ur. Men sum á norðoyar- stevnu hevði KÍ sera ilt við at fáa møguleikar og mál burturúr, sjálvt um teir høvdu bóltin í kanska 80 prosent av tíðini. Tað var lætt hjá teimum at flyta bóltin ímillum sín, og tað hava spælarar við góðum bóltførleika sjálvandi ongar trupulleikar at gera. Men tað gekk illa hjá teimum at fáa flótandi samanspæl í lag. Um tað skal eydnast, so er neyðugt, at onkrir spælarar megna at sneiða seg avgerandi leysar av mótstøðumonnunum, so- leiðis at fleiritalsstøður kunnu koma burturúr og harvið møguleikar fyri inn- leggum úr borðunum og skjótt eitt tvey samanspæl mitt fram eftir vøllinum. KÍ fekk eitt mál í 1. hálv- leiki. Tað skoraði Atli Dani- elsen, sum hesa ferð var vongverji í høgru. Rúni Elttør var vongverji í vinstru, meðan Harley Bertholdsen, sum í skjðtt eitt mannaminni hevur ver- ið fastur í høgru og onkra ferðina í vinstru, var á beinkinum og ikki kom á vøllin fyrrenn seint í 2. hálvleiki. Eftir støðugt trýst og aftur og fram smekkaði Atli Danielsen til, og bólturin fór í netið umvegis stólpan. Skrædnaði síðsta korterið Eftri steðgin royndi KÍ at halda fram við at trýsta. Nógvir høgir skrábóltar vórðu sendir í brotsteigin, men verjan hjá Skála megnaði at byrgja fyri upp- løgdum møguleikum. Og tá tað ikki eydnaðist KÍ at fáa mál, var tað sum um ferðin fór niður, skála- menn komu eitt sindur fyri seg, sjálvt um teir ikki gjørdust vandamiklir, men tað var nóg mikið til, at ampi var á heimafólkinum. So var tað – akkurát sum ímóti EB/Streymi – at KÍ avgjørdi síðsta korterið. Bárður á Lakjuni, sum tær síðstu ferðirnar hevur verið fastur maður í álopinum, varð feldur í brotsteiginum, og Kurt Mørkøre tók sær av brotssparkinum. So var einki óført, og KÍ kundi havt skorað uppaftur fleiri mál, enn tey bæði, sum teir fingu afturat. Eftir horna- spark og nakrar ferðir aftur og fram átti Allan Mørkøre síðsta fótin á, og Kurt Mør- køre setti sjálvur punktum, tá hann heilfluktaði í kass- an. Klaksvíkingar frøddust um sigurin og stigini, sum gera, at teir ikki eru so langt frá toppinum. Men teir ásannaðu samstundis, at enn hava teir ikki fingið tað snittið í spælið, sum teir fegnir vilja hava. Dysturin í Gøtu sunnudagin verður sera týdningarmikil. Á Skála bíða teir fram- vegis eftir fyrsta sigrinum í bestu deildini. Vánirnar fyri at hann skal koma til høldar komandi vikuskifti eru ikki serliga góðar. HB skal inn á Skála sunnudagin! Dysturin í tølum: KÍ-Skála 4-0 (1-0) 1-0: Atli Danielsen, 37 2-0: Kurt Mørkøre (br.), 66 3-0: Allan Mørkøre, 68 4-0: Kurt Mørkøre, 87 Dómari: Jens Petur Brattalíð KÍ: Meinhardt Joensen – Atli Danielsen, Alexander Djordjevic, Ove Nysted, Rúni Elttør – Jan Joensen, Allan Joensen, Hjalgrím Elttør – Allan Mørkøre, Kurt Mørkøre, Bárður á Lakjuni Skála: Eugen Voda – Ronnie Hansen, Pauli Poulsen, Rúni Rasmussen, Áki Petersen, Kaysten Rasmussen – Marius Joensen, Tummas Olsen, Danial Hansen – Alexander Johansen, Bogi Gregersen KÍ-Skála 4-0 (1-0): Klaksvíkingar bitu negl áðrenn tað skrædnaði Trý føroysk ungfólk tóku um vikuskiftið lut í norðurlendsku kappingini fyri juniorar í bogaskjóting Tey trey, Annika Vang, Alberta Gaardlykke og Eirikkur á Jákupsstovu hava um vikuskiftið verið í Helsinge í Dan- mark. Annika Vang kappað- ist í recurve, og eftir at hon fyrra dagin gjørdist nummar níggju, gekst minni væl seinna dagin, tá hon gjørdist nummar 15. Eirikkur Joensen, sum tók lut í kappingini í compound fekk besta føroyska úrslitið. Í inn- leiðandi umfarinum gjørdist hann nummar seks, og sunnudagin tog- aði hann seg enn eitt pláss upp, so talan gjør- dist um eitt fimta pláss. Alberta Joensen gjør- dist somuleiðis nummar seks í compound í inn- leiðandi umfarinum, men seinna dagin datt hon eitt pláss niður, og gjørdist nummar sjey. -jm Sterkir skjúttar Gunnar Dahl Olsen nýtti 2 tímar, 14 minuttir og 59 sekund um samlaða teinin, tá Triathlon felagið um vikuskiftið skipaði fyri kapping á sonevnda OyL teininum. Hetta er føroyskt met, og var Gunnar væl fremstur av luttakarunum í kapp- ingini. Nummar tvey gjørdist Eli Christiansen, sum avgjørt verður mett sum eitt framtíð navn í ítróttini, við tíðini 2.19,56 og Bogi Lenvig kom á triðja plássinum við tíðini 2.24,18. -jm Gunnar setti met Kurt Mørkøre, sum her stríðist við Paula Poulsen og Keysten Rasmussen, skeyt tvey av málinum, tá KÍ annað vikuskiftið á rað vann á einum lítlum kopleksi Mynd: SáH