týsdagur 11. juni 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 108 - 11. juni 2002
17
17
16
Nr. 108 - 11. juni 2002
HB skapti sær eitt
harðliga tiltrongt hol
niður til botnsessir-
nar, tá teir vunnu
týdnignarmikla
dystinum móti VB
2. DEILD
Jákup Mørk
Hjá bæði HB og VB hevur
árið higaritl sýnt, at liðini
kunnu fáa stórar trupul-
leikar í royndunum at halda
sætið í næstbestu deildini.
Nakað sum annars verður
mett at hava alstóran týdn-
ing fyri tilveruna hjá besta
liðnum, sum soleiðis hevur
stytst møguligan veg niður
til eykamenninar, eins og
yngru
leikararnir
hjá
feløgunum fáa eina glíð-
andi tilvenjing til fótbólt í
bestu deildini.
Vánaligt spæl
Tí hevði dysturin í Vági
alstóran týdning fyri bæði
liðini. VB, sum fyri fyrstu
ferð hevur næstbesta liðið í
deildini, var undan dystin-
um niðast við trimum stig-
um, meðan HB var beint
oman fyri strikuna við
einum stigi meira.
Leikliga var talan á ong-
an hátt um nakað stórt fót-
bóltsupplivilsi leygardagin.
Hjá báðum pørtum var
talan um fráveru á besta
liðnum, og sum vera man,
so viðførdi hetta, at menn
úr frægara endanum vóru
tiknir av liðnum.
Tað var tó HB, sum hevði
betra takið í góðveðrinum
leygardagin, og teir fingu
eisini eitt mál hvørju megin
steðgin. Fyrru ferðina var
tað stórtalentið, Rókur á
Fløtum Jespersen, sum var
á rætta staðnum, og í seinna
hálvleiki var kviki Ransin
N. Djurhuus eirindaleysur,
tá hann avgjørdi fyri gest-
irnar.
Trýst á VB
Tapið fyri einum av kapp-
ingarneytunum
í
botn-
stríðnum hevur við sær, at
tað longu nú byrjar at
síggja hálvgum svart út hjá
vágbingunum í stríðnum at
halda sætið í deildini.
Enn eru tó ikki allar
súður syftar. Fleiri ungir og
evnaríkir eru á liðnum, og
so hvørt sum alt fleiri
leikarar verða tøkir til besta
liðið, so styrkjast fortreyt-
irnar hjá teimum næstbestu,
men tapið ger, at trýstið at
fáa stig næstu dystirnar er
enn størri. Kanska er tað tó
ein lítil skái, at VB hevur
ein dyst til góðar í mun til
hini botnliðini. Hesin er
móti B36, og hevur kapp-
ingarnendin hjá FSF nú
gjørt av, at tann dysturin
skal spælast 6. juli.
Dysturin í tølum:
VB-HB 0-2 (0-1)
0-1: Rókur Jespersen
0-2: Ransin N. Djurhuus
Eftir ein vánaliga
byrjan eru teir í ÍF
veruliga komnir
ígongd, og leygar-
dagin vunnu teir
tryggan sigur á
næst bestu runa-
víkingunum
2. DEILD
Jákup Mørk
Tað sá einki út hjá fugl-
firðingum, tá teir innan
tvær vikur vóru við
undirlutan móti bæði
B36 og LÍF. Ein vend
var tó at hóma, tá teir
fingu javnleik í Sumba,
og síðani hevur veruliga
fingið ferð á.
Leygardagin
høvdu
teir vitjan av NSÍ, og
sum væntað gjørdist aft-
ur hesa ferð talan um trý
stig.
Sigurin gjørdist upp á
fýra mál, men leingi var
tó líkt til, at tølini als
ikki skuldu vera so
sannførandi.
Í fyrra hálvleiki kom
bert tað eina málið, tá
Heini Heinason onkurs-
vegna fekk sent eitt skot
framvið
málverjanum
hjá NSÍ, sum helst var
órógvaður av nógvu
sólini.
Í seinna hálvleiki helt
ÍF á at trýsta. Leingi
vardi NSÍ fyri, men
áhaldandi og ágangandi
spælið gav tó at enda
úrslit, soleiðis at talan
gjørdist um ein sannfør-
andi sigur.
Við sigrinum hava
fuglfirðingar vunnið seg
upp á fjórða plássið í
stigarøðini, og møgu-
leikin at koma longur
upp skuldi verið góður.
Komandi tvær vikurnar
eita mótstøðuliðini VB
og HB, og í báðum før-
um er talan um lið, sum
eru stødd niðarliga á
talvuni, so fuglfirðing-
arnir eru í øllum førum
at meta sum favorittar til
teir dystirnar.
Runavíkingar
fingu
sostatt heldur ikki nakað
burtur úr hesaferð, men
ábendingar eru um, at
tað skjótt fer at bragda
hjá teimum. Undanfarna
vikuskiftið høvdu teir
leingi eitt sera gott tak á
FS Vágum, og hesa ferð
var tað so ÍF, sum fekk
ein skarpan gang. Kom-
andi vikuskiftið kemur
enn eitt oddalið, nevn-
liga LÍF, á vitjan, og so
er spurningurin, um
triðja ferðin verður tann
rætta hjá NSÍ.
Dysturin í tølum:
ÍF-NSÍ 4-0(1-0)
1-0: Heini Heinason
2-0: Høgni á Lakjuni
3-0: Høgni Zachariasen
4-0: Eyðálvur R.
Petersen
ÍF-NSÍ 4-0 (1-0):
Ferð á fugl-
firðingum
Leirvíkingar stað-
festu, at teir vilja
verið í oddinum, tá
teir gjørdust teir
fyrstu at basa
sumbingunum
2. DEILD
Jákup Mørk
Grundað á gongdina í fjør,
so er tað kanska eitt sindur
óvæntað, men veruleikin
er, at bæði Sumba og LÍF
veruliga hava gjørt um seg í
aðru deild í ár, so talan var
um oddadyst, tá liðini bæði
hittust á Krossinum leygar-
dagin.
Sumbingar høvdu undan
hesum ikki tapt dyst í
landskappingini í ár, men
tað var so broytt, tí við
stríðsandanum sum fremsta
vápninum eydnaðist tað
leirvíkingum at bjarga sær
øll trý stigini við heimaftur.
Tað vóru annars sumb-
ingar, sum byrjaðu betri, tá
Eirikur Joensen sneiddi
verjuleikara av sær, áðrenn
hann sendi í kassan, men
løtu seinni hevði LÍF tó
fingið javnvág í aftur
roknskapin.
Seinna umfarið royndu
bæði liðini at trýsta. Sumb-
ingar høvdu kanska teir
vandameiru møguleikarnar,
men tað kom bert eitt mál,
og tað áttu leirvíkingar, tá
Petur Sjúrðarberg átti sein-
asta fótin á.
Avgerandi vikur
Við sigrinum fóru leirvík-
ingar framvið sumbingum,
men tá FSV samstundis
vann, eru teir enn ikki
komnir á ovastu rók. Um
tað fer at eydnast teimum at
koma so langt, fara millum
annað teir komandi dyst-
irnir at vísa.
Tá vitja teir fyrst í Runa-
vík, áðrenn leiðin gongur
til Sands, har heimaliðið
tykist vera í djúpari kreppu
í løtuni, og tað er ikki
óhugsandi, at hesir dyst-
irnir fara at kasta nøkur stig
av sær.
Sumbingar skulu kom-
andi vikuskiftið til Havnar
at spæla móti HB, áðrenn
teir annað vikuskiftið skulu
til eina rætta próvtøku, tá
nýggja oddaliðið úr Vágun-
um kemur á vitjan.
Sumba-LÍF 1-2(1-1)
1-0: Eirikur Joensen
1-1: Kristian í Vági
1-2: Petur Sjúrðarberg
Sumba-ÍF 1-2 (1-1):
Sumba misti oddasessin
VB-HB 0-2 (0-1):
VB hekk eftir
Næstbesta liðið hjá HB vann
týdningarmikla dystin í Vági, og
lyfta seg harvið eitt langt fet úr
botninum
C
M
Y
K
16
FS Vágar tykist
hava beina kós
móti fyrstu deild,
og aftur hetta
vikuskiftið fingu
teir fulla úrtøku
2. DEILD
Jákup Mørk
Longu undan kappingini
var tað mest sum ein
staðfesting, at FS Vágar
vóru risa favorittar at
flyta upp úr næst bestu
deildini, og nú triðing-
urin av kappingini er
lokin, eru teir loksins
komnir upp á ovastu rók.
Onkur
var
kanska
farin at ivast, tá vága-
menn fyrst taptu full-
komuliga óvæntað fyri
HB í Havn, og síðani
spældu málleysan javn-
leik á Sandi, men síðani
hava teir ikki litið aftur
um bak.
Leygardagin vitjaðu
teir so í góðveðrinum
norðuri í Klaksvík, og
har var skjótt greitt, at
gestirnir ætlaðu sær
stigini.
KÍ hevði mist fleiri av
vanliga føstu leikarun-
um upp til besta liðið, og
meðan teir stríddust at
fáa nýggja verjupartin at
rigga, gjørdu gestirnir
sítt besta til tess at taga
alt frá hvørjum øðrum.
Smáir fimtan minuttir
vóru leiktir, tá tað fyrstu
ferð bragdaði hjá FSV
Vladlens Osipov hevði
dittað sær framvið í ein-
um álopið, og staddur
nakað uttan fyri brots-
teigin smekkaði hann til.
Flata og harða skotið tók
í
stólparótina
uttan
nakran møguleika hjá
málverjanum, og so var
1-0.
Stutt eftir økti vanda-
mesti maðurin í aðru
deild, Clayton Soares.
Eftir eitt framhalandi
trýst á KÍ-verjuna stóð
brasiliumaðurin brádliga
leysur í brotsteiginum,
og tá málverjan kom út
ímóti, var hann púra
kaldur og lyfti bóltin í
einum bleytum boga í
netið.
Mundu mist
Hesa løtuna sá av álvara
svart út hjá KÍ. Vága-
menninir dusaðu sær
mest sum eftir vild, og
tað var rár hending, at
bólturin yvir høvur ferð-
ast yvir um miðlinjuna.
Í seinna hálvleiki helt
sama gongdin fram.
Vágamenn tóktust ætla
sær fleiri mál, og tí settu
teir ikki ferðina niður,
hóast hetta kanska hevði
verið skilagott.
Tað var nevnliga ikki
altíð, at beinini fylgdu
við ferðini, og spakuliga
byrjaðu klaksvíkingarnir
at ota seg inn í dystin.
Ikki minst dúvaðu teir
nógv upp á teir báðar,
Erling Fles og Olgar
Danielsen í álopspartin-
um, og ein nýggj vón
varð tendrað, tá tað
eydnaðist
Erlingi
at
beina bóltin í málið.
Tað vóru framvegis
vágamenn, sum høvdu
meira spælið, men í
fleiri førum var av
álvara vandi fyri, at teir
skuldu missa í verju-
partinum, og sum heild
munnu teir vera fegnir
um, at eingi stig vórðu
søplaði burtur seinastu
løtuna.
Eru oddalið
Sigurin saman við sigr-
inum hjá LÍF í Sumba
ber við sær, at FS Vágar
loksins eru á odda í aðru
deild, soleiðis sum teir
ætlaðu sær av fyrstan
tíð.
Hvørt teir veruliga
ætla sær at halda fast um
hendan sessin, fæst helst
ein greið ábending um
komandi vikurnar. Eftir
at teir komandi viku-
skiftið fáa vitjan av B36,
verður talan tá nevnliga
um dystir móti Sumba
og ÍF, og fæst ein mun-
andi úrtøka burtur úr
hesum dystunum, so er
lítið at ivast í, at vága-
menn hava fast samband
við bestu deildina, tá
oyggin fær fast samband
við meginøkið.
KÍ-FS Vágar
1-2 (0-2)
0-1: Vladlens Osipov
0-2: Clayton Soares
1-2: Erling Fles
KÍ-FS Vágar 1-2 (0-2):
Vágamenn
einsamallir
á odda
Eftir at teir tíðliga í
dystinum høvdu bæði
javnað og lagt seg á
odda, dúvaði GÍ í
longum løtum upp á
kontrabólt, og við
størri nærlagni kundi
sigurin væl verið
størri
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Kreppa er kanska dekan ov
sterkt orð at nýta, men tað
var eingin loyna undan
dystinum í Sarpisgerði, at
her vóru eingi serlig ráð at
missa hjá hvørgum av
pørtunum.
Ferðin kom upp
Og leikararnir á báðum
liðum løgdu eisini alt fyri
eitt til brots, sum um einki
annað enn sigurin taldi.
Leikferðin varð beinan
vegin á slíkum støði, sum
liðini bæði í alt ov lítlan
mun hava megnað higartil í
ár, og tað gingu heldur ikki
meira enn átta minuttir, fyrr
enn hol varð sett á mál-
skjótingina.
Við tveimum ella trimum
millumstøðum spældi VB
seg skjótt niðan móti brots-
teiginum hjá gøtumonnum.
Mortan í Hørg fekk bóltin,
og eftir at hava drigið fram
við verjuleikara sendi hann
bóltin upp í handara mál-
horn uttan møguleika hjá
Halli Hansen at verja fyri.
Ein av avgjørdu styrkjun-
um hjá VB hevur seinnu
árini verið tætta verjan,
sum hevur verið góður
botnur undir einum kontra-
spælið. Við skjótu leiðsluni
átti eisni at ligið væl fyri at
bíða eftir mistøkunum frá
mótstøðuni.
Hetta var eisini ætlanin
hjá VB, men tvær væl
vandar deyðbóltsstøður frá
gøtumonnunum koppaðu tó
øllum á høvdið.
Bert fimm minuttir eftir
leislumálið,
var
Sámal
Joensen fyrstur á, tá horna
varð sent innfyri, og so stóð
á jøvnum, og tá Bartal
Eliasen drønstútaði eftir
enn eitt hornaspark stutt
eftir, var tað brádliga GÍ,
sum var á odda, og nú vóru
tað eisini teir, sum kundu
spæla kontrabólt.
Sum tølini siga, so komu
ikki fleiri mál í dystinum,
men tað var so avgjørt ikki,
tí at møguleikarnir ikki
vóru til staðar.
GÍ legði seg nakað aftur á
vøllin, og lat í stóran mun
vágbingarnar um at skapa
dystin, men teir gróvu seg
tó á ongan hátt niður í
egnum brotsteigi. Heldur
stóðu teir alla tíðina til
reiðar at fara fram í drep-
andi mótálopum, og fleiri
ferðir var eisini um reppið,
at hetta eydnaðist teimum.
Við kvikum og neyvum
samanspæli vunnu teir seg
fram til fleiri møguleikar,
og í øllum førum man Súni
Fríði iðra seg um, at tað
ikki eydnaðist honum at
skora upp á í minsta lagi
tveir av hesum.
Misnýttu møguleikarnir
kundu kostað teimum heilt
nógv, tá Robert Ciezlewicz
í seinna hálvleiki fekk
gyltan møguleika, men við
mest sum opnum máli
megnaði at senda framvið
málinum og liggjandi mál-
verjanum, men nærri enn tí
sama komu vágbingarnir
ikki.
Fer at líkjast
Fyri vágbingarnir mundi
tapið kennast sera svárt, nú
teir mistu ein ítøkjuligan
møguleika at fáa samband
aftur við liðini, sum liggja
beint undir oddinum. Yvir
høvur hevur tað tókst
soleiðis hjá VB í ár, at teir
hóast gott spæl í fleiri
dystum ikki hava megnað
at skapt teir møguleikar,
sum skulu til, og heldur
ikki hava teir verið nóg
neyvir, tá so møguleikarnir
eru komnir.
Hjá GÍ hevur talan heldur
ikki verið um sama press-
fótbólt, sum teir hava sýnt
nógvu av undanfarnu árun-
um, men sunnudagin líktist
tað til tíðir. Við skjótu
leiðsluni var kanska ikki
neyðugt at trýsta so nógv,
men liðið arbeiddi væl, og
spælið gekk bæði skjótt og
væl fyri seg, tá teir royndu
at seta ferð á niðaneftir.
Og hóast úrslitini ikki
hava verið eftir vild hvørja
ferð, so er GÍ á ongna hátt
siglt afturúr í kappingini.
Fýra stig eru upp til odda-
liðið, men við 12 dystum
eftir á skránni, nýtist tað
ikki at vera størsta forð-
ingin.
Stóri trupulleikin hjá
liðnum kann tó verða, at
breiddin í hópinum als ikki
er so stór, sum hon hevur
verið onkur av undanfarnu
árunum. Næst besta liðið
flutti í fjør niður í triðju
deild, og hetta sigur nakað
nógv í so máta, og eitt nú er
álopsparturin í løtuni sera
skerdur, nú Krzystof Pop-
czynski ikki er tøkur.
Gøtumenn plaga tó van-
liga at vera drúgvir, tá tøk
skulu takast í fótbóltsodd-
inum, so hóast mótstøðu-
liðini helst av øllum alvi
vilja leggja fótonglar fyri,
so er lítið at ivast í, at teir
kortini fara at roynast
drúgvir, tá avtornar.
Dysturin í tølum
GÍ-VB 2-1 (2-1)
0-1: Mortan í Hørg, 8
1-1: Sámal Joensen, 13
2-1: Bartal Eliasen, 16
Dómari: Oddmar
Andreasen
GÍ: Hallur Hansen - Hans
Pauli Petersen, Pól Enni-
garð, Bartal Eliasen, Leivur
Hansen – Magni Jarnskor,
Sámal Joensen, Zdizlaw
Janek, Súni Olsen – Magn-
us Skoralíð, Súni Fríði
Johannesen
VB: Bjarni Johansen – Pre-
drag Zivkopvic, Eyðun
Jacobsen, Magni Jacobsen
– Dan Djurhuus, Marek
Vierzbicki, Michael í Lága-
bø, Jón Gærdbo, Mortan í
Hørg – Nenad Zivanovic,
Robert Cieszlewicz
GÍ-VB 2-1 (2-1):
Nú fer at líkjast
Vágbingar royndu stóran part av dystinum at trýsta GÍ, sum hinvegin vóru sera vandamiklir, tá teir við fullari ferð kontraðu
niðan eftir vøllinum
Mynd: Jonhard Hammer