týsdagur 11. juni 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 108 - 11. juni 2002
19
19
18
Nr. 108 - 11. juni 2002
B68 sendi tríggjar
ferðir í stólpan, men
teir megnaðu enn
eina ferð ikki at fáa
fulla úrtøku á heima-
vølli ímóti einum av
liðunum, sum teir
kappast við
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
Fegnastu menninir á grasi-
num á Svangaskarði, tá fíni
dómarin, Petur Skarðenni,
bríkslaði fyri síðstu ferð,
vóru hvítklæddu HB spæl-
ararnir. At teir vóru væl
nøgdir var einki at undrast
yvir. Teir vóru komnir eftir
javnleiki, teir vóru komnir
afturum aftaná, at teir
høvdu havt vindin undan,
teir høvdu sera fáar royndir
ímóti toftamálinum, men
kortini fingu teir eitt mál og
javnleik.
Útjavnandi HB málið,
sum teir fingu eitt korter
undan leikloki, skoraði
Rógvi Jacobsen upp á
brotsspark. Hann var púra
kaldur, tá hann sendi mál-
verjan til vinstru fyri seg
sjálvan, og so varð bólturin
rullaður í hitt borðið.
Meistari fyri brotssparki-
num var Andrew av Fløt-
um.
Teir tríggir álopsspælar-
arnir hjá HB, sum higartil í
ár hava verið besta vápnið
hjá teimum, høvdu tað ikki
lætt hesa ferð. Jan Petersen
hevði fyri tað mesta gott
tak á Una Arge, og Jón Rói
Jacobsen var tað so nógv
minni um, enn tað plagar at
vera. Stuðulin frá miðvall-
arunum var ikki nakað serl-
igur. Álopsmennirnir runnu
fyri tað mesta eftir longum
sendingum. Og um tað
eydnaðist at temja, so vóru
møguleikarnir at spæla víð-
ari fáir.
Men kortini eydnaðist
tað Andrew av Fløtum, sum
var best upplagdur av HB
álopsmonnunum, at tiltuska
sær møguleikan, sum bar
útjavnandi málið við sær.
Eftir at B68 var komið
framum, flutti Andrew eitt
vet longri aftur á vøllin. Tað
vóru boðini frá venjaranum
í vónini um, at tað skuldi
gerast eitt sindur tættari
millum keturnar. Andrew
vann bóltin eitt sindur
frammanfyri miðstrikuna,
tá B68 temjing meiri enn
hálvkiksaði. Hann sneiddi
framvið fleiri, og tað eydn-
aðist honum at koma í
brotsteigin, áðrenn Hans
Fróði Hansen royndi at
takla. Dómarin var eirind-
arleysur ímóti bróðrinum í
B68 miðverjuni, Petur vísti
á ellivu metur blettin, og so
var 1–1, og harvið varð-
veitti HB frástøðuna til
B68.
HB spældi uttan fleiri av
teimum, sum hava verið við
til at vunnið so nógv í ár.
Ingi Rasmussen og Janus
M. Joensen vóru vongt-
verjar, og teir hildu seg
konsekvent til verjupartin
og vóru so at siga ikki
frammanfyri miðstrikuna.
Uppgávan hjá Inga var stór.
Ímóti sær hevði hann Øssur
Hansen, sum enn eina ferð
var besti maður á vølli.
Heimaliðið nógv pláss
B68 hevði nógv pláss at
spæla á, og serliga eftir
steðgin, tá teir høvdu
eystanvindin undan, megn-
aðu teir at samanspæla.
Vongverjarnir, Jan Petersen
og John Heri Dam, bjóðaðu
seg til, og á miðvøllinum
var Jann Ingi Petersen íðin,
og Marlon Jorge spældi seg
upp, eftir at hann hevði
kiksað sjey av níggju fyrstu
ferðunum, hann hevði bólt-
in.
Trupulleikin var tyngdin
í álopspartinum. Marcello
Marcellino, sum miku-
kvøldið var avloysari hjá
skadda Anders Nygaard,
var ikki tøkur hesa ferð, og
hóast
Øssur
Jacobsen
stríddist væl og var um
reppið at fáa mál, so sást
tað, at hann var neyðloysn
sum júst miðframherji.
Men B68 hevði møgu-
leikarnar at gera fleiri mál.
Eftir innlegg frá Arnoldi
Joensen í vinstru, út frá og
innaftur, varð Øssur Jacob-
sen blankur eitt sindur til
vinstru í brotsteiginum,
men skotið brast í nærra
stólpan. Og í 2. hálvleiki
vóru stólparnir tvær ferðir í
vegin. Eftir langt og neyvt
skift frá Fróða Benjamin-
sen og sending frá Øssuri
Jacobsen,
kom
Øssur
Hansen í vinstru inn ímóti
málteiginum, men skotið
brast í nærra stólpan, og
fram ímóti dystarenda, tá
B68 royndi at leggja trýst á
fyri at fáa sigursmálið, vóru
teir aftur óhepnir. Arnold
Joensen royndi seg úr stór-
ari fjarstøðu, Bárður Jo-
hannesen tveitti seg til
høgru fyri seg sjálvan, men
hann rakk ikki bóltinum,
sum brast í nærra stólpan
og fór framvið málstrikuni
og út hinumegin.
Einasta málið fekk B68,
tá 2. hálvleikur var átjan
minuttir gamal. Tá høvdu
teir í eina løtu trýst, m. a.
høvdu havt trý tøtt horna-
spørk, áðrenn teir fingu hol
á. Øssur Jacobsen fekk til-
tuskað sær eitt fríspark
miðskeiðis á HB helvtini í
vinstru. Arnold Joensen
legði hálvhøgt í brotsteigin,
bólturin tóktist snitta onkr-
an á vegnum, sýnið hjá
málverjanum var vánaligt,
tí har var so nógv fólk
frammanfyri, og so sigldi
bólturin í handara síðunet-
ið.
Men enn eina ferð megn-
aði B68 ikki at varðveita
leiðsluna. Eitt mistak kost-
aði eitt mál, og fyri aðru
ferð í fýra dagar mistu teir
leiðsluna og harvið tvey
stig á heimavølli.
Dysturin í tølum:
B68-HB 1-1 (0-0)
1-0: Arnold Joensen, 64
1-1: Rógvi Jacobsen (br.),
86
Dómari: Petur Skarðenni
B68: Michal Kokoszanek –
Jan Petersen, Hans Fróði
Hansen, Messias Perreira,
John Heri Dam – Jann Ingi
Petersen, Fróði Benjamin-
sen, Marlon Jorge – Arnold
Joensen, Øssur Jacobsen,
Øssur Hansen
HB: Bárður Johannesen
– Ingi Rasmussen, Hans á
Lag, Jan C. Dam, Janus M.
Joensen – Rúni Nolsøe,
Rógvi Jacobsen, Nicu Dog-
aru – Jón Rói Jacobsen,
Uni Arge, Andrew av Fløt-
um.
B68-HB 1-1 (0-0):
Stólparnir hildu við HB
Álopsmenninir hjá HB høvdu tað alt annað enn lætt sunnudagin. Millum
annað tí teir fingu lítlan stuðul frá miðvøllinum
Mynd: Finnur Justinussen
C
M
Y
K
18
Andrew av Fløtum var
maðurin aftan fyri
brotssparkið, sum bjargaði
HB annað stigið
Mynd: Finnur Justinussen
Øssur Hansen hevur verið
besti málskjúttin hjá B68 í
ár, og hann var nær við at
avgera, men skotroyndin
móti dystarenda brast á
stólpan
Mynd: Finnur Justinussen
Fyrrverandi B68
spælarin, sum nú er
krumptappur í HB
verjuni, heldur, at
hann og liðfelagar-
nir hava alla orsøk
at vera nøgdir við
javnleikin
B68–HB
Jóannes Hansen
Álitið í miðverjuni hjá
HB er Jan C. Dam. Tað
hevur hann so mangan
verið, men tað varð ikki
roknað við, at hann
skuldi vera so eyðsýndur
í ár.
Í fyrraárið og í fjør
spældi Jan við B68. Tá
hann í fjør takkaði fyri
seg á Toftum, segði hann,
at ætlanin var at trappa
niður við fótbóltinum.
Og nú ert tú á veg aftur
ímóti landsliðnum?
– Nei, tað eri eg ikki,
men eg havi góðan hug at
spæla, og higartil í ár eri
eg sloppin undan skað-
um. Tað hevur sera nógv
at siga.
Men tú ætlaði at hugna
tær í 2. deild hjá HB?
– Púra rætt. Men áðr-
enn Ion Geolgau fór til
hús í vetrarfrí, heitti hann
á meg um at venja saman
við 1. deildarhópinum.
Hann segði seg hava brúk
fyri mær. Eg byrjaði so at
venja, og tá eg slapp und-
an skaðum, so vaks hug-
urin, og nú er tað heilt
stuttligt.
Jan C. Dam var sera
væl dámdur í B68 (tað er
ikki so undarligt, tí hann
er av fittastu fólkum). Tá
vit tosa við hann um dyst-
in sunnudagin og um
málið, sum B68 fekk, so
veit Jan nakað at siga,
sum tey flestu uttanfyri
vøllin ikki sóu nakað til.
– Eg var tann síðsti,
sum nært bóltinum, áðr-
enn hann fór í málið hjá
okkum. Nógv fólk var í
brotsteiginum, tá Arnold
sendi frísparkið innfyri,
og bólturin kom í skinna-
beinið á mær, so hann
fekk kós uppeftir og í
handara síðunetið.
Harvið kunnu vit stað-
festa, at Jan C. Dam gav
fyrrverandi liðfeløgunum
ikki eina hjálpandi hond,
men
eitt
hjálpandi
skinnabein!
Tit eru nøgdir við
javnleikin?
– Tað kanst tú ætla. Vit
spældu ikki væl. B68
trýsti okkum, og tað var
torført at venja seg at
spæla á grasi, og vindurin
órógvaði. Vit vóru hepnir,
tí B68 rakti tríggjar ferðir
í stólpan, men so skal
leggjast afturat, at útjavn-
andi málið hjá Andrew av
Fløtum var staðfesting av,
at vit hava eitt sera vanda-
mikið álop. Hesa ferð
spældu vit ikki sjam-
panjufótbólt. Tað gjørdu
vit heldur ikki í Vági.
Men vit hava fingið tveir
javnleikir í torførum úti-
dystum. Nú skulu vit
spæla tveir útidystir aft-
urat. Skála og EB/-
Streymur eru í niðara
endanum. Sovornar dystir
mugu vit vinna, um vit
skulu hugsa um FM, men
tað verður avgjørt ikki
lætt, sigur Jan C. Dam,
sum hevur verið við til at
mynda føroyskan fótbólt
seinastu fimtan árini, og
sum í barndómsfelagnum
í ár tykist hava fingið
triðja ella fjórða ungdóm-
in!
Jan átti síðsta fótin
á B68 málinum
Hóast teir enn ikki hava vunnið á útivølli, so tykist Jan
Dam vera væl nøgdur um javnleikirnar í Vági og á
Toftum
Mynd: Finnur Justinussen
Í 22 landskappingar-
dystum á Svanga-
skarði hevur HB
vunnið átta ferðir,
B68 hevur vunnið
sjey ferðir, og javn-
leikurin sunnudagin
var tann sjeyndi
B68-HB
Jóannes Hansen
KÍ og HB hava altíð verið í
fremstu deildini í fótbólti.
Saman við teimum hava
tvey onnur lið verið í 1.
deild síðani 1981. Talan er
um eysutoyarliðini GÍ og
B68. Dysturin á grasvølli-
num sunnudagin var tískil
22. ferðin, at B68 hevði
vitjan av HB í landskapp-
ingini.
Hagtølini siga, at býtið
millum heimasigrar, javn-
leikir og útisigrar er rættu-
liga javnt. Javnleikurin
hesa ferð var tann sjeyndi,
og hetta var triðja ferðin, at
úrslitið hevur verið 1–1.
Hinar ferðirnar vóru í
fyrraárið og í 1993.
Í sigrum er HB omaná.
Átta ferðirnar eru havnar-
menninir farnir av Svanga-
skarði við øllum stigunum.
Men teir hava ikki vunnið
síðani í 1999. Tá vunnu teir
5–1, sum er størsti sigurin,
teir hava vunnið á Toftum.
B68 hevur vunnið sjey
ferðir. Síðsti sigurin var í
fjør, tá teir vunnu 2–1.
Tilsaman
hevur
B68
skorað 26 mál á heimavølli
ímóti HB, sum hevur fegn-
ast um mál á Svangaskarði
33 ferðir.
Í Gundadali er HB eisini
omaná. Teir hava vunnið
tíggju dystir, B68 hevur
vunnið tríggjar ferðir, og
átta ferðir hevur tað verið
javnleikur.
Málmunurin
heimaliðnum til fyrimunar
er 46–28. Síðsta ferðin, at
B68 vann í Gundadali ímóti
HB var í fyrraárið, tá teir
vunnu 4–3. Í fjør vann HB
3–1.
B68 og HB skuldu havt
spælt á Svangaskarði í
fyrsta umfarinum í ár, men
sum kunugt vóru fyrsta og
sætta umførini býtt um, tí
tað var verkfall. Hetta er or-
søkin til, at tað verður sera
tætt millum landskapping-
ardystirnar hjá hesum báð-
um liðunum í ár. Tey hittast
aftur í Gundadali í 10. um-
farinum, sum er á skránni
7. juli.
B68 og HB spæla javnt triðju hvørja ferð