týsdagur 11. juni 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 108 - 11. juni 2002
21
Tað krevur sjálvandi
nakað av hepni,
men Jens Martin
Knudsen heldur
eisini, at góð fyri-
reiking er neyðug,
um tú skalt gera tær
vón um at bjarga
brotsspørkum
FÓTBÓLTSTOS
Jákup Mørk
Tað er eingin loyna, at
Sjúrður Jacobsen var í
ringum skørum, tá hann
tíggju minuttir fyri leik-
lok fór av vøllinum við
kós móti skiftisrúminum
hjá NSÍ.
Hann hevði fyri aðru
ferð í dystinum nýtt
hondina at steðga bóltin-
um við. Hesa ferð inni í
brotsteiginum, og reytt
kort og brotsspark vóru
harðir dómar at fáa oman
yvir seg.
- Nei. Eg hevði tað ikki
serliga gott akkurát tá.
Bæði tí eg hevði fingið
reyða kortið, so vit vóru
ein færri og ikki minst
orsakað av brotssparkin-
um. Tað var einki serliga
stuttligt.
Spurdur, um hann kort-
ini sá bjargingina hjá Jens
Martini, segði Sjúrður, at
tað gjørdi hann.
- Ja. Eg mátti sjálvandi
hyggja, áðrenn eg fór inn,
og tað var heilt fantast-
iskt, at hann soleiðis
bjargaði okkum.
Var fyrireikaður
Sum vera man, so var tað
eisini ein fegin Jens
Martin Knudsen, sum vit
hittu eftir dystin. Spurd-
ur, um hann nakran tíð
áður hevði upplivað, at
mótstøðuliðið misnýtti
tvey brotsspørk í sama
dysti, var hann eitt sindur
ivandi.
- Tað haldi eg ikki. Eg
havi upplivað, at tvey
brotsspørk eru dømd í
sama dysti, men eg haldi
meg ikki minnast, at tvey
eru brend móti mær í
sama dysti.
Hetta er tó langt ífrá
fyrsta ferðin, at runavík-
ingurin hevur bjargað
brotssparki. Í so máta er
hann kanska tann før-
oyski málverjin, sum
hevur bestu hagtølini. Og
tá vit spurdu hann um
uppskriftina, so viðgekk
hann, at tað var kanska
ein ávís fyrireikan í hes-
um.
- Eg roknaði í øllum
førum við, at varð brots-
spark dømt, so skuldu
antin John ell Jákup taka
hetta. Nú kenni eg teir
báðar hampuliga væl, og
tí hevði eg eisini framm-
anundan gjørt av, hvat eg
skuldi gera.
- John plagar aloftast at
hyggja, hvønn veg mál-
verjin fer, og tí hevði eg
gjørt av at bíða sum
longst. Um hetta ørkyml-
aði hann, veit eg ikki,
men hann skeyt so í øll-
um førum uppum.
- Jákup hevur tvær
ferðir áður skorað móti
mær, tá hann hevur tikið
brotsspark. Báðar ferðir-
nar hevur hann smekkað
til í somu síðu, sum hesa-
ferð, og tí hevði eg gjørt
av við meg sjálvan, at eg
skuldi tveita meg til
høgru, og tíbetur riggaði
tað, segði Jens Martin,
sum tó eisini viðgekk, at
tað sjálvandi skal nakað
av hepni til undir slíkum
umstøðum.
Sýna tol
Undan kappingini tosaði
nýggi venjarin hjá NSÍ,
Jógvan Martin Olsen,
um, at hansara fremsta
uppgáva var at broyta
hugburðin hjá leikarun-
um, soleiðis at teir gjørd-
ust meira vanir við at
vera partur av oddinum.
Spurdur, um tað er
hetta, sum ger, at NSÍ nú
er í oddinum, sigur Jens
Martin, at tað er tað
partvíst.
- Eg veit ikki, um tað
hevur so nógv at gera við
at duga at vera í oddin-
um. Kanska er tað meira
tað, at venjarin alla tíðina
hevur potað inn í okkum,
at vit skulu vera tolnir. At
vit í hvørjum dysti fara at
fáa møguleikar. Tað hev-
ur kanska mangla áður,
men nú duga vit nógv
betri at halda okkum til
spæliætlanina, uttan at
gerast
fjáltursstungnir,
um tað ikki gevur úrslit
alt fyri eitt, og tað hevur í
øllum førum havt nógv at
siga, heldur royndi mál-
verjin at enda.
Ikki bara hepni
Tað er einki at siga til, at Sjúrður Jacobsen var takksamur mótvegis Jens Martini eftir
dystin. – Hatta var fantastiskt at síggja, helt hann um brotssparksbjargingina
Mynd: Álvur Haraldsen
høvdu sínar møguleikar
eftir hetta, men eingin av
hesum var tó somikið stór-
ur, sum nakrir av teimum
hjá B36 vóru.
Fleiri ferðir stóð heilt
nógv á, og millum annað
noyddist Jens Martin at
gera eina fantom-bjarging,
tá John Petersen stútaði
niður í málhornið, men
hetta tóktist tó vera til
fánýtis tá John fekk fatur á
returinum fyri síðani at
verða feldur.
John legði líka í alla
siðvenju, og gjørdi seg til at
sparka úr ellivu metrum,
men so var tað, at reglan
um at tann, sum verður
feldur, ongan tíð skal skjóta
brotssparkið sjálvur, varð
staðfest. Úr ellivu metrum
smekkaði John til, og bólt-
urin fór væl upp um málið.
Hetta tók tó ikki móti frá
B36. Heldur royndu teir í
enn størri mun at trýsta, og
einar fimm minuttir eftir
brotssparkið
hjá
John,
peikaði dómarin aftur á
hvíta blettin. B36 sendi
innfyri, og Sjúrður Jacob-
sen sá sær ikki annan hátt
enn at nýta hondina, tá
bólturin skuldi steðgast.
Hetta var aðru ferð, at
Sjúrður nýtti hondina, og
dómarin var eirindaleysur.
Brotsspark og reytt kort.
Sanniliga ein bjarging-
arlína til B36, men Jens
Martin Knudsen vildi tað
øðrvísi. Jáku á Borg varð
hesa ferð settur at skjóta,
men
landsliðsmálverjin
tveitti seg rætta vegin og
bjargaði royndini.
Einki bar til
Við tíggju monnum á vøll-
inum var ikki annað enn
náttúrligt, at NSÍ mest sum
gróv seg niður í egnum
brotsteigi
seinastu
10
minuttirnar, men hóast
hetta gav fleiri møguleikar
til B36, so bar einki til.
Einar tvær ferðir høvdu teir
heilt góðar møguleika at
skora, men onkursvegna
misnýttu teir kortini, og tað
skuldu fara tveir minuttir
av eykatíðini hjá dómaran-
um, áðrenn bólturin kom
inn um Jens Martin Knud-
sen, tá Magni á Lakjuni
sera hegnisliga sendi við
kalda høgra beininum upp í
málhorni.
Hetta var tó bara sum at
pissa í buks hjá B36, tí tað
vermdi bara eina lítla løtu.
NSÍ gav bóltin upp og
sendi oman í horni, og tá
Carl Høgnesen skuldi var
ov seinur at rudda, var júst
innskifti Ian Højgaard alt
fyri eitt á honum. Hann
vann bóltin, dróg inn í
brotsteigin, og tá hann so
sendi tvørt fyri var setn-
ingurin hjá Óla eins ein-
faldur, og hann var við
fyrsta málið.
At Magni á Lakjuni so í
seinastu
álopsroyndini
sendi tvært fyri málið, eftir
at Jens Martin hevði hálv-
bjargað, var bara ein stað-
festing av, at hetta ikki var
dagurin hjá B36. Teir fingu
møguleikan at koma aftur í
dystin, tá NSÍ seinastu
longu løtuna legði seg alt
ov langt aftur á vøllin, men
teir megnaðu ikki at taka
av. Heldur ikki, tá teir tvær
ferðir fingu gyltan møgu-
leika úr ellivu metrum.
Avgjørdar dygdir
Tað skal tó einki takast frá
runavíkingunum, tí verður
sæð burtur frá seinastu 20
minuttunum, so spældu teir
heilt avgjørt ein skilagóðan
dyst, har teir hildu seg til
taktistka uppleggið.
Sera sjáldan lótu teir seg
nerva av, at mótstøðan
hevði mesta spælið. Teir
royndu fyrst og fremst at
standa rætt í verjupartinum,
góvu sær tíð, tá teir høvdu
bóltin, og so vóru teir eisini
nóg kaldir, tá mótstøðu-
menninir framdu mistøkini.
Og tað eru so sanniliga
dygdir, sum tú skalt hava,
um tú skalt gera teg gald-
andi.
At teir so eisini høvdu
hepnið, er so nakað annað,
men hinvegin skal hepnið
eisini fylgja við, um tú
skalt vera í oddinum. Og so
mundi tað eisini tykjast
fløvandi
eftir
misnýtta
brotssparkið á Toftum, at
tað hesa ferð vóru mót-
støðumenninir, sum mis-
nýttu.
Dysturin í tølum
B36-NSÍ 1-3 (0-1)
0-1: Óli Hansen, 45
0-2: Sonni L. Petersen , 60
1-2: Magni á Lakjuni, 90
1-3: Óli Hansen, 90
Dómari: Niklas á Líðar-
enda: Tóktist alla tíðina at
hava sera góða kontakt við
leikararnar, og hetta er hin
fremsta fortreytin fyri at
hava tamarhald á dystinum.
Sjálvsagt vóru einstakar
hendingar, har leikararnir
ikki vóru samdir, men sum
heild var talan um eitt
framúr dómaraavrik, og at
tað bert var neyðugt við
kortum tær báðar ferðirnar,
at Sjúrður nýtti hondina,
sigur eisini nakað um, at
leikararnir
vistu,
hvar
dómarin hevði lagt linjuna.
B36: René Tórgarð - Fróði
Clementsen, Egil Zacha-
riasen, Arnbjørn Danielsen
– Kenneth Jacobsen, Jákup
á Borg, Jens Kristian Han-
sen, Ragnar Poulsen –
Bárður Mortansson, John
Petersen, Magni á Lakjuni
NSÍ: Jens Martin Knudsen
– Pól Thorsteinsson, Djóni
N. Joensen, Arnfinn Lang-
gaard, Sjúrður Jacobsen –
Gert Langgaard, Kári Han-
sen, Helgi L. Petersen,
Jónstein Petersen – Óli
Hansen, Sonni L. Petersen
Tá Jens Martin tveitti seg rætta vegin, so B36 eisini misnýtti næsta brotssparkið í dystinum
mundu tey í árstalsfelagnum so spakuliga ásanna, at hetta var ikki teirra dagur
Mynd: Álvur Haraldsen
21
20
Nr. 108 - 11. juni 2002
Hóast
B36 hevði
meira spæl og
fleiri møguleikar, so
sýndu gestirnir úr
NSÍ størri umhugsni,
og tað var fremsta
orsøkin til, at øll trý
stigini fóru til Runa-
víkar. Lønin hjá
runavíkingum er, at
teir nú eru í óvandu
støðuni sum oddalið
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Annað vikuskiftið upp í
slag átti B36 heimavøll
móti einum av kappingar-
neytunum í stríðnum at
vinna oddaliðið, HB, aftur.
Eftir trygga sigurin á B68
vóru tað hesa ferð runa-
víkingar, sum komu á
vitjan, og um ikki annað, so
hevði B36 í øllum førum
hagtølini við sær. Seinastu
tíggju árini hevði NSÍ
nevnliga ikki fingið so-
mikið sum eitt stig við sær
úr Gundadaldi, tá B36
hevði verið mótstøðuliðið.
Hartil hevur NSÍ í løtuni
eina strævna dystarskrá, so
alt í alt mundu tað vera teir
á heimaliðnum, sum høvdu
favoritt-heitið á sær, tá farið
varð á vøllin.
Umskipanir
Fyrstu løtuna av dystinum
leikaði so hampuliga javnt
á. B36, sum hevði ein full-
komuliga umskipaðan mið-
vøll, hevði eitt sindur ilt við
at fáa alt at rigga, soleiðis
sum tað skuldi. Ferðin á
spælinum var snøgt sagt ov
lág til veruliga at seta mót-
støðuna undir trýst, og
runavíkingar høvdu tí ikki
stórvegis trupulleikar av at
halda tætt í verjupartinum.
Hinvegin vóru gestirnir
heldur ikki serliga vanda-
mikil.
Christian
Høgni
Jacobsen varð skaddur á
Toftum í miðvikuni, og tað
skerdi helst álopspartin
nakað, men spurningurin er
tó, um hann hevði kunnað
fingið stórvegis burturúr
longu sendingunum fram,
ið aloftast vóru sera tor-
førar at arbeiða víðari við
hjá teimum báðum rættiliga
einsamøllu álopsmonnun-
um.
Tað mundi eisini koma
illa við hjá NSÍ, at Djóni N.
Joensen rættiliga tíðliga í
dystinum noyddist út við
skaða, men nakran stórveg-
is mun í spælinum tóktist
hetta tó ikki at hava. Fyrst
og fremst tí Pól Thor-
steinsson við hesum slapp
av høgra bakkinum og inn í
miðverjuna, har hann tykist
trívast munandi betri og
ikki gerst eins fastlæstur.
Seinasta
triðingin
av
hálvleikinum fóru teir á
heimaliðnum tó spakuliga
at ota seg longur niðan á
mótstøðunálvuna.
Eina
langa løtu gekk spælið í
ovurstóran mun fyri seg á
NSÍ hálvuni, men hóast
nakrar vandamiklar stóðust
av hesum, so tóktist tað alt
meira sannlíkt, at hálv-
leikurin skuldi gerast mál-
leysur.
Barnasjúkur
Tað kom tó kortini eitt mál
undan steðginum, men tað
var so ikki B36, sum fekk
tað.
Hetta kom sum úrslit av
eini deyðssynd á B36-mið-
vøllinum, tá teir ikki vóru
nóg ansnir, tá eitt álop
skuldi byggjast upp. Arn-
bjørn
Danielsen
skundaði sær at taka
eitt innkast uppi á
miðjum vølli inn
til Jens Kristian
H a n s e n .
L a n d s l i ð s -
maðurin var
ikki so øgi-
liga
hart
t r ý s t u r ,
men
tá
h a n n
hálvkiksaði temjingina var
Helgi L. Petersen sum eitt
fok á honum og fekk prikað
bóltin til lítla-beiggjan í
álopinum. Sonni streyk frá
B36-verjuni, sum var á veg
niðan á vøllin og tí ikki var
serliga skipað, og Óli
Hansen skuldi so bara setra
innaru síðuna á, tá bólturin
varð rullaður eftir málteig-
arlinjuni.
Hetta var sum vátur
vøttur at fáa hjá B36. Ikki
minst eftir stóra yvirtakið
seinasta korterið undan
steðginum, og tí kundi tú
kanska hildið, at nú fóru
teir at leggja enn meira fyri,
tá liðini komu útaftur.
Fyrstu løtuna var hetta tó
ikki serliga sjónligt. Hóast
runavíkingar tóktust at vera
ógvuliga væl nøgdir við
leiðsluna, so fingu teir nú
nógv betri sømdir at spæla
seg niðaneftir vøllinum.
Veruliga møguleikar komu
teir tó kanska ikki til, men
tá eitt korter var farið
bragdaði aftur.
Aftur hesa ferð var talan
um mistak hjá B36. NSÍ
átti fríspark í høgru, og tá
B36 bert sendi ein mann út
í múrin, varð hetta tikið
stutt. Tveir ímóti einum var
lætt hjá runavíkingum at
spæla seg ígjøgnum, og tá
Kári Hansen sendi innfyri
av baklinjuni, var Sonni L.
Petersen fyrstur á, og hóast
René Tórgerð hálvbjargaði
fyrstu royndini, so fekk
álopsmaðurin trýst bóltin
inn, og so var 2-0.
Hepni skal til
Høvdu
runavíkingarnir
eftir hetta hildið fast um
leistin, sum teir fyrstu 60
minuttirni vóru leiktir eftir,
so høvdu teir helst havt fult
tamarhald á restina av
dystinum.
Men tað gjørdu teir ikki.
Framvegis ætlaðu teir at
dúva upp á verjuna og so
kvik mótálop, men seinasta
hálva tíman fullu teir í
longum løtum alt ov langt
aftur á vøllin, og tí fekk
heimaliðið lagt eitt sera
stórt trýst oman móti gest-
unum.
Tað skal tó sigast, at
runavíkingar
sanniliga
B36-NSÍ 1-3 (0-1):
Nú er NSÍ oddalið
At Runavíkingar í stóran mun dúvaðu upp á ein væl skipaðan
verjupartin viðførdi, at í longum løtum vóru álopsmenninir
hjá NSÍ sera einsamallir
Mynd: Álvur Haraldsen
Tað var sjálvandi ein smeitur hjá NSÍ, tá Djóni N. Joensen noyddist skaddur av vøllinum. Men tað viðførdi hinvegin, at Pól
Thorsteinsson slapp inn í miðverjuna, har hann treivst munandi betri enn á bakkinum
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
20