týsdagur 11. juni 2002síða 12
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 108 - 11. juni 2002
Sandoyingar munnu
iðra seg stórliga eftir
tapið móti B36 í Havn
leygardagin. B71
hevði fleiri risastórar
málmøguleikar í
seinna hálvleiki, men
einki bar til. B36 fekk
einasta málið og er nú
við í oddastíðnum
2. DEILD
Jákup Mørk
Vónirnar um uppflyting hjá
B71 fingu eitt skot fyri
bógvin, tá liðið tapti 1-0
móti B36 í Havn. B71 var
ein av favorittunum til
uppflyting undan kapping-
arárinum, men liðið hevur
longu tapti tríggjar av
teimum seks dystunum í
landskappingini.
Við sigrinum fór B36
framum B71, og havnar-
liðið hevur enntá spælt ein
dyst færri enn hini liðini.
Tað var B36, sum hevði
munin í fyrra hálvleiki,
men
málmøguleikarnir
vóru ikki nógvir í tali. B36
fekk ein gyltan møguleika
at leggja seg framum heilt
tíðliga í dystinum. Dómarin
metti, at ein B71-ari hevði
skumpað ein mótstøðu-
mann í brotsteiginum, og
hann dømdi brotsspark.
Valdemar Novicki las tó
skjúttan av og bjargaði.
Bólturin
datt
tó
fyri
føturnar á einum B36-ara,
sum royndi seg við skoti,
men málverjin bjargaði. Í
triðju atløgu fekk B36 aftur
skot á, men málverjin
bjargaði eisini triðja skot-
inum. Sera gott málmans-
spæl frá pólverjanum. B71
skapti ikki nógv frameftir
vøllinum í fyrra hálvleiki,
meðan B36 hevði onkran
møguleika.
Lívligt eftir steðgin
Eftir steðgin gjørdist dyst-
urin meira opin, og álopini
gjørdust alt meira vanda-
mikil, sum dysturin leið.
Sera heitt var í Gundadali
henda seinnapartin, men
ferðin var tó høg allan
hálvleikin.
Fyrstu løtuna av seinna
hálvleiki hendi ikki so
nógv, men bæði liðini lógu
framvið. Tá hálvleikurin
var hálvrunnin fekk B36
avgerandi málið. Mortan
Johannesen og Ib Mohr
Olsen dystast í brotsteigin-
um um ein bólt, sum heldur
tilvildarliga
dettur
fyri
føturnar á Helga Jacobsen,
sum júst var innskiftur.
Hann langar til fyrstu ferð,
og hesuferð fór bólturin
framvið tí annars stinna
málverjanum.
B71 fekk ein veruligan
hvøkk av hesum málinum
og sendi nógv fólk fram á
vøllin. Tað eydnaðist so
sanniliga sandoyingum at
skapa nakrar málmøguleik-
ar, men í netið fór bólturin
ongantíð, hóast B71 hevði
óteljandi málmøguleikar
móti endanum.
Einaferð brast bólturin á
tvørstongina, og stongin
varð eisini rakt, men hepni
var ikki við teimum. B71
mundi hava einar fimm
møguleikar,
sum
aðrar
dagar høvdu givið mál.
Antin bjargaði Magnus
Poulsen í málinum, ella
raktu teir ikki málið.
Av tí at B71 sendi alt sítt
fólk fram, gjørdist meira
opið í hinum endanum,
men B36-ararnir vóru ikki
nóg neyvir og stóðu ofta
rangstaddir. B36 fekk eina-
ferð bóltin í netið, men
linjuverjin vinkaði fyri
rangstøðu.
B36 vóru sera fegnir um
sigurin, og liðið er nú við
aftur í oddinum, meðan
B71 misti eitt fet í stríðnum
um uppflyting.
B36 – B71 1-0 (0-0)
1-0: Helgi Jacobsen
Liðini áttu ein hálv-
leik í part á Sevmýru
sunnudagin, so javn-
leikurin var helst eitt
rættvíst úrslit, sum
báðir partar eisini
kunnu liva við
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Vit skrivaðu í leygardags-
blað okkara, at fyri bæði
EB/Streym og TB var tað
av altavgerandi týdningi, at
dysturin sunnudagin ikki
varð taptur. Javnleikur varð
úrslitið, og í so máta kunnu
báðir partar helst vera so
hampuliga
nøgdir
um
úrtøkuna, tó at samansetta
liðið við Streymin helst
iðrar seg um, at tvørámenn
fingu javnað somikið seint
í dystinum.
Vindurin stýrdi
Tað var nakað væl av vindi
eftir vøllinum á Tvøroyri,
og hetta ávirkaði í stóan
mun spælið.
Fyrra hálvleik vóru tað
fyri tað mesta gestirnir,
sum trýstu, men í mun til
fleiri av undanfarnu dyst-
unum, so tykjast tvørámenn
nú at hava fingið tamarhald
á verjupartinum, og tí
eydnaðist tað sjáldan gest-
unum at spæla seg fram til
teir heilt stóru møguleik-
arnar. Ta einu ferðina var tó
um reppið, at Marni Djur-
huus, sum spældi á mið-
vøllinum fyri skadda Jákup
Martin Joensen, stútaði
bóltin í netið, og eina aðra
ferð
fekk
verjuleikari
ruddað í evstu løtu, men
samanlagt bendi alt á ein
málleysan hálvleik.
Beint fyri steðgin eydn-
aðist tó EB/Streymi at fáa
hol á. Ingi Hansen, sum nú
aftur er at síggja á liðnum
hjá EB/Streymi eftir útlegd
á Skálafjørðinum royndi at
bróta ígjøgnum. Tað eydn-
aðist tó verjuni at tackla
bóltin av honum, men
leðurkúlan støkk út til Hans
Paula Samuelsen, sum ikki
ivaðist, men langaði bóltin í
kassan av brotsteigarmark-
inum.
Vakurt mál
Í seinna hálvleiki var
støðan júst hin øvugta. TB
hevði nú vindin undan, og
tá
gestirnir
samstundis
royndu at verja leiðsluna,
sum teir vunnu sær beint
fyri steðgin, var skjótt, at
spælið nú varð trýst oman
Gunnari á Steig í málinum
hjá EB/Streymi.
Sjálvur hevði málverjin
tó ikki fyri neyðini at
fremja tær heilt nógvu
bjargingarnar. Verjan við
fyrst
og
fremst
Knút
Vesturtún og Andrzej Pacek
stóð seg allan hálvleikin
sera væl, og tó at TB trýsti
og trýsti, so var talan
sjáldan um teir heilt stóru
møguleikarnar.
Eins og tað hevði víst seg
hjá gestunum fyri steðgin,
so fekk TB tó løn fyri stríð-
ið, tá smáir tíggju minuttir
vóru eftir at spæla. Ein
langur bóltur var sendur
innfyri, og eftir at bólturin
fyrst var stútaður tvørt fyri í
brotsteiginum
smekkaði
Vladimir Matijivic til, so
bólturin spílaði meskarnar
uttan møguleika hjá mál-
verjanum.
Sum skilst á pørtunum
báðum, so var talan um eitt
hampuliga rættvíst, tó at
báðir partar iðra seg um, at
teir ikki megnaðu at standa
ímóti trýstinum eina lítla
løtu afturat.
Hinvegin, so var tað
týdningarmesta sum nevnt,
at dysturin ikki var taptur, tí
hetta vildi viðført, at frá-
støðan upp til næstu áttanda
plássið á talvuni vaks í trý
stig.
Nú eru liðini bæði ájøvn í
stigum, trý stig framman
fyri botnliðið av Skála.
Komandi vikuskifti hava
bæði torførar dystir, tá tey
skulu spæla ímóti ávíkavist
NSÍ og B36, men eftir hetta
verður talan hjá TB um
dyst, sum kann fáa sera
stóran týdning fyri botn-
stríðið. Tá kemur Skála
nevnliga á vitjan á Tvør-
oyri,
og
kastar
tann
dysturin trý stig av sær, er
lítið at ivast í, at tvørámenn
kunnu draga andan heldur
lættari í summarfrítíðini.
Dysturin í tølum
TB-EB/Streymur 1-1
(0-1)
0-1: Hans Pauli Samuelsen,
45
1-1: Vladimir Matijivic, 82
Dómari: Lassin Isaksen
TB: Lars Müller - Andras
Nolsøe, Vladimir Matijivic,
Nebosja
Urtajl,
Olivur
Abrahamsen, Tórður Mort-
ensen - Jón Tórur Holm,
Allan Michelsen, Bárður
Dimon, Dan Mortensen -
Aleksandar Radosavljevic
EB/Streymur:
Gunnar á
Steig – Christian Carlsson,
Knút V. Vesturtún, Andrzej
Pacek, Hallur Jacobsen –
Teitur
Joensen,
Marni
Djurhuus, Ronnie Samuel-
sen, Hans Pauli Samuelsen
–
Sorin Anghel,
Ingi
Hansen
B36 – B71 1-0 (0-0):
B71 brendi risamøguleikar
TB-EB/Streymur 1-1 (0-1):
Hvørgin slapp leysur
Sorin Anghel royndi eins og vant at stríðast í álopspartinum, men sunnudagin varð hann væl
ansaður. Á myndini eru tað teir báðir, Vladimir og Nebosja, sum hava gott tak á
Mynd: Áki Bertholdsen
Tað var B71, sum trýsti, men B36 fekk einasta málið, tá teir
høvdu alt tað hepnið, sum besta liðnum restaði dagin eftir
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
22
Nr. 108 - 11. juni 2002
23
Men tað er framvegis
óvist, hvar Óli
Johannesen fer at
spæla, tá donsku fót-
bóltsspælararnir fara
at koma aftur úr
summarfrí
DANMARK
Jóannes Hansen
Nú er tað greitt, at tað
verða Farum og Køge, sum
fara at loysa Vejle og Lyng-
by av í superliguni. Fyrsta
umfarið verður á skránni á
ólavsøku.
Tað er eisini greitt, at
Hvidovre, sum hevur Óla
Johannesen á liðnum, fer at
halda fram í næstbestu
deildini. Størsta partin av
kappingarárinum hava teir
stríðst fyri at sleppa undan
niðurflytingini, og nú er tað
eydnast teimum. Sjálvt um
teir sunnudagin taptu 3–1
ímóti Brønshøj, sum hevur
kent niðurflytingar eldin
brenna undir sær.
Úrslitið
á
Tingbjerg
stadion, sum er heimavøll-
urin hjá Brønshøj, var sera
óvæntað. Men ofta vísir tað
seg soleiðis, at lið, sum
rættuliga kenna seg hava
ryggin ímóti múrinum,
megna tað, sum eingin
hevði roknað við – og tað
av eyðsýndum orsøkum.
Eitt annað dømi um júst
hetta var dysturin í Farum
sunnudagin. Heimaliðið,
sum hóast stóran turbolens
kring felagið og í kommun-
uni sum heild, langt síðani
hevur tryggjað sær pláss í
bestu deildini komandi
kappingarár, hevði vitjan av
B93, sum hevur havt aftur-
partin í vatnskorpuni alt
kappingarárið. Hesa ferð
megnaði B93 tað, sum
yvirhøvur eingin hevði
roknað við. Úrslitið var 1–0
til gestirnar av Eysturbrúgv,
og tað hevur við sær, at B93
ivaleyst sleppur at halda
fram í næstbestu deildini.
Preben Elkjær er millum
teirra, sum hava sett pengar
í B93. Hann er tætt uppat
Flemming Østergaard, sum
er høvuðsmaðurin í FCK.
B93 skal ivaleyst vera klek-
ingarstøð fyri møguligar
spælarar til FCK. Tað hevði
verið óheppið, um flagg-
skipið í felagnum hevði
dottið niður í triðju deild-
ina, men nú verður tað helst
av ongum.
Komandi sunnudag skal
B93 spæla ímóti Brønshøj.
Um dysturin endar við
javnleiki, so sleppa bæði
liðini heilt víst undan
niðurflyting. Tað kundi
boða frá málleysum javn-
leiki!
Herfølge hevur rættuliga
havt
undanvind
síðstu
nógvu umførini. Hesa ferð
høvdu teir vitjan av langt
síðani niðurflutta Skive,
sum varð sent til hús við
8–0 tapi í viðførinum.
Hitt liðið í Køge komm-
unu, Køge Boldklub, vann
2–0 í Sønderborg ímóti
HFK Sønderjylland, sum
hevði ætlað sær annað upp-
flytingarplássið, men nú
verður tað av ongum, tí
Køge flytir upp.
Fredericia og Johan B.
Hansen høvdu vitjan av
grannunum úr Odense.
B1913 fór um aftur brúnna
um Lítlabelt við einum
stigi. Úrslitið var 3–3, og
harvið er púra greitt, at
Fredericia ikki flytir niður.
Randers
Freja
vann
heimadystin ímóti grann-
unum úr Horsens við 2–1.
Húsagangurin verður av
ongum, og Randers Freja
fer at halda fram í næst-
bestu deildini.
FC Aarhus hevur fingið
fyrrverandi stórspælaran
Flemming Povlsen sum
oddamann, hevur stórar
ætlanir. Teir hava bjóðað
Manchester
United
at
spæla í Aarhus í august, og
tað gongst teimum væl í
næstbestu deildini. Um teir
fara at megna at koppa
AGF – barndómsfelagið
hjá Flemming Povlsen av
fótbóltstrúnuni í Århus – er
kortini ein annar spurning-
ur.
Sunnudagin hevði FC
Aarhus vitjan av Kolding,
sum er á veg úr næstbestu
deildini. Úrslitið var 2–0 til
heimaliðið.
Molde er framvegis í
toppinum, og Jákup
Mikkelsen bíðar
framvegis á beinki-
num eftir at fáa
møguleikan
NOREG
Jóannes Hansen
Meðan fótbóltsfóðrið á
sjónvar psskíggjanum
kanska er meiri enn gott er,
verður tað spælt av lívsins
kreftum í føroysku lands-
kappingini, og tað sama er
galdandi í Íslandi og Nor-
egi. Undanfarin ár hava vit
gjørt burturúr íslendsku
kappingini, men nú eru
eingir føroyingar har yviri.
Tí er føroyski áhugin ikki
tann, sum hann hevur verið
undanfarin ár.
Í Noregi er umboðanin
eisini nógv minni, enn hon
hevur verið. Jákup Mikkel-
sen er einasti føroyingurin í
norskum fótbólti, og hann
spælir lítið og einki á besta
liðnum. Eddie Gustafsson,
sum ivaleyst heldur hevði
viljað verið við Svøríki í
HM
endaspælinum,
er
sannførandi millum stólp-
arnar hjá Molde, og tað er
harmuligt
hjá
Jákupi
Mikkelsen, sum fyri tveim-
um árum síðani, tá Her-
følge vann danska meist-
araskapin, væl og virðiliga
vísti, hvør dugur er í hon-
um.
Verkfall
Í Noregi verður annars
nógv tosað um, at fótbólts-
spælararnir hótta við at fara
í verkfall. Teir halda stutt
sagt, at umstøðurnar hjá
fótbóltsspælarunum
eru
ikki nóg góðar. Hvøki tá
tað snýr seg um løn, ella tá
tað snýr seg um arbeiðsum-
støðurnar.
Semingsmaður er komin
uppí samráðingarnar mill-
um spælarafelagið og ar-
beiðsgevararnar.
Fundur
verður mikudagin í kom-
andi viku. Um tað ikki
eydnast at finna eina
semju, so verður verkfall
23. juni.
Tað eru kortini ikki allir
spælararnir, sum eru á veg í
verkfall. 251 av spælarun-
um í bestu og næstbestu
deildunum eru skrásettir
hjá spælarafelagnum. Tað
verður mett at eina staðni
millum hálvt annað hundr-
að og tvey hundrað spæl-
arar ikki eru limir. Millum
hesar eru spælararnir í
Rosenborg. Teir ásanna, at
teirra umstøður eru so mik-
ið góðar, at teir ikki kunnu
fara í verkfall. Har er altso
eingin solidaritetur.
Molde í toppinum
Sunnudagin var Molde á
útivølli ímóti Bodø/Glimt,
og tað gekk sum eftir ánni.
Eddie Gustafsson helt tætt,
og síðstu minuttirnar skor-
aðu liðfelagarnir tvey mál.
Molde kom á odda, tá tað
restaðu ellivu minuttir.
Lítla løtu seinni misnýttu
teir brotsspark, men tá tað
restaðu tríggir minuttir
øktu teir og staðfestu har-
við 2–0 sigurin.
Molde er næstfremst.
Ovast í tippuliguni er Lyn,
sum hesa ferð bara megn-
aði 1–1 í lokauppgerðini í
Bergen ímóti Brann.
Rosenborg og Lillestrøm
hava saman við Molde ver-
ið roknað sum bestu boðini
upp á NM. Men tað hevur
ikki gingið so væl hjá av-
bjóðarunum, sum tað hevur
gjørt hjá Molde.
Leygarkvøldið var Lille-
strøm á útivølli ímóti Sogn-
dal, og tað gekk sera væl
hjá fyrrverandi føroyska
felagnum. Sogndal vann
5–2.
Rosenborg var sunnu-
dagin á útivølli ímóti
Stabæk, og tað gekk ikki
meiri enn passaligt hjá
teimum úr Tróndheimi, tí
úrslitið
var
málleysur
javnleikur.
Odd Grenland er triðja
liðið, sum er í toppinum
saman við Molde og Lyn.
Hesa ferð høvdu teir í
Skien vitjan av Viking úr
Stavanger, og heimaliðið
vann 2–0.
Í Noregi hótta teir
við at fara í verkfall
Danska 1. deild
v
t
d
v
-
j -
t
mál
mál
+/-
stig
1
Køge
29
21
-
3 -
5
59
30
29
66
2
Farum
29
19
-
6 -
4
62
33
29
63
3
HFK Sønderj. 29
17
-
3 -
9
59
48
11
54
4
Herfølge
29
15
-
8 -
6
58
35
23
53
5
Frem
29
14
-
9 -
6
53
37
16
51
6
Randers F.
29
14
-
6 -
9
59
37
22
48
7
B 1913
29
11
- 10 -
8
42
42
0
43
8
AC Horsens
29
11
-
8 - 10
38
31
7
41
9
FC Aarhus
29
11
-
8 - 10
39
39
0
41
10
Hvidovre
29
8
-
8 - 13
42
49
-7
32
11
Fredericia
29
7
-
9 - 13
43
43
0
30
12
B 1909
29
8
-
5 - 16
46
66
-20
29
13
Brønshøj
29
7
-
6 - 16
41
62
-21
27
14
B93
29
7
-
6 - 16
36
58
-22
27
15
Kolding FC
29
6
-
6 - 17
42
63
-21
24
16
Skive
29
3
-
5 - 21
34
80
-46
14
Føroyskir leikarar: Atli Gregersen (Randers F.), Óli Johannesen (Hvidovre),Johan
Byrial Hansen (Fredericia)
Norska tippeligan
v
t
d
v
-
j -
t
mál
mál
+/-
stig
1
Lyn
11
8
-
1 -
2
17
14
3
25
2
Molde
11
7
-
2 -
2
22
8
14
23
3
Odd. Grenl.
11
7
-
1 -
3
19
11
8
22
4
Stabæk
11
5
-
4 -
2
19
12
7
19
5
Rosenborg (M) 11
5
-
3 -
3
20
13
7
18
6
Viking
11
5
-
3 -
3
20
14
6
18
7
Bodø/Glimt
11
4
-
2 -
5
16
14
2
14
8
Våleranga
10
3
-
4 -
3
12
10
2
13
9
Lillestrøm
11
3
-
4 -
4
11
13
-2
13
10
Bryne
11
3
-
2 -
6
12
19
-7
11
11
Brann
11
3
-
2 -
6
14
22
-8
11
12
Sogndal
11
2
-
2 -
7
15
25
-10
8
13
Start
11
1
-
4 -
6
9
20
-11
7
14
Moss
10
1
-
4 -
5
9
20
-11
7
Føroyskir leikarar: Jákup Mikkelsen (Molde)
Hvidovre hevur bjargað sær
23