fríggjadagur 11. januar 1974síða 2
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SÍÐA 2
SOSTALURIN
NR. 3 — 11. JANUAR 1974
SOSIALURIN
Blaðstjórn: Prentstaður:
Vilhelm Johannesen, Prentsmiðjan á Heygsbueyt
ábyrgdarblaðstjóri, tf. 1 1820
tf. 5 5873, Klaksvík Tórshavn
Og soleiðis varð
SPEKULATIONIN og í kjalarvørri hennara okursprísur á
byggigrundum, hevur nú í mong ár gjørt tað trupult, fyri ikki
at siga heilt Ogjørligt, hjá ómúgvandi fólki at útvega sær
byggigrund, ið er hin fyrsta treytin fyri at fáa tak yvir høvdid.
SEINASTA vetur kunngjørdi Prísráð Føroya hámarksprís á
byggigrundum. Vit loyvdu okkum tá at ivast í, um hetta var
tann rætta leiðin at ganga. Vit kundu ikki lata vera vid at
óttast fyri, at teir ásettu hámarksprísirnir ikki fóru at verða
aktaðir, og at spekulatiónin, hóast helta, fór at halda fram
sum áður.
VIT VÍSTU á, at vil maður fyri en hvønn pris hava hendur á
ávísum grundstykki. so bar til, alment at keypa tað fyri tann
av Prísráðnum ásetta hámarksprísin, meðan eykasamsýning til
seljaran verður goldin undir borðnum, og soleiðis kundi
spekulatiónin og okursprísirnir halda fram, meðan hin minn:
menti í samfelagnum, sum ikki hevur ráð at bjóða seljaranum
nakra eykasamsýning, framvegis verður at hava ningar
stødur fyri at ogna sær byggigrund. Hetta við håmarksprisum
er áður roynt í Noreg, og varð urslit har, at byggigrundir
vórðu seldar svartar.
um-
VANDI er í hvørjari vælferð verður sagt. Vit vístu eisini á,
tå hesir hámarksprísir fyri 11 mánaðum síðani vórðu kunngjørd
ir, at tann ásetti hámarksprísurin kundi føra til dýrari byggi-
grundir úti á bygdunum, har prísirnir lógu væl lægri. enn tann
av Prísráðnum ásetti hámarksprísurin. Har kundu jarðaeigarar
hugsa sum so, at tá Prísráðið góðkennir ein pris, sum liggur væl
hægri enn tað sum vít selja fyri, so kunnu vit saktans loyva
okkum at sæta prísin nakað upp og í summum fórum munandi
upp. Eft'r hvat vit hava frætt, hevur hetta eisini verið tilfell 5.
SUM FÓLK hava hoyrt i útvarpnum, hevur Prísráðið nú av-
tíkið henda håmarkspris, við teirri motiverng at hetta ikki let-
ur seg gera við teimum lønar- og prisvøkstrum, sum í dag eru.
Okkum tykir at hetta als 'kki letur seg gera uttan
staddina á lønar- og prisvøkstrinum.
mun til
TANN RÆTTA leiðin till tess at koma spekulatiónini og teim
ovurhonds høgu prísunum á bygggrundum til livs, er, at tað
almenna fær fyrsia keypsrætt til alla jørð. Tað almenna, í hes-
um føri verða so kommununar, ið verða at ogna sær alt
nýtiligt byggilend' fyri ein sámuligan prís, sum verður í mun
til, um jørðin er dyrkað ella 'kki. Kommunurnar verða síðani
at gera grundstykkini bygg búgvin við vegi og kloakk, fyr: síð-
ani at selja tey aflur til teirra, sum skulu byggja, fyri í mesta
lagi tað, sum stykkið tá kostar viðkomandi kommunu.
MEN HETTA er ein politskur spurningur, sum valla letur
seg loysa, soleiðis sum landsins lóggevand' ting i dag er sam-
ansett. Her sum í so mongum ødrum fórum, har talan er um
at finna skilagóðar loysnir, ið høvdu verið til mkð gagn fyri
hina stóru fjøldina og samfelag'ð sum heild, renna vit okkum
ímóti hinum borgarligu afturhaldsmúrinum, hvers aðalhyrnar-
steinur er frí kapping.
HER skal vera teimum múgvandi frítt at yvirbjóða og teimum
seljand' frítt at selja jórð til hægsta boð, soleiðis at hin stóra
fjøldin ikki fær møgule ka at ogna sær byggigrund. Við ødrum
orðum: tað stendur teimum stóru fskunum frítt at eta teir
småu.
| 80 år. Adr.: Hjørdis
Dagbókin
FØDINGARDAGAR
f dag verdur Niels Hjemsten,
Klaksvik, 76 år.
f dag, 11. jan., verdur John
Olsen, telefonmadur, Svinoy, 60
år,
Mánadagin fyllir Dánial Poul
sen, blikksmiðjume'stari, Tvør-
oyri, 65 ár.
Mánadagin = verður Maria
Fide Petersen, fyrrv. lærarinna,
Eide, á
Tórgarði, Tórshavn.
'BRÚDLEYP
Leygardagin giftast í Chr'stians
kirkjuni í Klaksvík Elinborg
Joensen, frisørdama og Ólavur
Samson, smiður, bæði úr Klaks
vík.
SILVURBRUDLEYP
Í dag kunnu hjúnini Petra og
Petur Jacobsen, Vatnsoyrar, hal
da silvurbrúdleyp.
Smátíðindi
innanoyggja
Trygd
á arbeiðsplássinum
Stjórn Havnar Arbeiðsmanna-
felags hevur samtykt at senda
skriv tl tingið, har biðið verð-
ur um at danska lógin um
trygd á arbeiðsplássinum, verð-
ur sett í gildi i Føroyum.
T ngid kemur saman aftur 21.
januar og verður skriv arbeiðs-
mannafelagsins lagt fyri tngid
tá.
Av Eiði
verður sagt, at í vikuni frå 1. til
5. januar avreiddi bert ein bát-
ur til Nordis og var tað >Norð-
søki« av Eiði, ið avreiddi
10.600 pund.
Annars verður sagt av Eiði
at lítið er at frætta. Veðrið hev
ur verið so vånaligt, at ikki hev
ur verið hugsingur um útróður.
Teir fáu dagarnar, sum bátar
hava verið úti, hevur víst seg
at bragda, P ,
Ur Klaksvík
verður sagt frá lítlum útróðri
tað sum farið er av hesum ári-
num. Mánadagin vóru tveir bát
ar úti, annar hevði 1.100 og hin
1.800 pund.
Annars er nógv arbeiði í løt-
uni av saltfiskalandingum og
saltf skapakking.
Kvikk hevur landað 209 tons
á Norðborg. Veiðan hjá Norð-
alduni vá tilsamans 287 tons,
271 tons av saltfiski og 16 tons
av frystum. »Hans Erk« hevdi
20 tons av frystum og saltfisk-
urin verdur mettur til 260 tons.
Hann er ikki lidugur at landa
enn. Fiskurin verður pakkaður
so hvert til Grikkalands og Hal
ien. »Bordoyarnes« er heldur
ikki liðugur at leggja upp.
Hann hevur umleð tað sama
sum »Hans Erik<. Tann stóri
fiskurin hjá »Bordoyarnes« verð
ur sendur til Noregs á plattum,
meðan smáfiskurn verður pakk
aður til Grikkalands.
Á Kósini verður fískurn hjá
»Sjårdarberg« pakkaður til
Grikkalands og Ttalien.
Við loyvi frá Prísráð Føroya eru hesi
FLUTTNINGSGJØLD
fyri persónkoyring, galdandi frá 10. januar 1974:
Fri- og halgidagar kl. 6—24 24—6
Gerandisdagar kl. 6—18 18—24 24—6
Bytårar (beinleiðis uttan stede) .. 10 12 16
Annars 1 kr. fyri hvørt ferðafólk,
ið skal koyrast til ymisk pláss.
STROND:
Bukvald
HOYVIKSVEGUR:
Vedurstødin
HOYDALSVEGUR:
Fabrikkin 4 Hålsi
HOYVIK:
HVITANES
SUNDSVEGUR:
Verkst. hjá komm. ........,
Brúgvin
VARDAGØTA:
Oyggjarvegur
OYGGJARVEGUR:
Vardagøta
Vegristin
Marknagil
Kleynisvarði
Syðradalsvegur'n
Norðara Skarð
DALAVEGUR:
Oyggjarvegur
MARKNAGILSVEGUR:
Typuhúsvirkið
LANDAVEGUR:
Marknagilsvegur
ARGIR:
Brúgvin
Vegr'stin á ovara vegi
VELBASTADVEGUR:
Kirk jugardurin
Miðhornið
Havnadalsvegur
Sandá
Ruskstødin
Syðradalsholið 27
Hálsur'n 34
VELBASTAÐUR:
Bygdin 40
Lendingin 40
KIRKJUBØUR 55
VESTMANNA ; 140
KVÍVÍK 105
LEYNAR . 90
LEYNAVATN | 90
SKÆLING 105
ESSO-stødin . 80
SIGNABØUR 100
KOLLABJORÐUR = nm 7 | 90
! 100
105
125
130
140
165
STREYMNES Í 145
SUNDABRÚGVIN 150
LANGASANDUR 165
HALDÓRSVÍK 180
TJØRNUVIK 5 195
OYRI 165
NORÐSKÁLA 150
SVINAIR 160
LJOSA 180
EIDI 190
FUNNINGUR 225
225
140
200
200
Timakoyring og bid ng:
1. tímin 70 80
50 60
Fri- og halgidagsgjøldiin' eru galdandi frá leygardegi kl. 12.
Bilstjórafelagið SAMFYLKING