leygardagur 1. apríl 2000síða 16
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 65 - 1. apríl 2000
30
tíðindablaðið sosialurin
Nr.65 - 1. apríl 2000
Skrivstovustarv
Føroya Shell søkir starvsfólk til bókhaldið á
høvuðsskrivstovuni í Tórshavn.
Arbeiðið fevnir um:
• Ábyrgd av ognara-/skuldarabókhaldinum
• Avgreiðslu av viðskiftafólki
• Kunna avloysa við EDV-skipanina
• Annað fyrifallandi skrivstovuarbeiði.
Vit vænta at tú hevur:
• Útbúgving og royndir innan skrivstovuyrkið
• Royndir innan ognarabókhald
• Hollan kunnleika til EDV og at tær dámar
at samskifta við onnur.
Vit kunnu bjóða:
• Eitt fjølbroytt og sjálvstøðugt starv við
avbjóðingum
• Møguleikar fyri útbúgving og persónligari
menning
• Góða løn í samsvar við útbúgving og
royndir.
Hevur tú hug at vita meira um starvið, ert tú
vælkomin at ringja á telefon 34 74 00 lokal
213.
Umsókn við møguligum prógvum og við-
mælum kann sendast til P/F Føroya Shell,
Postbox 188, 110 Tórshavn og má vera okk-
um í hendi í seinasta lagi mánadagin 3.
apríl 2000.
Tímalærarar til
Fiskivinnuskúlan
Søkt verður eftir tímalærarum í
Aling (2 t/v),
Samfelagsfrøði á C-stigi (3 t/v)
Smáverulívfrøði á B-stigi (4 t/v) og
Virkisbúskapi á B-stigi (6 t/v)
at byrja á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna
1. august 2000.
Umsøkjarar skulu hava prógv frá lærdum
háskúla e.l., sum gevur førleika at undirvísa
í lærugreinunum. Umsøkjarar við vinnuroynd-
um hava fyrimun.
Tímarnir verða løntir samsvarandi tímalær-
arum á studentaskúla- og HF-skeiðunum.
Umsókn skal skrivast á serligt umsóknar-
blað, sum fæst á Fiskivinnuskúlanum ella á
Undirvísingar- og mentamálastýrinum. Meira
fæst at vita við at venda sær til skúlastjóran
á Fiskivinnuskúlanum.
Umsóknir við ljósprentum av próvskjølum o.ø.
skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta
lagi fríggjadagin 14. apríl 2000.
Fiskivinnuskúlin
Postrúm 96
350 Vestmanna
Tlf. 42 45 73
Teldupostur:
fiskvest@fiskvest.fo
Starvsløn til listafólk
Á fíggjarløgtingslógini 2000 eru kr. 100.000
játtaðar til starvsløn í 6 mánaðir. Starvslønin
verður latin listafólki, sum virkar innan skald-
skap, myndlist, leiklist, tónlist ella aðra list.
Nevnd, sett av landsstýrismanninum í
mentamálum, ger tilmæli til landsstýrismann-
in um, hvør eigur at fáa starvslønina. Til tess
at fáa starvsløn, má umsøkjarin kunna vísa
til verk á høgum listaligum støði.
Umsøkjarar fáa oyðublað sendandi við at
venda sær til:
Undirvísingar- og Mentamálastýrið
Postrúm 3279 • 110 Tórshavn
Telefon 355050 • Telefax 355055
e-postur: umms@umms.fo
Gjørt verður vart við, at oyðublaðið eisini er at
finna á internetinum á www.umms.fo . Um-
sóknir verða at senda Undirvísingar- og
Mentamálastýrinum, og er umsóknarfreistin
mánadagin 3. apríl 2000. Tey, ið ynskja at
vita meira um stuðulin, eru vælkomin at venda
sær til Undirvísingar- og Mentamálastýrið á
telefon 355050.
Undirvísingar- og
Mentamálastýrið
Skrivstovufólk
Søkt verður eftir skrivstovufólki til Teknisku
Deild hjá Atlantic Airways.
Starvið:
Arbeiðið fevnir um dagføring av ymiskum
telduforritum, dagføring av hondbókum,
skráseting av arbeiðstíð, samskifti úteftir,
ymiskt skrivarakent arbeiði, umframt at
gera ymiskt fyrifallandi arbeiði á deildini.
Arbeiðsstaðið er á flogvøllinum.
Umsøkjarin:
Tann, ið settur verður, skal hava kunnleika
at arbeiða við teldu, hava kunnleika í ensk-
um máli, vera røkin og hava góð evni at
samstarva.
Skrivlig umsókn við møguligum viðmælum
og prógvum skal vera okkum í hendi í sein-
asta lagi 14. apríl 2000 og skal sendast til:
Atlantic Airways
Tekniska Deild
(Skrivstovufólk)
Vága Floghavn
FO-380 Sørvágur
Aðalfundur
Boðað verður til aðalfund í Badmintonsam-
bandi Føroya fríggjadagin 28. apríl 2000 kl.
18 í ÍSF-húsinum. Skrá sambært reglunum.
Formaðurin
Sandoyar sýslu
javnaðarfelag
Lýsti ársaðalfundurin verður í Ungmanna-
felagshúsinum SAMLJÓÐ í Skopun
mánakvøldið tann 3. apríl 2000 kl. 20.00
Skrá sambært lógum felagsins.
Harumframt verður kaffiborð og burturluting.
Við á fundinum vera umboð fyri tingbólkin
hjá javnaðarflokkinum og formaður floksins.
Nevndin
Nordisk Råds Natur-
og Miljøpris 2000
Nordisk Råd uddeler i år for sjette gang
Natur- og Miljøprisen. Prisen, der er på
350.000 DKK, gives til en privat eller off-
entlig virksomhed, gruppe eller person, som
har udvist et særligt initiativ inden for natur-
og miljøbeskyttelse.
Temaet for 2000 er »Samarbejde med
Nordens nærområder«
De nære områders miljøpolitik er også Nor-
dens miljøpolitik – og omvendt. De nordiske
lande og deres offensive miljøpolitik kan
og bør derfor spille en rolle i miljøsamar-
bejdet med nærområderne. Prisen vil så-
ledes i år blive tildelt en person eller orga-
nisation i Norden, som i særlig grad har
bidraget til at udvikle samarbejdet på na-
tur- og miljøområdet mellem Norden og
Nordens nærområder, hvortil blandt andet
regnes Arktis og alle lande, der omgiver
Østersøen.
Alle kan stille forslag til prismodtager. For-
slaget skal motiveres og bestå af en be-
skrivelse af initiativet og oplysninger om,
hvem som udfører eller har udført indsat-
sen. Initiativet må have faglig kvalitet og
betydning for større kredse i et eller flere
nordiske lande. Forslaget skal formuleres
på maksimalt to A-4 ark.
Prismodtageren udpeges af en bedømmel-
seskomité, som består af repræsentanter
for de 5 nordiske lande og de selvstyrende
områder Færøerne, Grønland og Åland.
Forslaget, der skal skrives på et særligt
skema, skal være sekretariatet i hænde
pr. post senest fredag den 26. maj.
Skemaet fås på Nordisk Råds hjemmeside
www.norden.org eller ved henvendelse til
sekreteriatet på adressen:
Nordisk Råd
Den Danske Delegation
Christiansborg, 1240 København K
Tlf. 33375958, fax 33375964
Sjóvinnubrøv
Sjóvinnufyrisitingin boðar frá, at tey sjó-
vinnubrøv, sum geva rættindi sum dekks-
ella maskinyvirmaður á handilsskipum í
altjóða sigling, skulu í seinasta lagi 1.
februar 2002 vera skift út til tey sokallaðu
STCW-95 sjóvinnubrøvini.
Skipað verður soleiðis fyri, at:
•
sjóvinnubrøv, sum eru útgivin í 1995 ella
áður, skulu skiftast út innan 1. apríl 2001
•
sjóvinnubrøv, sum eru útgivin í tíðarskeið-
inum 1996 til og við juni 1999, skulu skift-
ast út í tíðarskeiðinum 1. apríl 2001 til
31.januar 2002.
Treytirnar fyri at fáa tey nýggju sjóvinnu-
brøvini eru:
Navigatørar:
•
galdandi heilsuprógv fyri sjófólk
•
galdandi sjónar- og hoyrnarroynd
•
2 stk. passmyndir
•
siglingarbók ella aðra váttan um sigling-
artíð
•
prógv fyri lokna útbúgving á sjómans-
skúla
•
GMDSS, GOC ella ROC-prógv
•
navigatørar, ið hava staðið skipara- ella
stýrimansprógv áðrenn 1991, skulu har-
afturat hava lokið skeið í vandamiklum
farmi
•
ARPA-simulatorskeið
Maskinmeistarar:
•
galdandi heilsuprógv fyri sjófólk
•
passmynd
•
siglingarbók ella aðra váttan um sigling-
artíð
•
prógv fyri lokna útbúgving á maskin-
meistaraskúla
Teir navigatørar, sum ikki hava staðið radar-
simulatorskeið ARPA, fáa árit um, at sjó-
vinnubrævið ikki gevur rættindi umborð á
skipum, sum hava hesa útgerð.
Viðkomandi má persónliga møta upp eftir
nýggja sjóvinnubrævinum fyri samstundis
at undirskriva hetta.
Fyri at lætta um umsitingarliga verður mælt
til, at avrit av neyðugum skjølum saman við
passmynd verða innsend frammanundan.
Bústaðurin skal upplýsast.
Frumrit av hesum skjølum skulu framvísast
áðrenn vinnubrævið verður handað.
Víst verður annars til kunngerð nr. 50 frá
12. mai 1999 um sjóvinnubrøv og útbúgv-
ingarkrøv til sjófólk.
Tórshavn tann 30. mars 2000
Sjóvinnufyrisitingin
Yviri við Strond 19
100 Tórshavn
Fiskimálastýrið
Sjóvinnufyrisitingin
Hagstova Føroya
Heimasíðufyrisitari
og NT-stuðul
Starvsinnihaldið
Starvið er fyri mesta partin at skipa fyri sam-
skiftinum hjá Hagstovuni við umheimin um
internetið og at vera NT-stuðul hjá hinum
starvsfólkunum. Alt meira av teimum hagtøl-
um og uppgerðum, sum vit á Hagstovuni
framleiða, fara um internetið til brúkaran, og
í tí sambandi hava vit brúk fyri einum fólki til
at menna henda partin av upplýsingarvirk-
seminum.
Av tí at arbeiðið fyri stóran part annars fer
fram í Oracle umhvørvi, er kunnleiki til Oracle-
skipanir og SQL forriting ein fyrimunur, tó
ikki krav.
Hóast starvið í høvuðsheitum hevur við inter-
netsambandið at gera, so kann roknast við
at ein partur av arbeiðinum verður at luttaka
í ymsum hagtalsuppgerðum.
Persónurin og útbúgvingin
Fólkið okkum tørvar skal hava hug til teldu-
arbeiði sum heild, men haraftrat við evnunum
at koma við hugskotum og at arbeiða sjálv-
støðugt við heimasíðu og øðrum telduloysn-
um. Í hesum sambandi er eisini neyðugt at
hava evnini at vera í tøttum samstarvi við
aðrar telduumsitarar og fólkini, sum fáast við
hagtalsuppgerðir.
Útbúgving innan teldufakið er ynskilig, men
fólk sum hevur fingið sær førleikan á annan
hátt ella hevur royndir úr øðrum starvi er eisini
vælkomið at søkja starvið.
Arbeiðsplássið
Hagstovan er fyrst og fremst eitt víttfevnandi
stað, har ið tú fært innlit í avgerandi og aktuell
samfelagslig viðurskifti, tí umframt at lýsa
samfelagið í regluligum uppgerðum, eru vit
eisini við í lýsingini av øðrum aktuellum viður-
skiftum, sum stinga seg upp. Alt sum vit fram-
leiða av vitan og upplýsing er til at kunna
borgararnar um, so at ein partur av flestu
uppgávum er at hava samskifti við onnur.
Løn og treytir annars
Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Fíggj-
armálastýrið og avvarðandi fakfelag
Umsóknarfreist og annað
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta
lagi 10.apríl.
Nærri fæst at vita um starvið við at seta seg
í samband við Hermann Oskarsson, stjóra,
á
telefon
352028
ella
í
telduposti
hermann@hagstova.fo.
Fulltrúi til
hagtalsuppgerðir
Starvsinnihaldið
Í høvuðsheitum er uppgávan at arbeiða við
vinnuligum og øðrum búskaparligum hagtøl-
um, sum liggja til grund undir ymsum upp-
gerðum.
Eitt nú til uppgerð av tjóðarroknskapi gera vit
sonevndar deildarroknskapir fyri allar privatar
vinnur, kommunurnar sum heild, landskassan
og donsku statspartarnar í Føroyum. Starvið
verður serliga at vera við í arbeiðinum við
hesum deildarroknskapum, men kann sakt-
ans umfata aðrar hagtalsuppgerðir í sam-
bandi við búskapin annars.
Persónurin og útbúgvingin
Brúk er tí fyri einum fólki við góðum innliti í
roknskaparviðurskifti og skili fyri samfelags-
búskapi, sum dugir at arbeiða við mest van-
ligu telduforritum og sum ikki óttast at fara í
holt við forriting. Tað er ein fyrimunur at kenna
eitt sindur til forriting í SQL ella øðrum forrit-
ingarmáli, men ikki eitt krav kortini.
Hóast tað krevst at tú sjálvstøðugt ert førur
fyri at loysa uppgávurnar tú fert at sita við,
fert tú at hava tætt samstarv við aðrar bú-
skaparfrøðingar, teldufyrisiting og skrivstovu-
fólk á stovninum.
Til starvið krevst útbúgving sum cand.polit.,
cand.oecon., cand.merc. ella bachelor út-
búgving í búskaparligum/fíggjarligum læru-
greinum.
Arbeiðsplássið
Hagstovan er fyrst og fremst eitt víttfevnandi
stað, har ið tú fært innlit í avgerandi og aktuell
samfelagslig viðurskifti, tí umframt at lýsa
samfelagið í regluligum uppgerðum, eru vit
eisini við í lýsingini av øðrum aktuellum viður-
skiftum, sum stinga seg upp. Alt sum vit fram-
leiða av vitan og upplýsing er til at kunna
borgararnar um, so at ein partur av flestu
uppgávum er at hava samskifti við onnur.
Løn og treytir annars
Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Fíggj-
armálastýrið og avvarðandi fakfelag.
Umsóknarfreist og annað
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta
lagi 15.apríl.
Nærri fæst at vita um starvið við at seta seg
í samband við Hermann Oskarsson, stjóra,
á
telefon
352028
ella
í
telduposti
hermann@hagstova.fo.
Hagstova Føroya
Søkt verður
eftir einum royndum kranførara til RUSTON
61 (wiremaskinu) at byrja beinanvegin.
Lønt verður eftir sáttmálanum + møguligt
bonus kemur uppá tal.
Tlf. 216442 Mads Hansen (Basa)
Leiðari søkist
Vit sóknast eftir leiðara til handlarnar.
Myllan
Amboð & Búnýti
v/J. H. Joensen
v/J. H. Joensen
370 Miðvágur
370 Miðvágur
Tlf. 332851
Tlf. 333555