Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-12, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. juni 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 109 - 12. juni 2002 Nr. 109 - 12. juni 2002 3 Tað er tungt at seta seg at skriva minningarorð um eina góða systur. Asbjørg var fødd og vaks upp á Sandi, dóttur til Emil Simonsen, Emil í Króki á Sandi og Sigrid Simonsen, ættað úr Norðradali. Pápi okkara var til skips við Kittuni í 1947, eg minnist væl tá ið hann kom heimaftur, tá fortaldi hann, at ein ungur sera dámligur og raskur ungur skopuningur var við, og at hinir ungu mennirnir argaðu Asbjørg við honum, hann helt fyri, at tað hevði ver- ið ein fittur svigarsonur at fingið. Men hettar upplivdi pápin ikki, tí hann gjørdist sjúkur og doyði longu í 1948; men Asbjørg og Petur blivu við at halda saman og í 1950 giftust tey inn í nýggj hús uppi á Selatræ í Skopun. Í 1951 fingu Asbjørg og Petur ein son og bleiv hann nevndur Emil eftir abba sínum, men honum bleiv ikki lív lagað meir enn ein mánað, tá doyði hann. Í 1952 fingu tey næsta sonin og fekk hann somuleiðis navnið Emil, hann vaks upp, giftist, fekk familju og búsettist í Skopun. Men longu í 1986 doyði hann, bert 34 ára gamal, av sjúku á Landssjúkrahúsinum. Eftir sat einkja við trimum børnum og barni undir belti, sum bleiv ein dóttur. Síðani fingu tey sonin Mads Andrias (Diaba) er giftur og býr í Havn. So fingu tey sonin Sigbjart, giftist og setti búgv í Skopun, men flutti til Noregs í sokallaðu kreppuni, ið var. Undan honum fingu tey sonin Edvard, sum eisini giftist og búsettist í Skopun, men flutti til Danmarkar í kreppuni. Endiliga aftaná 5 synir fingu tey dóttrina Petsy, sum er vaksin upp, gift og búsett í Skopun. Harnæst fingu tey sonin Sólbjørn, sum er giftur og býr í Havn. Men í 1971 fekk Asbjørg aftur fullborna dóttir, sum var sera ússalig, bleiv doypt, fekk navnið Bjørg og síðan doyði hon. Eisini hevði Asbjørg aðrar stórar familjusorgir, men hóast alt hettar, so var hon lættsint, dugdi væl at greiða frá, t.d. um ymisk skálkapuss, ið gjørd vóru í yngri árum; men vendi hon sær ímóti, so visti tú eisini hvar tú hevði hana, hon ivaðist ikki í, at siga sína meining, í hvør tað so var. Aftur í fjør vóru sorgarboð í heiminum hjá Asbjørg og Petur, tá ið tey fingu at vita úr Noregi, at sonurin Sigbjart hevði fingið ólekiliga sjúku og kundi ikki bjargast undan deyðanum. Hettar nívdi Asbjørg nógv, bæði tá ið man kom á gátt hjá teimum og táið honum ringdi heim til okkum, so segði hon, eg orki ikki at taka ímóti deyðs- boðunum av honum eisini, og soleiðis bleiv, hon orkaði ikki meira, men hoknaði undir byrðuni, tann 6. apríl andaðist hon í heiminum á Selatræ í Skopun, 72 ára gomul. Bert fáar dagar aftaná andaðist sonurin Sigbjart, 43 ára gamal, frá konu og 5 børnum. Hettar var teimum ein stór sorg, tí hann var ein sera góður familjufaðir, tolin og alt var gott og hann var sera nógv avhildin maður, bæði á skipsdekki og í arbeiði á landi. Men góði Petur svágur, sjálvt um Asbjørg bleiv skána fyri sorgini av tí seinasta barninum, so mátti tú ígjøgnum sorgina fyrst at missa hana, tit stóðu jú hvørjum øðrum so nær, fyri síðan at missa sonin fáar dagar aftaná; men sum tann skilamaður tú er, so tekur tú alt hettar í tolni, og tað skal tú eiga stóra virðing fyri. So ynskja vit at Várharra má styrkja teg, børn og abbabørn tíni í stóru sorg tykkara. Vit minanst Asbjørg og Sigbjart við virðing og tøkk og ynskja tykkum hvíldina í friði. Sólvit Asbjørg Thomsen til áminningar f. 15.2.1930 – d. 6.4.2002 Leygarkvøldið 29. juni verður finalan í kappingini um at gerast Ársins Songrødd 2002 í Badmintonhøllini í Havn SANGKAPPING Tíðindaskriv So er stundin komin til stóru finaluna „Ársins Songrødd 2002". Leygar- kvøldið 29. juni í Bad- mintonhøllini í Havn skulu 12 sera spennandi og áhugaverdir finalistar á pallin, sum øll hava góðar møguleikar at verða kosin »Ársins Songrødd 2002«. Sostatt er lagt upp til eina finalu, sum ongantíð áður hevur sett so stór krøv til dómararnar, sum higartil hava gjørt eitt megnarverk at finna fram til teir fram- úrskarandi góðu sangarar- nar, sum altso nú veruliga skulu standa sína roynd. Í hesum sambandi kann nevnast, at støðið, í mun til undanfarin ár, verður mett at verða sera høgt, og tað kennist, sum um luttak- ararnir hava gjørt nógv av at venja rødd og sang, so ikki kann sigast annað enn, at tað verður ein tann mest áhugaverda sangkapping nakrantíð. Sum altíð tá ið finala er í Ársins Songrødd, verður eisini hesa ferð okkurt áhugavert á skránni. Hesa- ferð fáa tey sum koma niðan í Badmintonhølina eitt upplivilsi, sum tey neyvan hava upplivað fyrr. Talan er nevniliga um eitt megastórt singback-dansi- show við útvaldum dansar- um, sum í longri tíð hava vant saman við einum korigrafi. Tær, saman við James Olsen, fara at fram- føra eitt tað størta showið av sínum slag við „full- power" ljóð, ljós, royk og pyrotekniskt fýrverkarí. Pallurin verður sergjørdur til hetta endamál, og sum skilst á fyrireikarunum, so er talan um eitt show í yrkisklassa. Umframt alt hetta verður eisini dj-show við Martini Kjærbo, sum man vera ein hin mest eftirspurdi plátu- vendarin vit eiga. Jú eitt rimmar kvøld í Badmintonhøllini leygar- kvøldið 29.juni. Eitt so stórt tiltak hevði sjálvsagt ikki kunna borið til uttan góðum stuðli, og fyrireikar- arnir vilja nýta hetta høvi at takka stuðlunum, KONTO´in, Føroya Bjór og Casablanca fyri stuðul, samstundis sum høvis- stuðulin, KONTO´in, sum letur kr. 5000,- í 2.vinning+ 10 atgongumerki (sí konto´in nýtt nr.3, 11. juni.)skal hava takk fyri teirra vælvild og áhuga fyri hesum tiltakið fyri tey ungu. Í august ferður fyrsta innleiðandi umfariðð í sangkappingini, »Barnaprix2002«, sum er sangkapping fyri børn í aldrinum 7-14 ár Í september mánaði í ár verður tað fyrsta innleið- andi umfarið í sangkapp- ingini "BARNA PRIX 2002". Tað verður ein tann stórsta kappingin fyri børn, ið hevur verið í Føroyum, og aldursbólkurin, kapp- ingin er ætlað, er 7-14 ár. Tilfarið, sum sungið verð- ur, er alt á føroyskum. Tað ber til hjá áhugaðum at geva teirra boð uppá, hvørji løg skulu verða við í kappingini "BARNAPRIX- 2002" Sí bløðini og www.barnaprix.fo í august. Byrjað verður í Bad- mintonhøllini í Havn, sum er fyrsta undankapping av sjey, sum verða kring land- ið í heyst. Finnast skulu bestu barnasongrøddir, sum fáa høvi at luttaka í stóru finalini, sum verður í høllini á Kambsdali í desembur 2002. Í samband við kappingina verður eisini fløga útgivin, har finalistarnir eru við. Vinnarin sleppur at syngja vinnaralagið saman við yrkistónleikarum inn á fløguna. Navnframi James Olsen, ein av okkara fremstu tón- leikarum, verður frásøgu- maður fyri "Barnaprix- 2002". Luttakarar fáa møgu- leikan at luttaka í einum ókeypis skeiði í mikro- fonteknikki v. m. James Olsen stendur fyri hesum tiltakinum. Vinnarin av kappingini fær eina peningagávu og sleppur saman við hinum finalistunum á fløgu, sum kemur út til jólar. Tey, ið luttaka í kapp- ingini, "Barnaprix2002", hava 25 løg at velja millum at framføra, løgini eru øll á føroyskum. Meira fæst at vita um kappingina á www.barnaprix.fo. í august. 12 vilja verða Ársins Songrødd Barnaprix: Sangkapping fyri tey smáu FLÓTTAFÓLK Stefan í Skorini Enn er eingin støða tikin til, hvat gerast skal við teir fimm albansku flóttarnar, ið sita í klivanum í Havn. Teir vórðu handtiknir fríggjadagin, tá teir komu við Norrønu á Havnina. Teir hava einki pass ella annað samleikaprógv, og tí kunnu teir setast fastir. Fútin hevur sett seg í samband við Udlændinge- styrelsen í Keypmannahavn og biðið stýrið um at fara undir samráðingar við landsstýrið um, hvat gerast skal við flóttarnar. Donsku myndugleikarnir skulu síð- ani í samráð við føroyska landsstýrið gera av, hvat víðari hendir í málinum. Enn ber ikki til at siga, hvørjir menninir eru, tí teir hava eingi prógv. Løgregl- an hevur bara upplýsingar frá monnunum, og tær kunnu vera ósannar. Teir fimm menninir siga sjálvir, at teir eru 20 til 32 ára gam- lir, og hava teir nú eisini biðið um politiskt friðskjól í danska ríkinum. Menninir royndu at sníkja seg í land í Íslandi, men tollvaldið fann teir í einum innilokaðum lastbili, og teir vórðu sendir avstað aftur. Ein av monnunum leyp síðani á bláman á Seyðisfirði, men hann var bjargaður. Fongslingin hjá albanun- um varðar til 24. juni. Tá tann spennandi dysturin millum Dan- mark og Frakland í gjár var komin í helvt varð skíggin hjá teim- um, sum hugdu eftir Sjónvarpi Føroya svartur. Hyggjararnir fingu at vita, at sjón- varpið hevði mist sambandið, og arbeitt varð við at fáa hetta í rætt lag SJÓNVARP Ingrid Bjarnastein Í øllum HM-meldrinum í hesum døgum, sita tey, ið hava áhuga fyri fótbólti, mestsum klistrað til sjón- varpsskíggjan frá árla á morgni til síðla á kvøldi. Og hjá teimum, sum ikki hava parabol, hendi tað ræðuligasta, ið henda kundi mitt undir einum spennandi HM-dysti í gjár, týsdagin. Tá fyrri hálvleikur millum Danmark og Frakland var liðugur, misti Sjónvarp Føroya sambandið, og tí varð skíggin svartur, og all- an seinna hálvleik varð hann verðandi svartur. Sambandið kom ikki aftur, og tí mistu allir Sjónvarp Føroya hyggjarar allan seinna hálvleik av dysti- num. – Tað hongur soleiðis saman, at vit hava loyvi frá TV2 um at senda dystirnar frá teimum, og hesar dystir- nar móttaka vit ígjøgnum fylgisveinin hjá norska Tele Nor, greiðir Jónheðin Tróndheim, tøknileiðari á sjónvarpinum frá. TV2 sendir dystirnar beinleiðis til Føroya ígjøg- num norska Tele Nor, og er hetta eitt vanligt antennu- signal, sum Tele Nor síðani sendir víðari ígjøgnum fylgisvein. Tá sambandið millum Danmark og Noreg fer, er tað onki, sum menn- inir í Noreg fáa gjørt, og í Føroyum er eins eiðasørt. – Slíkt er ógvuliga keði- ligt, sigur Jónheðin Trónd- heim. – Tað er minst líka keðiligt hjá okkum, sum hjá hyggjarunum, men vit fingu ikki gjørt annað enn at sita og bíða. Møguleiki er altíð fyri at fáa signalið beinleiðis, men tað kostar eina heila sjón- varpsstøð, sum tøknileiðar- in tekur til. – Ein annar møguleiki er so, at leita ólógliga og senda við piratkorti, men sovorðið ger man bara ikki. Um nakað tílíkt hevði verið uppdagað, hevði verið spinnandi galið. Reglurnar eru ógvuliga strangar hes- um viðvíkjandi, sigur Jón- heðin. Á middegi í gjár var ikki greitt um dysturin millum Danmark og Frakland skuldi sendast seinni um kvøldið. Teir dystirnir, ið verða sendir um kvøldið, eru teir, ið sjónvarpið band- ar frá TV2, og tá onki er komið á band, ber illa til at senda. Men tøknileiðarin segði, at møguleiki er fyri at banda dystin frá DR, sum skuldi senda dystin klokkan 15 seinnapartin, og síðani vísa hann aftur um kvøldið í Føroyum. So tá blaðið fór til prentingar bar illa til at siga, um tey, ið bara síggja SvF, sleppa at síggja sigurin hjá Danmark yvir Fraklandi í HM enda- spælinum. Tann 16. juni letur upp listaframsýning í Norðurlandahúsinum undir heitinum Fangstkultur i Vest- norden. Har verður nógv forkunnugt á skránni MENTAN Ingrid Bjarnastein Útstappaðar ísbjarnir og kápur úr kópaskinni verða at síggja í Norðurlanda- húsinum frá 16. juni. Har- afturat verður høvi at síggja tríggjar installatiónir, sum Edward Fuglø hevur evnað til, og sum ímyndar hvørt av teimum trimum londun- um í útnorði. Benedikte Utzon hevbur gjørt kápur- nar og ísbjarnirnar. Harumframt verður høvi at síggja standmyndir og fornfrøðisligar og nútímans lutir, ið á ein ella annan hátt, hava samband við veiðu í útnorði. Eisini verða sýnd brot úr upptøk- um hjá Zachariasi Hammer úr bjørgum og av langfara- túrum. Eisini verða málningar hjá Erró, Mikenes og Scheving at síggja. Til framsýningina er gjørd ein fløga, Piniartut, sum Tutl hevur givið út, og ein tví- mælt bók, Hunters of the North/Fangstkultur i Vest- norden, sum Sprotin gevur út. Framsýningin letur upp komandi sunnudag klokkan 14 og verður hon at síggja í Norðurlandahúsinum fram til tann 30. juni. SvF um dystin Danmark – Frakland: Kundu bara bíða Teir fimm albanarnir, ið sita í klivanum í Havn, hava biðið um politiskt friðskjól í danska ríkinum Mynd: Finnur Justinussen Jónheðin Tróndheim, tøknileiðari á Sjónvarpi Føroya sigur, at tá sambandið millum Danmark og Noreg fer, kunnu teir á sjónvarpinum ikki gera annað enn at bíða. Savnsmynd Eingin støða tikin til albanar Veiðumentan í útnorði Fangstkultur i Vestnorden eitur framsýningin, sum letur upp í Norðurlandahúsinum sunnudagin. C M Y K 3 2