Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-12, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. juni 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 109 - 12. juni 2002 Nr. 109 - 12. juni 2002 5 Í gjár lýsti bretin, David McDine, í før- oysku bløðunum eftir vinfólkunum hjá pápa sínum, Joseph McDine, ið var her- maður her undir krígnum. Sum ein av eftirkomarunum hjá vinfólkunum á Toft- um, skal eg koma við hesi stuttu frágreið- ing VINFÓLKINI Magnus Gunnarsson David McDine sendi tvær myndir av toftafólkunum og eitt postkort. Familju- myndin er av Magnus Mikkelsen (1895-1982) av Toftum og konuni Onnu Elisabeth Mikkelsen (1898-1979) fødd Thor- kildshøj, saman við teirra fimm døtrum. Tær eru frá vinstru Karolina Betty, vanliga nevnd Linnebeth (Berg), Jenny (1924-1999) (Gunnarsson), Poulina (Zachariassen), Simona (Nielsen) og Hertha (Skýl- indal). Hin myndin er tikin uttan fyri heimið á Toftum. Fólk- ini eru frá vinstru: Jenny, Joseph, Simona og Linne- beth. Postkortið frá 1965 er frá Honnu og Óla Christian Skála, sum høvdu Skála- búðina í Dr.Jacobsensgøtu. Magnus Mikkelsen búði saman við familjuni á Toftum. Tey høvdu handil á Toftum og á Nesi eina tíð. Eftir kríggið fluttu tey til Havnar, har tey stovnaðu klædnahandilin, Magnus Mikkelsen Manufaktur, ella sum havnarfólk nevndu handilin "hjá Toftamannin- um". Handilin var í húsunum hjá Honnu og Óla Christian Skála í Dr.Jacobsensgøtu. Hanna Skála var systir Onnu Elisabeth, konu Magnus Mikkelsen. Tá Magnus gavst at handla, keypti hann í 1953, saman við øðrum skonnartina Kongshavn at nýta til út- róður við bátum í Grøn- landi. Samstundis yvirtóku Hanna og Óla Christian Skála handilin, ið vit kenna sum Skálabúðina. Sum tað sæst á postkort- inum hevur Joseph McDine í øllum førum havt sam- band við familjuna til 1965. Annars hevði famlijan í mong ár samband við ein annan bretskan hermann, Robert Campbell (Bobby), ið fleiri ferðir vitjaði aftur í Føroyum. Familjan er spent upp á at heilsa uppá David McDine, tá hann kemur higar 5. juli. Vónandi kemur hann eisini at knýta vinarbond her og fáa nógv at vita um tíðina, tá pápi hansara var hermaður í Føroyum. David McDine er sera fegin um sambandið, hann hevur fingið við familjuna hjá Magn- usi og Onnu Elisabeth Mikkelsen av Toftum, har pápi hansara var dagligur gestur undir krígnum. Sutt eftir, at »eftirlýsingin« var løgd út á www.olivant.fo í gjár, fekk hann fyrstu teldubrøvini EFTIRLÝSING Eirikur Lindenskov – Eg eri ovfarin av, hvussu skjótt eg fekk svar upp á fyrispurning mín um vin- fólkini hjá pápa mínum í Føroyum, sigur David McDine, sum í blaðnum í gjár eftirlýsti familjuna, ið hevði verið so blíð við pápa hansara, meðan hann var í Føroyum undir krígnum. Hann hevur sæð greinina, sum eisini stóð at lesa á www.olivant.fo í gjár, og hóast hann ikki skilir føroyskt, so helt hann seg kunna fylgja innihaldinum. David McDine hevði mánadagin um teldupost samband við fleiri av abbasynunum hjá Magnusi og Onnu Elisabeth Mikkel- sen av Toftum, har pápi hansara var dagligur gestur. Hann hevur frætt frá brøðr- unum Magnusi og Gunnari Gunnarsson, synir Jenny, og Jógvani Skýlindal, son Herthu. Jógvan hevur tosað við mammu sína, sum er stødd í Danmark, og minn- ist hon væl Joseph, og øll eru tey spent upp á at síggja David og myndir o. a., sum hann hevur við sær. – Mamma mín, Alice, einkjan eftir Joseph McDine, livir enn. Hon er 97 ára gomul og býr her í grannalagnum hjá mær. Hon verður óivað sera spent at frætta hetta, sigur David McDine – sum fegnast um sambandið, hann hevur fingið við ættarfólk hjá vinfólkum pápans. » –It is remarkable that we are in contact – nearly 60 years after my father was in the Faroes. He would have been thrilled«, sigur hann. Vinfólkini hjá pápanum funnin Gleðir seg at koma til Føroya Fremst í myndini síggjast Magnus (1895-1982) og Anna Elisabeth Mikkelsen (1898-1979) á Toftum. Genturnar á myndini eru tær fimm døtrar teirra, Karolina Betty, vanliga nevnd Linnebeth (Berg), Jenny (1924-1999) (Gunnarsson), Poulina (Zachariassen), Simona (Nielsen) og Hertha (Skýlindal) Joseph McDine, sum var hermaður í Føroyum eitt skifti undir krígnum Postkortið frá 1965 er frá Honnu og Óla Christian Skála, sum høvdu Skálabúðina í Dr.Jacobsensgøtu: Hanna var systir Onnu Elisabeth Hendan myndin er tikin uttan fyri heimið hjá Magnusi og Onnu Elisabeth á Toftum. Á myndini síggjast frá vinstru: Jenny, Joseph, Simona og Linnebeth OLJUVINNA Jústinus Leivsson Eidesgaard Aberdeen, Sosialurin: Oljuvónirnar eru eitt sindur dempaðar í løtuni í Før- oyum. Agip skuldi byrja at bora í august í ár, men men felagið hevur fingið hesa boring útsetta til 1. juli komandi ár, tí at strategiin mátti leggjast um aftaná góða úrslitið hjá BP. Og umboð fyri føroyskt vinnulív sita eitt sindur troyttir í flogfarinum á veg heim til Føroyar, eftir at eitt ferðalag herfyri var niðri í Aberdeen, fyri at fáa sam- band við bretskar undir- veitarar og fyri at byggja upp samstarv - Vit eru í eini bíðiposi- tión, og vónirnar eru dempaðar eitt sindur, sigur Lassi Borðoy, sum er stjóri á Atlantic Suppley Base. Hann hevur verið við á ferðini, ikki tí Atlantic Supply Base enn hevur nakrar ætlanir um at fara í bretsku oljuvinnuna. Lassi hevur verið við fyri at kunna seg og at finna sam- starvsfelagar. - Vit eru í eini bíðiposi- tión og tað eru nógv í dag, sum ikki tora at trúgva upp á hetta. Kemur nakað so er tað gott, kemur einki, so er tað tað, sigur Lassi og ressar seg í tronga flúgvara- setrinum. Og Lassi er eitt sindur vónbrotin, tí at slakað er av ferðini, hansara fyritøka skuldi gingið við fullari ferð í løtuni, men nú liggur hon ikki meir enn upp í. - Var Agip farið undir boringina í august, so hevur verið nógv at gera hjá okkum. Vit eru enn ikki nøkur stór fyritøka, so hetta var ein smeitur fyri okkum, at boringin varð útsett. Vit eru tíbetur slopnir undan at siga fólki upp. Starvsfólk hjá okkum er nú útleigað til Noregs, so vit eru mann- aðir, tá Agip fer at bora komandi ár, men hetta kom illa við, sigur Lassi Borðoy. - Fyri okkum hevur tað havt týdning, at læra olju- vinnuna at kenna og kanska serliga felagið vit skulu arbeiða fyri komandi ár, tí hevur tað verið mennandi at vitja Agip í Aberdeen. Vit hava eisini aðrar sam- starvsfelagar í Aberdeen, sigur Lassi Borðoy. Atlantic Supply Base er eitt reint føroyskt felag við 18 fyritøkum úr Eystur- oynni og einum úr Havn. Felagið fór undir virksemi í 1999, gjørdist partafelag í 2000 og til heystar er ætlanin at víðka partaeig- araskaran til 25 fyritøkur. Felagið hevur saman við Skipafelagnum sáttmála við oljufeløgini og Atlantic Supply Base tekur sær serliga av tangunum, kemi- kalium, útgerð og øðrum. Longu tann 11. mei í ár varð avgjørt, hvør skuldi hava Nordisk Musikpris 2002, men ikki fyrr enn fyrra- partin í gjár, týsdagin, varð úrslitið almannakunngjørt. Vinnarin gjørdist ongin mætari enn føroyska tónaskaldið, Sunleif Rasmussen TÓNLEIKUR Ingrid Bjarnastein Tólv verk vórðu innstillað til virðislønina av Nordisk Musikpris. Øll Norðanlond eru við, og hevur hvørt landið innstillað eitt verk, men tó hava fimm tey størstu innstillað tvey hvør. Sunleif Rasmussen um- boðaði Føroyar í kapping- ini um tónleikavirðislønina við síni Symfoni nr. 1, og gjørdist hann tann, ið streyk avstað við vinning- inum áljóðandi 350.000 danskar krónur. – Hetta er sjálvandi ein stórur heiður, sigur ein fegin Sunleif Rasmussen úr telefonini í Keypmanna- havn á middegi týsdagin. – At vinna eina tílíka virðisløn ger jú, at tón- leikurin hjá mær verður meira kendur og útbreidd- ur, tí hetta er tann størsta tónleikavirðislønin ein kann vinna í Norðan- londum. Handað í Helsingfors Longu tann 11. mei hevði Nomus, sum skipar fyri kappingini, á fundi í Reykjavík avgjørt, hvør skuldi hava virðislønina, og sjálvur sigur Sunleif, at hann hevur vitað hetta í eina tíð. Men fyri almenn- inginum varð hetta ikki kunngjørt fyrr enn á tíðindafundi hjá Norður- landaráðnum í Keyp- mannahavn fyrrapartin í gjár. – Sjálv virðislønin verður handað í Helsingfors í Finlandi tann 29. oktober í heyst. Tá verður skipað fyri einum stórum tiltaki, og verður norðurlendska bók- mentavirðislønin handað samstundis, greiðir Sunleif Rasmussen frá. – Norðurlandaráðið fyllir eisini 50 ár í ár, so hetta verður hátíðarhildið við einum braki. Statsleiðarar og nógv kend fólk verða við til handanina, sum verður send beinleiðis á øllum sjónvarpsrásum í Norðanlondum, og eisini onkur rás í Týsklandi fer at senda beinleiðis frá kvøld- inum. Sunleif er sjálvsagt ógvu- liga fegin um at hava vunn- ið prísin, og sær hann fram til handanina í Finlandi um fýra mánaðar. Sosialurin ynskir Sunleif Rasmussen hjartaliga til- lukku við virðislønini. Sunleif Rasmussen fingið Nordisk Musikpris: – Hetta er ein stórur heiður Tónaskaldið Sunleif Rasmussen hevur fingið tann heiður at gerast vinnari av Nordisk Musikpris 2002. Umframt sjálvan heiðurin fær Sunleif eina peningaupphædd áljóðandi 350.000 danskar krónur Savnsmynd Oljuvónirnar eitt sindur dempaðar Lassi Borðoy situr her og lurtar eftir framløguni hjá Dánjal Paula Mohr, Balla frá Pam Offshore, tá føroysk feløg presenteraður seg fyri bretskum fyritøkum herfyri Mynd Jústinus Leivsson Eidesgaard C M Y K 5 4