Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-12, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. juni 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 109 - 12. juni 2002 Nr. 109 - 12. juni 2002 7 Miðalaldurin á nýggja landsstýrinum er 43 ár. Átta menn og ein kvinna manna tað tjúgunda landsstýrið í røðini, síðani heima- stýrið kom í gildi LANDSSTÝRIÐ Heri á Rógvi Hósdagin fingu vit nýtt landsstýrið. Á samkomu í Tinganesi útnevndi løg- maður, Anfinn Kallsberg, tríggjar nýggjar lands- stýrismenn. Somuleiðis loysti hann tveir lands- stýrismenn úr starvi. Støð- an er so tann í dag, at tað eru níggju landsstýris- menn. Hetta talið er sam- stundis tað hægsta nakran- tíð. Til samanbering kunnu vit nevna, at danir hava 23 ráðharrar. Eisini hava stýrini, sum vórðu stovnsett eftir umfat- andi bygnaðarbroytingar- nar hjá Finn Norman Christensen, fingið nýggj heiti. Tey eita nú ráð, sum kann umseta til ministerie. Hetta er eitt hægri heitið, men kemur kortini ikki at ávirka umsitingina nakað, verður mett. Samstundis hava vit nú fingið eitt nýtt ráð, sum ikki var stýri frammanund- an, samstundis sum tveir landsstýrismenn aftur hesa- ferð fara at deilast um eitt stýri/ráð. Høgni Hoydal verður landsstýrismaður fyri eitt løgmálaráð, sum millum annað skal fáast við lógar- mál og kommunumál. Tað nógva av virkseminum fer at snúgva seg um yvirtøkur. Fyrrverandi almanna- og heilsumálastýrið hevur fingið eina nýggja demen- sjón. Ikki bara eitur stýrið nú ráð og ein landsstýris- maður Bill og ein annar Páll, men stýrið er bítt sundur. Uttan iva tað mest strævna arbeiðið innan al- mennu umsitingina liggur úti í gamla Almanna-og heilsumálastýrinum. Tru- pulleikin verður loystur við einum nýggjum lands- stýrismanni, soleiðis at al- mannamálini koma at liggja fyri seg hjá Páll á Reynatúgvu. 43 ár Hyggja vit nærri at hesari nýggju landsstýrismann- ingini, so er kanska tað mest eyðsýnda, at talan er um átta menn, men bert eina kvinnu. Annlis Bjark- hamar, mentamálaráðharri, er einasta kvinnuliga íslett- ið í nýggja landsstýrið. Hon er samstundis tann yngsta í landsstýrið. Elstur í lands- stýrinum er Eyðun Elttør, sum er 61 ára gamal. Miðalaldurin í Føroya landsstýri er 42,88 ár, sum vit rundað av til 43. Tá seks av verandi lands- stýrismonnum halda fram í starvinum, so merkir tað eis- ini, at fleiri teirra hava savnað sær royndir í sessinum. Tey trý nýggju í landsstýrinum, Annlis Bjarkhamar, Bill Jus- tinussen og Páll á Reyna- túgvu, hava heldur ikki sitið í tílíkum sessi áður. Tann suverent mest royn- di í landsstýrinum er løg- maður, Anfinn Kallsberg. Hann hevur fleiri reisir áður sitið sum bæði fiski- málaráðharri og fíggjar- málaráðharri, og nú er hann sum sagt løgmaður. Eingin av hinum fimm, sum vórðu sitandi í lands- stýrinum, eftir at fólkið hevði talað 30. apríl, høvdu royndir við lands- stýrisarbeiði undan 1998. Høgni Hoydal, Eyðun Elt- tør og Karsten Hansen hava sitið í sessunum í fýra ár á tamb. Jørgen Niclasen og Bjarni Djurholm tóku við, tá ávíkavíst Finnbogi Arge og John Petersen fóru úr starvinum í úrtíð. Hyggja vit eftir, hvørjar bakgrundirnar eru hjá hes- um landsins kosnu, so er tað at siga, at bert Høgni Hoydal hevur eina longri útbúgving frá lærdum há- skúla. Hann er cand.comm í søgu og samskifti. Eyðun Elttør er útbúgvin maskinmeistari. Annlis Bjarkhamar verður skjótt læraraútbúgvin, og tað er Bjarni Djorholm eisini um- framt at hava tikið merko- nom skeið. Løgmaður hev- ur handilsútbúgving, og Karsten Hansen er løg- reglumaður av útbúgving. Páll á Reynatúgvu er út- búgving fysioterapeutur. Bill Justinussen og Jørgen Niclasen hava báðir tikið studentsútbúgving. Bill hevur harumframt tikið handilsskúla og HD fyrsta part. Nummar tjúgu Sum nevnt er hatta lands- stýrið tað tjúgunda í røðini síðani heimastýrisskipanin varð sett í verk, sambært heimasíðuni hjá løgmans- skrivstovuni. Tær fyrstu nógvu ferðir- nar var landsstýrið við skiftandi trimum ella fýra landsstýrismonnum. Við fyrsta landsstýrinum hjá Atla Dam kom so eisini tann fimmti landsstýris- maðurin. Talan gjørdist so um onkuntíð fimm og onkuntíð seks landsstýrismenn. Ikki fyrr enn í 1991 gjørdis talið á landsstýrismonnum sjey. Við fullveldislandsstýri- num kom talið upp á átta, og nú er talið so voksið til níggju landsstýrismenn. Stórur munur er á, hvørji málsøkini eru og hava ver- ið. Eitt nú var leingi van- ligt, at løgmaður hevði fiskivinnumál, og tað er eisini komið fyri, at løg- maður hevur havt fíggjar- mál. Sum heild sæst, at málsøkið í landsstýrinum fylgja nógv við tíðini. Vit hava eitt nú seinastu fýar havt oljumál sum sjálvstøð- ugt málsøki og sum heild gongur trendurin móti at út- greina hvørt málsøki sær, soleiðis at hvør einstakur landsstýrismaður ræður yvir eina eina longri røð av økjum. Hóast nógvir menn og nakrar kvinnur hava sitið í landsstýrinum, so slepst ikki undan, at nógv bestu úrtøkuna hevur Atli P. Dam fingið. Øll sjeytiárini um- framt nøkur ár í bæði hálv- femsunum og áttatiárunum sat Atli P. Dam sum løg- maður. Landsstýrið: Miðalaldurin er 43 ár Nýggja landsstýrið er tað mannsterkasta nakrantíð. Miðalaldurin er 43 ár á nýggju manningini. Mynd: Finnur Justinussen FORMAÐUR Jan Müller Eftir at Oljuvinnufelagið undir Føroya Arbeiðsgev- arafelag hevði aðalfujd 2. mai hevur nevndin nú havt sín fyrsta fund og har skip- aði hon seg við Magna Arge sum formanni, með- an Gunvør Balle, Pam Off- shore Service, er næstfor- maður. Hinir limirnir í nevndini eru; Gunnbjørn Joensen, Thor, Árni Joen- sen, Skipafelagið og Jákup Mikkelsen, Kjølbro Heil- søla. Tiltakslimur er Lassi Borðoy, Atlantic Supply Base. Hetta skrivar vinnu- húsið á heimasíðu síni. Allir tríggir nevndar- limirnir í Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum stóðu fyri vali, vórðu afturvaldir á aðalfundinum fríggjadagin AÐALFUNDUR Jan Müller Á aðalfundinum í Føroya Arbeiðsgevarafelag sein- asta fríggjadag stóðu tríggir nevndarlimir fyri vali, og vórðu allir afturvaldir. Nevndin er sostatt tann sama: Vilhelm M. Johanne- sen, Kristoffur Laksá, Leiv- ur D. Michelsen, Bergur Poulsen, Jóhan Páll Joen- sen, Magni Arge og Gudm- und Mortensen. Eftir fund- in skipaði nevndin seg við Vilhelm M. Johannesen sum formanni og Kristoffur Laksá sum næstformanni skrivar Vinnuhúsið á heimasíðuni. Í ársfrágreiðingin síni segði formaðurin Vilhelm Johannessen m.a.: – Fyri føroysku vinnuna hava seinastu árini verið merkt av áhaldandi størri krøvum um nýskapan og tillaging av virkseminum. Og 2001 var ikki eitt undantak í so máta. Hetta er ein natúrlig fylgja av rembingunum í umheiminum – altjóðager- ing og rúkandi tøknuligari menning. Gongdin er ein avbjóðing fyri myndugleikarnar og vinnuna. Karmarnir, sum vinnan virkar undir skulu helst vera støðugir, men hinvegin mugu neyðugar broytingar gerast alt eftir, hvussu umstøðunar broyt- ast. Vinnan krevur tí at stinga út í kortið, um hon skal hava ávirkan á kósina. Arbeiðsgevarafelagið hev- ur tí eftir førimuni í farna árið roynt at vera rødd vinnurnar, bæði mótvegis myndugleikum, politikar- um, fakfeløgum, fjølmiðl- um og samfelagnum sum heild segði formaðurin. FAG og Vinnuhúsið um- boða í dag 673 virkir, sum eru limir í feløgunum í Vinnuhúsinum. Av hesum eru 535 limir í Føroya Ar- beiðsgevarafelag. Farna árið hevur FAG gjørt sáttmálar við flestu løntakarafeløgini. Hesir tryggja vinnuni støðug lønarviðurskiftir eitt 2 til 3 ára skeið. Vilhelm Johannesen segði, at tað tó má ásannast, at í løtuni er lønarvøksturin her á landi størri enn gott er. Hann vísti ananrs á, at FAG hevur áhaldandi og leypandi samskifti við myndugleikar og politikar- ar, fyri at fáa broytingar í lógum og reglum lagaðar til veruleikan hjá vinnuni. -– FAG hevur farna árið veitt limum sínum víðtøkna hjálp innan nógv ymisk økir. Enn er tað serliga fyri- spurningar innan sáttmála- og starvsfólkaviðurskiftir, sum viga tungt. Men spurn- ingar á øðrum økjum, sum leiðslurnar berjast við, eru vaksandi. Eisini hevur fel- agið farna árið skipað fyri nøkrum kunningartiltøkum og skeiðum serliga ætlað limunum segði formaðurin m.a. í frágreiðiningi. Vilhelm Johannessen afturvaldur til formann í Føroya Arbeiðsgevarafelag Nevndin í Arbeiðsgevara- felagnum heldur fram Magne Arge formaður í Oljuvinnufelagnum Magne Arge formaður í Oljuvinnufelagnum Virðisbrævamarknað ur Føroya hevur funnið ein samstarvsfelaga í Íslandi. Nú er næstan klárt at fara ígongd, men enn resta virðisbrøvini í VIRÐISBRØV Heri á Rógvi Tað er sum við hønuni og egginum. Vit hava í Føroy- um ein virðisbrævamarkn- að, sum bíðar eftir virðis- brøvum. Eisini eiga vit fyritøkur, sum bíða eftir einum virðisbrævamarkn- aði við at gera virðisbrøv. Tað er mestur heldur ikki orðini Virðisbrævamarkn- aður í Føroyum, sum fáa tey flestu til at detta av stól- inum. Flest øll munnu sita spyrjandi, tí tað er ikki nógv, tú hoyrir um hendan góða marknað. Virðisbrævamarknaður Føroya (VMF) varð stovn- aður 7. november 2000. Partaeigararnir eru býttir í fýra bólkar: fyri útgevarar, fyri íleggjarar, fyri meklar- ar og fyri myndugleikar. Endamálið er sum navnið sigur, at reka virðisbræva- marknað fyri føroysk virð- isbrøv í samstarvi við ann- an marknað. Hetta við ein- um øðrum marknað er eis- ini nakað nýtt. Á aðalfundi 4. juni varð hetta lagt aftur- at viðtøkunum. Samstarvsfelagið er eis- ini ein nýggjheit. Talan er um VerðbréfaÞing Íslands, sum leysliga verður umsett til Virðisbrævamarknaður Íslands. Fyribilsstjóri fyri før- oyska virðisbrævamarkn- aðin er Sigurd Poulsen. Hann vónar, at teir kunnu fara í holt við at virka innan hetta árið er runnið. – Tann tekniski parturin verður klárur í ár. Vit kunnu nú fáa ein marknað, men tað er framvegis so- leiðis, at vit ikki hava nøkur viðisbrøv, sigur Sigurd Poulsen. Hetta stigið við at finna ein samstarvsfelaga er at meta sum eitt týðandi stig. Sigur Poulsen, sum til dagligt er stjóri í Lands- bankanum, sigur seg kunnu staðfesta, at áhugin fram- vegis er til staðar fyri virð- isbrævamarknaðinum. Eis- ini hevur marknaðurin fingið góðar sømdir í nýggja samgonguskjalin- um. Fyribilsstjórin nevnir eis- ini, at ein partur av fyrireik- ingunum er at skipa soleið- is fyri, at talan verður elektronisk virðisbrøv ístaðinfyri pappírsbrøv, tí hesi er dýrari at fáast við. Samfelagsligan týdning Tað er heldur ikki at undirmeta, hvønn týdning tað fer at fáa fyri føroyskt vinnulívið tá/um ein virðis- brævamarknaður verður veruleiki. – Tað vera heilt týðandi broytingar. Fyritøkurnar skulu til at hugsa øðrvísi, og neyðugt verður eitt nú at byggja upp álit við síðnar partaeigarar, sigur Sigurd Poulsen. Eitt nú kann tað hugsast, at tað ikki longur fer at standa fyritøkum frítt at boða almenninginum frá ymsum, uttan at marknað- urin er kunnaður um hetta áðrenn. Sigurd Poulsen sær eis- ini, at fjølmiðlarnir fara at geva hesum nýggja markn- aðinum stóran ans við sendingum og nógvari umtalu. – Í útlondum síggja vit, at marknaðir av hesum slag fáa nógvan umtala, og nógvar sendingar verða sendar um tílíkt. Tað er hugsandi, at hetta gerst eitt stórt millum almenningin sum politikkur, sigur Sigurd Poulsen. Virðisbrævamarknaðurin: Funnið samstarvsfelaga – Tann tekniski parturin verður klárur í ár. Vit kunnu nú fáa ein marknað, men tað er framvegis soleiðis, at vit ikki hava nøkur viðisbrøv, sigur Sigurd Poulsen, fyribilsstjóri fyri Virðisbrævamarknað Føroya C M Y K 7 6