Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-12, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. juni 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 109 - 12. juni 2002 Nr. 109 - 12. juni 2002 9 Um vikuskiftið verð- ur framsýning av bil- um, klæðum frá inn- ast til uttast, umframt hoppiborg, tombola og annað, í ítróttar- høllini á Tvøroyri TILTAK Áki Bertholdsen Hetta vikuskiftið verður stórt tiltak í ítróttarhøllini í Trongisvági, har bæði framsýningar av ymsum slagi og onnur tiltøk verða á skránni. Tað eru gamlaársnevndin á Tvøroyri og og Lions Klubburin í Suðuroy, sum skipa fyri. Peningurin, sum gamla- ársnevndin fær inn, skal brúkast til nýggjarshaldið á Tvøroyri, sum bara veksur og veksur í vavi og pening- urin, sum Lions Klubburin savnar inn, verður óskerdur brúktur til ymisk vælgerð- andi endamnál í Suður- oynni. Hesuferð er gjørt av, at peningurin verður latin Suðuroyar Sunnara Bjarg- ingarfelag til at keypa ymsa útgerð fyri. Í sjálvari ítróttarhøllini verður ein stór framsýning av bilum, har seks av teim- um stóru bilasølunum eru við. Bilasølurnar, sum eru við, eru: Nordbil, Bilfríðk- an, Berg Motors, Wenzel, Reyni Service og Esmar Simonsen. Umframt bilarnar, fer Sigma Import at vísa skut- arar fram og CN-bygg sum, selur eykalutir til bilar, er eisini við á framsýningini. Klæðir frá innast til uttast Hesuferð eru eisini tvær mótasýningar á skránni, tær verða leygardagin og sunnudagin, báðar dagarnar klokkan 17. Á framsýningini fer Pau at vísa fram klæði, sum tey sjálvi gera sniðið til, CN Wear, sum hevur mann- fólkaklæðir og barnaklæðir, Toystovan, sum hevur klæðir, Alval, sum hevur arbeiðsklæðir og at enda, Reinfan, sum fer at vísa undirklæðir til konufólk fram. Annars er framsýningin opin fríggjakvøldið frá klokkan 19 til 22, leygar- dagin frá klokkan 14 til 20 og sunnudagin somuleiðis frá kl. 14 til 20. Hjá vaksnum kostar 40 krónur at sleppa inn og hjá børnum kostar tað 20 krón- ur. Peningur til bjargingarfelagið Samstundis sum hetta fer fram í sjálvari ítróttarhøll- ini, hevur Lions Klubburin í Suðuroy ymisk tiltøk í hølunum við síðurnar av. Har verður tann vælum- tókta hoppiborgin, umframt at onnur tiltøk verða, eitt nú tombola av ymsum slagi, har til ber at vinna mat, kakur, bamsur og annað. Harumframt fara tey at selja ís og popkorn. Lions Klubburin letur hvørt ár stórar upphæddur til ymisk vælgerðandi og almannagagnlig endamál, mest í Suðuroynni. Og av- gjørt er, at peningurin, sum kemur inn hesuferð, skal verður óskerdur latin Suð- uroyar Sunnara Bjargingar- felag at keypa ymsa útgerð fyri. Hetta er triðju ferð, at ætlanin er at skipa fyri hes- um tiltakinum. Tvær ferðir mátti tiltakið avlýsast, aðru ferðina tí at verkfall var og aðru ferðina tí Smyril var í dokk so at framsýnararnir ikki fingu bilarnar suður. – Men tað kann bert gerast sum ein granskingarverk- ætlan við loyvi frá siðsemisnevndini, sigur formaðurin í Læknafelag Føroya FOSTURTØKUR Áki Bertholdsen – So leingi allar reglar verða hildnar, dugi eg ikki at síggja nakað skeivt í, at journalir hjá kvinnum, sum hava fingið fosturtøku, verða kannaðar. Hans Petur Nielsen, for- maður í Læknafelag Føroya sigur, at tað ber væl til at fáa tilfar til vega, sum lýsir orsøkirnar til, at kvinnur gera av at fáa fosturtøku. Tað vakti annars ans, tá ið ný-tilnevndi Landsstýr- ismaðurin hjá miðflokkin- um, Bill Justinussen, segði í Útvarpinum, hann hevði sett sær fyri at lýsa orsøk- irnar til, at kvinnur gjørdu av at fáa fosturtøku. Hann helt, at hetta tilfar- ið kundi útvegast við at kanna sjúkrahús-journalir hjá føroyskum kvinnum, sum høvdu fingið fostur- tøku. Síðani hevur verið frammi, at hetta ber ikki til, tí journalir verða skrivaðar og goymdar í størsta trún- aði og tey, sum handfara tær, hava tagnarskyldu. Men formaðurin í Læknafelag Føroya dugir ikki at síggja nakað løgið í hesum. – Men tað er sjálvandi greitt, at ein slík kanning, er hvørki ein umsitingarlig, ella ein politisk kanning. Hann sigur, at hann ivast ikki í, at Bill Justinussen ikki ætlar at tað skulu vera onkir politikarar, ella fólk í umsitingini hjá Trivnaðar- málaráðnum, sum skulu kanna hesar journalirnar. – Tað kann tað sjálvsagt ikki vera talan um, tí ein slík kanning kann einans gerast sum eitt lið í eini læknafrøðiligari gransking- arætlan, sigur hann. Hann sigur, at fyri at fara í holt við eina slíka ætlan, krevst loyvi frá siðsemi- nevndini, har ætlanin og endamálið við kanningini verður lýst út í æsir, áðrenn loyvi verður givið og har navnloysið hjá kvinnunum verður tryggjað. Hann leggur afturat, at skal ein slík gransking ger- ast, skal peningur játtast til verkætlanina og onkur skal finnast, sum er skikkaður at fara undir eina slíka æltlan – og sum hevur hug til tað. Heilt vanligt Hans Petur Nielsen sigur, at tað er als ikki óvanligt, at kanningar, sum lýsa, hvussu sosialar umstøður ávirka gynekologisk (um kvinnusjúkur sum heild) og obstretisk (um føðingar) viðurskifti, verða gjørdar í londunum rundanum okk- um, sum vit plaga at samanbera okkum við. Hann sigur, at øll lond royna at avmarka talið á fosturtøkum og í tí sam- bandi eru líknandi kanning- ar gjørdar í ymsum lond- um. Men hann vísir samstun- dis á, at í royndun um at fáa talið á fosturtøkum niður, verður størsti denturin tó lagdur á fyribyrging og upplýsing. Og hann leggur eisini dent á, at í hinum norðan- londunum verður rætturin hjá kvinnuni frítt at velja um hon vil hava forstur- tøku, ella ikki, mettur sum ein heilt grundleggjandi rættur og tí er frí fosturtøka í londunum rundanum okk- um, hóast roynt verður at avmarkað talið við fyri- byrging og upplýsing. – Skal spurningurin um fullveldið til fólkaatkvøðu til fólkaatkvøðu, skulu politikararnir ikki longu framman- undan taka støðu fyri fólk, heldur sjálv- stýrismaðurin, Kári Højgaard RÍKISRÆTTARLIGA STØÐAN Áki Bertholdsen – Um vit eru innanfyri ella uttanfyri, er ikki tað, sum hevur størstan týudning fyri meg Kári Højgaard, tingmaður fyri sjálvstýrisflokkin, er ikki tann, ið vil taka bein- leiðis støðu til, hvussu Før- oyar skulu skipast í ríkis- felagsskapinum við Dan- mark, ella um vit skulu vera uttanfyri. Í grein í gjár komu vit av misgáum at gera hann til formann sjálvstýrisfloksins, men tað er hann ikki, tí for- maður floksins er Eyðun Elttør, landsstýrismaður. Men Kári Højgaard er ein- asti tingmaður sjálvstýris- floksins, men nakra bein- leiðis støðu til sjálvan ríkis- felagsskapin hevur hann ikki. Tað, sum hann heldur hev- ur størstan týdning, er at vit skipa so fyri, at Føroyar verða fíggjarliga óheftar av dønum. Tá ið vit eru komin hartil, er spurningurin um fram- haldandi støðuna í ríkis- felagsskapinum ein spurn- ingur, sum fólkið eigur at avgera á eini fólkaatkvøðu. – Um vit so kalla tað sam- ríki, kongsfelagsskap, ella um vit skulu standa uttanfyri rtíkið, hevur ikki tann avger- andi týdningin, bara vit eru fíggjarliga óheft og at fólkið sleppur at taka støðu, uttan at hugsa um fíggjarligar bindingar. Men hansara persónligu meting, sleppur hann sær elegant undan at svara bein- leiðis uppá. – Tá ið vit siga, at fólki skal taka støðu á fólkaat- kvøðui, haldi eg ikki ,at vit politikarar longu framman- undan skulu taka støðu fyri tey, sigur Kári Højgaard. Savna inn til nýggjarshald og vælgerðandi endamál í Suðuroy Hetta vikuskiftið er Ítróttarhøllin á Tvøroyri miðdepilin fyri stórum tiltaki har ymiskt er á skránni, bæði til vaksin og børn Onkið skeivt í at kanna fosturtøku - journalar – Skulu kanningar gerast, skal peningur játtast til eina granskingarverkætlan og onkur skal finnast, sum er skikkaður at fara undir eina slíka æltlan - og sum hevur hug til tað, sigur Hans Petur Nielsen, formaður í læknafelag Føroya Fólkið skal velja Hvussu barnið eitur hevur ikki so stóran týdning fyri Kára Højgaard, sum vit av misgáum gjørdi til formann sjálvstýrisfloksins í Sosialin- um í gjár ILA-SJÚKAN Vilmund Jacobsen Í Sosialinum í gjár segði stjórin í partafelagnum, Luna, sum hevur alibrúk á Gøtuvík, at sterkur illgruni er um, at alibrúkið hjá teimum er rakt av herviligu ILA-sjúkuni. Atli upplýsti, at Heilsu- frøðiliga Starvsstovan hev- ur tikið royndir í ringunum, men at úrslitið ikki var greitt, tá ið blaðið tosaði við hann. Stjórin í Luna væntar annars tey ringastu boðini, nevniliga at ILA-sjúkan nú eisini verður staðfest á Gøtuvík. Á Lambavík er smittan staðfest fyri fleiri mánaðum síðan, og hugsandi er, at hon er borin hiðani. Sosialurin royndi at fáa fatur á Atla Gregersen í gjár, men hann var á fundi. Vit høvdu bróðurin, Páll Gregersen, í telefonini, men hann helt tað ikki vera rætt at úttala seg, tá ið Atli hevur ábyrgdina av aling- ini. Tó skiltist á Pálli, at lítil og eingin ivi er um, at ILA- sjúkan nú eisini er komin á Gøtuvík og hevur rakt ali- brúkið hjá Luna. Kenslur og taknar Tá ið munn-og kleyvsóttin herjaði í Bretlandi, var nógv frammi um, hvussu sjúkan rakti heilar bónda- garðar og familjur. Garðar, sum familjur høvdu bygt upp gjøgnum mong ár, end- aðu í royki, tá ið øll kríatúr- ini vórðu brend á stórum báli, sum logaði í fleiri dag- ar. Eitt lívsverk fór upp í royk. Onkur hundur og kanska okkurt annað tvíføtt kríatúr gekk eftir á garði- num, tá ið menn komu at sóttreinsa bygningar og amboð. Ein syndarlig sjón. So galið er nú ikki við føroysku alivinnuni, hóast hon hevur fingið ILA-sjúk- una at dragast við, men løg- ið skal tað vera, um kensl- urnar ikki líkjast teimum hjá bretsku bøndrunum. Vit fara í einum seinni blaði at tosa við alarar um hesa herviligu sjúku, sum nú sær út til at fara at raka flestu alibrúk í landinum. UMHVØRVI Vilmund Jacobsen Í kvøld verður fundur á Svangaskarði á Toftum, har borgarar, sum búgva Undir Nesinum í Nes kommunu, fáa høvi at røða um, hvørt áhugi er fyri at gera eitt kombinerað fríøki og spælipláss Undir Nesinum. - Er áhugi fyri hesum, er ætlanin at velja eina nevnd, sum skal standa fyri arb- eiðinum á økinum. Nevnd- in skal síðan skipa arbeiðs- bólkar og eitt nú samskifta við kommununa um tey praktisku viðurskiftini í samband við tað, sum ger- ast skal, siga teir tríggir, Ingemar Højgaard, Jóhann- us Danielsen og Jóan Sím- un Saltá, sum búgva Undir Nesinum. Tað var Nes kommuna, sum bjóðaði nøkrum fólk- um til kunnandi fund á kommunuskrivstovuni. Kommunan vildi hava at vita, um áhugi er millum borgararnar, sum búgva har inni í kommununi, at gera eitt kombinerað fríøki og spælipláss. Kommunan rindar Sum skilst, er ætlanin hjá Nes kommunu at lata økið, sum er niðanfyri húsini hjá Jóhannusi Olsen og Jóann- esi Hansen, til endamálið. Eisini er kommunan sinnað at gjalda kostnaðin av til- farinum, sum nýtast skal. Hetta er tó treytað av, at borgararnir, sum búgva Undir Nesinum, vilja gera arbeiði ókeypis. Teir tríggir, Ingemar, Jó- hannus og Jóan Símun, vórðu á kunnandi fundi- num við kommununa, vald- ir í eina fyribils nevnd, sum nú skipar fyri fundinum, ið verður á Svangaskarði. Nevndin hevur síðan vent sær til Regin Debes og hev- ur fingið hann at gera eina fyribils skitsu av økinum. Stigtakararnir til fundin í kvøld vóna, at fólk, sum búgva Undir Nesinum, møta fjølment. Fundurin á Svangaskarði verður kl. 21. So stóð Gøtuvík fyri tørni Fríøki og spælipláss Undir Nesinum Í Bretlandi fóru bóndagarðar – ella lívsverk – uppí royk av munn-og kleyvsóttini. Nú er líkt til, at ILA-sjúkan fer at raka flestu alibrúk í landinum. Mynd: Vilmund Jacobsen C M Y K 9 8