fríggjadagur 22. februar 1974síða 8
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
+ + ; æ
ve Á
SIDA 8
Trýkant-samarbeiðið
Tað er sagt, at ein partur av les-
arabrøvunum i Dimmalætting
verða skrivaði av blaðstjóranum
sjálvum. Um hetta er so, veit eg
ikki, men kanska var tað júst ti,
sambandsleiðslan á Dimmu vildi
vera vid, at blaðstjórin á SOSI-
ALINUM og Jóhan Nielsen máttu
vera upprunin til lesarabræv mítt
23/1-1974 í SOSIALINUM, (um
ylíkið í lastini«).
Men hertil er annars at siga, at
eg sjálvur hevði valt sovæl yvir-
skriftina sum innihaldið. Enn er
javnaðarmenn
flokki og
blaði hava eina meining og tora at
vanligir
uttanfyri leiðsluna av
tað so, at
siga og skriva hana, óansæð um
leiðslurnar eru samdar við skriv-
aran ella ikki. Tó, heldur tann
ávirkan frá Sambandsflokkinum
fram, sum hevur verið tey seinastu
árini mótvegis Javnaðarflokkinum,
so verður ilt at svara fyri framtíð-
ini
Als ikki var Jóhan Nielsen fað-
ir at lesarabrævi mínum, nei orsøk-
in til hetta var sambandsmaðurin,
harra Ellefsen, tá hann greitt og
klárt segði í Útvarp Foroya, at nú-
verandi landsstýrið førdi sambands
politikk burturav
Hetta var djarvt sagt og partvíst
rætt, tíverri. Teir meira politiskt
skúlaðu = sambandsmenninir vita
tað, men siga tað ikki hart, tí teir
eru ræddir fyri, at Javnaðarflokk-
urin tekur redningsplankan — trý-
kant-landsstýrið frá teimum, og
hvar er Sambandsflokkurin so?
Samstundis slítir hetta, eftir
mini metan, alt ovnågv upp á tann
javnadarpolitikk, sum javnaðar-
FÆRØSK MARGARINE
flokkurin åtti at rikid, (sjå stevnu-
skrå floksins), og tað er ålvarsamt
ella kann blíva tað fyri Javnadar-
flokkin.
Ti skrivaði eg
bræv sum eina áminning fyrst og
fremst til javnaðarmenn og -leiðsl-
una. Men gakk, hver svarar og for
sambandsmenn; so
skeiv,
nevnda lesara-
svarar seg, jú
áskoðan min er ikki heilt
als ikki, tað eri eg vorðin meira
sannførdur um, annars høvdu sam-
bandsmenn ikki følt tað so meint,
sum skrivað varð.
Tað at
tekur sær æruna av, at
nakrantíð komu í
løgmann, má
leiðari sambandsmanna
javnaðar-
menn landsstýr-
ið og eisini fingu
ræða ein og hvønn javnaðarmann
Tonk um tað var rætt!
Ætlan min var sum sagt ikki at
ræða lívið av sambandsleidsluni,
men heldur at ávara javnaðarleiðsl-
una. Metan min er, at Javnadar-
SOSIALURIN
NR. 15 22. FEBRÚAR 1974
B
R
Ø
V
flokkurin nú eigur at broyta kós
frá Sambandsflokkinum og føra
javnaðarpolitikk burturav, eisint
sjálvt um hetta í fyrstu syftu skul-
di kostað flokkinum plássið í kom
andi stjórn,
floks-
ins at sannføra leiðsluna um, at
flokkurin nú má reka javnaðarpoli
tikk. Tað er ikki nokk bert at
konstatera einaferð enn, at eisini
hetta árið gekk tað fíggjarliga væl
saman við Sambandsflokkinum
tað hevði tað gjørt saman við ein-
um og hverjum flokki á tingi.
jbm.
Vónandi fer landsfundur
SIGT I SR I GSR IDG IDG
Logtingsreferatir
Ein leggur ferð eftir ferð meki til,
óálítandi legtingsreferatir
serstakliga tá talan
teimmu
hvussu
útvarpsins eru;
er um eitt ella annað av
uppskotum, sum legtingsmaðurin
Finnbogi Isaksen hevur lagt fram,
ella hevur verið við til at lagt
fram.
Nú ein dagin eg
áhoyraraplássinum í tinginum, var
eitt uppskot um húsarhaldsskúlar
frá hesum tingmanni til 1. viðgerð.
Uppskotið fekk ógvuliga lítla, fyri
var staddur á
Vita No I
VITAMINISERET
FÆRØSKT PRODUKT
FINT PRODUKT
SDSAAU KN
sóknast eftir blaðseljarum
Vit sóknast eftir fólki at selja SOSIALIN á hesum
plássum:
Í Klaksvík: Á vestara arminum og inni í miðbýnum
Í Gøtu, Runavík, Toftum, Søldafiri, á Skála
í Kollafirði, Hósvík, Hvalvík og Tjørnuvik.
Í Sandavågi, Miðvági og Sørvågi,
Í Húsavík og á Sandi.
í Hvalba, á Tvøroyri og í Sumba.
Nærri upplýsingar um samsyning
og annað fáast við
at venda sær til tlf. I 18 20 millum kl. 15.00 og 17.00
hvønn dag uttan leygardag og sunnudag.
SOSTARURU ru. 11020 - Bor 76 + 2300 romer
ikki at siga heilt onga undirtøku.
Men so ótrúligt tað ljóðar, so
bar útvarpið dagin eftir tey tíðindi,
at uppskotið frá Finnboga Isak-
sen fekk góða undirtøku á tingi.
Hendan dagin hevði útvarpið ein
reportara sitandi í tinghúsunum.
Ein annan dagin eg var staddur
á áhoyraraplássinum, var eitt upp-
skot frá Finnboga Isaksen og Sign
ari Hansen til 1. viðgerð.
Hendan dagin var eingin útvarps
maður í tinginum sum útvarpsmað
ur, bert Finnbogi Isaksen — sum
løgtingsmadur sjálvandi.
Í kvøldsendingini hetta kvøldid,
hevði útvarpið »fina« frásøgn frá
viðgerðini av hesum uppskoti, og
sagt varð, at uppskotið frá Finn-
boga Isaksen og Signar Hansen
fekk góða undirtøku á tingi.
Her í blaðnum var fyri nøkrum
døgum síðani ein rættleiðing frá
løgtingsformanninum, til eitt leg-
tingsreferat, sum hevði staðið í
blaðnum frammanundan. Tað var
hetta sum fekk meg at skriva hesi
orð.
Eg haldi at
heldur skuldi roynt at fingið skil á
løgtingsreferatini í útvarpinum.
Finnbogi Isaksen má annaðhvort
sita í tinginum sum tingmaður ella
sum útvarpsmaður. Hann kann
ikki vera hesi bæði í senn. Og
skal hann framvegis tað, so megu
hinir 25 tingmenninir eisini hava
krav uppá at sleppa at skriva síni
egnu løgtingsreferatir, sum teir so
eisini megu sleppa at lesa upp í
útvarpinum.
Jøgtingsformadurin
»tjodviljin«
EEE
Svar til IMMA
Í seinasta blaði spurdi TMMA
endanum av lesarabrævi sínum:
hvussu ofta kemur SOSIALURIN
út um vikuna?
Av misgáum kom svarið ikki við.
SOSIALURIN kemur mikudag og
fríggjadag altso tvær ferðir um
vikuna.
blaðstjórin
Málgagn fyri
sunnari foroyskari fornuft
Eg síggi at SOSIALURIN fyri leyg
ardagin 16. februar við stórari yv-
irskrift yvir alla forsíðuna lýsir frá
danskari avgerð um at føroyskir
studentar skulu tala danskt til
pråvtøkuna í Føroyum. Hetta er jú
ein leivd frá okkara amtssteðu,
sum tað væl tekur tíð at káva út-
yvir. Men so sigi eg, hví tekur SO-
SIALURIN hetta upp
sensasjón? Hetta er jú einki nýtt,
men nakað, sum hevur verið síða-
ni vit hava havt henda skúla, sum
danskur = studentaskúli,
at vit sjálvir be-
sum eina
jú er ein
bara við tí muni,
tala.
At studentanæmingarnir = gera
burturúr hesum er ikki so nógv at
siga til, Tað er jú vanligt, at tilikir
næmingar gera um seg, ti teir ha-
va jú so nógva avlopstíð, og tå teir
eru hamrandi keddir at passa sínar
leksiur, ja so megu teir fáa tíðina
at ganga við onkrum øðrum.
Neyvan er tað so, at teir hava
svert við at skilja danskt, ella lesa
danskt. Tað hava vit so øll onnur
gjørt higartil.
Men fái nú hatta í ordan, okk-
ara góðu landsins kosnu menn, lat
nú okkara unga fólk, kransakøku-
figurarnar, sleppa undan sveitta-
num ikki at finna ta donsku vend-
ingina. Lat teir so sleppa at brúka
kreftirnar til okkurt nyttugari enn
at totast við danskt mál og dýrar
danskar examinatorar, sum kosta
statskassanum nógyr pengar at
senda til Føroyar. Vit hava nógvar
av tí slagnum í Føroyum, sum
ikki reiðiliga vita hvat teir skulu
brúka sín lærdóm til.
Men álvaratos, hví gera so nógv
burturúr. Eg trúði at SOSIALUR
IN var málgagn fyri sunnari før-
oyskari fornuft og ikki fyri meira
og minni hálvstuderaðum ungling-
um, sum fyri stersta partin blæsa
arbeidarafjøldina ein mílalangan
marsj, tá tey hava fingið sína ex-
amiu og eina feita danska løn, nor
merað eftir fleskaprísinum í Felag
marknaðinum.
-Brúkið heldur pappírið til okk-
urt meira upplýsandi.
ein hálvstuderaður
OK DION OG RIG RIGER DGS
SNIGLAGONGD
Harra blaðstjóri!
Nakað herfyri var orðaskifti á
tingi um figgjarlégina útvarpað.
Tað var tað, sum teir báðir
Norðoyatingmenninir Hákun
Djurhuus og Finnbogi Isaksen.
søgdu um småbygdirnar her í
Nordoyggjum, id fekk meg at
skriva hesar reglur,
Sum øll vita, hava bådir
lítla føling við øllum ti, sum hend
ir her i Norðoyggjum. Tað gav at
byta, tå annar teirra i Utvarpinum
áðrenn seinasta legtingsval, legði
mikla áherðslu á, at vegur átti at
gerast oman á bryggjuna í Árna-
firði. Vegurin var longu liðugur og
tikin í nýtslu.
Nú kappast teir um at tosa um
smábygdirnar og útoyggjarnar. Teir
tora eisini at taka Kalsoyarvegin
uppá tunguna. Håkun Djurhuus
helt fyri, at landsstýrið átti at ofra
meira pening uppá útoyggjarnar og
hesir
nevndi í hesum sambandi vegin
norður eftir Kalsoynni.
Uppskot um hendan veg var
fleiri ferðir frammi tey fýra árini
hann sjálvur sat sum løgmaður.
Javnaðarflokkurin legði hetta upp-
skot fram í hverjari tingsetu
Fyrstu ferð í 1964. Men hvat segði
Hákun Djurhuus tá? Jú, hann vísti
á, at fólkatalið í Kalsoynni var so
og so lítið, at vegurin kom at kos-
ta so og so nógv, hvort skal siga.
sum Kjartan Mohr onkuntíð tekur
til: Galematteas,
Nú er nakað síðani. at farið
varð undir at grava hendan veg
norður eftir Kalsoynni. Og nú hava
bæði Hákun Djurhuus og Finnbogi
Isaksen góðan vilja í hesum máli
Hákun vildi hava meira pening til
hetta arbeiði og Finnbogi segði, at
tað gekk svarta ongan veg, hann
skyrdi hetta sniglagongd.
Gudsbørn batna sigur orðatakið
Tá uppskotið um hendan veg á
sinni varð lagt fram í 1964, málbar
samgongan hjá Hákun Djurhuus og
Finnboga Isaksen — sjålvstyrissam
gongan — seg nakað soleiðis, í ein
um áliti frá havna- og veganevnd-
ini: Haldast má, at hesin vegur
gerst so dýrur, at tað heldur verð-
ur ein spurningur um hann nakran
tíð verður gjørdur.
Óttist fyri, at teirra tala á tingi
nú, hevur eitt vist sikti — tað er
jú løgtingsval í heyst.
Kallur
LED ÆÐ
HJARTASUFF
"Tað hevur verið ein sonn frægd at
lesa tey ymsu referatini, sum SO-
SIALURIN hevur havt frá tingi-
num og onkrum fundum aðrastaðir
við — bara sakna vit býráðið,
Men skal eg hava lov at fram-
føra eitt hjartasuff, so haldi eg tað
vera nóg so nógv, a: blaðið setur
eina illstødu í einum privtum disk-
klubba, sum forsíðustoff. Eg eri
nokk so ofta í diskklubba, men
kann tað sum er har í okkara pri-
vata klubba ikki vera privat, er
tað neyðugt, at koma í blødini við
tí? Tað er nokk av klandri uttan
at tað eisini skal gerast officielt.
Men annars haldi eg at blaðið er
nokk so gott og hevur nógv áhuga
vert tilfar, sum gevur eina góða
orientering um dagsins hendingar.
sum t.d. at føroyskir studentar sku
lu tala danskt, tá teir skulu taka
prógv. Tað mátti verið nóg gott.
at teir tóku eina serliga danska
pråvtøku, um teir ætla sær víðari
at læra. Fleiri av teimum ynskja.
eftir ti eg forstandi á teimum, ikki
at fara burtur úr Føroyum, ti her
siga teir er gott at vera.
Hví skulu teir so noyðast at
læra fremmand mál, sum danskt og
enskt og týskt.
p.h.