fríggjadagur 1. mars 1974síða 4
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
í
#
,
SIDA 4
Landsstyrissamgongur
Tað er eygsjónligt eftir ávísunum
at dóma, at løgtingsvalg er í nánd.
Vit ið eru gamlir javnaðarmenn
og hava verið tað í skjótt 50 ár,
kunnu ikki siga at alt, ið kemur á
prent í blaði okkara SOSIALI-
NUM, er gott og gleðiligt, tó skal
blaðstjórin á SOSIALINUM hava
stóra tøkk og heiður fyri so manni
liga og sakliga hann hevur sligið
øll álop á seg og blaðið aftur.
Tað eg mest hugsi um her, eru
innsendar greinir, ella lesarabrov,
sum tað kanska eisini eitur. Vit
vita at maður kom inn í javnaðar-
flokkin á sinni, sum bert hevði tað
ætlan at forkoma og skræða flokk-
in sundur, tá stóð tó flokkurin seg
manniliga og sýndi at hesin flokk-
ur ikki var ein loysingarflokkur,
eins og ein tóm tunna buldrar av
orðabraski við ongum gerðum aft-
anfyri. Ein eftir mínum tykki óg-
vuliga óhugnalig grein stóð at lesa
í SOSIALINUM herfyri, skrivarin
av hesi grein hevði funnið nøkur
runubløk frá Knút Wang, um at
hava lík í lastini, sum tjóðveldið
var lík í lastini hjá fólkaflokkinum
tá teir sótu í tí sokallaða sjálvstýr-
islandsstyri, so skuldi nú sambands
flokkurin verða lík í lastini hjá
javnaðarflokkinum, eg haldi erlig
talt, at ein slík tápulig og óndsinn
að grein skuldi ikki átt innivist í
blaðnum, man hesin innsendarin
ikki vita og Síggja, hvat ið er kom
ið av skafti, meðan javnaðarflokk-
urin, sambandsflokkurin og sjálv-
stýrisflokkurin hava sitið í lands-
stýrinum, tað skuldi íkki verið
neyðugt at fortalt manni, ið skriv-
ar blaðgreinar frá, øllum teimum
stórmálum og í heila tikið tann
ovurstóra framburðartíð ið hevur
verið hevur her á landi, serstak-
liga síðan 1958, um so tey 4 árini
vóru ófruktbar tá tjóðveldið hevði
størstu makt í landsstýrinum frá
1962 til 66. Vit hoyrdu Håkun
Djurhuus og Kristjan Djurhuus í
útvarpinum framman fyri valið í
1958, báðir vóru avgørt ímóti at
innføra fólkapensjónina í Feroy-
um, fólkapensjónin. vildi spreingja
landskassan, søgdu báðir hesir hø-
gu harrar, tó eydnaðist javnaðar-
flokkinum í landsstýrinum saman
við sambandsflokkinum og
gjøgnumføra
sjålv-
stýrisflokkinum at
tær sosialu lógirnar. Tá P. M
Dam, sáli, nokk fyri fyrstu ferð
bar fram á legtingi hugsjón um
hesa sosialu lóggávu, minnast vit,
ið eru komin upp í árini, hvat
ein framstandandi politikkari
segði — hann bað tey gomlu fara
til bøndurnar at fáa sær ull og
karðar, so tey kundu spinna og
karða fyri bøndurnar til teirra livs-
ins uppihald,
Tað er øll grund til at rópa var
skó til tykkum sum leiða javnað-
arflokkin. Ansið eftir at ikki úlvar
í roði koma sníkjandi inn í flokkin
eins og Jákup á sinni.
Her er, við teirri landsstýrissam
gongu ið nú situr, farin ein ovur-
stórur framburður fram, bæði vin-
nuliga, sosialt og - mentanarliga,
var javnaðarflokkurin í andstøðu,
vildi aldri verið hendur tann fram
burður, sum sjón gongur fyri
søgn í dag, tað er bæði ljótt, ósg-
muligt og ber prógv um ein óvit-
andi skrivara sum hevur fingið lík
í lastini uppá heilan. Blóman er
sum nevnt komin frá Knud Wang
á sinni. Nei, Føroya fólk hava
nógv at takka javnaðarflokkinum,
sambandsflokkinum og sjálvstýris-
flokkinum fyri ta hepnu hond,
hesir flokkar hava havt øll hesi
mongu ár teir hava sitið til róður?
á føroysku skútuni, Nú skal lands-
fundur vera um nakrar dagar, vit
vera vist tíverri fleiri her suðuri á
fandi, ið tað ikki liggur fyri at
meta upp til henda áhugaverda
landsfund, men: eitt er vist, at verð-
ur javnaðarflokkurin ein yvirtøku-
flokkur, so verða tað nokk fleiri
enn undirritaði ið venda flokkinum
bakið.
Tá vit javnaðarmenn ikki hava
reint fleirtal í tinginum, og tað er
tíverri valla væntandi at vit fáa
komandi heyst — ja so er ikki
annað at gera, enn at skipa seg í
samgongu. — Tá ein ikki fær tað
besta, so má ein taka tað næstbesta,
og í samgongu við teir flokkar, ið
mynda landsstýri í dag, eru nógv
góð sosialmál framd, sum neppa
vildu verið komin, um ikki sam-
gongan var skipað sum hon er í
dag. Og hvat sigur so hasin lík-
skoðarin og fleiri við honum, um
tann stóra og stolta skipaflota vit
føroyingar eiga í dag, væl vita vit
oll, at vóru ikki okkara fiskimenn
so ágrýtnir og dugiligir, so hjálpti
einki hvat landsstýrið gjørdi, men
sanniliga eigur landsstýrið og fyri
SOSIALURIN
NR. 17 — | MARS 1974
B
R
Ø
V
so vítt øll samgongan sín stóra
lut í hesum mikla skipaflota. Vit
minnast tað landsstýrið, sum tonsa
talið minkadi undir við einum 4
túsund tonsum bert í 4 ár 62—66,
nei, meira skal til enn orðabrask
noregis menn at vinna — soleiðis
verður kveðið, og rætt er tað.
Okkara tjóð hevur við tí samgon-
gu vit hava í dag, blómað í stór-
an mun, valla hevur nøkur tjóð
í heiminum í dag tað betur enn vit
føroyingar. Hetta ber prógv um at
samgongan er góð. Tjóðveldið og
Fólkaflokkurin royndi seg eina-
ferð — hvussu var vorðið? Jú,
sanniliga er munur á Salomon og
Jørgen Hattemager.
Gamal javnaðarmaður
Harrá blaðstjóri! Vildu
gjørt so væl at givið hesum reglum
innivist.
Javnaðarflokkarnir = í Norðan-
londum eru Í dag nærum staddir í
vandastødu.
Eftir at flokkarnir høvdu togað
seg fram til avgerandi parlament-
ariska umboðan, komu teir uppí
stjórnarsamarbeiði, og tykjast teir
hava havt ilt við at fremja stevnu-
mið síni í hesum samarbeiði.
Eftir fimti árum meira og minni
í stjórn, er lítið og einki framt av
grundsjónarmiðum flokkanna um
skipan av einum sosialistiskum
samfelag á demokratiskum grund-
arlagi.
Tó hevur eydnast hesum flokk-
um í samvinnu við borgarligar
flokkar at fremja hina ómetaligu
týdningarmiklu sosiallóggávuna,
sum — tó hon ikki er fullkomin
— hevur verið og er til ovurstóran
bata fyri tey, ið annars ikki hava
møguleika at lívbjarga sær í libe-
ralistiska samfelagnum.
SIG IR IRIS RISÆRI
BRÆV til SOSIALIN
Nú frættist at Erl. Patursson hev-
ur sett fram fyrispurning á dana-
tingi um føroyska studentaskúlan.
Tá skúlin er føroyskur og vit sjál-
vi betala hann, er tað ikki tá legið
at ein danskur fólkatingsmaður úr
Føroyum fer á danating at spyrja
sjálvt um tað dragar seg um ant-
in man skal tosa (føroyskt ella
danskt.
Sjálvsagt hoyrir — spurningurin
heima í Føroyum og má greiðast
heima.
Men fer ein nú at hyggja eftir
hvussu nógv hesin skúli kostar
føroyska samfelagnum, so síggja
vit at 3 miljónir krónur verða ofr-
aðar uppá teir umleið 50 student-
ar, sum árliga verða útklaktir hað
ani. Og ikki fer tað at vera nógv
skeivt, tá man sigur, at 10 av hes
um í hægsta lagi koma aftur at ar
beiða í føroyska samfelagnum.
Sostatt kostar skålin samfelag-
num 300.000 krónur pr. næming,
tað hevði soleiðis verið nógv bílig
ari um vit sendu næmingarnar á út
lendskar studentaskúlar, verið seg
danskar, enskar ella íslendskar ella
hvar teir nú vilja fara — og tá var
kanska størri tjansurin at fingið
fleiri enn teir 10 aftur heim.
Vit sum hava ikki akademiska
útbúgving eru ofta sett í flokk við
tey, sum minni eru verd í samfel-
agnum. Men tá tað kemur amn
uppá at betala tíl samfelagið, tá
munnu vit hylnast betur enn tey,
sum samfelagið ofrar so nógv
uppá.
Men sjálvsagt hava vit brúk eis-
ini fyri akademiskari útbúgving,
men eg meini, at tað var ikki so
maktpáliggjandi at fáa henda hæg-
ri skúln áðrenn so nógv annað.
Tað eru og verða altíð tey, sum
føla seg klókari enn fjøldin, sum
eru tey mest ótilfredsu, ti er eing-
in grund til, at geva teimum fyri-
munir framum øll onnur. Meira
tey verða forkelaði, kravmiklari
verða tey.
. krukkan
. Sosíalistiskt fólkaræði
tygum, Trupulleikin hjá javnaðarflokku-
num er vorðin tann, at hesir
eftir at í samarbeiðinum við borg-
arligu flokkarnar at hava verið við
til at ført borgarligan politikk
eru i vanda fyri at verða javnmett-
ir við borgarligu flokkarnar, ið nú
eru komnir nærri javnaðarflokku-
num í spurninginum um sosialu
lógirnar.
Javnaðarflokkarnir hava av hesi
orsøk fingið nakað av borgarligum
veljarum aftan fyri seg, ið als ikki
taka undir við hálvgloymdu sosi-
alistisku stevnuskrå flokkana.
Flokkarnir hava eisini fingið vald
borgarliga sinnaði umboð, og í
Danmark er hetta endað við, at
eitt av hesum umboðum hevur
stovnað egnan flokk og tikið hóp
av atkveðum frá javnaðarflokki-
num — uppá liberala skrá og við
borgarligum valevnum.
Her í Føroyum er steðan ikki
heilt tann sama. Her hevur javn-
aðarflokkurin tó fingið framt nøk-
ur mál, ið eru i tráð við mstevnu-
skrá floksins, men er nú kørtini
langt síðan at nakað er hent á hes-
um eki Javnaðarflokkurin í Før-
oyum er væl yngri enn teir í hin-
um Norðanlondunum, og er hetta
helst fyri ein part orsøkin til, at
vit á vissum sosialum økjum liggja
mong ár aftanfyri hini londini.
Kortini er tó so vorðið her, at
vit eru við at koma í somu vanda-
stóðu sum hinir norðurlendsku
javnadarflokkarnir. Alt ov leingi
er vorðið samarbeitt við borgalig-
ar flokkar uppá einans borgarligar
treytir. Hetta ger, at flokkurin í
eygunum á mongum liggur åjavnt
við liberalu borgarligu flokkarnar.
Latum okkum seta stevnuskrá
javnaðarfloksins sterkari fram,
samstundis sum fólk fær verunliga
upplýsing um, hvat flokkurin ætl-
ar at fremja á sosialistiskari leið.
Helst ongantíð sum nú hevur libe-
ralisman sýnt, at henda samfelags-
skipan ikki stendur mát. Tí skuldi
ein væl fyriskipað upplýsing um
mið og mál javnaðarfloksins verð-
ið sannførandi um eyðsýndu fyri-
myunirnar, ið henda stevna hevur.
s0-
Framhald frå 1. blaðsíðu.
støður verða merkt av
sjúku frá barnaárunum av, meðan
onnur ongantíð hava kent sær
mein heilt upp í ellisár. Summi
fingu ríkjuligt av verðsins fæ, með
an onnur knossaðust undir fátækra
Summi fingu í
vøggugåvu evnini til at savna um
Summi
dómi alt lívið
seg vinir, og vóru kanska samstun
dis vard av familju og kenningum,
meðan onnur ikki áttu hetta lyndi,
1 livdu einsamall og tilsýna-
vinaleyst gjøgnum hetta
liga lív
Umstødurnar vit liva un
vera rættuliga ymiskar og
ymist er sum lívið lagar seg fyri
hvønn einstakan av okkum. Men
ein dag endar leikur, og við grav
hakkan metast vit all. bæði tey !
fingu blíðan byr og hat
nuna ið sæt 00 ten ð
or UM
kollsigldu á leiðini. Har plagar
okkara ummæli eisini at enda, og
vit lýsa frið yvir teimum deydu,
Men her tykist vend at verða
komin í. Ég las í gjár í blaðnum
>14. september« um ungan føroy-
ing, ið var komin av dógum undir
syndarligum umstødum í Køben-
havn. Hetta eru tung boð at fáa
fyri tey sum vara av, og hetta eru
tung boð fyri okkum øll, tí vit eru
so fá í tali, og kenna meira og
minni hver annan, so samkenslan
rókkur frá heimi til heim. frá
bygd til bygd. Tað sum rakar ein,
røkkur at okkum øllum
Eg, og mangur við mær, mundi
blíva heilt uppskakaður við at lesa
hesa útpenslaðu frágreiðing, ið
var so rá, sárandi og meiningsleys.
at eg aldri hevði væntað at koma
at lesa slíkt um ein av okkara
landsmonnum blød-
»Ekstra-
førovskum
um. Í Danmark hevur
bladet« havt patent uppá at volka
sær í annans armóð. Men tå eg las
um hesa vanlukkuhending, dugdi
eg ikki at síggja munin á »Ekstra-
bla8num«, og so >14. september«.
Vit eru oll undir árini, og ávirk
anin uttanifrå er rættuliga sterk.
bæði viðvíkjandi ti eygað sær og
tí ið oyrað hoyrir. Blaðmoralurin
hevur sjálvandi eisini sína ávirk-
an, og um hann er hægri her hjá
okkum enn aðrastaðni, eri eg ikki
førur fyri at dóma um, men tað at
róta í familjulivinum hvør hjá ødr
um á slíkan hátt, sum her var
gjørt, man vera heilt ókent á okk
ara leiðum — enntá aftaná at deyð
in hevur gjørt skilnað okkara mill-
um, . Eingin er so einsamallur, at
ikki onkur varar av og at onkur
verður særdur av slíkari skriving.
Fg vil mæla til, at slik skriving
ongantíð verður endurtikin, tí hon
men kann einans
gavnar ongum
sára, har sorgin frammanundan et
vildu verið fegin yvir ikki at hava
nívandi tung. Eg kenni meg vissan | sæd neyndu blaðgrein
í, at ell tey, sum lesa føroysk blød,
- EG HAVI
LISIÐ TAÐ
Í
SOSIALINUM
sjålvandi!!
Í Havn, 27. februar 1974.
J. Fr. Øregaard