Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-12, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. juni 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 109 - 12. juni 2002 Nr. 109 - 12. juni 2002 13 - TÍÐINDI TIL SJÓFÓ á UTTAN ÚR HEIMI Búskapur og vinna: Nógv olja eftir Kanningar hjá donsku orkumyndugleikunum vísa, at danir hava nóg mikið av olju eftir í undirgrundini til at halda núverandi fram- leiðslu í ellivu ár aftur- at. Hetta er heldur meiri, enn danir higartil hava mett. Orsøkin til ta góðu metingina er ikki, at danir hava funnið fleiri oljukeldur, men heldur tøknifrøðilig framstig, sum gera tað møguligt at gagnnýta verandi brunnar betu enn fyrr. Burtur við rentufrá- dráttinum Fyrrverandi stjórin í norska tjóðbankanum, Hermod Skånland, mælir nú politikarunum til at taka av skipanina við rentufrádrátti í skattinum. Fyrrverandi tjóð- bankastjórin sigur, at rentufrádrátturin hevur fleiri óhepnar avleið- ingar við sær. Hann vís- ir á, at tað eru fá lond, sum loyva skattaborg- arunum at draga frá rentur av bæði húsa- lánum og nýtslulánum, og at tað almenna á tann hátt letur lántak- arunum almennan stuð- ul. Sjálvur heldur Her- mod Skånland, at tað er púra burturvið, at tað almenna skal veita stuðul til ett nú billán. - Vit seta rentuna upp fyri at gera lánini dýrari. Høvdu vit tikið rentufrádráttin av, hevði tað eisini gjørt lánini dýrari. Men tá hevði tørvurin á høgari rentu verið minni, og norska krónan hevði fingið størri áhuga, sigur Her- mod Skånland. Stuðul forðar menning ST fýlist á, at tey ríku londini halda fram at at veita landbúnaðinum stóran stuðul, tí tað forðar fyri, at landbúnaðurin í tí fátæka partinum av heim- inum kann menna seg. Sambært ST er stuðulin medvirkandi til, at nógv lond sleppa kki burtur úr afturvendandi trupulleik- um við hungursneyð. Sambært Kofi Annan doyggja umleið 24.000 fólk í hungri hvønn ein- asta dag árið runt. Úr Norðurlondum: Býta næm- ingar sundur Danska stjórnin arbeiðir við einari ætlan um at býta næmingarnar á stu- denaskúlunum sundur millum góðar og minni góðar næmingar. Longu í valstríðnum boðaði stjórnarflokkurin Vinstri frá, at hann fór at virka fyri at býta næm- ingar sundur eftir teirra evnum, og nú verður so arbeitt við ætlanini. Talsmenn hjá flokkinum siga, at tað er umráðandi at stimbra teir bestu næmingarnar. Men minni enn so øll taka undir við hugskotinum. Fleiri halda, at eitt tílíkt býti fer at gera møgu- leikarnar hjá teimum minni góðu næmingun- um verri, enn teir eru. Nógv doyggja í ferðsluni Fleiri fólk doyðu, og uppaftur fleiri fingu skaða í ferðsluni í Noregi seinasta viku- skiftið. Norska ráðið fyri ferðslutrygd sigur, at soleiðis sum gongdin hevur verið higartil í ár, verður 2002 tað ring- asta í landsins ferðslu- søgu. Sambært ráðnum er ov nógv ferð orsøk til nógv tær flestu vanlukkurnar. Bíløgdu hash í telefonini Løgreglan í Keypmanna- havn tók mánakvøldið níggju fólk, sum aftan á grundlógaravhoyring vórðu varðhaldsfongslað fyri at hava selt hash. Løgreglan hevði fylgt fólkunum frammanund- an og hevði m. a. avdúk- að, at tey høvdu selt hash fyri umleið 1,6 mió. krónur. Hashið varð selt á tann hátt, at fólk høvdu ringt og bílagt sær tað. Sambært løgregluni hava sølufólkini fingið 8000 bíleggingar síðani no- vember í fjør. Genta horvin Síðani seinasta hósdag hava norskir løgreglu- menn og bjargingar- menn leitað eftir einari 18 ára gamlari niður- lendskari gentu. Gentan arbeiddi á einum gist- ingarhúsi í Geiranger, men hósdagin hvarv hon brádliga, og síðani hevur eingin hoyrt frá henni ella borið eygað við hana. Tað gongst illa at fáa tey nógvu umboðini á afghansku ráðstevn- uni at semjast AFGHANISTAN Árni Joensen Upprunaliga skuldu um- boðini fyri teir nógvu afghansku ættarbólkarnar seta ráðstevnuna mánadag- in, men setanin mátti út- setast, tí partarnir kundu ikki semjast um, hvønn lut fyrrverandi kongurin í landinum, Mohammed Zahir Shah, skal hava. Í gjár varð aftur roynt at seta ráðstevnmuna, men ósemja var framvegis um lut kongs. Pashtunararnir, sum eru tann størsti ættar- bólkurin í Afghanistan, krevja, at fyrrverandi kong- urin skal veljast til landsins forseta, men tað vil Norð- ursamgongan, sum gekk á odda í krígnum ímóti Taleban-stýrinum, ikki. Samgongan hevur skotið upp at velja verandi stjórn- arleiðaran, Hamid Karzai, til forseta. Mohammed Zahir Shah, sum er 87 ára gamal, kunn- gjørdi mánakvøldið, at hann hevur ikki hug at taka við sum leiðari, men stuðl- ar hansara vilja vera við, at hann tók avgerðina eftir trýsti úr USA. Úr Afghanistan verður sagt, at eydnast tað ikki at loysa ósemjuna um forseta- embætið, fara ættarbólk- arnir ivaleyst hvør til sítt, og so kann støðan í land- inum skjótt gerast hættislig. Tíðindini um, at amerikansku myndugleikarnir hava tikið ein mann, sum ætlaði at spreingja eina geiðslavirkna bumbu í USA, hava fingið nógvar amerikanarar at stúra YVIRGANGUR Árni Joensen Nógvir amerikanarar sótu sum runnir í stein, tá John Ashcroft, løgmálaráðharri, Robert Mueller, FBI-stjóri og Paul Wolfowitz, vara- verjumálaráðharri greiddu amerikanska almenning- inum frá, at myndugleik- arnir høvdu tikið ein mann, sum hevði lagt eina ætlan um at spreingja eina geiðslavirkna bumbu í Washington. Teir báðir politikararnir og FBI-stjórin løgdu kort- ini dent á, at maðurin hevði onga bumbu, men at hann hevði ætlanir um at gera eina slíka, tá hann varð tikin í einari floghavn í Chicago tann 8. mai, eftir at hann var komin úr Paki- stan. Myndugleikarnir halda, at maðurin var í ferð við at leita sær eftir einum bumbumáli, tá hann varð tikin. Hildið verður, at hann hevði sett sær fyri at spreingja bumbuna í høv- uðsstaðnum Washington. Amerikanari Tað var ikki bert sjálv bumbuætlanin, sum vakti ans í USA, tí tað kom óvart á flestu amerikianarar, at tann tikni er amerikanskur ríkisborgari, føddur og uppvaksin í USA. Maðurin eitur í dag Ab- dullah Al Mujahir, men upprunaliga navn hansara er Jose Padilla. Hann er føddur í New York og flutti sum fýra ára gamal til Chicago. Í 1991 varð hann tikin í Florida, tí hann hevði brotið vápnalógina. Hann fekk eitt árs fongsul, og í fongslinum tók hann við muslimskari trúgv og fekk sær navnabroyting. Síðani 1998 hevur Ab- dullah Al Mujahir búð ymsastaðni í Miðeystri. Amerikansku myndugleik- arnir siga, at hann fór til Pakistan og haðani til Afghanistan í fjør, har hann kom í samband við felags- skapin al-Qaeda. Sambært John Ashcroft, løgmálaráð- harra lærdi maðurin at gera bumbur, meðan hann var í Afghanistan. Hjá al-Qaeda var hann sannur fongur, tí hann hevði amerikanskt pass og kundi tí ferðast til og úr USA. Tað gjørdi hann til tann 8. mai, tá hann varð tikin í O' Hare-floghavnini í Chicago. Amerikansku myndugleikarnir siga, at Abdullah Al Mujahir hevði tá verið í Pakistan, og at hann eisini hevði verið í Sveits. Talsmaðurin hjá Hvítu Húsunum, Ari Fleischer, royndi í gjár at sissa ameri- kanarar. - Sambært teimum upp- lýsingum, sum vit hava, var maðurin ikki farin undir at gera bumbuna, tá hann varð tikin, segði Fleischer. Vandi fyri spliti í Afghanistan Hann hevur elvt til ræðslu í USA Abdullah Al Mujahir ella Jose Padilla. Tað hevur vakt stóran ans í USA, at ein amerikanari hevði lagt eina ætlan um at gera eina geiðslavirkna bumbu, sum hann ætlaði at spreingja í Washington Mynd: Reuters C M Y K 13 12