Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-12, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. juni 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 109 - 12. juni 2002 15 14 Nr. 109 - 12. juni 2002 Countrydrotningin á okkara leiðum eitur uttan iva Heidi Hauge. Síðani hon fyri stuttum kom fram, hevur hon nátt ovastu tónatindar. Um vikuskiftið vitjaði hon okkara sólrandaðu tindar og klettar og áhugin og fagnaðurin var stórur TÓNLEIKUR Dagfinn Olsen Norska countrysangarinn- an Heidi Hauge vitjaði um vikuskiftið í Føroyum sam- an við ljómliði sínum. Áhugin var stórur bein- anvegin tað hoyrdist, at hon skuldi hava konsertir í Føroyum. Atgongumerkini vórðu seld í forsølu, sum sjáldan áður. Countrybólkurin og Driv Og tað vísti seg eisini, at Heidi Hauge væl nøgd og væl fagnað føroyingar samdust um hesa countrydrotning. Í Havn leitaðu 1500 fólk sær í dans og á Tvøroyri eisini 800 ella 900 fólk. Heidi Hauge var væl nøgd og sera væl fagnað. Fyrireikararnir siga, at hon hevði firvaldar í búkin áðrenn fyrstu framførsluna. Men Heidi Hage varð væl móttikin og bilsin var hon um góðu áhoyrarafjøldina, ið dansaði nógv og hugnaði sær óført. Og bardaga ella líknandi sást einki til. Í Havn kom Country- bólkurin úr Klaksvík eisin á pall. Á Tvøroyri kom bólkurin Driv úr Havn á pall (nakrir av manningini eru suðuroyingar, blðm). Føroysku bólkarnir fingu eisini undanvind og sera gott skoðmál frá áhoyrar- unum. Kemur fegin aftur Heidi Hauge er fegin um vitjanina í Føroyum. Hon hevur sagt seg vera áhug- aða at koma aftur eina aðruferð, skuldi tað komið upp á tal. Bert eitt var hon kedd av á ferðini. Hon hevði bert eini 100 fløgur við sær til Føroya, og tað var, sum vituligt er, alt ov lítið og var burtur eftir lítlari løtu. Men kemur hon aftur, so verður hetta mistak ikki at gjørt uppaftur. Norska countrydrotning- in fór sera væl nøgd av landinum og eftir gingu vælnøgdir fjepparar í hópa- tali, ið fingu eitt ógloym- andi minni. Countryfjepparar fingu country fyri allan peningin, tá Heidi Hauge og manning vóru á pallinum Mynd: Jens K. Vang Heidi Hauge og manningin koma fegin aftur til Føroya, fáa tey tilboðið Mynd: Jens K. Vang Nógv vóru og lurtaðu eftir Heidi Hauge í vikuskiftinum og norska countrydrotningin varð væl fagnað Mynd: Jens K. Vang C M Y K 14 w w n w .s r my i l-li e .f o w w n w .s r my i l-li e .f o úr bara 750,- Mini Cruise Mini Cruise SMYRIL LINE Tel 34 59 00 til Bergens 750,- e-mail: booking@smyril-line.fo Á ferðini verður skipað fyri bingo! Í sølubúðunum umborð eru ! nógv góð tilboð team85 Fráferð av Havnini mánamorgun kl. 8.30 við komu á Havnina mikudag kl. 15.00