Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-12, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. juni 2002síða 9

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 109 - 12. juni 2002 Nr. 109 - 12. juni 2002 17 Vit prenta í dag røðurnar, sum Jórun Høgnesen og Rúna Sivertsen hildu á norðoyastevnu Norðoyastevnan varð sett í Vágstúni fríggjakvøldið kl. 19.30. Tað var Jórun Høgnesen, lærari, ið setti stevnuna. Vanliga verða tríggjar røður hildnar á norðoyastevnu; setanarrøðan, middnátt- arrøðan, sum verður hildin á midnátt leygarkvøldið og so røðan norðoya- stevnudag, sum verður hildin eftir skrúðgonguna. Hesaferð vóru tað kvinnur, ið hildu allar 3 røðunar. Skrúðgongan fer úr Klaksvíksgarðin- um heim í Vágstún kl. 14. Skótar, ítrótt- arfólk og hornorkestrið ganga hvørja norðoyastevnu skrúðgongu; ein vøkur sjón, sum gleðir bæði børn og vaksin. Við í skrúðgonguni vóru eisini reiðmenn og kvinnur á rossum. Rannvá Joensen, varaskúlastjóri helt røðuna á midnátt, og Rúna Sivertsen, fyrrverandi løgtingskvinna, helt røðuna sunnudagin. Fríggjakvøldið regnaði nakað, og leygardagin regnaði av grimd, men ta løtuna, midnáttarrøðan varð hildin, var ein glotti. Eisini eydnaðist at fáa traditionella fýrverkaríið frá hondini meðan ælaslit var. Sunnudagin var av fagrasta veðrið, lýtt og sólin skein. Fólk nutu góða veðrið og góvu sær tíð at práta við kenningar og vinfólk, eftir at skrúðgonga, røða og tónleikur frá hornorkestrinum var av. Tríggjar kvinnur hildu røðu á norðoyastevnu – Vit í Klaksvík eru errin av at vera við til at binda ein perlu- krans, sum eigur at verða ein vakur kransur, tá ið hann á Ólavsøku er komin runt Góðu norðingar, klaksvík- ingar og gestir... Fyrst tjøldrini og síðani smálombini boða frá, at nú er várið komið til okkara. Norðoyastevnan boðar frá, at nú er summar í Før- oyum. Veðrið gerst lýggj- ari, dagurin er vorðin so langur nú og náttin er bert eitt skýmingasetur. Klaksvík hevur latið seg í veitslubúna og heilsar summarinum vælkomnum. Norðoyastevnan er nakað serligt, tí hon er ein verulig summarstevna, ein perla í eini røð av fleiri, sum ger summarið í Føroyum til nakað serligt. Vit í Klaks- vík eru errin av at vera við til at binda ein perlukrans, sum eigur at verða ein vakur kransur, tá ið hann á Ólavsøku er komin runt. Á Norðoyastevnu er okk- urt fyri øll. Mentan av al- skyns slag, bæði til gamans og álvara. Raskir ungdómar fremja ítróttarbrøgd, sum fylgja teimum til næstu stevnu. Í fleiri bygdum hava litfagrir kappróðrarbátar verið ein daglig sjón og eggjandi rópini frá róðursmonnum og –kvinnum hava rungað alt meðan manningarnar hava kítt seg at gera tað besta. Ikki minst kenna vit hesa myndina frá vágni í Klaksvík. Í morgin verður so fyrsti FM-róðurin í ár og vit eru mong, ið eru so sera spent og gleða okkum. Jú sanniliga er tað eitt megnar arbeiði sum verður gjørt á mongum økjum til hvørja Norðoyastevnu. Framsýningar og fram- førslur og onnur tiltøk. So er bert hjá okkum at koyra dagligdagin til viks eina løtu og njóta blíðskap hvør hjá øðrum og gera okkara til, at stevnan eydnast væl. Í seinastu viku var eg við tá ið Norðuratlants mentun- arstevnan varð sett í Keyp- mannahavn. Nógv fólk vóru samankomin á Nytorv mitt á Strøjnum. Merkið veitraðið saman við tí grønlendska, íslendska og danska flagginum. Millum annað var føroyskur kór- sangur og dansur á skránni, og luttakararnir vóru í føroyska tjóðbúnanum. Vígdis Finnboðadóttir, fyrrverandi forseti Íslands, flutti fram røðu. Hetta var avgjørt ein sera hugnalig og góð løta, men einki er sum miðnáttarsamkoman á Norðoyastevnu, hugsaði eg. Hon er nakað heilt serligt og er avgjørt eitt av hædd- arpunktunum á Norðoya- stevnu. Veðrinum ráða vit ikki fyri, men vónandi fer alt stevnufólkið at nýta vit og skil, so at hetta, tá ið av tornar, varð ein góð Norð- oyastevna fyri øll. Eg fari nú at enda at takka fyri heiðurin, at tað fall mær í lut at siga nøkur orð, og skal eg vegna Klaksvíkar kommunu takka øllum tykkum sum skipa fyri tiltøkum á Norðoyastevnu. Við hesum er Norðoya- stevnan 2002 sett! Góða stevnu, øll somul! Latið okkum leggja okkum eftir at vera við tí góða orðinum hvør við annan. Tá verður lívið lættari og vit verða øll glaðari Góðu norðoyastevnugestir! Tað er mær ein heiður at hava fingið litið til at halda røðu her á Norðoyastevnu í dag. Vit, sum eru komin saman í tí fræga veðrinum í dag, koma frá so ymiskum umstøðum. Tit, sum eru ung og børn, hava enn lívið framman fyri tykkum. Vit, sum eru um miðan aldur og hava nakað av lívs- royndum, eiga kanska nøk- ur ár eftir, har vit kunnu geva av tí, sum lívið hevur lært okkum. Onkur hevur sagt, at tað eru bara tey gomlu, sum eru klók; tey eru vorðin klók av sínum lívsroynd- um, sum ikki kunnu náast í lærubókum, men bert í tí gerandisdegi, sum eingin okkara kemur uttan um. Vit mugu øll gera okkara lívsroyndir – hvør í sínum lagi og hvør á sínum staði - og teimum kunnu vit geva av til tykkum, sum eru ung og hava lívið frammanfyri tykkum. Biskuppurin, Finn Wagle, segði í vígslutalu síni til norsku prinsessuna, Marthu Louisu, tá ið hon giftist herfyri, at, ”eingin okkara livir fyri seg sjálv- an”. Og tað er júst hetta, sum gevur lívinum virði og innihald – tað, at kunna vera nakað fyri hvønn annan. Serstakliga tætt knýttu familju-og vinarbond gera, at vit eru so nógv betur fyri enn flest onnur fólkasløg. Men júst tað, at vit eru so tætt knýtt at hvørjum øðrum, kann við hvørt gera lívið torført. Her hugsi eg um tað negativu síðuna av hesum, har vit eru so skjót at bera slatur og ring tíðindi um hvønn annan. Latið okkum heldur seta okkum fyri at geva hvørjum øðrum herðaklapp og síggja tað góða við hvørj- um einstakum av okkum enn at dyrka tað, sum kann vera okkum sjálvum og okkara medmenniskjum til skaða. Hvussu nógv glaðari høvdu vit tá ikki verið? Hyggja vit, hvør stendur við liðina av okkum beint nú, kann vera, at júst tann persónurin hevur brúk fyri einum góðum orði frá tær ella mær – ella tú frá honum. Vit kenna øll, hvussu glað vit gerast, tá ið onkur gevur okkum eitt rósandi orð. Tað kostar einki, og tað kann lyfta okkum upp og gera gerandisdagin lættari. Orðatakið sigur, at betur er bøtandi hond enn spill- andi tunga. Ymiskt er, hvussu lívið hevur og fer at laga seg hjá okkum. Eitt eiga vit tó til felags: Vit, sum borin eru í hendan heim, hava øll fingið lívið í gávu. Vit hava eisini fingið í gávu at sleppa at liva á heimsins besta staði. Hvar vit enn fara – nær ella fjar - finna vit ikki eitt stað, har tað er betur at liva enn í Føroyum. Eg kundi hugsað mær eina løtu at vent mær til tykkum ungu: Tit smíða sjálvi tykkara egnu eydnu, plaga vit at siga, og sjálvt um tað kundi sæð torført út við hvørt, so mugu vit øll seta okkum fyri at fáa tað besta burtur úr. Tað er neyðugt at seta sær mál í lívinum. Nýtið teir einastandandi møgu- leikar, sum samfelagið og nútíðin hevur at bjóða tykk- um. Trúgvið uppá tykkum sjálvi - og haldið ikki, at onnur eru betur enn tit. Tí, hvørt menniskja er einstakt, og eingin annar er júst sum tú. Eingin annar er føddur við júst tínum eginleikum og evnum. Brúkið tí tykk- ara evni til nakað positivt og gott, og latið ongantíð ein dag fara, uttan at tú hevur sagt eitt gott orð við tín vin ella granna. Tit ungu! Tit standa í dag við eini ógvuliga dýrari gávu – sum er lívið. Onkur, sum tit kendu, kom kanska ongantíð so langt sum tit. Og slapp kanska ongantíð at uppliva ein dag sum hendan. Og tey, sum sita við skerdum veingi, eiga ikki sama møguleika sum vit. Tí eiga vit øll at spyrja okkum sjálvi: ”Hvat skal eg nýta hesa gávuna til?” Hvat ynski eg veruliga at brúka mítt lív til? Gakk tú tryggur fram við góðum treysti, allir ljósir einglar fylgja tær. Harrin, Hann er vinur tín tann besti, hansar’ eyga allar vandar sær. Soleiðis yrkti H.A. Djur- huus. Tað er gott at vita, at tað er ein, sum hevur allan mátt, í himli og á jørð – ein, sum hevur sagt, at ”eg skal ikki sleppa tær og ikki fara frá tær”. Vit minnast øll, hvussu tað var, tá ið vit gingu í skúla og høvdu fingið nýtt skrivi- ella roknihefti. Vit ætlaðu, at tað altíð fór at vera líka vakurt. Men ikki var so leingi, til tey fyrstu bløðini vóru rukkut og ljót, og vit tímdu ikki at ansa so væl eftir meira. Tað løgna var tó – minnist eg - at summi høvdu altíð so vøkur heftir, og eg skilti ikki, hvussu tey bóru seg at. Júst soleiðis er eisini lívið. Hjá summum sær alt so lætt og gott út, meðan lívsleiðin hjá øðrum er meira knortslut. Tó eiga vit at minnast til, at um vit onkran dag eru vónsvikin av okkum sjálvum, er hvør dagur eitt púra reint blað. Hvønn morgun fáa vit ein nýggjan møguleika. Tað er eingin støða í lívinum - hvussu torfør hon enn sær út, sum vit ikki kunnu fara til Guds við. Kemur tú framvið, har klokkur ringja, steðga tá og bið títt Faðir Vár; tað er bøn, sum styrkir og kann yngja, sløkkja sorg og grøða tyngstu sár. Henda norðoyastevnan bleiv nakað illslig til veður. Men í dag er ljósari, sólin hevur sæð onkra løtuna og alt sær lættari út. Soleiðis er eisini lívið; tað skiftir ímillum verri og betri dag- ar. Fyri at venda aftur til orðini hjá norska biskupp- inum, sum so beinrakið segði, at ”eingin okkara livir fyri seg sjálvan.” Latið okkum gera sum Ránnvá segði í midnáttar- røðu sínari í gjárskvøldið, at ”lata øvund, sundurlyndi og sjálvsøkni fara”. Latið okkum, í staðin fyri at leggja stein oman á byrðu hvør hjá øðrum, heldur taka saman um hvønn annan. Latið okkum leggja okk- um eftir at vera við tí góða orðinum hvør við annan. Tá verður lívið lættari og vit verða øll glaðari. Jórun Høgnesen í setanarrøðuni á norðoyastevnu: Perlukransurin byrjar á Norðoyastevnu… Rúna Sivertsen í røðuni norðoyastevnudag: »Eingin okkara livir fyri seg sjálvan« C M Y K 17 16