Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-12, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. juni 2002síða 10

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 109 - 12. juni 2002 19 Størsta sensatiónin higartil í HM-enda- spælinum gjørdist veruleiki, tá franska landsliðið endaði á aftasta plássi í bólka- spælinum eftir 2-0 tapið móti Danmark. Senegal fer eisini víð- ari eftir ein dramat- iskan dyst móti Uruguei, sum endaði 3-3 HM Stefan í Skorini Danska tjóðin er á gosi, eftir at Olsenbandin, sum liðið nú verður kallað, vann bólkin og sostatt tryggjaði sær víðari luttøku í HM- endaspælinum. Senegal megnaði við neyð og deyð at koma víðari við at spæla javnt 3-3 móti Uruguay. Frakland, sum eigur bæði HM og EM-heitið, endaði aftast í bólkinum og skor- aði einki mál í teimum trimum dystunum. Danmark vann 2-0 á heimsmeistarunum tíðliga týsmorgunin. Dennis Rommedahl skeyt fyrsta málið eftir góðar tjúgu minuttir. Rommedahl gjør- dist púra leysur framman- fyri málinum, tá Stig Tøf- ting legði ein bólt innfyri, og tann skjóti vongurin hevði lætt við at skora. Støðan undan dystinum var hon, at Frankaríki skuldi vinna við tveimum málum fyri at koma víðari, og hetta málið noyddi tí Frakland fram á vøllin. Hóast franska liðið royndi at leggja trýst á Danmark, so eydnaðist tað ikki serliga væl. Zinedine Zidane spældi sín fyrsta dyst í endaspælinum, men hann tóktist darvaður av skaða og var als ikki tann vanda- mikli miðvallarin, sum vit kenna hann. Um miðan seinna hálv- leik fingu menninir hjá Lemerre mønustingin. Jon Dahl Tomasson skoraði næsta málið í dystinum. Í einum skjótálopi legði Jesper Grønkjær innfyri til Tomasson, sum skoraði trygt. Dysturin endaði 2-0, hóast Frankaríki hevði onkran góðan málmøgu- leika. Senegal víðari Umframt Danmark fer lítla afrikanska landið Senegal eisini víðari. Hetta er fyrstu ferð, at Senegal luttekur í einum HM-endaspæli, men liðið hevur spælt sera væl og vunnið sær pláss í næsta umfari. Tað var tó við neyð og deyð, at Senegal kom víð- ari. Afrikanska liðið skuldi hava javnleik móti Uruguei í seinasta dystinum, men tað var nær við, at Senegal misti á stokkinum. Í steðginum førdi Sene- gal 3-0, og tí tóktist eingin ivi um, at Senegal fór at vinna dystin og møguliga enda á fyrsta plássi. Málini skutu Khalilou Fadiga við brotssparki og Papa Bouba Diop (2). Men Uruguei legði út sum eitt óløgi eftir steðgin, og minkaði bein- anvegin um munin við Richard Morales, meðan Diego Forlan skoraði til 3- 2. Alvaro Recoba javnaði við brotssparki í 87. min- utti, men hóast Uruguei hevði ein stóran málmøgu- leika í teimum seinastu sekundunum, megnaði Senegal at fáa javnleikin. Fyrsta endaspælið hjá Senegal endaði sostatt við, at liðið fer víðari saman við Danmark, og tað var sera óvæntað. Hesi bæði londini skulu nú møta Englandi, Svøríki ella Argentina í næsta umfari. Frankaríki – Danmark 0-2 (0-1) 0-1: Dennis Rommedahl 0-2: Jon Dahl Tomasson Uruguei – Senegal 3-3 (0- 3) 0-1: Khalilou Fadiga, br. 0-2: Papa Bouba Diop 0-3: Papa Bouba Diop 1-3: Richard Morales 2-3: Diego Forlan 3-3: Alvaro Recoba, br. Bólkur A: Danish Dynamite Bólkur A v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Danmark 3 2 - 1 - 0 5 2 3 7 2 Senegal 3 1 - 2 - 0 5 4 1 5 3 Uruguay 3 0 - 2 - 1 4 5 -1 2 4 Frakland 3 0 - 1 - 2 0 3 -3 1 Bólkur B v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Spania 2 2 - 0 - 0 6 2 4 6 2 Suður Afrika 2 1 - 1 - 0 3 2 1 4 3 Paraguay 2 0 - 1 - 1 3 5 -2 1 4 Slovenia 2 0 - 0 - 2 1 4 -3 0 Bólkur C v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Brasilia 2 2 - 0 - 0 6 1 5 6 2 Costa Rica 2 1 - 1 - 0 3 1 2 4 3 Turkaland 2 0 - 1 - 1 2 3 -1 1 4 Kina 2 0 - 0 - 2 0 6 -6 0 Bólkur D v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Suður Korea 2 1 - 1 - 0 3 1 2 4 2 USA 2 1 - 1 - 0 4 3 1 4 3 Portugal 2 1 - 0 - 1 6 3 3 3 4 Póland 2 0 - 0 - 2 0 6 -6 0 Bólkur E v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Týskland 2 1 - 1 - 0 9 1 8 4 2 Cameroon 2 1 - 1 - 0 2 1 1 4 3 Írland 2 0 - 2 - 0 2 2 0 2 4 Saudi Arabia 2 0 - 0 - 2 0 9 -9 0 Bólkur F v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Svøríki 2 1 - 1 - 0 3 2 1 4 2 Ongland 2 1 - 1 - 0 2 1 1 4 3 Argentina 2 1 - 0 - 1 1 1 0 3 4 Nigeria 2 0 - 0 - 2 1 3 -2 0 Bólkur G v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Mexico 2 2 - 0 - 0 3 1 2 6 2 Italia 2 1 - 0 - 1 3 2 1 3 3 Kroatia 2 1 - 0 - 1 2 2 0 3 4 Ecuador 2 0 - 0 - 2 1 4 -3 0 Bólkur H v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Japan 2 1 - 1 - 0 3 2 1 4 2 Russland 2 1 - 0 - 1 2 1 1 3 3 Belgia 2 0 - 2 - 0 3 3 0 2 4 Tunis 2 0 - 1 - 1 1 3 -2 1 Jon Dahl Tomasson Danmark 4 Miroslav Klose Týskland 4 Christian Vieri Italia 3 Pedro Pauleta Portugal 3 Papa Bouba Diop Senagal 3 Marc Wilmots Belgia 2 Rivaldo Brasilia 2 Ronaldo Brasilia 2 Junichi Inamoto Japan 2 Fernando Hierro Spania 2 Fernando Morientes Spania 2 Henrik Larsson Svøríki 2 Máltindurin, HM Tað tykist, sum um kvinnuliðið hjá HB hevur fingið gongd á seinastu vikurnar. Sunnudagin vunnu tær ein greiðan 5-1 sigur á GÍ, og Malan á Dunga fekk heili trý mál FÓTBÓLTUR Stefan í Skorini Aftur hesuferð vann HB í einum sera málríkum dysti á heimavølli. Hesuferð vann liðið 5-1 á GÍ, eftir at HB í seinasta heimadysti vann 4-2 á B68. Við hesum báðum sigrunum hevur HB tikið seg nógv fram á stigatalvuni og er nú beint í hølunum á grannunum B36. HB kom framum, tá lítil hálvur tími varð spældur. Nýggja stjørnuskotið í HB, Malan á Dunga, skoraði. Hon setti høvdið á eitt innlegg frá Eyðfríð Kristiansen, og so stóð 1-0. Fimm minuttir seinni fekk HB brotsspark. Aftur var Eyðfríð Kristiansen uppá spæl, tá hon varð feld í brotsteiginum. Eyðvør Thomsen er fastur skjútti, og hon skoraði trygt. 2-0 var eisini støðan í hálvleik- inum. GÍ svarar aftur Beint sum dómarin hevur sett seinna hálvleik í gongd, minkar GÍ um munin. Heidi Jacobsen gerst leys við málverjanum, og hon skorar. HB hevði tó framhaldani yvirvágina í dystinum, og eingin ivi var um, at HB var betra liðið. HB økir tó um munin við tveimum málum frá Maluni á Dunga, og Eyðfríð Kristiansen fekk seinasta málið í dystinum. Eftir stórtapið móti KÍ hevur HB fingið skil á liðið og hevur nú tveir sigrar í skjáttuni. HB – GÍ 5-1 1-0 Malan á Dunga 2-0 Eyðvør Thomsen, br. 2-1 Heidi Jacobsen 3-1 Malan á Dunga 4-1 Malan á Dunga 5-1 Eyðfríð Kristiansen HB – GÍ 5-1 (2-0) HB vann tryggan sigur Donsku leikararnir fegnaðust sum vera man um 2-0 sigurin á fronsku heimsmeistarunum týsmorgunin. Danmark vann bólkin og fer víðari saman við Senegal 19 Nr. 109 • mikudagur • 12. juni 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo FCK sigst ætla at keypa ein stóran au- stralskan spælara, sum tvey tey seinastu árini hevur verið í Lille í Fraklandi ÚTISETAFELAG Jóannes Hansen Tað er friðarligt í superlig- uni í hesum døgum. Spæl- ararnir eru í summarfrí, og áskoðararnir hava eyguni vend ímóti danska landslið- num, sum er í Suðurkorea, har teir á middegi leygar- dagin skulu spæla áttanda- partsfinalu. Men í leiðslunum í feløg- unum er ikki so lítið virk- semi. Tað ræður um at fáa spælarahópin so frægan, sum tað ber til, áðrenn farið verður undir fyrireikingar- nar til nýggja kappingarár- ið. Tað hevur ljóðað, at Michael Laudrup hevur ætlað at skift út í Brøndby. Laudrup er í Suðurkorea sum hjálparvenjari hjá Morten Olsen, og teir koma ikki aftur til Danmarkar í hesi vikuni. Men í Brøndby varð fyrsta stigið tikið mánadagin á útskiftingar- leiðini. Tá varð kunngjørt, at 34 ára gamli miðvallarin Krister Nordin er seldur til AIK í Stokholm. Hann kom úr svenska felagnum og til Brøndby fyri tveimum ár- um síðani. Í gjár varð greitt, at ein av liðfeløgunum hjá Óla Johannesen í Hvidovre fer til annað felag. Tað hevur ljóðað, at Hvidovre ikki megnar at leingja sáttmál- arnar, og nú er miðvallarin Allan Nielsen seldur til Køge, sum skal royna seg í superliguni. Todi fær nýggjan makkara Í fyrrakvøldið vistu fransk- ir fjølmiðlar at siga, at ein australskur álopsmaður, sum hevur spælt við Lille í bestu fronsku deildini, var á veg til FCK. Donsku fjøl- miðlarnir løgdust ikki á boðini, men leiðslan í FCK hevur einki sagt. Teir plaga ikki at siga nakað, fyrrenn sáttmálin er undirskrivaður, og tíðindini fyrst eru borin keypsskálanum í Keyp- mannahavn, har FCK er skrásett. Talan skal vera um 24 ára gamla Mile Sterjovski. Hann er 190 centimetrar høgur, og seinastu tvey ár- ini hevur hann spælt 47 dystir í Lille, og hann hevur skorað tíggju mál. Fronsku miðlarnir halda seg vita, at australiumaðurin er sera áhugaður í at sleppa til Danmarkar. Tá FCK keypir nýggjar álopsspælarar, so er tað skjótt at hugsa, at talan verður um spælara, sum kann taka plássið frá Toda Jónsson. Í hesum førinum er neyvan so stórur vandi fyri tí. Heldur man orsøkin til handilin vera, at FCK roknar við, at Zuma fer at verða seldur, tá HM kapp- ingin er liðug. Maðurin, ið verður umrøddur sum møguligur nýggjur spælari í FCK, minnir ikki sørt um Pascal Simpson – í hvussu so er eru teir báðir sera høgir menn. Pascal Simp- son spældi millum lítið og einki síðsta kappingarár, ti hann var skaddur mest sum alla tíðina. Toftakvinnur vunnu ein uppibornan sigur á kvinnuliðnum hjá B36, tá liðini hittust á Toftum sunnudagin. Fáir málmøguleikar vóru í dystinum, men B68 stríddist væl og vóru sum heild grammari FÓTBÓLTUR Stefan í Skorini Sunnudagin hittust kvinnu- liðini hjá B68 og B36 á Toftum. Endin var, at heimaliðið vann dystin við tveimum málum móti ong- um. Hetta var ein sera týdn- ingarmikil sigur fyri B68, tí nú hava tær aftur samband við B36 og HB, sum liggja beint omanfyri B68 á stiga- talvuni. Sigurin var eisini uppi- borin, og tað vísir seg nú, at B68 stendur seg ofta væl á heimavølli, og onnur lið hava torført við at basa teimum á Svangaskarði. Hol á beinanvegin B68 legði seg framum heilt tíðliga í dystinum. Ein verjuleikari hjá B36 skal høvda bóltin burtur úr brotsteiginum, men hetta miseydnast. Bólturin dettur fyri føturnar á framherja- num Irdi Hansen, og hon lobbar bóltin uppum mál- verjan, sum ikki hevði nak- ran møguleika at bjarga. Nógv ferð var á dysti- num, men tað gekk sera striltið at skapa nakrar veruligar málmøguleikar. B68 var tó liðið, ið hevði munin fyri steðgin, og tað var heimaliðið, ið hevði leikliga yvirvág. B68 vann dystin um mið- vøllin, og tað hevði við sær, at B36 ongantíð fekk fótin fyri seg í dystinum. B68- leikararnir vóru nógv grammari um allan vøllin og vístu størri vilja at vinna dystin enn B36. Maibritt økti Ta fyrstu løtuna av seinna hálvleiki gjørdist B36-liðið meira sjónligt á vøllinum og fekk sett okkurt álop í verk tó uttan at nakað spurdist burturúr. B68 vann yvivágina aft- ur, og tá hálvleikurin var hálvrunnin fekk B68 seinna og avgerandi málið, men B36-verjan má eisini taka hetta málið á sínar herðar. Ein langur bóltur verður sendur fram í brotsteigin hjá B36, har aftasti maður- in skal skjóta burtur, men hetta miseydnast. Ein B68- leikari fangar bóltin og sendir innfyri til Maibritt Olsen, sum langar til fyrstu ferð frá brotsteigarmarki- num. Bólturin fer inn dygst úti við stongina. Við hesum sigrinum tek- ur B68 seg upp á seks stig og er nú bara trý stig aftan- fyri B36 og eitt stig aftan- fyri HB. Máltindurin Vivian Rasmussen KÍ 8 Rannvá Andreasen KÍ 7 Malan á Dunga HB 6 Malena Jospehsen KÍ 6 Ása á Neystabø B36 3 Laila Enghamar B36 3 Súsanna Hansen B36 3 Irdi Hansen B68 3 Eyðvør Thomsen HB 3 Maibritt S. Olsen B68 2 Anja Klæmintsdóttir GÍ 2 Eyðfríð Kristiansen HB 2 Elsa Maria Simonsen KÍ 2 Jensa Sirdal KÍ 2 Arnbjørg Danielsen B36 1 Lív Hansen B68 1 Mary-Ann Isaksen B68 1 Hansa Mikkelsen GÍ 1 Heidi Jacobsen GÍ 1 Ása í Dímun HB 1 Gunn Müller HB 1 Marian Joensen KÍ 1 Sjálvmál 2 B68 – B36 2-0 (1-0): B68 nærri øðrum plássi B68-leikararnir vóru grammari og vístu størri vilja at vinna. Sigurin hjá B68 á B36 var uppiborin, og liðið av Toftum hevur nú fingið samband aftur við oddin MYND: Finnur Justinussen Todi fær nýggjan makkara C M Y K 18