mikudagur 12. juni 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 109 - 12. juni 2002
Nógvir av útlendsku
spælarunum, sum eru
komnir higar at
skjóta mál og harvið
at vera við til at vinna
stig og dystir, spæla
millum lítið og einki,
tí teir eru skaddir
ÚTLENDSKIR
SPÆLARAR
Jóannes Hansen
Tað er sum at spæla í lottar-
ínum. Tú vinnur verri enn
so altíð, men tá tú vinnur,
kann talan vera um góðan
vinning.
Jógvan Gregersen, sum
fyri stuttum aftur kom í for-
manssessin í GÍ, kemur við
hesi beinraknu myndini, tá
vit tosa við hann um útl-
endsku spælararnar í før-
oyskum fótbólti.
Orsøkin til prátið við GÍ
formannin og aðrar ábyrgd-
arpersónar í fótbóltinum er,
at tað tær seinastu vikurnar
hevur víst seg, at fleiri av
útlendsku
spælarunum,
sum eru komnir higar at
hjálpa til, ganga skaddir og
tískil ikki spæla við í bestu
deildini.
Sunnudagin var Krzystof
Popczynski ikki á GÍ liðn-
um. Anders Nygaard og
Marcello Marcellino eru
álopsspælarar á Toftum,
men hvørgin teirra var við
ímóti HB. B36 hevur Julian
Florescu og Din Sandu.
Teir eru báðir miðvallarar,
men hvørgin teirra var við
ímóti NSÍ.
VB, HB og TB hava fleiri
útlendskar spælarar. Marek
Wierzbicki er ein av VB
spælarunum. Hann hevur
verið nógv skaddur í ár, og
sunnudagin
varð
hann
skiftur út, tá VB var í Gøtu.
Í EB/Streymi hava teir
tveir útlendingar á liðnum,
og eingin ivi er um, at
Pacek og serliga Sorin
Anghel hava verið góðir hjá
teimum. Teir eru á liðnum
hvørja ferð. NSÍ hevur
ongar útlendskar spælarar.
Á Skála er málverjin Eugen
Voda, sum var venjari
størsta partin av árinum í
fjør, einasti útlendingurin.
Sjálvt um Skála hevur skor-
að færri mál, enn tað eru
farnir ígjøgnum hjá teim-
um, so hevur hann verið
tryggur aftasti skansi í ár. Í
KÍ
er
Alexander
Djordjevic. Hann kom í fjør
til Klaksvíkar at skjóta mál.
Hann spældi við í seytjan
dystum, men hann var plág-
aður av skaðum. Tað var
hann eisini tíðliga í vár,
men nú er hann á KÍ liðn-
um – ikki í álopinum men í
miðverjuni.
Trýst báðar vegir
GÍ hevur tveir útlendskar
spælarar. Zdzislaw Janik
ella Gidek, sum hann verð-
ur nevndur í Gøtu, er mið-
vallari. Hann hevur roynst
sera væl. Í fjør var hann
skaddur fyrsta partin av
kappingarárinum, men so
spældi hann fjúrtan teir
seinastu dystirnar so at siga
allar á tamb, og hann var
hvørja ferð millum teir
týdningarmiklastu.
Og
aftur í ár er hann millum
stuðlarnar.
Undan hesum kappingar-
árinum varð avtala gjørd
millum GÍ og Krzystof
Popczynski, sum tey bæði
árini frammanundan hevði
verið í Vági. Í 2000 átti
hann sín stóra lut í, at VB
fyri fyrstu ferð nakrantíð
vann FM. Men í fjør roynd-
ist
tað
ikki
so
væl.
Popczynski var uppií, men
tað var týðuligt, at hann var
ikki serliga væl fyri. Og tal-
an hevur verið um sama
skilið í Gøtu í ár.
Jógvan Gregersen vil ikki
siga, at felagið hevur keypt
ein skaddan spælara, men
hann ásannar, at tað er sera
óheppið, at maðurin, sum
tað hevur verið roknað við
skal skora málini, ikki fær
spælt:
– Popczynski hevur so at
siga ikki vant við í ár. Hann
hevur verið á vøllinum í
onkrum dysti, men hann
hevur ikki verið førur fyri
at spæla. Eingin er meiri
harmur um hetta enn
Popczynski sjálvur. Vit fáa
nyttu burturúr honum sum
venjari í dreingjadeildini og
smádreingjadeildini,
har
hann er ein sera góður venj-
ari. Men tað er einki at
liggja omaná, at tað er sum
álopsspælari og málskjútti,
at hann er komin til Gøtu.
Tað veit Popczynski, og tey,
sum stuðla felagið, vita, at
hetta er ein spælari, sum
tað hevur kostað at fingið
henda vegin. Tí er væl skilj-
andi, um hetta kennist sum
eitt trýst báðar vegir.
Popczynski fær ta viðgerð,
sum tað ber til at veita, og
so mugu vit og hann hava
tol. Hann kundi havt verið
fremsti málskjúttin hjá
okkum, men ein skaði í
rygginum hevur havt tað
við sær, at hann hyggur at,
tá hinir venja og spæla.
Hann verður í hvussu so er
ikki tøkur hesu megin
summarfrítíðina,
sigur
Jógvan Gregersen.
Óhapp í dystum
Fleiri brasiliumenn hava
spælt fótbólt á Toftum sein-
astu árini. Í fyrraárið var
Marcello Marcellino sera
eyðsýndur, og hann skoraði
nógv mál. Í fjør var hann
nógv skaddur fyrsta trið-
ingin av kappingini, og
hann rakk ongantíð tað
støðið, sum hann hevði
havt árið frammanundan.
Og í ár hevur verið heilt
galið.
Marcello varð knæskadd-
ur í venjingardysti á Eiði
10. mars. Síðani tá hevur
hann so at siga ikki spælt.
Undantakið var mikukvøld-
ið í síðstu viku, tá hann
royndi at spæla ímóti NSÍ.
Men sunnudagin var hann
ikki førur fyri at spæla
ímóti HB. Hann hevur so-
statt verið skaddur í eitt
fjórðingsár, og hann er
framvegis ikki tøkur, og
harvið verður hann neyvan
í
dystarvenjing
undan
summarfritíðini.
Anders Nygaard úr Dan-
mark vísti seg at vera mál-
søkin, men nú hava teir í
B68 saknað hann í fleiri
dystum. Tá KÍ var á
Svangaskarði í fjórða um-
farinum 26. mai, koykti
Anders fótin so mikið illa,
at tað var ikki fyrrenn
fríggjakvøldið í síðstu viku,
at hann var førur fyri at
smárenna. Á Svangaskarði
vóna teir, at hann kanska
verður tøkur sunnudagin í
Vági, men tað sær einki
serligt út. Tá vit frættu
mánakvøldið hevði hann
ikki sparkað ein bólt, síðani
hann varð skaddur.
– Tað kemur altíð illa við,
tá spælarar fara burturfrá, tí
teir eru skaddir. Hjá okkum
er tað hesa ferð komið
serliga illa við, at báðir teir
útlendsku álopsspælararnir
eru skaddir í senn. Tað er
einki at ivast í, at tað hevur
kostað okkum í úrtøku á
vøllinum, og tað er eingin
loyna, at tað kostar fíggjar-
liga at fáa útlendskar spæl-
arar henda vegin. Ikki
minst í ferðaseðlum og
uppihaldi, ásannar Niclas
Davidsen, formaður í B68.
Útlendskir og
føroyskir skaðar
B36 tapti sunnudagin 3–1 á
heimavølli ímóti NSÍ. B36
formaðurin,
Kristian
á
Neystabø, vil ikki siga, at
tapið stóðst orsaka av
skaddum spælarum:
– Okkara spælarar gjørdu
ov nógv stór persónlig mis-
tøk, og NSÍ skal hava rós
fyri, at teir vóru góðir at fáa
úrtøku burturúr okkara
mistøkum. Tá tað er sagt,
so má eg leggja afturat, at
vit hava verið sjáldsama
nógv plágaðir av skaðum í
ár. Báðir teir útlendsku
spælararnir
hava
verið
skaddir. Teir eru tilkomnir
og kanska tað kundi verið
orsøkin, men vit hava eisini
fleiri ungar skaddar spælar-
ar, og teir kunnu ikki skrá-
setast á tí kontoini, heldur
Kristian á Neystabø, og sip-
ar eitt nú til Niels Joensen,
Áka Mørk og Klæmint
Matras.
B36 formaðurin gongur
ikki inn uppá, at útlendsku
spælararnir kosta nakað
serligt fyri felagið, og at tað
tískil er størri trýst fyri at
fáa teir klárar aftur:
– Vit rinda ikki nakað
serligt fyri útlendsku spæl-
ararnar. Teir eru komnir til
okkara. Teir arbeiða og
spæla fótbólt. Julian Flo-
rescu hevur havt ilt við at
sleppa upp í part á besta
liðnum. Skaðarnir hava
gjørt, at fyritreytirnar hjá
honum at stríða seg á besta
liðið hava ikki verið tær
bestu.
Umstøðurnar
Allir tríggir formenninir,
sum vit hava tosað við, eru
samdir í, at tað kann væl
hugsast, at umstøðurnar í
Føroyum kunnu vera ein
partur av frágreiðingini til,
at útlendskir spælarar hava
verið so nógv skaddir.
– Fleiri av spælarunum
eru rættuliga tilkomnir, tá
teir koma henda vegin. Tað
vil siga, at teir eru farnir
um besta fótbóltsaldurin.
Men harvið er ikki sagt, at
teir ikki kunnu vera til gagn
í føroyskum fótbólti. Tað
hava vit fleiri ferðir sæð, og
vit síggja tað framvegis.
Hin síðan av sakini er, at
teir eru vanir at spæla á
grasi, og at teir kanska
eisini eru vanir við at hvíla
meiri. Í Føroyum er tað so-
leiðis, at teir flestu útlend-
ingarnir arbeiða við síðuna
av fótbótsspælinum, heldur
Jógvan Gregersen.
Og Kristian á Neystabø
leggur afturat:
– Eg haldi meg minnast,
at núverandi venjarin hjá
okkum, Piotr Krakowski,
var ofta skaðaplágaður, tá
hann kom til B71 fyri nú
nógvum árum síðani. Tað
er einki at ivast í, at graslík-
ið og umstøðurnar annars
spældu inn hjá honum, og
soleiðis er tað framvegis.
Men eg haldi, at skaðastøð-
an hjá okkum í løtuni sigur
okkum, at tær nýtist ikki at
vera útlendingur og at telj-
ast millum eldru spælararn-
ar fyri at vera á skaðalist-
anum. Men eg skilji væl, at
tað kemur illa við hjá teim-
um,
sum
hava
fingið
útlendingar henda vegin at
skjóta mál, og so hesir ikki
fáa spælt.
Og harvið kunnu vit
venda aftur til orðini hjá GÍ
formanninum um, at fót-
bóltur er sum eitt lottarí.
Vinningurin er ikki altíð so stórur í lottarínum
At fáa útlendskar leikarar til
Føroyar er sum at spæla í
lottarínum, sigur formaðurin
í GÍ. Sorin Anghel hevur víst
seg at vera ein sannur fongur
hjá EB/Streymi
C
M
Y
K
20
Nr. 109 - 12. juni 2002
21
SMYRIL LINE CARGO
Postsmoga 370 • 110 Tórshavn
Farmadeildin søkir
SØLUFÓLK
Farmadeildin søkir
SØLUFÓLK
Søkt verður eftir sølufólki til
farmadeild okkara.
Uppsøkjandi søluarbeiði,
herundir søla av tænastum innan
farma-flutning og kundarøkt.
Tann, ið settur verður, skal hava
góð samstarvsevni og helst hava
royndir í søluarbeiði.
EDV-kunnleiki á brúkarastøði er
ein treyt.
Sambært avtalu.
Starvið verður at seta skjótast til
ber.
Meira fæst at vita við at ringja
tel. 345962/ 63 og spyrja eftir
Jónfinni ella Heðini.
Umsókn við møguligum prógvum
og upplýsingum um royndir
annars skulu vera okkum í hendi
í seinasta lagi 17. juni 2002.
Arbeiðsuppgávur:
Førleiki:
Løn:
team85
Lærupláss og
lærlingar
Gjørt verður vart við,at yrkisútbúgvingarlógin nú
ásetir, at læran í fyrsta lagi byrjar frá tí degi læru-
sáttmálin er góðkendur av góðkenningarmynd-
ugleikanum.
Hetta merkir, at skuldi tað hent, at virki setir
lærling í læru og seinni sendir inn lærusáttmálan,
verður tíðin, áðrenn sáttmálin er góðkendur, ikki
roknað upp í lærutíðina.
Minnist tí til at lata lærusáttmálan til góð-
kenningar í rúmari tíð.
Hoyvíksvegur 72
Telefon 355050
www.yrkisdepilin.fo
depilin@yrkisdepilin.fo
Fólk søkist
Søkt verður eftir røskum og kvikum fólki – við
koyrikorti – til klárgering av bilum,at byrja beinan-
vegin.
AVIS Bilútleiðing
Staravegur 1-3 100 Tórshavn
Tlf. 313 535
Slaktari
Í Keypssamtøkuni í Hoyvík er eitt starv sum slakt-
arasveinur leyst at søkja til setan skjótast gjørligt.
Lønin er sambært galdandi sáttmála fyri handverk-
arar.
Meira fæst at vita um starvið hjá slaktarameistaran-
um Lars Hansen, tlf. 314149.
Skrivlig umsókn skal sendast til:
FK Hoyvík
boks 349 · 110 Tórshavn
Mitsubishi Shogun
vøruvognur
árg. 91 til sølu fyri kr. 45.000,-
Tlf. 210296
Projektmedarbejder
NORA søger medarbejder til projektudvikling samt
til koordinering og analysearbejde inden for sø-
transport og erhvervsudvikling i Nordatlanten.
I et stort netværksprojekt mellem landene i Nordat-
lanten og Nordsøen vil NORA i en periode på 3 1/2 år
fra august 2002 deltage som koordinator for arbej-
det i de tre vestnordiske lande.
NORA søger derfor en erfaren projektmedarbejder i
en fuldtidsstilling til denne opgave og til andet lig-
nende projektudviklingsarbejde.
Vi kan tilbyde dig en spændende og udfordrende
stilling med følgende opgaver:
- Projektudviklingssamarbejde inden for NORA- og
Nordlige Periferi Program.
- Tilrettelæggelse og gennemførelse af analyser af
søtransport i Nordatlanten, koordinering af net-
værkstiltag mellem virksomheder og myndigheder,
der beskæftiger sig med transport og erhvervsud-
vikling. Projektet er en del af to europæiske regio-
nale programsamarbejder ved navn Nordlige Peri-
feri Program Nordsøprogrammet, og omfatter sam-
arbejde fra Grønland til Rusland og Holland. (1/2
stilling)
Vi forventer:
En engageret medarbejder med samfundsviden-
skabelig uddannelse eller tilsvarende, gerne med
flere års erhvervserfaring. Du skal kunne arbejde
selvstændigt, men i dialog med NORAs øvrige
medarbejder og med projektets øvrige parter, have
evne til at arbejde fuldt professionelt på skandinav-
isk og engelsk – og godt humør sætter vi også pris
på.
Vilkår:
Ansættelse i udgangspunkt efter overenskomst
med relevant faglig organisation eller på personlig
kontrakt.
Tiltrædelse: 1. august 2002 eller snarest derefter.
Yderligere oplysninger kan fås ved henvendelse til
Kaspar Lytthans,NORA på telefon 31 71 67, 35 31 11
eller 21 41 28.
Ansøgningen med relevant dokumentation skal
være NORA i hænde senest mandag d. 24. juni
2002 kl. 16.00
Nordisk Atlantsamarbejde
Bryggjubakki 12 · Boks 259 · 110 Tórshavn
Fax: 31 04 59 · nora@nora.fo
NORA er et nordisk erhvervsorienteret projektsamarbejde mellem
Færøerne, Grønland, Island og Nord- og Vestnorge. NORA styrker
innovative processer i Nordatlanten sammen gennem samarbejds-
projekter mellem virksomheder, myndigheder og andre i regionen.
NORA er kontaktpunkt í EUs INTERREG-program Nordlige Periferi
Program, der udvikler og støtter samarbejdsprojekter inden for
kommunikation, ressourceanvendelse og lokalsamfundsudvikling i
nordlige Skotland, Finland, Sverige, Norge og de vestnordiske lande.
Servitrisur og
barrvørðar
Søkt verður eftir servitrisum og barrvørðum í
summar.
Tlf. 313430 / 213430
21