hósdagur 27. juni 1974síða 2
‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
Nr. 31 — 27. juni 1974
- -
SDSialurin telefon 11820, box 76, 3800 Tórshavn
Útgevari: Feruva Javnadarflokkur
Blaðstjórn: Vilhelm Johannesen, telefon 558 73 (við ábyrgd)
Johnsigurd Johannesen, telefon 132 42
Prent: Prentsmiðjan á Heygsbreyt
Havrættarráðstevnan
Í SEINASTU VIKU byrjaði havrættarráð-
stevnan í Caracas, har menn skulu finna fram
til, hvat skal verða galdandi fólkarættur fyri
havið og havbotnin.
SUM TAÐ FRAMGEKK av samreðuni við
Kára Petersen í seinasta SOSIALI, so er
danska sendinevndin, sum vit eru partur av,
havbotninum viðvíkjandi sinnað til, at alt økid
innanfyri 200 fjórðingar verður roknað sum
landgrunnur, t.v.s. at avvarandi strandaríki
fær fullan og óskerdan rætt til undirgrundina á
hesum øki. Hesum munnu allir foroyingar taka
undir við, tí hervið fáa vit munandi sterri part
av havbotninum, enn vit hevdu fingið, um
landgrunnurin varð markeraður eftir 200 metra
dýpdarlinjuni.
EFTIR ER SO spurningurin um vídd fiski-
marksins. Her eru menn ójavnir á máli.
Summir vilja verða við, at eitt 200 fjórðinga
fiskimark í roynd og veru ikki gevur okkum
meira, enn eitt 30 fjórðinga fiskimark vildi giv-
ið. Og um havrættarráðstevnan samtykkir eitt
200 fjórðinga fiskimark, so vil hetta, fyri foroy -
ingar, bert týða, at ræsurnar gerast munandi
trengri, við tað at føroyski fjarfiskiflotin
missur stóran part av teimum fiskileiðum, sum
hann í dag troytir.
AÐRIR LEGGJA LÍTIÐ í, hverja steðu vit
foroyingar koma í, um úrslitið av havrættar-
ráðstevnuni verður eitt generelt 200 fjórðinga
fiskimark. Hesir, teirra millum og fyrst av
øllum, tjóðveldisblaðið 14. september, leggja
heldur miklan dent á og hava úr at gera við at
greiða fólki frá, hvat aðrir, eitt nú íslendingar,
norðmenn og grenlendingar, halda uppá og
vilja í hesum máli.
MEÐAN HESAR TRÍGGJAR grannatjóðir
okkara einans reka fiskiskap við egnu strendur
sínar, reka føroyiskir fiskimenn í stóran mun
fjarfiskiskap, og sum øll vita, koma umleið 85
pst.av samlaðu veiðu okkara av fjarleiðum.
Hetta ger, at foroyingar ikki júst kunnu hava
somu áskoðan, sum grannatjóðirnar hava.
SKAL TALAN VERÐA um 200 fjórðinga
fiskimark, man skilabesta loysnin fyri føroy-
ingar verða tann, sum Kári Petersen nevndi í
samreðuni, og sum hann segði, at danska
sendinevndin vildi arbeiða fyri. Nevniliga at
strandaríkið skal hava fyrsta rætt til at veiða
so nógv, tað hevur orku til innan fyri eitt vítt
sjoøki, t.d. 200 fjórðingar. Tað sum viðkom-
andi strandaríki ikki hevur orku til at veiða,
skulu onnur lond við serstøkum tervi fáa rætt
til at veiða.
FØROYSKI VEIDUKAPASITETURIN er
ivaleysa stórur til føroysku grunnarnar.
Sostatt vil hendan loysn føra til, at hjá okkum
verður onki avlop til aðrar, men heldur verða
tað vit, sum út frá okkara serstaka tervi fáa
rætt til at veiða avlop "já ødrum.
dagbókin
Missiónshúsið við
Landavegin
Í kveld, mikukveldið, kl. 20
verður meti i missiónshúsin-
um við Landavegin.
Silvurbrúdleyp
Í dag kunnu hjúnini Malfried
og Olhard Lervig, Lorvik
halda silvurbrúdleyp.
Fødingardagar
Í dag verður Joan Jacob
Petersen, Rituvík 60 ár.
Leygardagin 29. juni verð-
ur Einar Waag, Klaksvík 80
ár. Hann verður burturstadd-
ur fødingardagin.
Lærarasetan
Frá 1. august at rokna hevur
skúlastjórnin sett Gunnar
Joensen sum lærara við fel-
agsskúlan á Oyrabakka.
Próvtekur
Á Feroya Sjómansskúla hev-
ur próvteka verið fyri stýri-
monnum og skipsførarum.
Hetta próvtekuhaldið er nú
lokið, og hava hesir staðið
royndina:
Stýrimenn
Jákup Pauli Jensen, Servági
Dávur Joensen, Klaksvík
Mads Karlo M. Johannesen,
Tórshavn
Eiríkur Joensen, Tórshavn
Johannes Kristin Olsen,
Sandur
Elmar Holm, Tveroyri
Thomas Marni Sigurðson,
Klaksvík
Pole Mikkelsen, Klaksvík
Richardur Hvidbro, Klaksvík
Lyder Sørensen, Vidareidi
Martin á Kósini, Klaksvík
Hesir fingu premiu:
Mads Karlo Johannesen,
reisiskrivimaskinu frá reið-
arinum J.Lauritzen. Elmar
Holm, Parker fyllipennasett
frá reiðarinum A.P.Møller,
Johannes Olsen, gullman-
chetknappar frá Dansk Styr-
mandsforening og Richardur
Hvidbro, 500 kr. frá reidarin-
um Ø.K. Gávan er treytað
av, at tann, ið fær hana,
heldur fram at lesa til skips-
forara.
Skipsferarar
Per Larsen, Porkeri
Trygvi Thomsen, Sumba
Kári millum Garðarnar,
Klaksvík
Freilif Petersen, Tórshavn
Rúni Viberg Mortensen,
Tveroyri
Clæmint Nicodemussen,
Sandur
Sverri Petersen, Sandur.
Hesir fingu premiu:
Clæmint Nicodemussen,
gullur frå reidarinum A.P.
Møller, Sverri Petersen, baro-
metur frå Føroya Sparikassa,
Rúni Viberg Mortensen, kik-
ara frå Tryggingarsambandið
Føroyar og Trygvi Thomsen,
bókina Alisfrødi frå Lands-
felagsskapur føroysku fiski-
vinnunar.
Nýggj skeið til stýrimann,
skipsførara og fiskiskipara
byrja týsdagin 6. august í ár.
Í letuni er eisini skipara-
provtøka á Føroya Sjómans-
skúla, hesir verða lidnir leyg-
ardagin 29. juni.
Politisk propaganda
Tá ráðgevandi nevndin hjá danska
fólkatinginum fyri stuttum var á
vitjan i Føroyum, var tað ein av
limunum í nevndini, sum bar uppá
mál hitt ikki heilt nýggja hug-
skotið um blokkstudning.
Sagt varð, at veitingarnar úr
statskassanum til kommunur og
amt í framtíðini skulu veitast sum
blokkstudningur, og hetta helt
limurin í ráðgevandi nevndini vera
nakað fyri Feroyar.
Hitt politiskt óhefta Tíðinda-
blaðið gjørdi rættuliga nógv burt-
ur úr hesum. Á forsíðuni skrivaði
blaðið um danska tilboðið, og inni
í blaðnum varð við stórari yvir-
skrift sagt, at nú fingu danskar
kommunur og donsk amt sterri
sjálvstýri enn Feroyar í letuni
hava.
sosialinum
Hetta er loddrett lygn og
propaganda.
Í fyrsta lagi hava Feroyar tey
sonevndu sermálini, t.v.s. at
Feroyar óheftar kunnu reka sín
útvarpið
Regluligar sendingar í vikuni
allar dagar í vikuni uttan
sunnudag:
07.15: Vedurtidindi
07.17: Morgunlestur
07.30: Vedurtidindi og tidindi
07.35: Tónleikur
08.00: Vedurtidindi og tidindi
12.00: Middagskonsert
12.20: Vedurtidindi og tidindi
12.32: Tónleikur
12.50: Vedurtidindi
12.51: Tonleikur til kl. 13.00
18.30: Vedurtidindi og tidindi
Mikudagin 26.
13.00: Kveðuljómar til sjó-
fólkið
18.42: Miðvikan
19.30: Fólkalog
Hósdagin 27.
18.42: Framhaldssagan Bør
Børson jr.
19.10: Mireille Mathieu
syngur
19.30: Poppur
Friggjadagin 28.
18.42: Fyrilestur: Hjalmar
Årnason: Um Island
19.10: Tónleikur
Rossini: Kendar
ouverturur. The Phil-
harmonic Orchestra
spælir stjórnað av
Herbert von Karajan
sosialurin
telf. 11820
egna fiskivinnupolitikk, ídnað-
arpolitikk, samferðslupolitikk,
skatta- og tollpolitikk, fyri bert at
nevna nøkur demi. Hetta kunnu
danskar kommunur og donsk amt
ikki.
Í oðrum lagi hava vit tey so-
nevndu felagsmálini, sum fer-
oyska heimastýrið, sambært
heimastýrislógina hevur rætt til
at yvirtaka. Hendan meguleika
hava danskar kommunur og
donsk amt heldur ikki.
AAA AA
Folkaflokkurin farin
afturum sambandsflokkin
Tað hevur mangan verið brigdað
sambandsmonnum, at flokkur
teirra er hin mest afturhaldssinn-
aði flokkurin, ikki bert i Føroyum,
men í øllum norðurløndum og
meguliga eisini í ollum Europa.
Ferð eftir ferð hevur bláðstjórin
á Dagblaðnum mælt javnaðar-
flokkinum, sum er í landsstýris-
samgongu við sambandsflokkin,
til, at finna sær meira framburðs-
sinnaðar flokkar at arbeiða saman
við, og her hevur hann óivað
meint við fólkaflokkin.
Lýsið í
Nú hevur so Feroya Skúla-
stjórn, í sambandi við setan av
skúlastjórastarvinum við Eystur-
skúlan í Havn, har einans tveir
umsekjarar vóru, annar kendur
sum sambandsmaður og hin
aktivur fólkafloksmaður, gjørt
tann úrskurð, at fólkafloksmaður-
in verður settur í starvi við teirri
motivering, at hann er meira kon-
servativur (afturhaldssinnaður)
enn sambandsmaðurin.
Ájú, Ájú.
sosialinum