Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-13, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. juni 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 110 - 13. juni 2002 Nr. 110 - 13. juni 2002 3 Nýggj fløga kemur út í dag. Tað eru Knút H. Nielsen og Jonhild A. Nielsen, ið eru høv- uðsnøvnini í bólkin- um Anno. Talan er um sermerktan føroyskan pop. Og Knúti líkt, so tykist tónleikurin ankraður í føroyskan botn og føroysk kvæði TÓNLEIKAUMRØÐA Dagfinn Olsen Í dag kemur nýggj fløga á marknaðin. Seinnu árini eru flest allar útgávur komnar úr norðara endan- um av landinum ella úr miðstaðarøkinum. Men nú hoyrist ljóð sunnaneftir. Knút Hentze Nielsen gav í 1999 fløgu út undir heit- inum Anno. Hendan var instrumental, men t.d. heitislagið Álvadansur, náddi væl fram. Og tað er Knút, ið er høv- uðsnavn. Jonhild eigur røddir og eisini orð. Knút eigur tónleikin og orð og hevur annars staðið fyri meginpartinum av fram- leiðsluni. Knút og Jonhild vóru eis- ini partur av tiltikna suður- oyarbólkinum Júmen, sum eisini fekk tað eyðkenni fest á seg, at sermerkti tón- leikurin leiddi aftur í forna sang- og kvæðamentan. At siga, at tey sostatt vóru fyrst við nú so væl dámdu kvæðarockbylgjuni, er kanska ikki rætt. Men tey hava so lagt lunnar, saman við øðrum, ið gingu undan. Innan føroyskan tónleik eru tey ikki ársungar. Síð- ani áttatiárini hava tey verið virkin. Fyrst í bólkinum Section og síðani í so mongum øðrum bólkum. Nevnast kunnu t.d. Mol- Dur, Júmen, Hvarv og Blanding. Mín Verð Nýggja fløgan ber heitið Mín verð. Mótvegis fløguni frá 1999, Álvadansur, so her nú talan um bæði orð og tónleik. Og tað er sjálv- sagt ein styrki, skal ein hugsa um lurtarafjøldina. Sum heild er talan um vælljómandi tónleik, ið flýtur millum pop og rock. Hóast føroysku røturnar í tónleikinum, so eru spírar- nir lættir og nútímans. Løgini eru løtt og falla væl í oyruni, hóast stílurin ikki er at fara skeivur av. Komponisturin hevur egn- an stíl, ið ikki altíð heldur somu leið, sum lurtarin væntar. Men tað er helst meira ein dygd, enn nakað annað, tí hóast sereyðkenn- ini, so dettur neyvan nakar lurtari av á vegnum orsakað av hesum. Samstundis, sum før- oyski botnurin heldur fast, so ger valið av ljóðførum, at umframt pop og rock, so hevur hugurin hug at horva til klassiskt í rockbúna. Nóg Nógv er helst eitt lag, ið kann gera seg gald- andi, saman við Tú Mín verð. Ilt er annars at taka dagar ímillum, tí løgini eru dygdargóð, hóast ymisk. Her verður tað óivað upp til hin einstaka at gera av. Dygd í tekstunum Samstundis, sum løgini falla væl, so er tað eisini, sum hava tey hug at halda lurtaran vaknan. Einki er sjálvsagt. Trý instrumental løg eru. Men annars eru orð komin afturat, mótvegis fyrru fløguni hjá Anno. Og tað er kanska serliga her, tey sum hava hug at granska og hugsa, fáa nak- að at tríva í. Tikið verður ofta til, at møðsamt er við endaleysu variatiónunum av "eg elski teg - tú elskar meg". Soleiðis sæð kann stað- festast, at fleiri og fleiri gera upp við hesa leið. Og so er eisini við tekstunum á nýggju fløguni hjá Anno. Her er dygd í, væl er yrkt og grundan og umhugsni leggur góðan botn í. Fyri tað mesta er talan um djúp- hugsni og spurningar. Men eisini yndisligar yrkingar um kærleika og sambond. T.d. vakra vøguvísan Sig Góða nátt. Sermerkt Á fyrru fløguni hevði Knút mynd av soninum Finni, ið tá var lítil. Síðani tá er økt um mannaættina. Hesaferð er næsti sonur, Jóhan, á fløguni. Hetta er stuttligur eginleiki og tað, ið onnur nevna kuriosum - ein góð ella skemtilig søga, ið ein kann greiða frá. Tónasmiðurin er sera virkin. Annað stuttligt at viðmerkja, og av áhuga hjá summum, er, at eitt numm- ar er sett við hvørt lag/verk. Hetta sigur frá, hvat numm- ar kompositiónin er í røðini av avrikum tónasmiðsins. Ein fløga, ið er til gaman og álvara, har ein kemur úr dansi og stevi til flótandi tónafloym, ið tekur hugin út á hav, har tankar fáa flog. Hetta er Anno anno 2002. Tey, ið taka lut á fløguni eru Jonhild Andreasen Nielsen, ið syngur, Knút Hentze Nielsen, ið leikar ljómborð og tekur sær av tøkni, Hjalmar Magnusen syngur og spælur guitar, Trúgvi Strøm leikar guitar og Árni Joensen hevur fingist við tøkni, leikt guit- ar og forritað. Upptøkur eru farnar fram í Mol-Dur Studio, Knút og Árni hava ljóðblandað. Árni mastraði. Martin Hentze rættlas og Niels Arge Galán og Uni Árting gjørdu húsan. Tutl gevur út og fløgan fæst kring landið í dag. Nýggj fløga: Anno anno 2002 Minningarorð um Elspu Mariu Kristinu Zachariasen, lærara Hin 8. mars í ár var fjørðurin rógvin hjá Elspu Mariu, lærara við Skúlan á Ziskatrøð. Vit, ið starvaðust saman við henni vóru vitandi um, at heilsan hevði bilað munandi seinastu tíð- ina, og tað er einki yvir at dylja, at hvør í sínum lagi stúrdu vit fyri tí, sum framtíðin helst fór at bera við sær fyri Elspu og hennara kæru, men kortini mundi fáur okkara gruna, at tíðin, ið eftir var, fór at verða so stutt. Elspa var fødd hin 5. juni 1941 í Hattarvík, har hon eisini vaks upp, og mundi fáa sera gott í beinini bæði til tað dag- liga og hitt andaliga mennandi, men hugurin stóð til bókina og lær- dóms, so tað var natúr- ligt hjá henni at leita skúla- og útbúgvingar- leiðina. Læraraprógvið varð so tikið á Føroya Lær- araskúla í juni 1964 saman við 24 øðrum fólkum, ið sum vera man komu ymsa staðni úr landinum, og flestu av feløgunum gjørdust hesi árini vinfólk henn- ara. Eftir lokna útbúgving gekk leiðin til Klaks- víkar, har ein stórur skúli var um tað mund- ið. Við Klaksvíkar Skúla starvaðist Elspa til 1975, tá hon eitt skifti fór til egnu oyggj sína at vera lærari í 3 ár til 1978, men kom aftur til Klaksvíkar hetta sama árið, og hevur hon starvast sum lærari her síðani við Ziskatraðar Skúla frá 1979, tá skúlaverkið varð býtt í tvær eindir. Hesi mongu árini hevur Epsla verið skúla- verkinum ein hollur, álítandi og ábyrgdar- fullur lærari, ið sýndi stóran og inniligan tokka til børn og ar- beiði. Hon var altíð til reiðar at taka tøk skúl- anum at frama, ja, eitt av hesum fólkunum, ið ikki var neyðugt at taka upp eftir. Verk hennara var gjørt til lítar og við stórari ábyrgd, og einki er at ivast um, at so- leiðis var Elspa eisini í øllum øðrum lívsins viðurskiftum, ikki minst mótvegis sínum egnu kæru, manni, børnum og ommubørn- um. Somuleiðis er vert at nevna hennara áhald- andi luttøka og stuðul innan heimamissiónina, KFUM og K her í Klaksvík, har hjúnanna áhugi fall saman í eina virkandi eind, ið man hava havt stóra signing við sær. Sostatt er tað ikki bert skúlin og børnini, ið hava mist nógv við Elspu, men eisini tað verk, ið hon saman við Akseli røkti so fyri- myndarliga innan heimamissiónina. Hugur okkara fer til tykkara í familjuni, Aksel, Steinbjørn og Marjun við familju, ið uttan iva kenna saknin nívandi, men vit ynskja og biðja eftir, at Harrin má veita tykkum styrki til at fara víðari á leið- ini, har góð, virðismikil og kær minni eisini geva megi til gerandis – og heilagt. Friður veri við minn- inum um Elspu Zacha- riasen. Vegna starvsfólkið við Skúlan á Ziskatrøð Asbjørn Lómaklett, skúlastjóri Nýggj fløga kemur út í dag. Tað eru Knút H. Nielsen og Jonhild A. Nielsen, ið eru høvuðsnøvnini í bólkinum Anno Tøkk Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá ið elskaði sonur og beiggi okkara Dia Petersen Sørvágur doyði og varð jarðaður. Vit takka løgregluni og øllum øðrum, ið gjørdu eitt stórt arbeiði fyri at leita eftir honum. Somuleiðis takka vit fyri jaðarferðartalurnar, sang og tykkum mongu, sum vístu okkum stórt hjálpsemi í samband við sjálva jarðarferðina og tykkum, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað her á fold. Tøkk til Zarepta fyri ervið og tykkum, sum mintust Dia við gávum til Sinnisbata. Harrin signi tykkum øll. Kærastu heilsanir í navni Jesusar Dagny, Harry við húski Í sambandi við Jóansøk- una 2002 hevur Restorffs Bryggjarí gjørt tvær bjóretikettir. Myndin, sum Føroya Fornminnissavn hevur funnið fyri Restorff, er av Vági og er tikin um seinasta aldarskifti. Hetta er hugnalig og nostalgisk mynd av einari farnari tíð, m.a. sæst kirkjan enn standa á Kirkjukletti, hon varð í 1942 flutt til Hovs. Jóansøkubjórið er at fáa frá 19. juni. Ætlanin hjá Restorff er á hvørj- um árið at gera ein jóan- søkuetikett sum allar- helst verða samlaraob- jektir. Restorffs Bryggjarí hevur nýliga latið upp deild í Miðvági og er ætlanin at gera eina vestanstevnuetikett nú stevnan verður í Mið- vági. Restorff frættir fegin frá vágafólki um nakar hevur eina góða, gamla og livandi mynd av Miðvági sum nýtast kann til etikett, kanska er so heppið at onkur fotomynd hjá Mikkjali av Ryggi er gloymd í onkrum albummi? Slík myndi kundi havt stóran almennan áhuga. At enda verður sagt frá, at 18. juli kemur ólavsøkubjórið hjá Restorff á marknaðin. Tíðindaskriv Prix Føroyar vinnararnir koma fríggjadagin á gøtuna við teirra fyrstu sjálvstøðugu fløgu ÚTGÁVA Heri á Rógvi Ein av fremstu bólkunum í Føroyum, Clickhaze, kem- ur fríggjadagin við einari fløgu. Síðani sigurin í Norðurlandahúsinum hevur bólkurin havt vind í seglini, og higartil hevur talan verið um eina longri røð av fram- førslu uttanlands. Talan hevur verið um festivalar í Danmørk og fyri stuttum vitjaði bólkurin í senska høvuðsstaðnum, Stok- hólmi, har bólkurin eisini varð nógv fagnaður. Seinni í summar skal bólkurin spæla á Roskilde Festival- inum, sum er størsti festi- valurin av sínum slag í Evropa. Bólkurin er nú klárur við einari fløgu, sum verður at finna á hillunum fríggja- dagin. Fløgan rúmar seks løg, og talan er um eina so- kallaða EP. Trý av løgunum eru frá Prix Føroyar finaluni. Hini trý eru upptikin í Lundgaard Studio, sum var partur av vinninginum hjá bólkinum fyri sigurin á Prix Føroy- um. Fýra sangir eru við enskum teksti. Ein sangur verður sungin á gøtudonsk- um og ein verður sungin á føroyskum. Óli Poulsen hevur saman við Finni Hansen ljóð- blandað og produserað fløguna. Lesið meira um fløguna og bólkin seinni í vikuni. Clickhaze við nýggjari EP Mynd: Petur Pólson og hini í Clickhaze finnast fríggjadagin á hillunum við einari nýggjari EP. Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 3 2 SMYRIL LINE Tel 34 59 00 878,- fyri hvønn úr einans ... 1.149,- Gisting á hotelli 2002 w w n w .s r my i l-li e .f o w w n w .s r my i l-li e .f o Shetland Cruise Shetland Cruise e-mail: booking@smyril-line.fo summarið Gisting á vallaraheimi Privat gisting 746,- fyri hvønn Farið verður av Havnini mánadag og komið verður aftur mikudag Nógvir handlar hava opið týsdag til kl. 18.30 Á farstøðini í Lerwick er møguleiki fyri at lata inn viðføri til varðveitslu til fráferðina hjá Norrönu fyri hvønn (í lágárstíð) (í lágárstíð) (í lágárstíð) úr einans ... úr einans ... Gisting á hotelli Gisting á hotelli Gisting á vallaraheimi Gisting á vallaraheimi Privat gisting Privat gisting Ring og hoyr nærri ! 878,- 746,- 1.149,- team85