Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-13, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. juni 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 110 - 13. juni 2002 Nr. 110 - 13. juni 2002 5 Hósdagin tann 6. juni settu starvsfólkini á Eimskip fyrsta spakan í jørðina, har ein nýggjur skrivstovu- og goymslubygningur verður bygdur BYGGING Ingrid Bjarnastein Eimskip er tann fyrsta flutningsfyritøkan í Før- oyum, sum fer undir at byggja egna skrivstovu og vørugoymslu á havnarøk- inum í Havn. Hósdagin tann 6. juni settu starvsfólkini hjá Eimskip fyrsta spakan í jørðini, og tá vórðu sáttmálarnir við byggi- felagið MT Højgaard, Tórshavnar Býráð og Tórshavnar havn undir- skrivaðir. Samanlagt verður nýggi bygningurin 1.500 fermet- rar til støddar, og fer nýggja skrivstovan at fevna um 300 fermetrar, og hervið verða betri umstøður skaptar til tey, sum í dag dagliga starvast á skrivstovuni hjá Eimskip. Umframt eina vanliga vørugoymslu bjóðar Eim- skip eisini viðskiftafólk- unum at goyma vøru á eini frígoymslu. Har kann hon verða goymd ótollað til hon verður tikin út eftir tørvi. Ein onnur tænasta, sum Einskip eisini fer undir nú, er vøruhotel- og útkoyring. Um kundin manglar goymslupláss í styttri ella longri tíðarskeið, kann vøran liggja á goymslu hjá Eimskip. Bygningurin hjá Eimskip liggur á Skansabryggjuni, og væntandi verður liðugt at byggja seinast í ár. Starvsfólkið á Eimskip: Settu fyrsta spakan í jørðina Eimskip setti hósdagin 6. juni fyrsta spakan í jørðina, har nýggi skrivstovu- og goymslubygningurin skal vera Eisini vórðu sáttmálarnir við byggifelagið, Býráðið og Tórshavnar havn undirskrivaðir Bjálvingarstuðulsláns grunnurin, ið Húsa- lánsgrunnurin um- situr, hevur ongar pengar at geva av. Grunnurin er dóttin ímillum politiskar ætlanir, og pensjónist- ar mugu nú leita aðra- staðni eftir lagaligum lánum BJÁLVING Heri á Rógvi Húsalánsgrunnurin er kanska ikki so nógv frammi longur, men hann er fram- vegis livandi. Ein partur av virkseminum hjá grunni- num er at umsita Bjálving- arstuðulslánsgrunnin. Áður hevur hesin grunnurin ver- ið rættiliga virkin, og tað regnar enn inn við umsókn- um. Trupulleikin er bert tann, at tað ikki eru nakrar pengar eftir hjá grunninum. Í kapittul í lógini um Húsalánsgrunnin frá 1997 stendur at lesa um Bjálv- ingarstuðulslánsgrunnin : Endamál grunsins er at veita stuðulslán til bjálving og orkusparandi tiltøk til njótandi avlamis-, einkju- fólka- og fólkapensiónistar, sum búgva í egnum húsum ella íbúð. Tað er eisini hetta, ið er gjørt áður. Pensjónistar og onnur hava fingið sokall- aða stuðulslán, sum eru lán uttan rentir. Seinnu árini hevur staðið á við at lata stuðul. Mest loyvdi stuðul er 80.000 kr. fyri hvønn bú- stað. – Tað hevur verið soleið- is, at vit hava fingið eina ávísa upphædd tillutaða á fíggjarlógini, men hendan er minkað munandi seinnu árini, sigur Jóannes Dals- garð, stjóri fyri Húsaláns- grunnin. Hann sigur, at seinnu ár- ini hevur tað víst seg, at tørvurin hevur verið fleiri ferðir størri enn játtanin. – Tørvur hevur verið á fleiri milliónum, men játtanin hevur bert verið um 500.000. Vit hava onkuntíð áður fingið eykajáttan, sig- ur Jóannes Dalsgarð. Pensjónistar og onnur søkja Húsalánsgrunni eftir stuðulslánum, men tað eru ógvuliga fáa, sum fáa ynski uppfylt. – Eg hugsi vit lótu tað seinasta lánið í ár, men nú eru eingir pengar eftir, sig- ur Jóannes Dalsgarð. Játtanin er væl og virði- liga givin út, og Húsaláns- grunnurin fær einki annað gjørt, enn at afturvísa øll- um umsóknum. – Tað vilja altíð vera pensjónistar, sum hava tørv á hesum, og nøkur er eisini kedd um, at tey ikki kunnu fáa stuðul, sigur Jóannes Dalsgarð. Lógaruppskot gjørt Fyrrverandi landsstýris- maðurin í almanna- og heilsumálum, Sámal Petur í Grund, veit at siga, hvør or- søkin er til støðuna. H ú s a l á n s g r u n n u r i n hoyrdi í sínari tíð undir hansara økið, og nú er Bill Justinussen harra yvir Húsalánsgrunnin. – Orsøkin er tann, at tað varð samtykt – áðrenn mína tíð - at Húsalánsgrunnurin sjálvur skuldi fíggjað Bjálvingarstuðulsláns- grunnin. Eitt lógaruppskot varð gjørt um at umskipa grunnin, men hetta varð ongantíð til veruleika, sigur Sámal Petur í Grund. Hann vísir á, at tað hesi orsøk var tikið av játtanini, men broytingin er ongantíð komin. Eisini varð roknað við, at nakrir av pengunum fóru at koma innaftur. Bjálvingargrunnurin tómur Møguleiki verður ikki fyri at fáa stuðulslán hjá illa støddum pensjónistum við húsum í ringum standi. Mynd: Tilvildarliga vald mynd. Jóannes Dalsgarð, stjóri fyri Húsalánsgrunnin, sigur, at teir einki annað kunnu gera enn afturvísa umsóknum um bjálvingarstuðul. Mynd: Finnur Justinussen. C M Y K 5 4