Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-13, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. juni 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 110 - 13. juni 2002 Nr. 110 - 13. juni 2002 7 Norðskálatunnilin verður opin aftur fyri vanligari ferðslu fríggjadagin. Tey, sum høvdu óttast fyri at noyðast um Eiðis- skarð á Eystanstevnu, kunnu taka tað róligt, verður sagt frá Lands- verkfrøðinginum SAMFERÐSLA Edvard Joensen Norðskálatunnilin verður latin upp aftur fyri vanligari ferðslu í morgin. Lýst verð- ur, nær á degnum koyrandi verður aftur. Finnleif Durhuus, leiðari á Vegadeildini hjá Lands- verkfrøðinginum, sigur, at arbeiðið inni í tunlinum hevur gingið rímiliga væl. Teir hava skotið eitt stórt vendipláss inni í miðjum tunlinum, sum heilt stóru lastbilarnir klára at venda á, skuldi tað gjørst neyðugt. Umframt eru trý stór víkipláss eisini gjørd ymsa- staðni í tunlinum, sigur hann. Seinasta skotið inni í tunlinum varð skotið í nátt, og grótið koyrt út úr tunlin- um. Síðan verður loftið reinsað og tryggjað, og í morgin er klárt at koyra aftur gjøgnum tunnilin. Grótið, sum komið er úr tunlinum, nú arbeitt hevur verið har inni, verður brúkt til tann partin av vegagerð- ini av Oyrarbakka út til Oyrar, sum gjørdur verður nú. Tað, sum gjørt er í tunlin- um, er arbeiði, sum gjørt er sambært krøv, sum sett verða í samband við tær fyriskipanir, ið eru fyri norsku tunlarnar, og sum føroyingar eisini brúka, sig- ur Finnleif Durhuus. At hetta verður gjørt beint nú, kemst av, at serút- gerð til slíkt arbeiði er í landinum júst nú. Hetta er útgerð, sum NCC brúkti í undirsjóvartunlinum undir Vestmannasundi. Tí varð avtalað við NCC at gera hetta arbeiðið í Norðskála- tunlinum, meðan útgerðin var her kortini. – Hetta skal so gerast í øllum førum, vísir Finnleif Durhuus á. Hann sigur, at tey hjá Landsverkfrøðinginum eru greið yvir, at tað hevur ver- ið til ampa fyri summi at skula koyra um Eiðisskarð. Vegurin har er als ikki ætl- aður til ta ferðsluna, sum hevur verið hesar dagarnar, tunnilin hevur verið stongdur. Annars sigur Finnleif Durhuus frá arbeiðsfor- manninum hjá Landsverk- frøðinginum í Norður- eysturoy, at ferðslan hevur gingið rímiliga væl um Eiðisskarð hesar dagarnar, tunnilin hevur verið stongdur. Men tað hevur við hvørt verið til ampa fyri arbeiðið inni í tunlinum, at fólk ikki virða skeltini, sum standa uttan fyri tunnilin og siga frá, at hann er stongdur, sigur Finnleif Durhuus, leiðari á Vegadeildini hjá Landsverkfrøðinginum. Tunnilin klárur til stevnuna Hóast tað er týðuliga merkt uttan fyri báðar munnarnar á Norðskálatunlinum, at bara lastbilar og bussar hava loyvi at koyra har, meðan arbeitt verður, koyra kortini fleiri persónbilar ígjøgnum FERÐSLUMENTAN Edvard Joensen Tað eru veruliga bilførarar, sum beinleiðis halda hánt um uppsettu ferðluskeltini í samband við arbeiðið í Norðskálatunlinum og koyra gjøgnum tunnilin, hóast tað ikki er loyvt. Hetta er, umframt at vera ólógligt, bæði til ampa fyri arbeiðið inni í tunlinum, og beinleiðis vandamikið fyri bæði arbeiðsfólkið, sum har er, og bilførarar og ferðafólk í hesum bilunum, sum strúka gjøgnum eitt ótryggjað arbeiðspláss. Heldur ikki á vegnum, har ferðslan er víst til, nú arbeitt hevur verið í Norð- skálatunlinum, verður altíð koyrt eftir teimum umstøð- um, sum nú einaferð eru har. Ferðslumentanin er so sum so hjá føroyinginum, kann sannast, tá koyrt verð- ur á vegastrekkinum av Eiði til Funnings. Eitt er, at summi fólk duga ella tora illa at koyra á hesum smala vegnum, og á tann hátt hava tey darvað ferðsluni nakað. Annað er, at summi halda seg duga so mikið væl at koyra, at tey eru til ampa fyri onnur, sum kenna seg mestsum trokað út av vegn- um, tá hesir bilarnir koma strúkandi eftir smølu breyt- ini uttan at taka fyrilit fyri øðrum ferðandi, verður sagt av politistøðini í Runa- vík. Teir siga seg hava frætt frá fólki, sum hevur kært seg um hetta. Fólk, sum hava vent sær til Sosialin, vita at siga, at tað er so galið, at skeltini, sum sett eru upp at siga frá, at Norðskálatunnilin er stongdur orsakað av ar- beiði, hava verið tikin nið- uraftur, og bilar hava síðan koyrt gjøgnum tunnilin, sum einki var. Frá Landsverkfrøðingin- um verður váttað, at tað hevur verið til ávísan ampa inni í tunlinum, at persón- bilar, hóast forboðið, hava koyrt har, meðan arbeitt hevur verið. Summir persónbilar tykj- ast bíða, til ein lastbilur ella bussur fer ígjøgnum, og heingja seg so upp í hesar, meðan aðrir eru so frekir, at teir bara fara ígjøgnum, hóast stongsulin. Vánalig ferðslumentan Hjá summum tykist tað einki at hava at siga, hvat lóg og rættur siga, tú skalt gera ella ikki. Eitt ferðsluskelti, sum noktar koyring gjøgnum tunnilin, verður bara tikið niður, og koyrt verður so víðari Mynd: Edvard Joensen Spreingiarbeiðið í Norðskálatunlinum er liðugt á hesum sinni, og tunnilin verður opin aftur í morgin. Grótið, sum sprongt er burtur, verður brúkt til vegagerð á Oyrarbakka Mynd: Edvard Joensen Tað eru 41 ár liðin, síðan Eystanstevnan varð hildin fyrstu ferð. Nú, hon verður hildin komandi vikuskiftið, verða tað aftur ítróttur, mentan og undirhald, sum í stóran mun fara at mynda stevnuna EYSTANSTEVNA Edvard Joensen Runavík: Eystanstevnan byrjar í Runavík við kapp- renning í annaðkvøld klokkan 18.00. Hildið verður so á til seint sunnu- kvøldið, tá endað verður við kvøldsetu í ítróttarhøll- ini. Leygardagin klokkan 13.00 fer skrúðgonga úr Glyvra Skúla út á Torgið, har Hans Petur Ellings- gaard, formaður í Mentan- arnevnd Runavíkar Býráðs, setir Eystanstevnuna. Tiltøkini eru mong, sum eru skránni hesar tríggjar dagarnar, Eystanstevnan er. Ymiskt mentanartiltøk, undirhald av ymsum slagi. Ein rúgva av kristiligum møtum og tiltøkum. Og rættiliga nógvur ítróttur. Høvuðstiltakið er sum vera man FM-kappróðurin, sum verður leygardagin klokkan trý. Sum nakað nýtt fer Mentanarhúsfelagið at framføra Eystanstevnukab- arett í Glyvra Skúla. Tvær sýningar verða á sjálvari stevnuni, Tann fyrra verður fríggjakvøldið klokkan 21.30, og tann seinna verð- ur leygarkvøldið klokkan 19.00. Verður undirtøkan góð, verður møguliga onkur eykasýning aftur í næstu viku, frættist frá fyrireikar- unum. Fótbóltur verður nógvur á stevnuni, og byrjað verð- ur longu klokkan hálvgum níggju leygarmorgunin, tá smápiltarnir hjá NSÍ fáa vitjan av Toftum, eins og genturnar fáa tofta- og skálagentur á vitjan. Tann stóri stevnudysturin er sum vant sunnudagin klokkan trý, tá NSÍ og TB spæla landskappingardyst í Runa- vík, har heppikór hjá NSÍ eisini fer at vera at síggja á vøllinum undan dystinum eins og í hálvleikinum. Fríggjakvøldið klokkan 23.00 verður Eystanstevnu- konsert á parkeringsøkin- um oman fyri brotið, har ymsir tónleikabólkar fara at luttaka. Umframt verður dansur í Støkkhøllini bæði fríggja- kvøldið og leygarkvøldið, eins og dansur eisini verður í ítróttarhøllini leygar- kvøldið. Leygarkvøldið klokkan 23.30 byrjar midnáttarsam- koma á Torginum, har horntónleikur, kórsangur, midnáttarøða, felagssangur og fýrverkarí verða á skránni. Ymsu samkomurnar hava nógv møti, konsertir og opið hús ymsastaðni í býnum á Eystanstevnu, og sunnumorgunin klokkan 11.00 hevur Meinhard Bjartalíð, prestur, guðstæn- astu í Glyvra Kirkju. Bygdasavnið Forni hevur framsýningar ymsastaðni. Í bygdasavninum á Glyvr- um, í Gamla Handli hjá Pidda og umborð á Høga- nesi. Nógvur tónleikur verður ymsastaðni í býnum, og sjálvandi verður eisini Tivoli á á stevnuøkinum alla Eystanstevnuna. Eystanstevnan farin um tey fýrati Nývaldi formaðurin í Landsstýrismálanevn dini, Heini O. Heinesen ávarar landsstýrismannin í fiskivinnumálum ímóti at bróta lógina POLITISK UMSITING Áki Bertholdsen – Eg ætli mær at hava eitt vakið eyga við Jørgin Niclasen. Heini O. Heinesen, legg- ur hart út í sínum nýggja starvi sum formaður í Landsstýrismálanevndini. Landsstýrismálanevndin skal m.a. hava eftirlit við umsitingini hjá landsstýris- fólkunum. Og tað uppgávuna ætlar hann sær at taka bókstavi- liga. Og hann tykist longu at hava fingið eitt serliga gott eyga til Jørgin Niclasen, landsstýrismann í fiski- vinnumálum og hansara umsiting. Heini O. Heinesen sigur, at hann hevur fingið var- hugan av, at tað er í umbúna at seta ymisk tiltøk í verk á fiskivinnuøkinum, sum er í stríð við lógina. – Men tað skal vera púra greitt, at eg fari at hava eitt vakið eiga við, hvat hendir. Og fer nakað fram, sum er í stríð við lógina, skal ongin ivi vera um, at eg fari at taka tað upp beinanvegin. – So við hesum Jørgin Niclasen ávaraður, leggur hann afturat. Útróðrarbátar til línubátar Heini O. Heinesen sigur, at tað, hann hevur fingið frænir av, er, at ætlanin er at reiðarar ætla at leggja út- róðrarbátar og at útvega sær línuskip ístaðin fyri. – Hetta er ólógligt, tí í lógini stendur, hvussu stór- an prosentpart av samlaða fiskiskapinum, hvør bólkur skal hava. Eitt nú stendur, at línu- skipini eiga 23% av toskin- um og 28% av hýsini. Hin- vegin eiga útróðrarbátar yvir 15 tons, 31% av tosk- inum, 34,5% av hýsuni og 11,5% av upsanum. Og út- róðrarbátar undir 15 tons eiga 20% av toskinum, 23,5% av hýsuni og 6% av upsanum. – Sostatt er stendur tað í lógini, hvussu stóran part av teimum ávísu fiskasløg- unum, sum eru at fiska undir Føroyum, hvør bólk- ur av bátum eigur. Formaðurin í landsstýris- málanevndini sigur, at hendir so tað, at útóðrarbát- ar verða lagdir og línuskip útvegað ístaðin, verður tað ein spurningur, hvørjum skipabólki, tey skulu fiska prosentini frá- tvs. um tey framhaldandi skulu fiska av prosentunum hjá útróðr- arflotanum, ella um tey skulu fiska av prosentun- um, sum eru tillutað línu- skipunum. Samstundis fer tað eisini at økja um veiðitrýstið leggja útróðrarbátar og fáa línuskip ístaðin, og tað er eisini ímóti lógini. Hann leggur afturat, at umframt at vera ímóti lóg- ini, fer tað eisini at gera tað óliviligt hjá línuskipunum, tí tað er ivaleysa trongt sum er og tað er ikki pláss fyri fleiri línuskipum, serliga tá ið hugsað verður um, hvussu stóran prosentpart av fiskasløgunum, linu- skipini eiga. – Verða útróðrarbátar lagdir og gjørdir um til línuskip, verður fiskivinnu- mynstrið fullkomiliga broytt og tað er ikki heimild til. – At fiskidagar verða fluttir ímillum bátar og skip í húkaflotanum eitt ár ísenn, er nakað heilt annað. At leggja útróðrarbátar og útvega sær línuskip ístaðin, er nakað heilt annað og tað haldi eg ikki er í samsvari við lógina. – Og sum formaður í landsstýrismálanevndini, ætli eg mær als ikki at sita hendur og favn ímeðan tað verður gingið lógini ov nær á hesum øki, tí tað skal steðgast í føðingini, sigur Heini O. Heinesen. Men sum Jørgin Niclasen sigur í aðrari grein her í blaðnum, skilir hann onki av tí, sum formaðurin í Landsstýrismálanevndini førir fram… – Tað er margháttligt at siga, at hann serliga skal hava eyguni eftir mær, sigur Jørgin Niclasen POLITISK UMSITING Áki Bertholdsen – Eg veit ikki, hvat Heini O. Heinesen tosar um. Jørgin Niclasen, lands- stýrismaður skilir sett ikki, hví nývaldi formaðurin í landsstýrismálanevndini sigur, at hann ætlar sær at ansa serliga væl eftir umsit- ingini í Fiskimálaráðnum. Í aðrari grein her í blaðn- um, beinleiðis ávarar Heini O. Heinesen landsstýris- mannin í fiskivinnumálum ímóti at bróta lógina. – Landsstyrismálanevnd- in skal hava eitt vakið eyga við umsitingini hjá øllum landsstýrisfólkunum og so- statt eisini við mær. – Og eg vænti mær onki minni av Heina O. Heine- sen, enn at hann eisini livir upp til sína uppgávu, sigur Jørgin Niclasen. – At siga, at hann skal fylgja serliga væl við mær, er ein margháttlig útsøgn. Landsstýrismálanevndin skal ikki brúkast til at føra politikk við, leggur hann afturat. Ongar ætlanir Annars hevur Jørgin Nicla- sen ikki ánilsi av, hvat Heini O. Heinesen tosar um. – Eg veit ikki um nakrar serligar ætlanir, sum kundi givið honum høvi til tala at, longu frammanundan. Jørgin Niclasen sigur, at sjálvsagt arbeiðir Fiski- málaráðið eftir lógini og tað ætlar hann at halda fram við. – Koma umsóknir til Fiskimálaráðið ætla vit at viðgera tær eftir lógini, hvørki meiri ella minni. Og tað, sum hendir á fiski- vinnuøkinum, skal sjálv- sagt vera eftir lógini. – Og fáa vit hinvegin um- sóknir, vit ikki hava heim- ild at ganga á møti, verða tær heldur ikki gingnar á møti, so einfalt er tað, sigur landsstýrismaðurin í fiski- vinnumálum. Annars sigur hann, at prosentbýtið fyri, hvussu stóran part av hvørjum fiskaslagi, hvør bólkur av skipum og bátum eiga, er bara vegleiðandi og tískil ikki avgjørt bindandi. – Hetta er ein leivd frá teirri tíðini, vit høvdu kvotaskipanina og tað er ein spurningur, hvussu leingi tað verður í gildi afturat. Hann leggur afturat, at er talan um at leggja loyvir saman, eru reglarnar púra greiðar og lutfalsliga ein- faldar. – Tað er loyvt at leggja bátar saman. Verða tveir bátar lagdir saman, ber til at útvega sær ein størri bát. Tá hyggja vit eftir, hvussu stórir bátarnir eru. Vit ganga longd, ganga breidd ganga dýbd og verða tveir bátar lagdir saman, kann nýggi báturin verða eins stórur og hinir báðir tilsam- ans. Men tað er avgerðandi, at veiðitrýstið ikki skal veksa. – Skal hetta ikki vera loyvt í eini fiskivinnutjóð, heldur alt uppat, tí tað er alt avgerandi, at vinnan slepp- ur at minnast, sigur Jørgin Niclasen Ætlar sær at ansa væl eftir Jørgin Niclasen – Nú er Jørgin Niclasen ávaraður, sigur Heini O. Heinesen, formaður í landsstýrismálanevndini Heini skal ansa eftir okkum øllum – Landsstýrismálanevcndin skal ikki brúkast til at føra politikk við, so eg vænti mær ikki serviðgerð frá henni, sigur Jørgin Niclasen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum C M Y K 7 6 Bilarnir finnast eisini á: www.nissan.fo v/ oyggjarvegin • Postsmoga 3171 110 Tórshavn • Tel. 31 61 61 Sosialurin Nissan Primera 1,6 svartur, 4 hurðar, árg. 1998, 55.000 km. 110.000 Nissan Almera 2,0 Diesel GX grønur, 5 hurðar, árg. 1997, 110.000 km. 110.000 Nissan Almera 2,0 Diesel GX reyður, 4 hurðar, 110.000 Nissan Micra 1,0 grønur, 3 hurðar, árg. 2000, 27.000 km. 88.000 Nissan Primera 1,6 LX gráur, 4 hurðar, árg. 1995, 126.000 km. 69.000 Nissan Primera 2,0 SLX hvítur, 4 hurðar, árg. 1997, 45.000 km. 105.000 Nissan Primera 2,0 reyður, 4 hurðar, árg. 1991, 121.000 km. 55.000 Nissan King Cab 4x4 Diesel gráur, 2 hurðar, árg. 1996. 78.000 Nissan King Cab 4x4 Diesel Turbo blágráur, 2 hurðar, árg. 1998, 55.000 km. 130.000 Peugeot 605 SRDT 2,1 Aut. bláur, 4 hurðar, árg. 1994, 230.000 km. 120.000 Peugeot 306 DT 1,9 bláur, 4 hurðar, árg. 1997, 150.000 km. 90.000 Peugeot 206 XR 1,4 svartur, 3 hurðar, árg. 1999, 88.000 km. 100.000 Peugeot 106 Diesel gráur, 3 hurðar, árg. 1996, 110.000 km. 72.000 Opel Vectra 2,0 Di bláur, 4 hurðar, árg. 1998, 96.000 km. 130.000 Opel Vectra 1,4 hvítur, 4 hurðar, 26.000 Opel Astra 1,6 svartur, 5 hurðar, árg. 1998, 55.000 km. 105.000 Opel Astra 1,6 reyður, 5 hurðar, árg. 1999, 52.000 km. 119.000 Opel Corsa 1,4 reyður, 5 hurðar, árg. 1996, 105.000 km. 68.000 Opel Corsa 1,2S reyður, 5 hurðar, árg. 1990, 120.000 km. 10.000 Gevi gætur: Bilarnir á listanum kunnu ver a seldir Peugeot 306 Hdi 2,0 St.car svartur, 5 hurðar, árg. 1998, 60.000 km. 120.000