hósdagur 13. juni 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 110 - 13. juni 2002
Nr. 110 - 13. juni 2002
9
– Ferðasambandið hjá
okkum, sum búgva á
Nesi, er alt ov
vánaligt, sigur 79 ára
gamli, Hans Jakku á
Gadd
SAMFERÐSLA
Vilmund Jacobsen
79 ára gamli, Hans Jakku á
Gadd, sum saman við kon-
uni, Onnu, býr á Nesi,
harmast um, at Bygdaleiðir
hava skert koyringina út á
Nes og av Nesi.
– Vit høvdu sjey túrar út á
Nes um dagin, men nú eru
bert tríggir túrar eftir – og
bara ein fyrrapart, sum ikki
hongur saman við sigling-
ini
hjá
gomlu
Ternu.
Bygdaleiðir koyra av Nesi
klokkan 9.25, men Ternan
siglir av Toftum klokkan
8.50.
Hans Jakku vísir á, at ein
bussur fer av Toftum ávegis
til Havnar klokkan 9.20 –
ella 5 minuttir áðrenn,
bussurin fer av Nesi.
– Skulu eg og konan, sum
eru einsamøll í húsi, til
Havnar við Ternuni um
morgunin, noyðast vit at
biðja onkran koyra okkum
á bátin. Tað er ikki altíð so
lætt, tí dóttir okkara býr í
Havn. Øll eru til arbeiðis
og, sum rímiligt er, hava tey
nóg mikið um oyruni, sigur
Hans Jakku.
Seinnapartin um dagin
koyra Bygdaleiðir tvær
ferðir av Nesi, men heldur
ikki hesir túrarnir passa
serliga væl til Ternuna ella
leið 400, sum koyrir til
Havnar.
– Einasti túrur, sum pass-
ar rímiliga væl, er túrurin
av Nesi klokkan 16; tá fer
ein bussur av Toftum ávegis
til Havnar klokkan 16.20,
sigur Hans Jakku.
Hann vísir á, at tá ið
Ternan kemur úr Havn, er
eingin túrur út á Nes.
– Men tað hevur tað hel-
dur ongantíð verið, leggur
hann aftrat.
Sum á útoyggj
79 ára gamli, Hans Jakku,
sum fylgir væl við tí, sum
fyrigongur í samfelagnum
– og ikki minst á politiska
vígvøllinum – undrar seg
yvir, at myndugleikarnir
fremja slíkar skerjingar, nú
so nógv verður tosað um
útjaðaran.
– Eg haldi ikki, at Bjarni
Djurholm, landsstýrismað-
ur, hevur hugsað um útjað-
arapolitikk, tá ið stovnurin,
hann umsitur, hevur skert
okkara møguleikar so nógv.
At skerja koyringina av
Nesi úr sjey túrum niður í
tríggjar um dagin, er av-
gjørt ikki útjaðarapolitikk-
ur, sigur hann.
Hans Jakku á Gadd vón-
ar, at myndugleikarnir vilja
skipa so fyri, at fólk á Nesi
fáa fleiri ferðamøguleikar,
og at koyringin hjá Bygda-
leiðum verður betur løgd til
rættis, soleiðis at túrarnir
passa betur til Ternuna, sum
siglir av Toftum og koyr-
ingina til Havnar. Somu-
leiðis ynskir hann, at tað fer
at gerast møguligt at sleppa
útaftur á Nes, tá ið Ternan
kemur úr Havn um dagarn-
ar.
Hetta er sum at búgva á útoyggj
– At búgva úti á Nesi, er næstan sum at búgva á útoyggj.
Koyringin hjá Bygdaleiðum er skerd við fýra túrum um dagin
og teir, ið eftir eru, passa illa til farleiðina til Havnar, sigur 79
ára gamli, Hans Jakku á Gadd
Mynd: Vilmund Jacobsen
SUMMAR
Vilmund Jacobsen
Síðsta leygardag var jarðar-
ferð í Nólsoy, tá ið 81 ára
gamli, Hans Andrias Jacob-
sen,
vanliga
nevndur
Hanni, varð borin til gravar.
Ein
kempa
av
einum
manni, sum sigldi undir
øllum krígnum. Serstakliga
nærlagdur til sjógvin sum
útróðrarmaður og vitandi
um alt, sum er at vita um
fiskimið, streym, veður og
vind. Fyri nøkrum árum
síðan gav hann út eina
miðabók saman við stutt-
søgum um hendingar á
sjónum.
Í stovuni í heiminum hjá
Hanna og konuni, Onnu,
haðani Hanni varð borin út,
stóðu nakrar bøkur á hillun-
um. Beint yvir høvdinum,
har eg stóð yvirav kistuni
hjá Hanna, stóð ein røð av
bókum, sum allar vóru
eins. Tann eina kallaðist
»Havets Herskere«, og eg
legði til merkis, at hetta var
einasta bókin í røðini, har
eitt bókamerki stakk upp
ímillum
blaðsíðurnar.
Kanska ikki so undarligt,
hugsaði eg, tá ið presturin,
Bjarni Bæk, í kirkjuni segði
okkum, at Hanne sigldi øll
stríðsárini.
Kendi Hanna sum abba-
beiggja mín og minnist
aftur á dagar, har hann kom
aftur við báti sínum, »Hem-
aranum«, við stórum og
góðum toski, meðan av-
bygdamenn
sama
dag
løgdu at landi við fiski,
sum næstan ikki var avreið-
ingarførur – so smáur, hann
var. Hetta var í eini tíð, tá ið
lítil og eingin útróðrarfisk-
ur fekst. Kortini visti
Hanni, hvar hann kundi fáa
nakrar góðar fiskar.
Tann eina dagin hevði
Hanni 700 pund av stórum
toski, og afturkomin segði
hann, at hevði ein ungur
maður verið á bátinum,
hevði hann drigið mangt
slíkt, tí sjálvur var hann so
lamin í ørmunum. Minnist,
at hendan dagin ynskti eg
mær at verið við honum.
Smáir »havest
herskere«
Leygardagurin
var
ein
góður dagur.
Afturkomin umborð á
Rituna eftir jarðarferðina
hjá Hanna, sóu vit hesar
fittu smádreingirnar hugna
sær í einum lítlum gummi-
báti á Nólsoyarvík. Teir
damlaðu aftur og fram, inn-
ari og ytri. Tankarnir mólu
aftur á barnaárini, tá ið
næstan hvør smádrongur í
bygdini átti flaka. Tað var
illa dámt av abba, beiggja
Hanna, tá ið farið varð út á
streym, og ikki so sjáldan
stóð gamli niðri við sjóvar-
málan og rópti okkum inn-
aftur. Flakarnir vóru mang-
an stórir og lógu tungir í
sjónum. Hart rekur fram
við fjøruni, tá ið tú kemur
norðurfyri
bygdina,
og
skjótt kann vera, at smá-
drongurin ikki orkar at
stríðast móti streyminum.
Kemur ótti á, er vandi á
ferð.
Onkur reyðfiskur ella
brondingur er drigin uppí
flakan undir húsunum hjá
Hanna í sínari tíð.
Smádreingirnir, vit síggja
á myndini, vóru ikki í
bjargingarvesti, og tað sá
ikki so vandaleyst út, men
blikalogn var, og teir vóru
innanfyri allan streym.
Ein
hugnalig
løta
í
Nólsoy, har tú sleit tínar
barnaskógvar.
Við Hanna er seinasti
abbabeiggin borin til hvíld-
ar og flag lagt omanyvir ein
hóp av vitan um tey loynd-
armál, sum náttúran goymir
– og bert tey gomlu vistu
um at siga.
Smáir »havets herskere« á Nólsoyarvík
Ein góðveðursdagur í Nólsoy. Smádreingirnir stuttleika sær í lítlum gummibáti innanfyri allan streym - og allar vandar, um teir
vóru í bjargingarvesti
UTTAN ÚR HEIMI
Búskapur og vinna:
Danmark
ágóða av
fótbólti
Tey góðu úrslitini hjá
danska fótbóltslands-
liðnum í HM-kapping-
ini hava ikki bert ítrótt-
arligan týdning fyri
Danmark. Í danska ídn-
aðarfelagnum verður
sagt, at tá Danmark var
í HM í Meksiko, vísti
tað seg, at áhugin fyri
donskum vørum vaks
nógv ymsastaðni kring
heimin.
Jørgen M. Hansen,
stjóri í ídnaðarfelag-
num heldur, at tað
hevði kostað ídnaðin-
um nakrar hundrað
milliónir
krónur
í
marknaðarføring fyri at
fingið tað sama burtur-
úr, sum fótbóltslands-
liðið gav ídnaðinum í
ókeypis marknaðarfør-
ing.
Jørgen M. Hansen
sigur, at tað er ov tíð-
liga at siga enn, hvønn
ágóða danski útflutn-
ingurin fær burtur úr
HM-kappingini hesa-
ferð. Hann ivast ikki í,
at sigurin á Fraklandi
fer at gera mun, men
heldur, at skal fótbólt-
urin veruliga gagna
vinnuni, má Danmark
koma uppaftur longur í
kappingini.
Færri far-
telefonir
Finska Nokia væntar at
selja heldur færri far-
telefonir í hesum árs-
fjórðinginum
enn
í
seinasta ársfjórðingi.
Upprunaliga hevði fyri-
tøkan væntað at selja
heldur fleiri fartelefonir
í
apríl-ársfjórðingi,
men nú verður sagt, at
sølan helst verður mill-
um trý og seks prosent
minni. Tað merkir, at
umleið 38 prosent av
øllum nýggjum fartele-
fonum eru frá Nokia.
Nógv
frítíðarløn
Norðmenn hava ongan-
tíð fingið so nógv út-
goldið í frítíðarløn sum
í ár. Sambært hagstov-
uni fáa norsku ar-
beiðstakararnir í meðal
31.500 krónur útgold-
nar, og tað er 14 pro-
sent meiri enn í fjør.
Tilsamans fáa norð-
menn
82
milliardir
krónur útgoldnar í frí-
tíðarløn í ár. Sambært
hagstovuni fara næstan
80 prosent av pengun-
um til frítíðarferðir í
summar.
Úr Norðurlondum:
Rockarar
gera um seg
Teir báðir stóru rock-
arafelagsskapirnir,
Hells Angels og Bandi-
dos, hava rættiliga gjørt
um seg í Danmark í
seinastuni. Løgreglan
sigur, at teir seinastu
mánaðarnar hava rock-
ararnir útvegað sær 70
nýggj felagshús um alt
landið, og at teir hava
ongantíð verið umboð-
aðir
í
so
nógvum
donskum býum sum
nú.
Í summum býum
hava fólk valt at fara í
hernað ímóti rockarun-
um. Í Køge sleppa
rockararnir ikki inn í
ølstovurnar, og aðra-
staðni hava fólk tikið
seg saman og keypt
hús, sum rockararnir
hava ætlað sær til fe-
lagshús. Í Jyllandi hava
sjey býir tikið seg sam-
an til at samskipa tiltøk
ímóti rockarunum.
Genta
funnin
Tann 18 ára gamla nið-
urlendska gentan, sum
hvarv við Geiranger í
Noregi
hósdagin
í
síðstu viku, varð funnin
týskvøldið. Hon var
deyð.
Norska løgreglan sig-
ur, at Josephine Grubb-
en varð funnin í bratt-
lendi, og tí verður hild-
ið, at hon hevur verið
áhaldsin og er dottin
oman. Løgreglumenn
og
bjargingarmenn
hava leitað seinastu
dagarnar, og tyrlur tóku
eisini lut í leitingini.
Foreldrini há gentuni
komu til Noregs um
vikuskiftið, og tey hava
leitað saman við løg-
regluni.
Josephine Grubben
var komin til Noregs at
arbeiða sum hjálparfólk
á einum gistingarhúsi í
Geiranger í summar.
Dynamitt
stolið
Onkur hevur verið inni
í einum handli í Trysil í
Noregi og stolið 3500
stengur av dynamitti.
Tað er ikki smávegis
stuldur, tí sambært løg-
regluni viga stengurnar
heili 350 kilo.
Løgreglan sigur, at
dynamittið
lá
væl
goymt aftan fyi tvær
dyr, men at innbrots-
menninir kortini eru
komni fram á tað. Sum
er hevur løgreglan eingi
spor at ganga eftir í
málinum.
Amerikanski verju-
málaráðharrin vitjar
íhesum døgum India
og Pakistan, har hann
roynir semju
KASHMIR-STRÍÐIÐ
Árni Joensen
Amerikanski
verjumála-
ráðharrin, Donald Rums-
feld, kom týskvøldið til
indiska høvuðsstaðin New
Dehli at tosa við indisku
stjórnina um Kashmir-
kreppuna. Í gjár hitti hann
Atal Behari Vajpayee, for-
sætisráðharra
og
aðrar
indiskar politikarar.
Áðrenn hann fór til India,
segði Rumsfeld, at viður-
skiftini millum India og
Pakistan eru batnað nakað
seinastu dagarnar. Hann
vísti á, at India hevur sagt
seg vera til reiðar at tosa
um kreppuna, og at fimm
indisk herskip, sum hava
ligið úti fyri pakistansku
strondini, eru farin haðani.
Rumsfeld helt, at nú er tað
Pakistan, sum eigur at vísa,
at tað eisini er hugað fyri
friði. Hann segði seg tó
fegnast um, at pakistanska
stjórnin hevur lovað at
forða
muslimsku
upp-
reistrarmonnunum at gera
álop inn um indiska markið
í Kashmir.
Pakistanski
forsetin,
Pervez Musharaf, segði við
bretska útvarpið BBC í
gjár, at India hevur tikið
nøkur stig tann rætta vegin,
men at nakað restar í enn. Í
dag skal Musharaf so tosa
við Donald Rumsfeld, sum
kemur úr New Dehli til
Islamabad í dag.
Limir í felagsskap-
inum al-Qaeda vóru í
Heathrow-floghavn-
ini í London tann 11.
september í fjør.
Ætlanin var at ræna
eitt flogfar og at
renna tað inn í Big
Ben í London
YVIRGANGUR
Árni Joensen
Rohan Gunaratna, sum er
serfrøðingur í yvirgangs-
virksemi, og sum starvast á
lærda
háskúlanum
St.
Andrews í Skotlandi, vil
vera við, at al-Qaeda ætlaði
at ræna eitt flogfar í Bret-
landi og at renna tað inn í
tað kenda Big Ben í
London. Atsóknin skuldi
gerast sama dag sum at-
sóknirnar í New York og
Washington tann 11. sep-
tember í fjør.
Rohan Gunaratna segði
við amerikanska sjónvarpið
CNN, at málið við atsókn-
ini í London var at vísa, at
al-Qaeda var ført fyri at
søkja at málum kring allan
heimin. Men atsóknin varð
av ongum, tí trygdarmynd-
ugleikarnir í Heathrow-
floghavnini steðgaðu allari
flogferðsluni
aftan
á
atsóknirnar í USA.
Rohan Gunaratna sigur,
at upplýsingarnar um ta
ætlaðu atsóknina í London
eru frá einum manni, sum
varð tikin í India í sam-
bandi við atsóknina at
indiska tjóðartinginum í
desember í fjør. Maðurin
hevur gingið á flogskip-
araskúla í USA, Bretlandi
og Avstralia, og sambært
Gunaratna
fekk
hann
pengar frá al-Qaeda til at
skipa fyri atsóknini í
London. Undir avhoyring-
um skal maðurin hava
greitt frá, hvat flogfar ætl-
anin var at ræna.
Rohan Gunaratna hevur
skrivað eina bók um al-
Qaeda. Nógvar av upplýs-
ingunum í bókini eru úr
loyniligum skjølum hjá
bretsku myndugleikunum,
sum høvundurin slapp at
hyggja í, tá hann skrivaði
bókina.
Svenski
yvirgangsser-
frøðingurin Magnus Rans-
torp ivast ikki í, at upp-
lýsingarnar
hjá
Rohan
Gunaratna eru rættar. Hin-
vegin væntar hann, at
bretsku myndugleikarnir
fara at avsanna tær, tí talan
er um sera loyniligar upp-
lýsingar. Men ein tílík av-
sannan merkir ikki, at
upplýsingarnar ikki eru
rættar kortini, sigur Magn-
us Ranstorp.
Ætlaðu at stoyta eitt flogfar
inn í Big Ben
Donald Rumsfeld hitti fyrst indiska verjumálaráðharran George Fernandes. Í dag fer Rumsfeld
til Pakistan
Mynd: Reuters
USA fer at forða kríggi
um Kashmir
C
M
Y
K
9
8