Sosialurinarkiv
Sosialurin 1974-07-17, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. juli 1974síða 5

‹ fyrra síða allar 6 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 37 — 17. juli 1974 SOSIALURIN Karakterurin átti at verið Sum tað skilst av Norðlýsinum nr. 22 fyri fríggjadagin 12. juli, so hevur nn við lesarabrævi sínum í 14. september og SOSIALINUM, rakt blaðstjór- an á Norðlýsinum so meint, at hann er vorðin rúkandi illur og loypur á SOSIALIN við miklum orðavavstri og illsinnisbriksli. Eg fari at loyva mær at taka nøkur brot úr mikla ilsinnis orðavavstri blaðstjórans í Norð- lýsinum nr. 22: Hann skrivar: >... tí tað veit hvort mansbarn i Føroyum, at slik óhumska er ikki komin fram i bladformi, sum just i SOSIALINUM...< „Javnaðarblaðið SOSIALUR- IN við nn á odda heldur tað vera i fínasta ordan, at summir fáa finar asfalteradar vegir til hús síni, meðan onnur vassa upp undir øklar í runu, ella beinbróta seg í urðakov- um; jú, javnaðarandi er vælsigna!« „>Norðlýsið fær ikki almennan pening til útgávu sína eins og SOSIALURIN...< Eg má fyrst loyva mær at spyrja tygum harra Ola Dahl, blaðstjóra: Hví siga tygum, at javnaðarblaðið SOSIALURIN heldur tað vera í fínasta ordan, at summir fáa finar asfalteraðar vegir til hús síni, meðan onnur vassa upp undir eklar í runu, ella beinbróta seg í urðakovum? Hvar hava tygum lisið hetta? Og hvar í SOSIALINUM hevur hetta staðið fyri blaðsins rokn- ing? Tygum hava hverki lisið hetta í lesarabrævinum hjá nn og enn minni hava tygum sæð hetta staðið í SOSIALINUM fyri blaðsins roknin. Tað må væl krevjast av einum lærara, at hann dugur at lesa, og av einum blaðstjóra, at hann dugur at skyna imillum, nær tað er eitt blað, sum setur síni sjónarmið fram, og nær tað er ein lesari, ið ger tað. Í hesum feri var tað ein lesari. Fyri ta tíð, eg havi verið blað- stjóri á SOSIALINUM, kann eg upplýsa, at blaðið tekur øll les- arabrev upp, tá tey annars eru innanfyri tað mark, sum pressu- lógin ásetur, og tað uttan mun til, um viðkomandi brævskrivari er av somu áskoðan sum blaðið ella ikki. Um lesarabrævið i SOSIALINUM nr. 34 kann eg siga, at mær kunnugt er við- komandi ikki javnadarmadur og tí heldur ikki, sum Norðlýsið vil vera við, nakar oddamaður á SOSIALINUM, og mær kunn- ugt hevur viðkomandi ikki skrivað í SOSIALINUM áður. Hóast nn hevur fingið innivist í SOSIALINUM, so kundu vit — SOSIALURIN og nn — kortini Verið rúkandi ósamdir, eisini um innihaldið i nevnda lesarabrævi. Briksli um, at SOSIALUR- IN, eins og hini politisku blød- ini, fær studul frå ti almenna, må eg lata fara vidari til teir løg- tingsmenn, sum hava samtykt at veita hendan stuðul, teirra millum Marius Johannesen og Sámal Petersen, eins og Hilmar Kass, ið hevur verið við til at hækka hendan stuðul. Tað tykir mær rættuliga logið og margháttligt, at tygum leypa á SOSIALIN við illsinnisbriksli tygara, heldur enn at afturvísa tí, sum nn hevur skrivað. Ella hví ikki eisini leggja eftir 14. september, sum fekk lesara- brævið sendandi frá nn og eisini tók tað upp? Eg trúgvi, at lesarar yvir- hevur munnu hava bitið merki í, at aftursvar tygara seinasta fríggjadag júst undirstrikar innihaldið í lesarabrævinum hjá nn, nevniliga tað, at avgerandi fyri skriving tygara um komm- unalviðurskifti er, hver tað er, sum hevur leiðsluna í býráðnum; er tað ein gl. sjálvstýrismaður, so er alt gott, men er tað ein javnaðarmaður ella onkur annar — ja, so er alt gjørt uppá må og fá, fyri at fremja persónsdyrkan og fyri at sæta sær og sínum. Og sambært aftursvarið í Norðlýsinum seinasta friggja- dag, eru øll tey, sum ikki taka undir við hesi sera ónossligu lægri skriving tygara, fíggindaliga sinnað móti klaksvíkingum ímóti at oll fáa asfalteraðar vegir til húsini og ímóti at atløgu- bryggja verður bygd vestaru megin. Sum nn eisini var inni á, er nógv hent í hesum valskeiði: tvey spælipláss eru gjørd, skúla- málið er loyst eini fimm til tíggju ár fram í tíðina, åskodaraskyli er gjørt og ljós verður lagt yvir leikvøllin í summar, stór og prýðilig svimjuhell verður bygd, áir í stórum tali eru lagdar undir heilt, vegir eru gjørdir í hópa- tali kring allan býin, byggi- grundir eru fingnar til vega í so stóran mun, at eftirspurningurin nærum er mettaður, bátahavnin er veruleiki, ferjulegan, strand- ferðslubryggjan og sterri atløgu- pláss á Stongunum somuleiðis og atløgubryggjan á Kósini verður longd nú 0. s. fr. Alt hetta lá á láni, tá vit høvdu eina aðra leiðslu, sum Norðlýsið ikki fann orsek til at finnast at, men heldur rósti til skýggja. Tá fingu vit ikki so frætt sum ein einasta metur av nýggjum atleguplássi, men fyri at beta um ringasta tervin, varð ms. Viðoy, sum hevði fast pláss á Stongunum, flutt yvirum, fyri at útvega útróðrabátum sterri pláss á Stongunum. Tað var alt sum hendi á ti økinum. Norð- lýsið helt væl til standa. Onkur fekk eisini veg tá, men ikki oll. Tað helt Norðlýsið eisini vera í fínasta lagi. Men nú, nú skal alt gerast eftir einum degi. Tey munnu verða fá, sum taka undir við Norðlýsinum, tá tað kastar við skarni eftir sitandi býráð og sigur, at alt verður gjørt uppá »må og få«, fyri at „fremja persónsdyrkan< og fyri Síða 5 fyrst og fremst „at sæta sær og sínum og leggja vertin á hvat annar færa. Heldur munnu tey flestu vera samd um, at geva býráðnum somu leiðslu aftur tey komandi fýra árini, ti tá munnu vit fara at síggja enn fleiri nýggjar atløgu- bryggjur, fleiri asfalteraðar veg- ir og samstundis færri urðakov - ar og runudikir. Fyri at koma aftur til lesara- brævið hjá nn og aftursvarið hjá blaðstjóranum á Norðlýsinum: tá eg las nevnda lesarabræv, helt eg, at brævskrivarin gav Norðlýsinum nóg so lágan karakter, men tá eg nú havi lisið aftursvarið í Norðlýsinum sein- asta friggjadag, eri eg komin til ta niðurstøðu, at karakterurin ongantíð kann setast so lágt, at hann ikki átti at verið lægri. Vilhelm mm. Summarfri Skrivstovan er stongd frá 22. juli til og við 16. august. Feroya Jarðarráð Kunngerð Eygnalækni Niels Willumsen hevur viðtalu á Landssjúkra- húsinum (Tórshavn tlf. 13540, lokal 90) frá týsdegi 6. august til fríggjadag 16. august og frá hósdegi 22. august til hósdag 29. august 1974 og á Klaksvíkar sjúkrahúsi í degunum manadegi 19. august til mikudag 21. august 1974. Sjúklingarnir mugu sjálvir ringja frammanundan til sjúkrahúsini og biðja um tíð. Av tí. at tíðin verður so knepp, ber bara til at taka fólk sum hava fingið ávísing frá lækna skúlalæknanum). sínum (bern frá Eygnalæknin er settur við rætti til privatkonsulatión, tvs. at sjúklingarnir mugu gjalda fyri viðtaluna til læknan sjálvan og ikki sum vant í »Leidbeining«. Ein partur av útreiðslunum verður afturgoldið av sjúkrakassanum. Sagt verður frá hesum. Landssjúkrahúsið Vit hava altíð á goymslu alt tilfar til TIf. 1 1071 . Tórshavn a blikksmíð sanitet hitaverk ventilatión Verður sent um alt landið Skeið fyri skiparar byrjar 6. august (tlf. 551 46) kokkar — 12. (tlf. 55146 ella 55739). Onnur skeið verða lýst seinni. Klaksvíkar Sjómansskúli Lýsið i sosialinum Kunngerð um seluloyvi á Olavsøku Á Olavsøku verður loyvt kioskum og ødrum sølubudum at hava opið frá ólavsekudag kl. 04. Verandi búðir skulu ólavsekuaftan kl. 14 til ikki náttina eftir sekja annað loyvi, men uppsetan og upplating av nýggjum selubúðum má ikki fara fram uttan við loyvi frá Tórshavnar býráð. Seldar kunnu vera allar vanligar kioskverur, pylsur, brevå o.t. matvørur, ballónir, minnislutir o.t., men ikki verur í ílati av blikki ella glasi og heldur ikki seydarhøvd. Tað er ein treyt, at seljandi hevur nóg mikið av ruskiløtum og alsamt heldur ekið uttan um selubúðina rudduligt. Matstovum verður loyvt at hava opið somu tíðir. Føroya Kriggstrygging Føroya Sjovåtrygging trygging. Undirritadi: Navn: Bustadur: til: Tryggingarsambandid FØROYAR Føroya Brunatrygging ....... Føroya Vanlukkutrygging .... Vit tryggja Bátar, skip, verur, hús, innbugv, akfør 0. a. Føroyingar eiga at tryggja í landsins egnu Heldur tú ikki BLAÐIÐ sum umboðar landsins stersta flokk? tekni meg sum haldara av SOSIALINUM Sendið hendan lepa í afturlatnum brævbjálva søsialurin box 76, 3800 Tórshavn, Tórshavnar býráð Tlf. 145 90 — 14590 — 11098 11466