mikudagur 24. juli 1974síða 3
‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Weekend romanca
SOSIALURIN
Tað munnu vera tey fægstu,
sum ikki eru á einum máli um, at
tað er eitt óvanligt summar,
okkum er fallið í lut.
Sólin hevur nærum dag og
dagliga uppturkað okkara vana-
bundnu og regnvátu áskoðanir
um hitt vanliga foroyska summ-
arið. Og táknirnar eru horvnar.
Í góðveðrinum hava mong
nýtt hevi at fyriskipa fólkafund-
ir eftir gamlari fyrimynd. Eina-
helst eru tað teir politisku flokk-
arnir, ið reikað hava land og rík-
ið runt og havt fundir sunnu-
dagar seinnapartar.
Hugnaligt er at vera á slíkum
fundum. Møtast við vinum og
kenningum í okkara reinu og
ódálkaðu náttúru. Sólin stendur
har so heit og flógv á einum ser-
foroyskum himmali og letur lívið
blóma undir sínum mennandi
geislingum. Havið liggur speg-
ilsblankt og tigandi. Bert eitt
varisligt suð ber at oyrum tin-
um. Gloymdir eru baldrutir
vetraruskdagar.
Fuglarnir láta læðandi lættir
og berjalyngurin letur sín eyð-
kenda anga samrenna við kátu
redd mýrusnipunnar.
Merkið stendur har og vikast
eitt sindur í svala lotinum.
Fráboðar, at vit eru ein fræls
tjóð, og her hava frimenn og
Johan Hot Mortensen
høvdingar sett hverjum ødrum
stevnu.
Sangurin berist niðan móti bø-
gerðunum av sterkum manna-
og kvinnureddum. Eiggiliga
songbók. Teir gomlu dugdu at
leggja sær orðini og geva teirra
kærleika til fødilandid ljóð.
Fleiri eru eisini kanska teir,
sum fyri at gera dagin enn meira
betri og hugnaligan, hava dyrgt
sær ein logg av góðum akvavitti
í reyvalumman. Fara so stinnir
aftur undir ein klett við vinum
og gerast blíðir. Lata livsins
vatn so spelkið kitla barkan og
siða 3
hugsjónirnar. Snerkja eitt sind
ur, men brosa so vælhýrdir. Fáa
sær ein elefant úr plastikposan-
um, leggja seg afturmóti klettin
um og lýða á orð reðarans
Hesin letur minnið sveima
gjøgnum øldirnar. Leiðir tank-
arnar aftur til tey gomlu
mentafólkini, sum settu teirra
dám og eyðkenni á plássið
Knýtir bond millum gomlu
tidina og okkara rottukapprenn
ing. Tosar um, hvussu gott tað
er at vera føroyingur í Føroyum
og hava eina føroyska sið-
menning. Mugu verja um arvin í
okkara tíð, har ell virði eru um
at fara á húsagang
Hjartað fer at duka, tungan
tjúknar og okkurt vátt kennist
uttast í eygnakrókinum av hes-
um vekru orðum.
Fundurin kemur at enda.
Seinasti nótin av skilnaðar-
songinum fer so glaðbeintur
spákandi upp móti tindunum,
sum roða í kveldarsólini.
Men, men, men
Eitt eru hugnaligir, vælætl-
andi, hugsjónarfullir seinnapart-
ar úti í haganum.
Eitt heilt annað hin
hvønndagsligi veruleikin.
Fólkafundir hava so avgjert
Framhald á síðu 7
grái
Fyrsti føroyskt-bygdi
útróðrabáturin úr stáli
1
Nú er farið at líða við arbeiðinum uppá bátin
| UE + |
var
Í urølnaliu.
Útróðrabáturin, sum
Árni Brekku og Peter
Højgaard Simonsen
sjålvir byggja
i Silagøtu i Havn, er
komin væl åleidis
Sum ådur hevur verid nevnt i
blødunum, byggja Arni Brekku
og Peter Højgaard
sær sjålvum útróðrabát úr stáli,
Simonsen
sum stendur í gerð í túninum hjá
Arna Brekku í Silagøtu i Havn.
Arbeiðið uppá bátin, sum man
verða fyrsti føroyskt-bygdi út
róðrabáturin úr stáli, byrjaði í
mars 1972
Orsakað av seinking í tilfars
leveringini, er arbeiðið nógv
seinkað, sigur Arni Brekku, sum
metir, at tilfarið til bátin kostar
stivliga 100.000 kr., og at teir
higartil hava brúkt einar 3.500
arbeidstimar. Arbeiðið fer einans
fram eftir
kveldarnar, leygardagar og aðr
arbeiðstið um
ar fridagar
Skrokkin til bátin, sum er 36
fotur langur og 16 tons brutto,
Arni Brekku sjálvur
Báturin verður utgjørd
ekkoloddi,
greiðum, trolspæli og oljutrykk
Maskinan er ein 155
hevur
teknað
ur við radar, radio
snellum
hk. GM
Báturin, sum hevur oljutang
ar, ið taka 1400 litrar, hevur fýra
vatntett skatt og rúmligt
lukkar, har fýra mans kunnu
sova
Uppá spurningin, hvussu bát
urin verður figgjadur, svarar
Arni Brekku, at higartil
teir sjålvir figgjad byggingina
Vidari sigur Arni Brekku, at teir
ætla sær at eiga båtin sjålvir og
bruka hann til fiskiskap
hava
Uppå spurningin nær båturin
verður sjósettur, sigur Arni
Brekku, at tað er ilt at siga
Hetta velst m.a. um, hvussu
skjótt tað fer at ganga við lever
ingini av tí tilfarinum, sum enn
restar.