Sosialurinarkiv
Sosialurin 1974-07-24, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. juli 1974síða 6

‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

——.. Síða 6 Amin hóttir Fyri nøkrum døgum síðan hótti forsetin i Uganda, Idi Amin, Tanzania vid kriggi Amin skuldsetir Julius Nyerere, forseta i Tanzania, og Kennet Kaunda, forseta i Zambia, fyri at studla fråkoyrda forsetan i Uganda, Milton Obote, i royndum hansara at gera innrås i Uganda. Vaksandi alkoholnytsla Sovjettiska bladid, Literna- turnaja Gaseta, er vorðið ørkymlad av teirri vaksandi alkoholnytsluni i Sovjet- samveldinum. Blaðið skriv- ar, at hóast alkoholnýtslan í Sovjet framvegis er minni enn í Ítalia og Fraklandi, so er talið av drekkandi russ- um nú so stórt, at hetta gevur ein hvøkk. Alkohol- nýtslan í Sovjet er fimm- faldað síðan 1940, skrivar blaðið. Tolllættar Kinversku tollmyndugleik- arnir hava lætt um tollin fyri fólk, sum koma og fara úr Kina. Frá 1. august kunnu fólk taka ferðaradio, súklur, seymimaskinur og ur við um markið uttan at rinda toll. Tiltakið umfatar bert kinverjar, ið búgva uttan fyri Kina, útlendingar sum eru búsitandi í Kina, og útlendingar av kinesisk- ari ætt Diplomatar bóta mest Av teimum 500.000 bótun um fyri ólógliga parkering, sum løgreglan i New York skrivar ut hvønn mánaða, standa 1300 diplomatbilar fyri teim 8.000 I einari frågreiding frå amerikansku ST-sendi- nevndini til eina nevnd undir ST, ið tekur sær av málum sum parkeringum hjá diplomatum, verður sagt, at útveganin av park- eringsplássum ikki er nakar sjálvsagdur rættur, men ein service. Stjól 800 glareygu Á einum sjúkahúsi fyri eygnasjúk í Manchester er ein kassi við 800 ymiskum glareygum í fleiri litum og ein maskina til at polera glareyguni við vorðin horvin. Einki verður sagt um, annaðhvert talan er um eina fanatiskan samlara ella ein vanligan tjóv. Minka um oljuframleiðsluna Fyri at uppihalda núver- andi høgu oljuprísunum og fyri at geva landsins oljukeldum longri livitíð hevur stjórnin í Venezuela ætlanir um at minka um oljuframleiðsluna úr 3,5 milliónum tunnum um dag- in til 1 million tunnur. Fyrstu mánaðarnar í ár varð framleiðslan minkað við 500.000 tunnum um dagin, og í næstu framtíð verður framleiðslan vænt- andi minkað enn meira. Folkavøkstur I Vesturtysklandi veksur fólkatalið vid 5 pst. um ár- ið. Við árslok 1973 var fólkatalið 62,1 millión. Hetta ár var fólkavekstur- in, ið einans stavar frá til- flytarum, tann sami sum í 1972. Annars er føditalid í Vesturtýsklandi lægri enn talið á deydsføllum. Lýsing nnur fundur á Føroya Fólkaháskúla Olavsøkuaftan 28. 17 ella beint aftaná at kappróðurin er liðugur, erður almennur fundur á háskúlanum, Hans Jacob Debes flytir roðu Beint aftaná fundin verður ársaðalfundur felagsins við dags- skrá samb. logina Føroya Fólkaháskúlafelag Raðhús í eysturbýnum Í sambandi við ta raðhúsabygging, ið býráðið er farið undir í eysturbýnum, er ein bóklingur prentaður, sum greiðir nærri frá byggingini Húsini verða 36 í tali og verða skipað sum ein eigarafelags- skapur, har tann einstaki eigur sítt hús- og urtagarðsstykki umframt ein lut í felagsekjunum. Tey sum hava áhuga fyri byggingini, fáa bóklingin við at venda sær til teknisku deild býráðsins, Sverrisgeta 5 Tórshavnar býráð SOSIALURIN SA LL ley fyrstu skúlaárini Lat tað verða sagt beinan vegin, at hetta skal ikki verða nekur nágreinilig viðgerð av folkaskul- anum, men bert ein stutt hug- leiðing yvir fyrstu skúlaárini og týdning teirra fyri barnið. Av ti at barnið er lætt at ávirka hesi árini, eru hesi år ógv- uliga týdningarmikil fyri barnið hvat viðvíkir læru og uppaling, og má tí farast varliga fram. Tann framferð, ið verður nýtt í flestu stoðum og flestu forum í Føroyum í dag, er hon ikki sålar- liga ósunn fyri barnið? Roynt verður so dánt at upp- ala bernini, so tey á onkran hátt passa til samfelagsmynstrið — verður sálarlív barnsins ikki gloymt? Jú, eg vil meina, at sålarlivi barnsins verður givið ov lítlan ans, og fleiri eru teir faktorar, ið hava sína skaðiligu ávirkan hes- um viðvíkjandi. Fyri tað fyrsta karaktergev- ingin: Henda er beinleiðis drep- andi fyri tann individuella sálar- liga harmoniin og fyri sálarliga harmoniin barnanna millum. Hvat skal gerast við hetta? Tað må vera gjørligt at avtaka alla karaktergeving i barnaskulan- um! Fyri tað annað lærarakreftirn- ar: Ikki skerst burtur, at oftast eru tað ungir vikarar, ið undir- vísa í teim yngstu flokkunum, og koma tí hesi týdningarmiklu ár í uppvekstri barnsins at avhanga av hesum ofta óroyndu vikarum og framferð. teirra. Hesir mugu — um eg so kann siga — kannast út í æsir, áðrenn eitt slíkt starv verður givið teimum at rekja (hervið er tað ikki sagt, at allir teir meira royndu lærararnir altid eru nóg góðir — nei, minni enn so.) Fyri tað triðja skúlarnir: Tað er nokk soleiðis, at teir smáu skúlarnir eru sunnari fyri barnið í allar mátar enn teir stóru, so hví byggja hesar stóru skúlarn- ar, ið taka upp til 800 bern? Jú, væl er tað bíligari enn at byggja fleiri smáar skúlar, men er tað hóast alt ikki ov nógv at ofra? Eg kundi nevnt fleiri tílíkar skaðiligar faktorar, men saman- tikið kann sigast, at feilurin er tann, at bernini verða trunkað Sigmund Poulsen studentaskúlanæmingur saman í stórar flokkar í stórum skúlum, har tey so verða lærd at lesa, skriva, rokna o.s.fr., og Ojavnt er, hvussu tey klára seg. Hesin munur í avriki barnanna verður undirstrikadur við útbýt- an av ummælisbókum, sum sjálvandi koma at síggja ógvu- liga ymiskt út. Sjálvandi er tað í lagi, at barn- ið lærir at rokna, men tað má so vítt gjørligt sleppast undan, at panelið hugsunnarháttur barnsins van- skeplast soleiðis, at tað fer at „hugsa i tølum og teknum«. Við hesum orðum meini eg, at slepp- ast má undan, at óspilti, náttúr- ligi hugsunnarháttur barnsins gerst stirvin, og barnið harvið gerst sálarliga stirvið og kalt individualiteturin fánar. Tann fánandi individualitetur- in er tíverri eitt eyðkenni fyri samfelag okkara, vælferðarsam- felagið, og sum kunnugt er arbeiði skúlans at uppala bernini soleiðis, at tey passa til samfel- agsmynstrið, so veruleikin má vera tann, at skúlin óbeinleiðis er ein atvoldin til tann fánandi individualitetin. So er spurningurin tann: Hvussu skal uppaling skúlans so leggjast til rættis? Skulu bernini uppalast, so tey passa til sam- felagsmynstrið sum kvivur i slíðra — ja, tað er ein spurning- ur, um hetta yvirhevur loysir seg, ti tað er sikkurt, at samfel- agið í dag er sálarósunt fyri eins- staklingin, ella skal uppalingin vera logd soleiðis til rættis, at dentur verður lagdur á, at barnið er sálarliga í javnvág (um tað kann kallast soleiðis). Eg meini, tað er ógjerligt at troyta báðar omanfyrinevndu møguleikar til litar, sum samfel- agid sær ut i dag men ein millumvegur må finnast, hóast hesin ikki er funnin enn. Sigmund Poulsen I panelinum eru: Jógvan Arge Hilmar Bech Jóanes Dalsgaard Sigrid Dalsgaard Atli Dam Signar Dam Birgir Danielsen Hans Holm Kjartan Hoydal Finnbogi Isaksen Andrew Ísheim Bárður Jacobsen Óli Jacobsen Steinbjørn B. Jacobsen Hans Jørgensen Hedin Klein Jåkup Lindenskov Sverre Midjord Jóhan Mortensen André Niclasen Johan Nielsen Kåri Petersen Marita Petersen Sigmund Poulsen Aksel Skoubo John Smith Johan Mortensen Vend i? Tad var ein sonn frøi at lesa leid- aran i SOSTALINUM 13. juli, so væl hann var skrivadur, og so væl hann lýsti samfelagsligu við- urskiftini, sum tey eru í dag. Serliga væl dámdi mær seinasta setningin: >Nú má stundin vera komin, at fjøldin svarar aftur i stridnum.« Eg skilji henda setning soleiðis, av (ti at SOSIALURIN umboðar hug- sjónir javnaðarfloksins, at nú ætlar javnaðarflokkurin at gera nakað við hesi álvarsomu mál. Ég vildi sagt, at hetta er sanni- liga uppá tíðina. Eftir 8 árum í landsins stýri kundi hugsast, at okkara kosnu menn kundu havt tikið seg saman at pilka við okkurt av teimum í leiðaranum nevndu málum. Fyri at um- skriva omanfyri nevnda setning nakað, vildi eg sagt, at nú er tann stundin komin, at javnað- arflokkurin fer at vísa sítt sanna andlit sum ein í minsta lagi sosialur (kanska enntá sosialist- iskur) flokkur. Annars kundi væl verið, at nýggir flokkar, sum vóru meira vinstrahallir, fingu fótin fastan her á landi. Tí nú MA verkafólkið for hundan verða vaknað og krevja sjálv- søgdu rættvisiskrøv síni gjøgn- umførd. Men enn trivist so kapitalisma og privat harðræði. Eitt aktuelt dømi fingu vit nú herfyri, tá eitt verkafelag lýsti streiku. Frá byrjan av varð felagið komplett ignorerað sum fjákavesin. Til endans noyddist teir so at boða frá verkfalli TIL TESS AT SLEPPA TIL SAMRADING- ARBORÐIÐ. Tá vórðu mong, sum vórðu trúðað við ellum heimsins ólukkum av arbeiðis- gevara sínum, um tey so mikið sum vágaðu sær at streika ein einasta dag. Og hóast tað, at hesi arbeiðisfólk eru millum tey, sum ríka so mangan arbeiðis- gevara upp; tey eru noydd at liva undir beinleiðis svunskum lønarkorum, at gjalda stóran skatt av len, sum í forvegin liggur undir eksistensminimum (tí ONKUR skal jú gjalda skatt) 0. 8. fr. Tå so hesir erbeidisgevarar einaferð fara av verðini, verða teir í bløðunum prísaðir sum samfelagsstudlar og Føroya stóru synir, ístaðin fyri at ein átti at fegnast um, at enn ein mergsúgvari var farin. Verkamaðurin fær ongan nekrolog. Hann átti at fingið eitt umdemi sum nakað av tí toln asta og friðarligasta, men sams- stundis nakað av tí býttasta, ein kann hugsa sær. Hann hongdi ongantíð nakran arbeiðisgevara ella tveitti reaktionerar logtings- menn á bláman. Hann arbeiddi trúliga fyri at fáa ein breyðbita inn í munnin og ansaði ongantíð eftir, hvussu kluftin millum kapitalistar = og verkamenn gjørdist alsamt breiðari. Nú sýnist tó, sum fólk eru farin at kvaklast við. Eisini javnaðarflokkurin lovar bót og betring. Livst, so spyrst. Provocatus