hósdagur 13. juni 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 110 - 13. juni 2002
Leygarnáttina vóru
viðingar í Settilsgjógv
við veðrum. Fyri at
lætta um flutningin
av seyðinum, hava
menn gjørt ein kassa
og ein rennistrong,
sum gongur tvørtur
um eina 90 metur
breiða gjógv
FRÍTÍÐ OG NÁTTÚRA
Rúna Sivertsen
Settilsgjógv er eitt av
mongu fitilendunum norð-
anfyri á Viðoynni.
Fyri
mongum
árum
síðani leyp Háenni, soleiðis
at ikki slapst tann vegin, ið
menn fyrr vóru vanir at
ganga. Í fleiri ár hevði tí
eingin seyð í Settilsgjógv.
Seinni funnu menn ein
annan gongdan veg, so
farast kundi í Settilsgjógv
við veðrum. Hesin vegurin
var ógvuliga tungur at
ganga, og neyðugt var við
nógvum
monnum,
um
farast skuldi.
– Ofta varð tosað um at
gera tað lættari atkomiligt,
og fyri tveimum árum
síðani vóru vit nakrir, sum
tóku okkum saman og
gjørdu rennistrong og ein
kassa at flyta seyðin í, sigur
Jógvan Nybo av Viðareiði.
Betur fyri seyðin
Jógvan sigur, at hetta hevur
gjørt arbeiðið nógv lættari,
og at tað nú stórt sæð er
møguligt at leiða seyðin
heilt til kassan. Fyri seyðin
er hetta sjálvsagt ein stórur
bati, sigur hann.
– Vit hava lagt alstóran
dent á at gera rennistrongin
so tryggan, sum tilber, og
hava vit bara brúkt nýggja
útgerð til hetta, sigur Jógv-
an.
Økið, har seyðurin gong-
ur, er nú víðkað, soleiðis at
nú er pláss fyri fleiri veðr-
um enn áður.
– Hesaferð sleptu vit 11
veðrum, sigur hann.
Á Viðareiði verða øll
fitilendini
gagnnýtt
til
fulnar, og áhugin er stórur.
– Sjálvur meti eg tað
hava stóran týdning fyri
bygdasamfelagið, at hesin
aldargamli siður verður
varðveittur. Ikki minst er
gott at koma burtur úr
strongda gerandisdegnum
og hava okkurt annað at
koma saman um, sigur
Jógvan.
Um heystarnar verður
nógv tosað um, hvussu
nógv veðrarnir í teimum
ymisku fitilendunum viga,
og ikki er sørt, at ein ávís
kapping er millum menn
um vektina á veðrunum,
sigur Jógvan Nybo at enda.
Við veðrum í Settilsgjógv
Viðingar hava gjørt ein kassa at flyta seyð í. Her eru Ludvík,
Bjarni og Ísak í ferð við at seta kassan saman
Mynd: Jógvan Nybo
Ikki kann sigast annað enn, at hetta er fittligari flutningur hjá seyðinum
Mynd: Jógvan Nybo
Kassin verður eisini nýttur til
at flyta fólk í. Her fara
Ólavur og Jóhannes um 90
metur breiðu gjónna
Mynd: Jógvan Nybo
Ein av mongu donsku
ferðandi umboðs-
monnunum í Før-
oyum, er Erik Vaaben,
ið javnan hevur vitjað
her tey seinast 30
árini. Vit hittu hann á
bilasøluni, Bilfríðkan,
áðrenn hann fór av
landinum seinasta
hósdag
UMBOÐSMAÐUR
Magnus Gunnarsson
Erik Vaaben er ein kendur
persónur innan bilvinnu-
greinina í Danmark og í
Føroyum. Hann er føddur í
1936, er útbúgvin bil-
mekanikari og bilelektrik-
ari, og býr í Viby á Sælandi.
Fyrstu ferð hann kom til
Føroyar var í 1970, tá Hjal-
grím Hentze, táverandi
stjórin hjá P/F Wenzel Pet-
ersen, keypti útgerð til
nýggja bilverkstaðin, teir tá
lótu byggja við Oyggjar-
vegin. Erik Vaaben varð
árið fyri, í 1969, settur í
starv sum framleiðsluleið-
ari hjá fyritøkuni, E. Busch
Møller, sum seldu alla ta
nýggjastu útgerðina til bil-
verkstøð, so sum dekk-
maskinur, balanseringsma-
skinur, sporitól og motor-
testarar. Erik Vaaben setti
øll hesi tólini upp á bilverk-
staðinum hjá Wenzel Peter-
sen.
Erik Vaaben sigur, at tað
var ikki so lætt at koma
kring oyggjarnar tá í tíðini.
Ongi vegskeltir vóru, veg-
irnir vóru vánaligir og teir
máttu læra seg at halda av
fyri
mótgangangandi
ferðslu, við at koyra inn á
víkiplássini. Bilurin, teir
høvdu við sær, mátti hivast
umborð á strandfaraskipini,
tá teir skuldu til Sandoyar,
Vágar, Suðuroyar, Eystur-
oynna ella til Klaksvíkar.
Hann má viðganga at broyt-
ingin í infrastrukturinum
hevur verið ómetaliga stór
hesi 30 árini hann hevur
ferðast her.
Fyrsti upprættara-
bonkurin í 1975
Hesa tíðina er eisini ein stór
menning farin fram á bil-
verkstøðunum í Føroyum.
Tá ein bilur, tá í tíðini, fekk
ein so stóran skaða at
ramman boygnaði og bilur-
in bleiv skeivur, mátti hann
sendast til Danmarkar at
umvæla, tí ongin upprætt-
arabonkur var í landinum.
Erik minnist at fyrsti
Caroliner upprættarabonk-
urin bleiv settur upp á bil-
verkstaðinum hjá Bjarna
Eliasen í Fuglafirði í 1975.
Tað at upprættingarbeinkir
nú blivu settir upp í Før-
oyum var einki minni enn
ein kollvelting innan upp-
rætting og lakkering av
bilum, tí nú kundu allar
umvælingarnar
verða
gjørdar her í landinum.
Tryggingarsambandið
hevði eisini stóran áhuga í
hesi menning.
Í 1977 stovnar Erik sam-
an við einum øðrum fyri-
tøkuna, Vaaben & Clem-
ensen ið m.a. seldi svensku
Caroliner
upprættaraút-
gerðina. Í 1980 keypir Erik
sjálvur fyritøkuna, ið fekk
navnið Erik Vaaben Teknik
Caroliner í Svøríki yvir-
tóku í 1986 donsku H.P.A.
fyritøkuna, ið m.a. gjørdu
bremsutestarar og sporitól
til bilar. Tá kom Erik at
starvast hjá teimum. Síðan
1994 hevur hann aftur havt
sína egnu fyritøku, Erik
Vaaben Teknik. Øll hesi
árini hevur hann javnan
verið í Føroyum, og hevur
hann nógv vinfólk her.
Hann sigur at hann hevur
lært føroyingar í bilvinnu-
greinini nakað innan sítt
arbeiðsøki,
men
hann
sanniliga eisini lært nógv
av teimum.
Nr. 110 • hósdagur • 13. juni 2002 • 76. árg.
Erik Vaaben – vitjað
í Føroyum seinastu
30 árini
Síðan 1975
hevur Erik
Vaaben selt yvir
30 Caroliner
upprættara-
beinkir í
Føroyum
Erik Vaaben kom fyrstu ferð til Føroya í
1970. Hetta var í sambandi við, at hann
setti upp útgerð til nýggja bilverkstaðin hjá
Wenzel Petersen við Oyggjarvegin
Erik Vaaben, ið er ein sera dámligur og
fyrikomandi maður, var eitt tíðarskeið
lærari á tekniska skúlanum í Roskilde.
Hann sigur seg at hava lært nógv av
føroyingum
C
M
Y
K
17
16